Barnadansistevnan 2016 – at seta við

Deil

 

Barnadansistevnan hjá Sláið Ring og
Jómsvíkingum  30. apríl  2016  –  at
seta við….

Árliga
landsdansistevnan fyri børn – tann 13. í  røðini – varð hesaferð hildin vesturi á
Eiðinum í Vági. VB-húsið og ítróttarhøllin vóru karmur um stevnuna, sum
Jómsvíkingar skipaðu fyri. Gott samstarv við strandferðsluna gjørdi, at Smyril
sigldi suður á Vág henda leygarmorgunin.

Fyrsta
landsbarnastevnan var á Háskúlanum í Havn 2004. Síðani hevur hon verið á
hvørjum ári  – lokalu dansifeløgini hava
skifst um at skipa fyri saman við Sláið Ring, sum betalir alla stevnuna – bæði
mat, ferðing og gisting.

17 ára gamla
Kala Vilhelm setti stevnuna. Eg kendi meg sjálva aftur, tá hon fortaldi, at
hennara javnaldrar hildu hana vera eitt sindur undarliga, tí hon tímir at dansa
og læra seg kvæðir. Vónandi verður hesin hugurin verandi líka sterkur, so Kala
blívur við at dansa. Vónandi eru fleiri ung við henni, sum eisini velja
føroyskan dans sum sítt besta frítíðarítriv. Tað er fyritreytin fyri, at
dansurin kann vera livandi í Føroyum.

Tá stevnan
verður hildin norðanfjørðs, verður byrjað kl. 10.00 og givist uml. kl. 15.00.
Men í Suðri mugu vit vera, til Smyril siglir aftur, so tíðin har suðuri bleiv
væl longri enn hesar fimm tímarnar, men so bleiv bara so mikið meir dansað.
Dansiskráin fyri stevnuna var lítið barnavinarlig – har var mest av ordiligum
kvæðum, men av tí at tíðin bleiv so long har suðuri, fingu vit kvøðið alt tað
smáa kortini. Vit stóðu øll í einari rúgvu á gólvinum í VB-húsinum, tá dansurin
byrjaði, so eg hugsaði, at hetta fór at vera líka fløkjasligt, sum dansurin á
Vaglinum á Ólavsøku. Munurin er bara, at hesi fólkini duga at bera seg at í
føroyskum dansi og vilja hava góðan føroyskan dans, so tað var bara ein løta,
so dansaðu øll somul – 400-500 fólk – við sama stevi.

Maturin var
góður, køkur, kaffi, te, saft og frukt var at fáa allan dagin. Og milliónbúffur
og skrúur til øll um døgurðatíð.

Útferðir eru
fastur táttur á hvørjari barnadansistevnu. Hesaferð fór okkurt felag gongutúr í
Vági, onkur til Porkeris og vit frá Eysturoyar dansifelag vóru so heppin, at
vit sluppu á bygdasavnið Í Sumba. Har sóu vit stóra samling av fuglum – 122 í
tali, gamlar bindi- og seymimaskinur, eitt vaflijarn, sum ikki var til
elektrisitet, men skuldi leggjast á heita plátu o.m.a.

Vit valdu at
fara heilt vestur á Eiðið við nøkrum børnum, har tey fingu eitt sindur at vita
um jarðfrøði.

Tá vit komu
aftur í VB-húsið, var framvegis nakað at bíða eftir bussinum, sum skuldi koyra
okkum aftur til Smyril á Krambatanga, so vit fóru aftur at dansa í gongini.

“Kann verða,
eg sleppi næstu ferð, tí eg mennist í hvørjum.
Nei, ongastaðni so stuttligt er at liva, sum í Føroyum.”
Her er tað land, sum mær hóvar.

Var seinasta
ørindi, sum bleiv kvøðið á barnadansistevnuni í Vági.
Sanniliga ein góður dagur fyri føroyskan dans.

Kathrina,
Eysturoyar dansifelag.

Onnur tíðindi