Landsdansistevnan 2019

Nú er landsdansistevnan 2019 – 13. í røðini – farin afturum, og vit, sum dansa føroyskan dans, hava fingið eina góða dansinátt afturat. Hesaferð var stevnan á Eiði, har dansifelagið á Látrinum og Norðstreymoyar dansifelag skipaðu fyri í felag. Av tí at veðrið var ivasamt, varð avgjørt frammaundan at seta stevnuna inni í ítróttarhøllini.

Sjúrður Ferjá – gjáarmaður í Streymnesi – kom væl frá at seta stevnuna. Tíbetur hevur hann varðveitt gjáarmálið. Hann treiv í ørindir úr m.a. Sjúrðarkvæðunum, fortaldi um dans við Gjógv, tá hann vaks upp og um dans í sjónleikarhúsinum, tá hann gekk í skúla í Havn, har hann fann sína dvørgamoy, eins og Sjúrður í ”Dvørgamoy I”, sum var fyrsta kvæðið, vit kvóðu á hesari landsdansistevnuni.

Fyri nógvum árum síðani hevði Jógvan Arge eina samrøðu við Hans Jacob Joensen, bisp, sum eisini var frá Gjógv. M.a. spurdi Jógvan, um tað var synd at dansa. Nei, svaraði Hans Jacob: ”Dansurin hoyrir til tær glaðu løturnar í lívinum, – teimum tungu er altíð nóg mikið av. Tey gomlu við Gjógv, sum er jólabygd, fóru ikki í dans annað jólakvøld fyri at reita Gud.”

Døgurðin var skipaður sum sjálvtøka. Fyrstu ferð, vit royndu tað á eini landsdansistevnu var, tá Eysturoyar dansifelag skipaði fyri í 2013. Umstøðurnar í ítróttarhøllini í Runavík gjørdu, at onki annað bar til. Onkur hevði hug til at finnast at hesum, men tað er nógv betri, tí tað styttir munandi um borðhaldið.

Sangurin gekk væl sum altíð, tá nógv fólk, sum duga at syngja og eisini nógv uttanat, koma saman. Eg beit merki í, at yrkjararnir til 4 sangir vóru við á stevnuni. Edvard í Skorðini átti tveir, Regin Eikhólm ein og Rasmus Joensen ein. Tað uppliva vit ikki so ofta.

Vit hava ofta tosað um, at tað er ikki meining í, at umboð fyri øll feløgini reisa seg upp fyri bara at siga takk og handa ein brævbjálva. Og endilga gjørdu fyrireikararnir meir enn bara at snakka. So hesaferð var avgjørt frammanundan, hvørji skuldu halda røðu á stevnuni – eftir mínum tykki ein sera skilagóð avgerð, tí fyri fleiri er tað ein plága at skulla siga nakað í fólkarúgvu. Hetta ger tað eisini stórt sæð óneyðugt at hava borðstjóra.

Gunnar Restorff formaður í Sláið Ring, ið eftir mínum tykki var sjálvskrivaður, Jónvør Petersen úr Bø, sum var við til at taka stig til fyrstu landsdansistevnuna, Sigrun Poulsen úr Sumba og Jóanes Johannesen úr Dali vóru biðin at halda røðu.

Gunnar samanlíknaði Føroyar og Hawai’i, har hann hevur búð eitt skifti saman við dóttir síni. Hann segði, at har hava tey ikki megnað at varðveitt nakað av máli ella mentan hjá upprunafólkinum. Vit eiga framvegis hetta, sum ger okkum til serstaka tjóð, og tað er kvæðunum fyri at takka.

Jónvør var biðin um at siga frá fyrstu landsdansistevnuni, sum var hildin vesturi í Vágum í septembur 1983. Tey máttu hýsa øllum gestunum, tí hetta er langt áðrenn Vágatunnilin kom. Hugskotið til at hava landsdansistevnu her í Føroyum fingu tey í Vága dansifelag á eini dansistevnu í Skotlandi, har feløg úr nógvum londum vóru komin saman.

