Ung í Dansi í Hesti – skrá

Her møtast ung í aldrinum 12 til 30 ár at dansa føroyskan dans saman. Tað er ungdómsfelagið í Sláið Ring – Ung í Dansi – ið skipar fyri. Hetta hevur verið afturvendandi tiltak í nógv ár, føroyskum dansi at frama. Vit møtast sum vanligt til eitt vikuskifti við nógvum dansi, spølum og hugna sum heild. Eisini kemur onkur at fortelja um eitthvørt viðvíkjandi føroyskum dansi.

Tiltakið er rúsfrítt og ókeypis!

Tilmelding fer fram við at skriva eini privatboð til Róðu Bødvarsdóttir á Facebook, ella við at skriva ein teldupost til bodvarsdottir@hotmail.com. Tilmeldingarfreist er 16. september 2019.

Skrá

Fríggjadag 20. september

Fara av Gomlurætt út í Hest kl 19:10, og komin út fáa vit ein lítlan bita at eta. Annars verður hugni og dansur.

Leygardag 21. september

Kl. 08-09 – morgunmatur
— um viðrar fara vit túr við ferðaleigara niðaná oynna
Kl. 13 – dögurði
Kl. 18 – aðalfundur
Aftaná aðalfundin verður nátturabiti og síðani dansur 🙂

Sunnudagur 22. september

Fara úr Hesti kl 14.50

At hava við:

Undirlag/soviposa
Svimjiklæðir/handklæði (vit hava leigað svimjihylin)
Góðar gangiskógvar
Heit klæðir

Føroyskur dansur í Kvívík

Leygardagin 28. september kl. 21:30 byrjar dansiveturin hjá Norðstreymoyar Dansifelag við almennum dansi í dansistovuni í Kvívík. Kaffi, te og øl er til keyps, og seinni um kvøldi okkurt til matna.

Aðalfundurin er útsettur

Til feløgini:
Aðalfundurin, ið var lýstur at vera í morgin, leygardagin 14. september er útsettur til leygardagin 21. september 2019 kl. 12:00. Sama stað og sama skrá.
Vinarliga,Gunnar Restorff, fm. Sláið Ring

Aðalfundur hjá Ung í Dansi

Aðalfundurin hjá Ung í Dansi verður í Hesti leygardagin 21. september 2019 kl. 18:00 saman við tiltakinum “Ung í Dansi”, ið er í Hesti vikuskiftið 20.-22. september 2019.

Skrá sambært lógum felagsins.

Kvæðastevna – fyrilestrar og dansur

Leygardagin 7. september 2019 skipa Sláið Ring og Norðurlandahúsið fyri tiltakinum kvæðastevna, fyrilestrar og dansur. Tiltakið verður og Norðurlandahúsinum og byrjað verður kl. 15:00.

Fyrilestrarnar koma Jákup Reinert Hansen og Jóanes Johannesen at halda.

Jákup Reinert Hansen kemur at greiða frá um kvæðaskaldskapin hjá Mikkjali á Ryggi. Saman við Heina F. Petersen gav Jákup í 1994 út Mikkjalsbók, ið er breitt verk um skaldið Mikkjal á Ryggi – í hesum sambandi kom eisini nógv forkunnugt undan kavi viðvíkjandi hansara kvæðaskaldskapi.

Jóanes Johannesen er vaksin upp við dansi í Dali og er av virknastu fólkum í føroyskum dansi í Sandoynni. Jóanes kemur at greiða frá um føroyska kvæðið um Hábarð. Kvæðið, ið er langt – í trimum tættum – hevur verið kvøðið í eysturbygdunum í Sandoynni.

Eftir fyrilestrarnar verður farið upp á gólv.

Fyrst leggur Vága dansifelag fyri við nøkrum styttri kvæðum eftir Mikkjal á Ryggi: Einar suðuroying, Jóhannis Joensen skipar, og Eg havi verið fermur og ungur, Jónvør Petersen skipar, umframt Grindavísuna, Arnjohn Hvítklett skipar.

Seinni kvøða vit Álvs tátt (annan tátt úr Hábarðs kvæði), Símun Erik Johannesen skipar. Eisini kvøða vit Brókatátt, Ólavur Lydersen skipar. Síðani er frítt at skipa.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Skrá

  • Kl. 15:00:
    Kvæðaskaldskapur hjá Mikkjali á Ryggi. Jákup Reinert Hansen greiðir frá.
  • Kl. 16:00:
    Einar suðuroyningur, Jóhannis Joensen skipar, leinki til tekst,
    Eg havi verið fermur og ungur, Jónvør Petersen skipar, leinki til tekst,
    Grindavísan, Arnjohn Hvítklett skipar, leinki til tekst,
  • Kl. 16:45:
    Steðgur – til ber at keypa kaffi/te og heimabakað í SYSTRAR. Harafturat er ein serlig matarskrá, ið má bíleggjast áðrenn kl. 15:00 sama dag. Sí matarskránna niðanfyri.
  • Kl. 17:15:
    Hábarðs kvæði. Jóanes Johannesen greiðir frá.
  • Kl. 18:00:
    Álvs táttur (2. táttur úr Hábarðs kvæði), Símun Erik Johannesen skipar, leinki til alt Hábarðs kvæði, (lag/niðurlag sum í Arngríms synum – Har var leikur har var stríð…)
    Bróka táttur, Ólavur Lydersen skipar, leinki til tekst.
  • Kl. 18:45:
    Frítt at skipa.

