Barnlek 2017

Deil

 

Barnlek – norðurlendsk  barnadansistevna í Klaksvík 6-9. Juli 2017

Í seks ár
hava vit vitað, at Sláið Ring í 2017 skuldi skipa fyri norðurlendsku
barnadansistevnuni Barnlek saman við Klaksvíkar dansifelag og Klaksvíkar
kommunu. Tá stevnan, sum verður hildin triðja hvørt ár, var í Skive í Danmark í
2011, heitti leiðslan í Nordlek á Sláið Ring um at hava stevnuna í Føroyum í
2017. Fimm fólk hava mannað stevnunevndina, Rasmus Joensen, sum hevur verið
formaður í landsfelagnum Sláið Ring í nógv ár, Trygvi Samuelsen og Maria
Kristiansdóttir úr Norðstreymoyar dansifelag, sum hava umboðað Føroyar í
Nordlek í nógv ár, og so Brynjálvur Sigurðsson og Birna Jacobsen fyri
Klaksvíkar dansifelag. Tey hava øll arbeitt av øllum alvi í meir enn eitt ár.

Nógv er at
gera til eina slíka stevnu. Hølir skullu fáast til gisting, dans, at eta í, verkstovur
o.a. Søkjast skal um fíggjarligan stuðul úr ymiskum grunnum. Øll kunning, sum
verður løgd á heimasíðuna skal týðast til finskt, tí ikki allir finnarnir, sum
koma, skilja norðurlendskt. Fleiri 100 luftmadrassur skulu vera tøkar. Neyðugt
er at gera skeltir, so útlendingarnir – teir flestu hava ongantíð verið í
Føroyum áður – kunnu finna í býnum. Setan og endahátíð skulu fyrskipast.
Samarittar er eitt krav á slíkum stevnum. Og ikki minst er neyðugt at finna ein
kokk, sum kann gera mat til 600-700 fólk í fleiri dagar. Umframt nógv annað.

Veðrið kann
– sum vit øll vita – bæði bjarga og forkoma einum slíkum tiltaki. Vit vóru sera
heppin í so máta. Loyvi mær at siga, at tað var gott, at tað fór at regna, so
vit máttu brúka plan-b og seta stevnuna inni í badmintonhøllini. Tí alt tiltakið
hevði verið ov langt burtur frá áskoðarunum, um stevnan bleiv sett á
fótbóltsvøllinum í Djúpumýru, sum ætlað. Fríggjadagurin var so framúr til veður,
so dansurin runt í býnum riggaði av tí besta. Tað bleiv aftur neyðugt at brúka
plan-b til dansin í býnum leyðardagin.

Stevnan
byrjaði hósdagin 6. juli, men fyrstu útlendingarnir komu longu sunnudagin 3.
juli. Limir úr Klaksvíkar dansifelag  tóku ímóti teimum og vístu teimum til rættis.

Í summar
hava miðlarnir gjørt sera nógv burturúr bæði Oyggjaleikum og føroyskari luttøku
í altjóða hondbóltskapping. Fyri ikki at tala um stór nøvn, sum vera kunngjørd
til allar hesar tónleikafestivalarnar. Alt gott um tað. Haldi kortini, at
Barnlek 2017 kundi fingið størri pláss í miðlunum. Tí hóast vit, sum dansa,
ongan kappast við og onki heiðursmerki vinna, so eru vit minst líka góð umboð
fyri okkara kæra Føroyland, og líka glað og errin fara vit við Merkinum. Tað
merkist best, tá ein slík stevna verður sett og fløggini verða borin inn – tað
rørir hjartastreingirnar hvørja ferð. Ikki 
bara hjá okkum føroyingum, men øllum hinum londunum eisini, og tað er
ein stórur heiður – og ábyrgd – at verða biðin at bera flaggið. Tað eru altíð
tvey, sum fylgjast við hvørjum flaggið – merkismaðurin ber flaggið og
flaggvaktin fylgist við honum. Hesin siður er helst komin, áðrenn eitt flagg
bleiv merkið fyri eina tjóð. Í gomlum  døgum var eitt flagg stavnhald, tá ein herur
fór í kríggj, og um flaggið fall til jarðar, hevði tú tapt. Tí skuldi flaggvakt
fylgjast við merkismanninum og taka flaggið, um merkismaðurin fall frá.

Havi fleiri
ferðir verið uttanlands og dansað  – bæði
á Nordlek og við Eysturoyar dansifelag. Á slíkum ferðum fara vit fleiri ferðir
í føroysk klæðir – sjálvandi, og tá blíva vit so ómetaliga sjónlig – nógv
sjónligari, enn vit geva okkum far um, tí ein tjóðbúni er so serligur.

Hvørja ferð
eg síggi ein tjóðbúna – føroyskan ella útlendskan – hugsi eg um øll tey ymisku
sløgini av hondarbeiði, sum mugu gerast, áðrenn liðugt er. Um vit taka føroysk
klæðir, so skal bindast, vevast, broderast, seymast, bregdast, virkast og
tøvast. Og so skal silvuri pussast, áðrenn klárt er at lata seg í. Onkur omma
ella mamma hevur totast at fáa liðugt og onkur gleðist um at sleppa í eini
klæðir, sum abbi ella omma hevur átt.

Aftur til Barnlek
2017.