Sigrun tosaði um støðuna hjá Sumbiar dansifelag, sum er ein natúrligur partur av øllum felags tiltøkum í bygdini. Hetta er møguligt í einari bygd við so sterkum kvæðaarvi, sum tey eiga har suðuri til at varveita fyri komandi ættarlið. Í økjum við fleiri bygdum – t.d. í Eysturoynni og Norðstreymi, har fólkið er nógv meira blandað – ber hetta illa til.

Jóanes tosaði um eina serliga kvæðauppskrift uppá Jómsvíkingar, sum eg ikki visti var til.

Dansihølið var heldur lítið til so nógv fólk, serliga fyrstu løtuna. Men sum altíð má man halda seg til tær umstøður, sum eru. Inni í ítróttarhøllini hevði dansurin verið órógvaður av práti, og høvdu vit dansað í gomlu fimleikarhøllini í skúlanum, sum er gjørd til mentanarhøll – ið var upprunaliga ætlanin – so høvdu vit gingið úti og tað hevði blivið tøssut inni orsaka av veðrinum.

Tað er stórarbeiði at skipa fyri tílíkari stevnu. Tað vita helst bara tey, sum hava gjørt tað. Tað eg veit, hava tey, sum hava skipað fyri stevnunum higartil, eisini brúkt nógva orku uppá at søkja um fíggjarligan stuðul frá kommunum og fyritøkum fyri at tað skal vera so bíligt, sum gjørligt fyri tey sum eru við. Er tað rímuligt at krevja tað omaná fyrireikingina av sjálvari stevnuni? Tað haldi eg, at vit skullu viðgera á aðalfundi hjá Sláið Ring.

Landsdansistevna hevur verið triðja hvørt ár síðani 1983. Nú hava vit 2019 og sostatt skuldi landsdansistevna verið aftur í 2022. Men av tí at Havleikur verður hetta árið, er avgjørt at hava landsdansistevnu í mai 2021, tá Tøkum Lætt og Dansifelagið í Havn skipa fyri í høvuðsstaðnum.

Fyri Sláið Ring,
Kathrina Hansen

Barnadansistevnan 2019

Tann 27. apríl 2019 skipaði Klaksvíkar dansifelag fyri barnadansistevnuni í Skálanum í Klaksvík.

Stevnan var væl eydnað og væl fyriskipað og eini 300-350 fólk luttóku – tíverri fingu suðuroyingar ikki luttikið vegna knappliga broyting í ferðaætlanini hjá Smyrli.

Fyrst handaði Rasmus Joensen, fyrrv. formaður í Sláið Ring, Klaksvíkar býráði og Klaksvíkar Dansifelagi tvær gávur sum tøkk fyri teirra part í stóra tiltakinum Barnlek, ið var í Klaksvík í 2017. Síðani kom Jónleif Johannesen við stuttari kunning og so varð dansað í Skálanum. Gjøgnum dagin skiftust feløg um at dansa og skipa og at fara útferð í garð Nólsoyar Páls og at eta í kantinuni í Tekniska skúla.

Samanumtikið ein sera væl eydnað stevna. Niðanfyri síggjast nakrar myndir frá stevnuni.

Kunning um barnadansistevnuna 2019

27. apríl 2019 í Klaksvík

Leygardagin 27. apríl 2019 kl. 10:00-15:00 skipar Klaksvíkar Dansifelag vegna Sláið Ring fyri barnadansistevnu í Skálanum í Klaksvík. Stevnan byrjar kl. 10:00 og endar kl. 15:00. Á stevnuni verður dansaður føroyskur dansur, útferð verður í húsið hjá Nólsoyar Pálli og saft, kaffi, te, kakur og døgurði verða at fáa. Tiltakið er ókeypis og eini 350 luttakarar hava teknað seg.

