Sumbiar dansifelag 50 ár

Deil

 

Sumbiar dansifelag 50 ár……..

Nú Sumbiar
dansifelag fylti 50 ár, vóru dansifeløgini í Sandoynni – Leikum Fagurt og
Stígum Fast – boðin í veitslu saman við skúvoyingum. Vit vóru nøkur og 50, sum
fóru at hátíðarhalda dagin saman við sumbingum.
 Eg havi verið limur í Stígum Fast síðani 2000,
so hesaferð var eg við sum dalbingur.

Í 1960-unum
og 70-unum vóru sumbingar mangan uttanlands á dansiferð. Og tað er júst á eini
slíkari uttanlandsferð, at sumbingar, tá teir komu í samband við onnur
norðurlendsk dansifeløg, koma at leggja spíran til Sláið Ring
– landsfelag føroyskum dansi at frama – sum er stovnað í 1978. Umboð fyri Sláið
Ring vóru eisini boðin við í veitslu.

Smyril er
eitt deiligt skip og veðrið at sigla leygarmorgunin var av tí besta. Kortini
gekk ikki, sum ætlað hjá
  fleiri av
sandoyingunum, tí fleiri túrar fríggjakvøldið hjá Teistanum blivu avlýstir
vegna veður. Tey mugu til Havnar fríggjakvøld, um tey skullu til suðuroyar
leygarmorgun kl. 7.00.

Komin til
Sumbiar, setti bussurin okkum av á Ólafløtti, har Sigrun Poulsen – formaður í
Sumbiar dansifelag – tók ímóti saman við øðrum og segði okkum, hvar vit skuldu
gista.

Mær dámar so
væl hesar dansiferðirnar, sum eru til eina bygd, har øll skulu vera. Haldi tað
vera ólíka hugnaligari enn hjá okkum her í Eysturoynni, har
 gestirnir fara í ymsar ættir at gista. Vit
fingu beinanvegin heilsa uppá øll hesi blíðu fólkini, sum vit kenna so væl frá
føroyskum dansi. Blíðskapurin var óførur – gekk
 
hús úr húsi og prátaði og fekk drekkamunn.

Tá borðhaldi
í samkomuhúsinum var liðugt, fóru vit til gongu niðan í gomlu dansistovuna í
Skorti at dansa. Hon er frá 1913 og sostatt 103 ára gomul. Kvæðakempurnar Eli
Poulsen og Bjarni Vestergaard, sum saman við Betty Poulsen og Magnusi Jensen blivu
útnevnd til heiðurslimir í felagnum henda sama dag, skipaðu ymiskt, sum var
forkunnugt at hoyra fyri okkum norðanfjørðs. Tey brúka heilt onnur kvæðir enn
vit, og tað er gott, at øll ikki kvøða tað sama. Haldi kortini, at tað var
spell, at vit ikki vóru meir uppií hjá hvørjumøðrum. Tað bleiv eitt sindur ov
nógv soleiðis, at sumbingarnir dansaðu síni kvæðir og sandoyingarnir síni.
Klokkan skuldi flytast aftur til vetrartíð hesa náttin, so vit fingu ein tíma
eyka at dansa í.

Fleiri av
okkum vitjandi hittust aftur til kirkjugongd sunnudagin. Tað hoyrir eftir mínum
tykki við til eina góða dansiferð. Røddin var eitt sindur rustað aftaná eina
góða, langa dansinátt, men tað ger onki. Aksel Tórgarð hevði skrivað lesturin,
sum bleiv lisin, har hann hugleiddi um einkjuna í Nain. Seinasti sálmur, sum
vit sungu, var “Ongum er so trygt at fara.”

Kl. 16.30
sunnudagin hittust vit aftur á Ólafløtti – hesaferð
  at biðja sumbingum farvæl og takka fyri alt
gott. Framvegis av besta veðri at sigla. Nøkur vóru farin norðuraftur við
Smyrli fyrrapartin.

Norðskáli 2.
novembur 2016,
  Kathrina, Eysturoyar
dansifelag.

Onnur tíðindi