Matarskrá (bíleggjast áðrenn kl. 15:00):

  • Vistfrøðilig grønmetissúpan við breyði 89 kr.
  • Fiskadella og vistfrøðiligt súrdeiggjbreyð 79 kr.
  • Vistfrøðiligur hveitibolli við osti og smøri 30 kr.
  • Vistfrøðiligur grovbolli við osti og smøri 30 kr.

Ung í Dansi í Hesti

Vikuskiftið 20. til 22. september 2019 verður skipað fyri tiltakinum Ung í Dansi í Hesti. Her møtast ung í aldrinum 12 til 30 ár at dansa føroyskan dans saman. Tað er ungdómsfelagið í Sláið Ring – Ung í Dansi – ið skipar fyri. Hetta hevur verið afturvendandi tiltak í nógv ár, føroyskum dansi at frama. Vit møtast sum vanligt til eitt vikuskifti við nógvum dansi, spølum og hugna sum heild. Eisini kemur onkur at fortelja um eitthvørt viðvíkjandi føroyskum dansi.

Tiltakið er rúsfrítt og ókeypis!

Tit kunnu tekna tykkum, við at skriva eini privatboð til Róðu Bødvarsdóttir á Facebook, ella við at skriva ein teldupost til bodvarsdottir@hotmail.com.

Vónandi síggjast vit – og um nakrir spurningar eru, so spyrjið endiliga!

Seinasta freist at tekna seg er 16. september 2019.

Nærri kunning viðv. ferðing o.ø. kemur seinni á sr.fo.

Eisini verður aðalfundurin hjá felagnum Ung í Dansi leygardagin ella -kvøldið 21. september 2019 í Hesti. Tíð og stað verður lýst seinni á sr.fo.

Tiltak um Brókatátt í Spaniastovu

Á sjómannadegnum, leygarkvøldið 17. august 2019 kl. 20:10 skipar Klaksvíkar dansifelag fyri tiltaki um Brókatátt í Spaniastovu.

Brókatáttur er yrktur uml. 1750 um eina hendingaríka útróðrarferð í 1746, har Jóannes Niklasson kemur í holt við eina yvirvaksna flundru.

Jónleif Johannesen greiðir stutt frá Brókatátti, søgugongd, yrkjara og táttaørindum, sum eru knýttir at havinum.

Jógvan Ravnsfjall greiðir frá um útróður í Føroyum í uml. 1750, um tað mundi tá hendingin í Brókatátti fer fram.

Eftir hetta verður farið uppá gólv at kvøða Brókatátt. Jónleif Johannesen skipar.

Aðalfundur 2019

Til øll limafeløgini og umboðsráðslimirnar

Við hesum verður boðað frá at aðalfundurin hjá Sláið Ring verður leygardagin 14. septembur 2019 kl. 12:00 í U407 á 4. hædd í Sjóvinnuhúsinum, Vestara bryggja, Tórshavn.

Fundarskráin verður sambært lógum felagsins, og harumframt hava feløgini møguleika at senda uppskot um mál, ið tey vilja hava viðgjørd.

Mál frá feløgum
Mál, ið feløg vilja hava til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi leygardagin 31. august 2019.

Fundarskrá til ársaðalfundin
1. Val av orðstýrara og fundarskrivara.
2. Ársfrágreiðing.
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
4. Viðgerð av innkomnum málum.
5. Ásetan av limagjaldi fyri komandi árið.
6. Val av nevnd og tiltakslimum.
7. Val av grannskoðara.
8. Ymiskt.

Tórshavn, hin 9. august 2019
Gunnar Restorff, fm
Sláið Ring

Dansinátt á Tvøroyri – AVLÝST

Gevið gætur: vegna ov lítla undirtøku er dansináttin avlýst.

Dansináttin 2019 verður á Seglloftinum á Tvøroyri tann 17. august 2019. Klokkan 19:00 verður borðhald og kl. 22.00 verður almennur føroyskur dansur. Til borðhaldið er 3 rættirs menu, við forrætti og høvuðsrættur er lambakjøt. Omaná verður rabarbugreytur. Tilmelding til borðhaldið fer fram við at ringja ella sms’a til 788045. Kostnaður 300 kr. og goldið verður kontant við dyrnar.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tvøroyrar Dansifelag

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×