Vegleiðandi skrá fyri dansin

Vegleiðandi tíðspunkt Kvæði/vísa Felag/skúli
10:00Móttøka í Skálanum
10:30 Veturin kom og burtur á heiði Sandoy
10:35 Øskudólgur og sópingarkona Vága Dansifelag
10:40 Seyðatjóvavísa Tøkum Lætt
10:50 Nykurs vísa Eysturoyar Dansifelg
11:00 Í Gøtu ein dag Eysturoyar Dansifelag
11:10 Santa Simeon Sandoy
11:20 Leivur Øssurson Norðstreymoyar Dansifelag
11:40 Frisk op Sumbiar Dansifelag
11:50 Bjerget ligger langt ud i skoven Sumbiar Dansifelag
12:00 Steðgur
12:40 Risin og Kellingin Frískúlin
12:50 Mús uppá korn Frískúlin
13:00 Sigmunds kvæði yngra Dansifelagið í Havn
13:25 Brestis Kvæði Vága Dansifelag
13:45 Ormurin Langi 1.tátt Klaksvíkar Dansifelag
14:00 Nú liggur ein kavafonn Klaksvíkar Dansifelag
14:05 Orðið frítt
15:00 Stevnan endar

Útferðir til húsið hjá Nólsoyar Pálli

Tíðspunkt Feløg Bólkastødd uml.
11:00 – 11:45 Dansifelagið í Havn 70
11:45 – 12:30 Tøkum Lætt, Eysturoyar Dansifelag 70
12:30 – 13:15 Vága Dansifelag, Klaksvíkar Dansifelag 70
13:15 – 14:00 Sumba, Sandoy 70
14:00 – 14:45 Frískúlin, Norðstreymoyar Dansifelag 75

Skrá fyri døgurða

Tíðspunkt Feløg Bólkastødd uml.
11:45 – 12:30 Dansifelagið í Havn, Vága Dansifelag,
Klaksvíkar Dansifelag
140
12:30 – 13:15 Tøkum Lætt, Eysturoyar Dansifelag,
Sumbiar Dansifelag, Sandoy
140
13:15 – 14:00 Norðstreymoyar Dansifelag, Frískúlin 75

Sjónvarpsupptøkur 25. mai 2019

Sum áður fráboðað verða sjónvarpsupptøkur í Skálanum í Klaksvík leygardagin 25. mai 2019. Sera góð undirtøka er hesu ferð, og tískil hava trý dansifeløg útsett sínar upptøkur til komandi vetur. Okkurt at eta verður á middegi til tey, sum dansa fyrrapart. Felags nátturði verður um kvøldið og aftaná verður føroyskur dansur, har øll eru vælkomin. Fyribils skrá liggur niðanfyri – nærri kunning og møguligar broytingar verða lagdar út seinni.

Kl. 10:00 26 ung (12-22 ár) dansa dansispøl
Sandoyardansur/Flóvin Bænadiktsson, Leon Johannesen skipar
Bandadansur/Torkils døtur, Brestir Bjarnastein Restorff skipar
Ríða ediling/Fram ríður

Kl. 11:00 Ung í Dansi
Í dans (Nú gerast kvøldini…), Ólavur Syderbø skipar
Gentukæti (Her nógv er at gera…), Silja Sivertsen skipar
Hr. Sinklar, Christian Jacobsen skipar
Torkils døtur, Brestir Bjarnastein Restorff skipar
Stolt Signhild, Rebekka Syderbø skipar
Flóvin Bænadiktsson, Leon Johannesen skipar

Kl. 12:15 Døgurðasteðgur

Kl. 13:45 Klaksvíkar Dansifelag
Ebbe Skammelsøn, Leivur Jacobsen skipar

Kl. 14:30 Vága Dansifelag
Einar suðuroying, Jóhannis Joensen skipar
Seyðamannin á Sondum, Edvard í Skorðini Joensen skipar
Grindavísan, Arnjohn Hvítklett skipar

Kl. 15:20 Stígum Fast og Leikum Fagurt
Finnboga ríma, Helga Hilmarsdóttir og Annika Olsen skipa
Aligast ríma, Símun Erik Johannesen skipar
Vilmunds kvæði, Tormóð Nielsen skipar

