Barnadansistevnan 2018

 

Barnalandsdansistevnan
2018

 

Yvirlit
yvir ferðatíðir við Teistanum

 

Sumbiar Dansifelag



Kl. 20.00: Av Gomlurætt  (fríggjakvøld)

Kl. 14.35: Úr Skopun

 

Dansifelagið í Havn, Tøkum Lætt,
Frískúlin á Velbastað og Vága Dansifelag



Kl. 07.25: Av Gomlurætt

Kl. 14.35: Úr Skopun

 

Klaksvíkar Dansifelag, Eysturoyar
Dansifelag og Norðstreymoyar Dansifelag



Kl. 08.45: Av Gomlurætt

Kl. 16.35: Úr Skopun

Føroyskur dansur og kvæðamentan á Tingi

 

Føroyskur
dansur og kvæðamentan á Tingi


Í hesum døgum eru tvey mál, ið hava stóran áhuga hjá fólki, sum eru áhugaði í
føroyskum dansi og kvæðum til viðgerðar á Føroya Løgtingi.

Annað er um at seta UNECSO sáttmálan um verju av
siðaarvi í gildi fyri Føroyar, og hitt er um broyting í Fólkaskúlalógini at
javnseta undirvísing í føroyskum dansi og kvæðum við undirvísing í øðrum
lærugreinum.

Løgtingsmál 115/2017 hevur til endamáls, at seta í
gildi UNESCO sáttmálan um verju av siðaarvi heimsins.

Um orsøkina til uppskotið verður sagt: Víst verður á,
at siðaarvurin viknar í nógvum pørtum av heiminum í dag, og at margfeldið, sum
fyrr varð vart, nú kámast undir trýsti av m.ø. alheimsgerð. Størsta hóttanin
ímóti siðaarvinum er tó vantandi skipanir fyri vernd og varðveiting.

Soleiðis verður sagt um siðaarv: Siðaarvur er til
dømis skaldskapur av mannamunni, framburður, siðir og siðbundið handverk. Dømi
um siðaarv føroyinga eru føroyski dansurin, kvæðini, føroyskt bátasmíð og siðir
í sambandi við tilfeingi í sjógvi og á landi.

Sláið Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama,
frøist yvir og sær stórar møgulleikar í uppskotinum um at taka undir við UNESCO
sáttmálanum.

Vit hava tó bitið merki í, at umrøddar verða
umsitingarligar avleiðingar, nevnd eru Fróðskaparsetur Føroya og
Mentamálaráðið, men livandi dansurin er ikki umrøddur í uppskotinum.

Hetta undrar okkum í Sláið Ring, tí tað er jú dansurin
– hin livandi parturin av kvæðamentanini – ið skal haldast og liva.

Vit rokna tó við, at hann verður tikin við í
viðgerðina og fær eitt gott pláss í arbeiðnum – at verja siðaarvin.


Løgtingsmál 107/2017 er um broyting av Fólkaskúlalógini.
Hetta uppskotið leggur upp til at strika stk. 3 í §8, sum sigur:
Børn skulu, tá ið foreldrini krevja tað, sleppa undan
at luttaka í føroyskum dansi eftir stk. 1, nr. 1.

Sláið Ring sigur, at verður stk. 3.
strikað, verður undirvísing í føroyskum dansi og kvæðamentan javnsett við
undirvísingina í øðrum lærugreinum, og tað hevur hon uppiborið.


Samanumtikið staðfesta vit, at tvey sera áhugaverd mál um føroyskan dans og
kvæðamentan eru til viðgerðar á Føroya Løgtingi í løtuni.

Tað er okkara vón, at omanfyrinevndu mál fara at gera
sítt til, at føroyski dansurin og kvæðamentanin framhaldandi koma at vera ein
av gimsteinunum í føroysku mentanini – okkum til frama og at gagni.



Tórshavn, hin 6. apríl 2018

Sláið Ring
Rasmus Joensen, fm.



Barnadansistevnan 2018

 

Innbjóðing
til Barnadansistevnuna 2018

 

Barnadansistevnan verður
í Sandoynni leygardagin 21. apríl 2018.

Ferðing:

Orsakað av
ferðasambandinum verður neyðugt at koma suður í trimum holdum. Teistin siglir 3
túrar um morgunin kl. 7.30, 8.30 og 9.45. Vit hava hugsað okkum at tey sum
búgva tættast við koma fyrsta túrin saman við suðuroyingum, tí tey gista í Havn
og skulu suðuraftur seinnapartin. Tá vit vita hvussu nógv koma frá hvørjum
felagið, leggja vit tað nærri til rættis.

