Ålek 2019

Deil

Stutt ferðafrásøgn frá føroysku luttøkuni á dansistevnuni í Álandi í 29. viku 2019.

Fyrireikingarnar til ferðina byrjaðu so smátt longu um heystið 2018, og tey, sum ætlandi skuldu koma við, hittust so fleiri ferðir til tess at tosa um alt viðvíkjandi ferðini, t.d. hvat vit skuldu kvøða, hvørji dansispøl skuldu vera á skránni o.s.fr. Serliga dansispølini vórðu dúgliga vand, so at tey fýra spølini, sum vald vóru, skuldu taka við hvørt eftir annað uttan nakað drál ella himpr.

Vit, sum fóru avstað, vóru 26 “vaksin” ella reiðiliga tilkomin, og so eisini 5 ungdómar, sum luttóku í stevnuni Ungdomsläger, og sum eisini vóru saman við okkum til Ålek. Tey búðu á einum skúla saman við øðrum ungdómum. Luttakararnir vóru annars sum vera man fyri tað mesta úr stórstaðnum, men har vóru eisini fólk (ella pør) úr Sumba, Dali, heiman av Sandi, Argjum, Kollafirði, Kvívík, Norðskála og Eiði.

Ferðin byrjaði fríggjadagin 12. juli við flogfari úr Vágum til Kastrup, og haðani á flogi til Stockhólms í øllum góðum; innivist fingu vit í hotelli, sum bæði var heilt gott og høgligt.

Leygardagin 13. fóru vit m.a. í Vasa Museum at síggja tað víðagitna skipið ella vrakið, sum var tikið upp úr móruni í 1961, og sum nú er eitt tað fremsta ferðamannamálið í Stockhólmi. Fóru eisini í bát og sigldu kring um býin. Frálíkt veður báðar dagarnar.

Sunnudagin 14. høvdu vit leysar teymar, men fleiri fóru sum tað fyrsta henda dagin í kirkju, í Storkyrkjan, har nakrir (fáir) ungdómar vórðu fermdir. Eisini fóru vit at hyggja okkum um í Gamla Stan o.s.fr. Tveir frálíkir dagar, sum góvu ferðini eina góða byrjan.

Mánadagin 15. við veldigari ferju til Mariehamn siglandi millum oyggjar, hólmar og sker og komu fram tíðliga seinnapartin, og tá stóðu teir ógviliga fyrikomandi og hjálpsomu fyrireikararnir har og tóku ímóti okkum, og her skulu beinanvegin verða nevndar tríggjar føroyskar kvinnur, sum búgva í Álandi: Guðrun Gudmundsen, Maiken Poulsen Englund (við manni) og Rannvá Eiriksdóttir Åkerblom, sum vóru saman við okkum so nógv, sum tað bar teimum til, meðan vit vóru har. Síðani var at fáa viðførið við okkum til vallaraheimið (Gästhem Neptun), og tað hjálptu móttøkufólkini okkum væl við, og síðani at fáa kamar o.s.fr., og tað var so beinanvegin, at øll høvdu fingið tað at vita og vistu, hvussu vit skuldu laga okkum eftir umstøðunum í heiminum. Fyristøðukonan, sum átti heimið, var bæði fyrikomandi og dugnalig. Hóast einki marglæti soleiðis, so var tað kortini gott at búgva har, og so var tað eisini so stak høgligt. Hetta fyrsta kvøldið í Álandi hevði Guðrun boðið okkum heim til sín at grilla, men tíverri fór tað at regna av grimd, so hon bjóðaði okkum bara inn í stovuna at sita og njóta grillmatin. Hjartaligur blíðskapur, og aftur ein hendingaríkur dagur komin at enda.

Týsdagin 16. fóru vit fyrrapartin langan túr við báti til eitt stað uttarlaga í skergarðinum, sum eitur Rødhamn, og sum hevði havt stóran týdning í landsins longu siglingarsøgu. Seinni henda dagin varð so stevnan sett, og tá skuldu øll, sum við vóru, fara í skrúð. Og dagurin endaði við “spontanum” dansi í stóri høll.