Kl. 16:30 Eysturoyar Dansifelag
Norska Løva, Kathrina Hansen skipar
Gáturíma, Kristian Jacobsen skipar
Strandatáttur, Joen Carl Danielsen skipar
Fótbóltstátturin, Karstin í Húsinum skipar

Kl 17:20 Norðstreymoyar Dansifelag (við stuðuli frá Eysturoyar Dansifelagi)
Jeg ser så mangt et orlogsskib, Hans Dávid Vík skipar
Viljorm kornus, Maria Kristiansdóttir skipar

Kl. 18:00 Upptøkurnar lidnar

Kl. 18:15 Felags nátturði

Kl. 19:30 Felags dansur í Skálanum

Umboðsráðsfundur 16. mars 2019

Eftir ynski frá aðalfundinum hjá Sláið Ring verður við hesum kallað inn til umboðsráðsfund
LEYGARDAGIN 16. MARS 2019, KL. 12:00 Í U407 Í SJÓVINNUHÚSINUM Á VESTARU BRYGGJU Í HAVN
Á skránni er sjálvandi fyrst og fremst eftirmeting, men eisini onnur mál frá nevndini eru sett á skrá til umrøðu

  • Eftirmeting av dansivetrinum
  • Endurskoðan av reglugerð fyri stuðulsveiting
  • Eftirmeting av ‘Ung í Dansi’ (m.a. fáa staðfest nærri, hvussu felagið stendur í mun til Sláið Ring)
  • Kunning um komandi landsdansistevnuna á Eiði
  • Kunning og prát um næstu landsdansistevnu aftaná Eiði
  • Kunning um upptøkur við Kringvarpinum
  • Kunning um nýggju heimasíðuna
  • Kunning um arbeiðið við UNESCO
  • Barnlek 2020
  • Ymiskt

Sum vanligt bjóða vit ein bita eisini. Úthurðin er vanliga stongd í vikuskiftum, so um tit ikki sleppa inn, so kunnu tit ringja til Gunnar á tlf. 292563.

Kunning um landsdansistevnuna 2019

Sum áður fráboðað, verður landsdansistevnan hildin á Eiði 11. mai og bjóða vit tí til stevnuna – tilmelding fer fram umvegis dansifeløgini kring landið, ið siga fyrireikarunum frá, hvussu nógv tey verða. Dansifeløgini flyta luttøkugjaldið, kr. 300,- fyri hvønn, á kontu 9181-526.576.4 í seinasta lagi 15. apríl 2019.

Skrá

Kl. 16:30: Vit møtast á Vaglinum, har stevnan verður sett. Aftaná kvøða vit eina ella tvær stuttar vísur. Tá tað er liðugt, verður gingið niðan í skúlan. Um veðrið ikki er til vildar, møtast vit í skúlanum
Kl. 18:00: Borðhaldið byrjar í ítróttarhøllini (sum er partur av skúlanum). Eftir borðhaldið verður farið í Mentanarhøllina, har dansað verður (er eisini partur av skúlanum). Kvæðaskráin er niðanfyri.
Kl. 02.00: Morgunmatur verður í ítróttahøllini.

Vinarliga,
Rasmus Joensen, fm., Dansifelagið á Látrinum,
og
Heini Holm, fm., Norðurstreymoyar Dansifelag

Kvæðaskrá

Kvøðið verður í hesi raðfylgju:

