Brynhildartáttur

Deil

 

Brynhildartáttur

 

 

Til tess at
varpa ljós á og vekja áhuga fyri føroyska dansinum skipar Sláið Ring fyri
kvøldsetu í Sjónleikarhúsinum í Havn. Titakið verður leygardagin 24. september
2011 kl. 19.00.

 

Evnið á
kvøldsetuni er Brynhildartáttur.

 

Skráin er
hendan

·        
Hanus Kamban
kemur at hugleiða um Brynhildartátt og annað, ið hann metir hevur áhuga (uml. 30
min)

·        
Høgni Mohr, ið
hevur skipað Brynhildartátt í dansi, fer at tosa um okkurt brot í kvæðinum, sum
hann heldur er áhugavert

·        
Fólk í salinum
fáa møguleika at gera viðmerkingar ella koma við
hugleiðingum

·        
Stuttur
steðgur

·        
Farið verður upp
á gólv

·        
Hugnakvøldið
endar uml. kl 22.00 – 22.30.

 

 

Ætlanin við
kvøldsetuni er at varpa ljós á dansin og kvæðini, og tiltakið er alment.

 

Sláið Ring
heldur eisini, at tiltakið kundi verið áhugavert fyri onnur enn tey, ið vanliga
eru í dansi, og hevur tí bjóðað fleiri skúlunum
við.