Klaksvíkar
kommuna hevur verið okkum beinasom. Umframt at lata okkum skúlar til gisting,
ítróttarhallirnar til mat og dans, kundu  luttakararnir á Barnlek svimja ókeypis í
svimjihøllini, nakað sum teir vóru sera glaðir fyri. Klaksvíkin er óivað besta
stað í landinum til slíkt tiltak, tí hallir og skúlar eru í einum trunka, og
tað er stuttur vegur til alt.

Maturin er
eitt stórmál á slíkari stevnu. Avtalað bleiv gjørd við Viljan v/Magna Garðalíð
á Húsum, sum hevur fingið sær flytbaran køk, um at matgerða til stevnuna. Tað
skal nógvur matur gerast til 600 fólk tríggjar ferðir um dagin hvønn dag í fleiri
dagar, so stóri pottur má útá hvønn dag. Men ikki bara tað. Hugsast skal eisini
um vegetarar, og tey, sum stríðast við ovurviðkvæmi, mugu siga frá, so kokkurin
kann gera mat, sum tey kunnu eta.

Tað krevur
góða manning at fáa slíka stevnu at bera til, og ikki ber til hava lønt fólk
til alt. Uml. 300 postar skuldu mannast við sjálvbodnari arbeiðsmegi, sum fyri
tað mesta kom frá dansifeløgunum, men eisini nógv fólk úr norðoyggjum, sum onki
hava við dansin at gera, tóku ein hond í. Stóra takk skulu tit øll hava, tí
annars var ikki møguligt at hava stevnuna. Men tíbetur er onnur løn til enn
tann, sum verður  goldin  í pengum. Tað er eisini stuttligt, at vera
við, tí væl bar til at fara í býin at hyggja at dansinum bæði fríggjadagin og
leygardagin ímillum arbeiðsuppgávurnar og soleiðis vera eitt sindur á stevnu
samstundis. Og hvør veit, um ikki okkara sjálvbodni innsatsur, tá av tornar,
kann avgera, um føroyskum dansi og fólkadansinum í okkara grannalondum, verður
lív lagað, tá vit, sum nú eru hálvgomul, tagna.

Verkstovur
er fastur táttur á stevnum, sum hesari. Amanda, Durita og Lina úr Klaksvíkar
dansifelagi stóðu fyri hesum partinum. Tað ræður um at finna upp á okkurt, sum
børnini ikki uppliva aðrastaðni, so tær valdu at lata børnini sleppa at tøva
ull og fara á seiðaberg á Kósabrúnni – tað eru tey neyvan sloppin
aðrastaðni.  Formaðurin í Klaksvíkar
dansifelag Heini Mohr og aðrir hjálptu til á Kósabrúnni.

Okkurt má
vera til tey hálvvaksnu, har tey fáa frið fyri smábørnum og vaksnum. Í Skálanum
bleiv salurin innrættaður við sofum og øðrum, har tey dansaðu nakað út á
náttina.

Uml. 570 fólk
vóru meldað til stevnuna – 420 útlendingar og 150 føroyingar, sum høvdu valt at
búgva á skúlum – eisini tey í Klaksvík, sum saktans kundu búð heima. Fólkadansarar
eru glaðir amatørar og bæði føroysku og útlendsku børnini hava vant dúgliga til
Barnlek. Her í Føroyum ber saktans til at samla børnini nakrar ferðir at dansa.
So lætt er tað ikki t.d. í Finnlandi ella Grønlandi. Tí máttu tey fáa eitt høli
til venjing, so tey kundu dansa seg saman, tá tey vóru komin til Føroya. 

Barnlek var
hildið fyrstu fer í Falun í Svøríki í 1982. Føroyingar vóru við á fyrsta sinni
í Ringsted í 1998. Føroyski hópurin ta ferðina taldi 80 fólk úr Sumba,
Norðstreymi, Eysturoynni og av Sandi. Barnlek verður aftur í 2020 á Gøteborg-
leiðini í Svøríki. Fólkadansurin hevur tann stóra fyrimun, at onki aldursmark
er, og tað ger heldur onki, um onkur dansar skeivt. Tað, sum um ræður á
Barnlek, er at fáa dansigleðina í børnini – onki annað. Heilt smá børn dansaðu
eisini við til framsýningina – eg legði serliga merki til tvær danskar
smágentur uml. 3 og 5 ára gamlar, sum helst vóru systrar. Gleðin lýsti av
teimum. Vit mugu fyri Guds skyld ikki rætta uppá so smá børn – tað kann koma
seinni. Tey skulu bara sleppa at vera glað. Føroyskur dansur/fólkadansur kann
eisini vera pallurin hjá teimum, sum ikki duga ella tíma bólt ella aðra
kapping. Vit skylda teimum at gera eitt stað, har tey kunnu brúka síni evnir og
sleppa at umboða sítt land, hóast tey ikki kappast og vinna heiðursmerkir.
Soleiðis seta vit við, og tað er neyðugt, um dansurin skal yvirliva.

Nú fáast vit
við at rigga av. Tað er altíð gott at koma í gott orð, og vit kunnu koma
dansinum í gott orð – ikki bara við at dansa – men eisini við at ganga væl um,
har vit eru – t.d. nú í Klaksvík. Taka væl upp eftir okkum, gjalda rokningar
til tíðina osv.

Kann ikki lata
vera við at nevna ungu fólkini í Klaksvíkar dansifelag. Tey hava verið ófør til
Barnlek 2017. Stóra takk fyri.

Eg vóni, at
vit kunnu fara til Svøríkis um trý ár við fittum hópi av føroyskum børnum.

Vegna Sláið
Ring, Kathrina Hansen.

Onnur tíðindi