  1. Dansifelagið á Látrinum: Dvørgamoy I (60), Hjalmar Kollslíð skipar
  2. Norðstreymoyar Dansifelag: Jeg ser så mangt et orlogskib (31), Hans Dávid Vík skipar
  3. Ung í Dansi: Brókatáttur (49)
  4. Dansifelag Kaggans: Bøhmerlands dronningen (23), Katrin Johansen skipar
  5. Sumbiar Dansifelag: Geyti Áslakson, seinni partur (40), Sólfinn Kjærbo skipar
  6. Tvøroyrar Dansifelag: Guttormsvísa (25), Kristian Olsen skipar
  7. Vága Dansifelag: Eg havi verið fermur og ungur (11), Jónvør Petersen skipar
  8. Stígur Fast og Leikum Fagurt: Vilmundskvæði (80), Tormóð Nielsen skipar
  9. Fótatraðk: Fípan Fagra (53), Birita Jóhansdóttir skipar
  10. Klaksvíkar Dansifelag: Ebbe Skammelsøn (64), Leivur Jacobsen skipar
  11. Eysturoyar Dansifelag: Norska Løva (22), Kathrina Hansen skipar
  12. Jómsvíkingar: Jómsvíkingar (35), Arnfinn Bjarkhamar skipar
  13. Tøkum Lætt: Kong Sverke (40), Jóna Jimenez skipar

Talið á ørindum er 533 tilsamans. Hettar tekur millum 3½ og 4 tímar at kvøða.

Barnadansistevna í Klaksvík

Leygardagin 27. apríl 2019 verður barnadansistevna í Klaksvík. Tað er Klaksvíkar Dansifelag, ið skipar fyri, og dansað verður í húsi felagsins. Vit byrja klokkan 10:00 í Skálanum. Á skránni verður føroyskur dansur, útferð til húsið hjá Nólsoyar Páll og døgurði og kaffi. Vit enda klokkan 15:00.

Tilmelding:
Tilmeldingarfreist – við tali av børnum, vaksnum og tvey kvæðaynski – er 3 vikur áðrenn, t.e. 6. apríl 2019. Børnini melda til hjá teimum lokalu dansifeløgunum, sum so melda til hjá Jónleif Johannesen, tlf. 742200 ella á teldupost jonleifj@logting.fo.

Kvæði/vísur
Hvørt felag boðar frá hvørji tvey kvæði/vísur, tey vilja skipa.

Matur
Døgurðin verður væntandi í Tekniska Skúla, ið liggur tætt við Skálan.

Útferð
Gingið verður frá Skálanum oman til Húsið hjá Nólsoyar Páll. Í húsinum verður greitt frá um garðin, um Nólsoyar Páll og samtíð hansara. Túrurin kemur at taka 45–60 min. Bólkar verða skipaðir við 60–100 fólkum.

Bussar
Tey, ið hava brúk fyri at ferðast norður við bussum, skulu samskifta við Andreas Sigurstein tlf. 214242. Andreas Sigurstein kemur at standa fyri samskipanini av bussunum og fyri at fáa suðuroyingum, ið koma norður fríggjakvøld 26. apríl, innivist í Tórshavn um tørvur er á tí.

Klaksvíkar Dansifelag

Kyndilsmessudansur í Haraldssundi

Fríggjakvøldið tann 25. januar 2019 skipar Bygdafelagið Ljósið fyri Kyndilsmessudansi í bygdarhúsinum í Haraldssundi. Dansurin byrjar kl. 22:00. Breyð við føroyskum viðskera verður at fáa og sodavatn og øl verður til sølu. Øll dansifeløg og limir teirra eru vælkomin.

Trettandakvøldsdansur í Sjónleikarhúsinum 5. januar

Aftur í ár skipar Tøkum Lætt fyri tí vælumtókta trettandakvøldsdansinum í Sjónleikarhúsinum. Hetta er alment tiltak og í ár verður dansurin leygarkvøldið 5. januar, og dansað verður út á náttina. Byrjað verður klokkan 22, og tá liðið er eitt sindur út á náttina verður ein drekkamunnur og smurt breyð at fáa.

Nýggjársdansur í Dali

Nýggjársdansur verður í Dali 01.01.2019 kl. 18.30.
Teistin fer av Gomlurætt kl.17.20 og úr Skopun kl.22.30.
Bussur koyrir í Sandoynni í samband við tiltakið.
Suppa, kaffi/te er íroknað prísin.
Kostnaður 100 kr.

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×