Teistin siglir eisini
tríggjar túrar av aftur Sandoynni seinnapartin, men í skrivandi løtu er ikki
heilt greitt nær, í fyrsta lagi siglir hann kl. 14.00, men møguliga byrjar hann
eitt sindur seinni. Tey sum koma fyrst í oynna sleppa eisini fyrst avstað aftur
🙂 Tit frætta tíðirnar so skjótt vit vita, og SSL sigur at teir lýsa við tí á
heimasíðuni, tá avgerð er tikin.

Í
Skopun:

Í Skopun halda vit til í ungmannahúsinum
Samljóð. Tá tit koma til Skopunar verður morgunmatur at fáa. Tá tit hava fingið
ein bita fara vit upp á gólv. Tað sleppa 160 við Teistanum, so vit fáa ein
stóran ring.

Útferðir:

Tað verða tríggjar
útferðir, bólkarnir fara við bussum úr Skopun. Ein verður til Gívrinarspor, har
søgnin um gívrina verður fortald, hesin túrur er ætlaður yngstu børnunum. Ein
verður til Todnes, har søgnin um Kálv lítla verður fortald, hesin túrur er
ætlaður eldru børnunum. Seinasti túrurin verður til bóndagarðin í Uttastovu,
har børnini sleppa at síggja tað, sum er á einum bóndagarði, her er eingin
aldur settur á.

Døgurði:

Tá bólkarnir eru lidnir
við teirra útferðir, fara tey í ungmannahúsið Virkið á Sandi at fáa døgurða.

Í
Dali:

Tá bólkarnir eru lidnir
at eta í Virkinum, verða teir koyrdir til Dals við bussum. Í Dali verður dansa
og á borðinum verða køkur, saft, kaffi og te.

Heim
aftur:

Bussar koyra til
Skopunar, so tað passar við Teistan, tíverri vita vit ikki nágreiniliga hvat
klokkan, men tað kemur seinni.

Tilmelding:

Feløgini tilmelda við at
senda meyl til Hendrik Egholm adressan er:
he@lv.fo í seinasta lagi leygarkvøldið 7. apríl.

Viðmerkið tal av
luttakarum og hvussu nógv fara til hvørja av teimum trimum útferðunum. Eisini
er gott um tit skriva eini tvey kvæði ella vísur, sum tit ætla at kvøða.

Tá tilmeldingarnar eru
komnar fáa tit boð um hvørjum túri hjá Teistanum tit skulu við um morgunin.

Eru spurningar, eru tit
vælkomin at ringja til Hendrik Egholm 290852

Við vón um góða undirtøku

Leikum Fagurt og Stígum
Fast



Sláið Ring 40 ár

 

Sláið
Ring 40 ár

Í ár eru 40 síðani Sláið Ring varð stovnað og verður
tað hátíðarhildið við veitslu, sum verður á Giljanesi 12. mai.

Veitslan byrjar kl. 18 og Sláið Ring skipar fyri
flutningi til og frá stevnuni.

Limirnir tekna seg hjá feløgunum, kostnaðurin er kr.
250. Tekningarfreistin er 1. mai.

Feløgini skulu siga Sláið Ring frá luttøku og ferðing,
vendið tykkum til formannin Rasmus Joensen, sr@sr.fo, tlf. 210 412

Barnadansistevnan 2018

 

Barnadansistevnan
2018 verður hildin í Sandoynni 21. apríl.

Roknað verður við uml. 450 luttakarum, sum
hevur vanligt undanfarin ár. Av tí at Teistin í mesta lagi kann hava 160 fólk
við, verður fyriskipað soleiðis, at Teistin kemur at sigla aftur og fram,
byrjað verður kl. 07.30. Næsti túrurin verður kl. 08.30.

Sami leistur verður brúktur, tá farið
verður av aftur oynni. Tey, sum fyrst fóru av Gomlurætt, fara fyrst úr Skopun.
Fyrsti túrur úr Skopun verður kl. 14.00.

Í høvuðsheitum er skráin hendan:

Í Skopun verður móttøka og dansað, síðani
verður farið til Sands, har borðreitt verður við døgurða, og aftaná verður
farið til Dals. Har verður dansur og ábit, áðrenn leiðin gongur heimaftur.

Endaliga skráin og upplýsing um tilmelding
kemur seinni.

Upp á stovugólv í Funningi

 

“Upp á stovugólv” í Funningi 27. januar
2018.