Mikudagin 17. fóru vit langa útferð við ferðaleiðara og Maiken til eitt útisavn við gomlum bygningum, nevnt Jan Karlsgården, og har framførdu vit dansispølini – í føroyskum klæðum. Seinni á hesum túrinum koyrdu vit fram við teirri gomlu borgini Kastelholm, sum er frá tíðini, tá ið sviar ráddu fyri borgum í Álandi, og komu síðani til Bromarsund, har russarar høvdu verið í ferð við at byggja eina stóra herstøð, men vórðu tiknir á bóli av bretum og fransum í sambandi við Krimkríggið (1853-1856). Sjálvt um lítið var eftir av hesi stórfingnu ætlan, so er søgan um hervirkið ógviliga áhugaverd, og tá ið friður aftur fekst í lag millum stórveldini, varð gjørt av, at í Álandi skuldu eingin hernaðarlig útgerð vera, og tann støðan er framvegis galdandi. Um kvøldið samkoma í einum skúla, Ytternäs, og har kvóðu vit í ein hálvan tíma.

Hósdagin 18. vóru ymisk styttri tiltøk á skránni, og fyrraparturin ikki so strangliga skipaður, men seinnapartin sluppu vit so tvær reisir at royna okkum í gongugøtuni við dansispølum, og tað var í fagrasta summarveðri, so onkur mundi reiðiliga fáa sveittan fram. Um kvøldið ymiskir dansir og undirhald. At enda hetta kvøldið skipaði Heini allan Ormin Langa, og nógv fóru uppí og kvóðu við, serliga norðmenn, har vóru. Sjáldsama góður dansur.

Fríggjadagin 19. Fyrrapartin sangur, har luttakararnir greiddu frá og royndu at læra hvør annan sangir úr sínum landi, líka úr Finnlandi til Grønlands. Tíðliga seinnapartin workshop. Okkara partur umleið ein hálvur tími við dansi og dansispølum. Um kvøldið aftur dansur í stórum sali (Badhuspaviljongen) niðri við havnarlagið, og kvøldið endaði við føroyskum dansi í ein hálvan tíma.

Leygardagin 20. Seinasti stevnudagur. Skrúðgonga á Stora gatan, og sjálvsagt øll í tjóðbúna. Framvísing við dansi- og spælfagnaði í Miramarparkini, og at enda samdansur har øll, sum vildu, kundu koma uppí hjá okkum. Henda minniliga ferð endaði alment við stórfingnum borðhaldi í einum stórum sali (Smakbyn), nakað uttan fyri Mariehamn.

Sunnudagin 21. juli. Fráfarardagur úr Mariehamn í Álandi og aftur til Stockhólms við ferju, men áðrenn lagt verður frá landi er orsøk til at steðga á og nevna, hvussu vakur og væl skipaður Mariehanm er sum býur, ið hvussu so er á leiðini, har vit hildu til. Landið er slætt, og tí hevur ligið væl fyri at leggja til rættis ein nútímans bý, har einki var trokað saman, nei, gøturnar breiðar, og fram við teimum lógu langar vallaðar deildir við nógvum stórum og høgum trøum; tað var ikki sørt av stórbýardámi yvir staðnum.

Samanumtikið man ikki vera av leið at siga, at ferðin gjørdist betri fyri hvønn dag, sum gekk, og vit komu at kennast betur. Hetta var ein ferð, sum gav hvørjum luttakara eina ábyrgd hvør fyri øðrum, tí hetta var ikki bara ein hissini stuttleikaferð. Heldur seint á degi komu vit so aftur til Stóckhólms, og tá regnaði illa. Fingu so buss og koyrdu rættiliga leingi, ja, nakað sum ein túrur úr Havn og vestur á flogvøllin, til hotell við Arlanda flogvøll.

Mánadagin 22. Heimferðin gekk sum eftir ánni, og tó, tí onkur helt seg hava hoyrt onkran mølma um mjørka og aðrar seinkingar “har vesturi”, men tað var tíbetur einki í teimum tíðindunum, og vit lendu í Vágum um áttatíðina sama kvøldið í bestu líkindum.

Tað er ikki ov nógv sagt, at ein í allar mátar væl fyriskipað og minnilig ferð var komin at enda.

Fyriskiparar fyri sjálvari ferðini vóru: Rasmus Joensen, Hervør Lydersen, Ólavur Lydersen og Hildur Kruse Sørensen.

Skiparar vóru: Katrina Hansen, Jóna Jiménez, Hildur Kruse Sørensen, Maria Kristiansdóttir, Andreas Sigurstein, Heini Holm, Ólavur Lydersen og Rasmus Joensen.

Dansispølini, ið vóru á skrá, vóru: slippudansur við Mallebro, gamla keta við Gudbrandskvæði, sandoyardansur við Torkils døtur og bandadansur Stolt Signhild.

Kvæða- og vísulisti annars: Bøhmerlandsdronningen, Herr Sinklar, Kong Sverke, Hjalmar og Hulda, Norden for Trondhjem, Herr Mandelig, Ormurin Langi, Føroyingar sum her nú koma saman.

Onnur tíðindi