Barnalandsdansistevnan í ár verður
hildin leygardagin tann 11. februar í Bygdarhúsinum í Hósvík. Norðstreymoyar
Dansifelag skipar fyri. Byrjað verður kl.
10.00, og liðugt er kl. 14.30.
Døgurði verður um middagsleitið.
Skipað verður fyri smáum útferðum í økinum sum
dagurin líður. Frásøgufólk verða.
Tilmeldingarfreistin er í
seinasta lagi 31. Januar 2012.
Tilmelding er á tel. 422217 ella
við telduposti olav.schneider@skulin.fo
Eru spurningar, kunnu tit ringja 422217 ella
senda ein teldupost.
Tá tit tekna tykkum, verða tit biðin um at siga
okkum, hvussu nógv børn verða
við, og hvussu nógv tit verða íalt (íroknað
vaksin).
Sigið eisini frá, hvørji kvæði tit ætla at
skipa.