18. februar
í fjør upplivdu vit fyrstu fer tiltakið “upp á stovugólv” í Dali. Tað riggaði
sera væl. Nýggjasta limafelagið í Sláið Ring Ung í  dansi skipaði eisini fyri hesaferð. Havi bíðað
spent eftir, hvar “upp á stovugólv”  fór
at vera í ár. Aftur hesa ferð valdu tey eina bygd, har føroyskur dansur hoyrdi
til í uppvøkstrinum hjá teimum fólkum, sum nú eru komin nakað upp í árini. Tað
sæst týðiliga, at tey hava dansin og stevið 
í kroppinum.

Ólavur
Syderbø, sum er formaður hjá Ung í dansi, var nakrar dagar frammanundan í
útvarpinum og greiddi frá tiltakinum. Hugskotið at fara inn í heimið hjá fólki
eigur Hallur Syderbø.

Elsa
Funding, Sámal P. Petersen og Jógvan Højsted – øll uppvaksin í Funningi –
bjóðaðu okkum inn, og søgdu frá einum kvæði í part. Tey nevndu øll Poul Eide,
sum var kvæðakempa. Hann var úr Havn, men kom til mostir sína Mariu Eide í
Funningi at vaksa upp, tí mamma hansara doyði. Hann livdi frá 1923-70. Á
baksíðuni á kvæðabókini “Stígum fast” stendur, at hann í bestu árum mátti lúta
fyri tí ómilda líggjamanninum. Martin Tórgarð, sum nú er gamal maður, er beiggi
hansara. Eg haldi, at eg havi onki vakrari hoyrt kvøðið á gólvi enn “Hafburd
konge og Sivard konge”, hjá Martini. Tað má vera tað nærmasta , man kemur
einglasongi.

Tiltakið
varð skipað upp á sama máta sum í Dali í fjør. Fólk meldaðu seg til
húsagongdina og so var almennur dansur aftaná. Tey uml. 50 fólkini, sum høvdu
meldað seg til húsagongdina, blivu býtt í tríggjar bólkar, sum so gingu millum
húsini. Tvey ára gamla Bjørg var yngst í okkara bólki. Uml. 30 fólk komu
afturat til almenna dansin í skúlanum, sum nýliga er gjørdur í stand.

Eg haldi, at
tey trý – Elsa, Sámal Petur og Jógvan – vóru sera glað fyri, at “upp á
stovugólv” var komið til Funnings. Tað var sum um “stórheitstíðin” hjá
dansinum, sum tey minnast, var komin aftur í bygdina. Tey vóru so hjartaliga
blíð.

Vit fóru
fyrst inn til Elsu, sum nú býr í barnaheiminum hjá pápa sínum. Hon flutti aftur
til heimbygdina í 2012, tá hon gavst sum prestur. Tá hevði ongin búð í húsunum
uml. 50 ár. Tað er nakað heilt serligt at koma inn í hesi gomlu húsini – tey
eru full av sál. Elsa hevði valt at fortelja um Ólav Riddararós. Smílandi segði
hon, at hon – tá hon var barn – helt, at álvar vóru eitt slag av fínum
huldufólki og at hon var í øðini inn á Ólav, tí hann ikki aktaði mammu sína.
Hann kundi bara havt gjørt, sum mamma hansara segði, so hevði tað ikki endað so
syndarliga.

So fóru vit
at lurta eftir Jógvani Højsted, sum segði frá um Aksels vísu ella “ de legte
guldtalv ved breden bord”, sum er 200 ørindir og longsta vísa í danske kæmpe og
folkeviser. Havi ofta hoyrt tikið til at “det er ikke sådan med fruer at
danse.” Tað kemur úr hesari vísuni , tað visti eg ikki áðrenn. Jógvan segði
ikki frá inni hjá sær sjálvum, men í Ølvustovu, sum er seinasta roykstovan í
Funningi. Hon var um at detta niður, men er við hjálp frá Runavíkar kommunu og
sjálvbodnari arbeiðsmegi gjørd aftur í stand. Har hava fleiri hús staðið á somu
grund – tað elsta kanska frá landnámi.

So komu vit
inn til Sámal í Hoygarðinum. Hann er góður frásøgumaður og hevði valt kvæðið
Jómsvíkingar at fortelja um. Tá útlendsk dansifeløg hava vitja okkum í
Eysturoyar dansifelag hava vit vitja í Funningi og við Gjógv. Tá hevur Sámal
staðið við lestrarfjølina í kirkjuni í Funningi og fortalt um kirkjusiðir, m.a.
tá fólk kom til gongu frá Gjógv til Funnings í kirkju. Hendan dagin segði hann,
at tá dansistovan í Funningi var í gerð, máttu tey spæla sjónleik fyri at fáa
pening til at gera hana lidna innan. Tey spældu “Jeppe á fjallinum” og tað
kostaði tvær krónur fyri vaksin at sleppa inn.


húsagongdin var liðug, fingu vit góða ræsta súpan í skúlanum. Smurt breyð og
ein køkubiti fekst eisini afturvið einum drekkamunni. Vit dansaðu uppi á
loftinum. Stuttligt at uppliva, at fleiri ung eru farin at skipa ordilig
kvæðir. Eg gleði meg til næsta ár.

