Bók um føroysk dansispøl komin út

Deil

Føroysku
dansispølini vóru fyrstu ferð nevnd í 1616 og vóru í fleiri øldir ein
týdningarmikil partur av føroysku dansimentanini. Millum granskarar hava tey tó
altíð staðið í skugganum av føroyska dansinum, sum verður mettur at verða týdningarmesti
parturin av føroyska mentanararvinum.

Meðan tað finnast
fleiri vísindaligar frágreiðingar um føroyskan dans, hava dansispølini ikki
havt serligan áhuga hjá granskarum. Í 2004 fór Andrea Susanne Opielka úr
Týsklandi undir eina doktararitgerð um evnið Dansispøl. Ritgerðin varð góðkend
í 2007 og var útgivin á týskum í 2009. Bókin er fyrsta verkið, har dansispøl
verða viðgjørd burturav. Tað eru 23 lýsingar av dansispølum og av nøkrum
niðrispølum, av teimum eru fleiri, sum verða mett at verða útdeyð í dag.
Doktararitgerðin byggir á feltarbeiði og upplýsingar frá umleið 200 føroyingum
úr ymsum bygdum og býum verða greinaðar.

Nógvir føroyingar
hava víst arbeiði hennara sera stóran áhuga og hava hildið tað havt sera stóran
týdning at fáa skrivað niður og varðveitt dansispølini, áðrenn tey púrasta fara
í gloymskuna.

Kirsten Brix
hevur umsett ritgerðina til danskt. Endamálið er, at geva bæði føroyingum og
øðrum áhugaðum í Norðurlondum, t.d. fólkadansarum og granskarum, møguleika at
lesa um dansispølini, sum eins og føroyski dansurin eru ein týdningarmikil
partur av føroyska mentanararvinum.

Á bókadegnum, sum
verður í Norðurlandahúsinum 13. november, verður framløga av bókini við luttøku
frá fleiri dansifeløgum.

 

Onnur tíðindi