Kathrina,
Eysturoyar dansifelag.

Fótatraðk bjóðar til føstulávintsdans

Føstuborðhald og dansur hjá Fótatraðk í Keypmannahavn

Fyri fyrstu ferð fer Fótatraðk at skipa fyri einum føroyskum borðhaldi í samband við árliga føstudansin. Tann 10. februar kl.19 verður føroyskt borðhald í Føroyahúsinum í Keypmannahavn og farið verður uppá gólv uml. kl.21.30

Eitt sindur um tiltakið
Til borðhaldið verður sjálvtøkuborð við alskyns føroyskum mati og viðskera. Harafturat verður sangur við undirspæl av guitara og harmoniku.

Kl. 18.30 – dyrnar lata upp og borðhaldið byrjar kl. 19.00.
Kl. 21.30 – farið verður uppá gólv. Kvæðaskiparar úr Føroyum eru við og stuðla dansinum.
Kl. 01.00 – dyrnar lata aftur, tó verður dansað víðari um hugurin er fyri tí.

Barrin verður opin, og har ber eisini til at keypa kaffi, te og heimabakaða køku.
Atgongumerki til føstuborðhaldið og dansin fæst við at flyta 250,- kr. til konto felagsins: 1551-4500867590, viðmerk navn!

Eitt evt. yvirskot fer til rakstur og fyriskipan av ymiskum tiltøkum hjá Fótatraðk, serliga Landsdansistevnuna í 2019. Ein beinleiðis leinkja til Facebook-tiltakið:
https://www.facebook.com/events/542641249467824/

Meira kunning fæst við at skriva til okkara Facebook síðu Dansifelagið Fótatraðk ella á fotatradk@hotmail.com. Kunning um matskránna fæst við at ringja til +45 51 97 91 96 ella spyrja seg fyri hjá limum í Fótatraðk.

Verðið vælkomin til Føstudans í Føroyahúsinum

við kvøðu frá
Nevndini í Fótatraðk.

Upp á stovugólv

 

Upp á stovugólv 2018

 

Aftur í ár fara vit: Ung
í dansi, at skipa fyri Upp á stovugólv, sum verður tann 27 jan. Hesaferð verða
vit í Funningi og vertirnir eru
Elsa Funding, Jógvan Højsted og Sámal Petersen.

 

Tiltakið fer at ganga
nakað soleiðis fyri seg:

1.    
Fólk koma
til Funnings, har tey verða býtt upp í trýggjar bólkar.

2.    
Hesir
bólkar fara so í hvørt sítt hús, har ið ein vertur er í hvørjum húsi. Vertirnir
greiða frá einum kvæði, vísu ella tátti, sum tey hava valt og aftaná verður hettar
(ella eitt brot) kvøðið í húsinum. Síðan ’rotera’ bólkanir.

3.    
Tað
verður 1 tími í hvørjum húsi.

 

Byrjað verður kl 18.
og húsavitjanirnar enda kl 21. Síðan verður okkurt at eta/drekka niðri í
skúlanum og eisini verður skipað fyri almennum føroyskum dansi kl. 22.

 

Tað er avmarkað pláss
í húsunum, so tað er max 75 fólk sum sleppa til húsavitjanirnar. Tí verður
neyðugt við tilmelding.
Hetta verður gjørt við at ringja ella skriva til ein av hesum:

 

Sandra Bjarnaskor
253308 / Bjarnaskorsimonsen@gmail.com

Ólavur Syderbø 271724
 / olavursyd91@gmail.com

 

Til tann almenna
føroyska dansin, ið verður í skúlanum aftaná, eru øll hjartaliga vælkomin.



Kostnaður fyri Upp á stovugólv og almenna dansin er kr.
150.
Tey, ið bert koma til almenna dansin, gjalda kr. 50.
Suppa er við í prísinum,



Dansur á Tvøroyri

 

Føroyskur dansur verður tjúgunda kvøld 13. januar á Seglloftinum á
Tvøroyri. Byrja verður kl 22.00 og kostnaður 50 kr. Dansifeløgini í
oynni luttaka og øll eru hjartaliga vælkomin, ung sum eldri og roynd sum
óroynd. 

Tvøroyrar Dansifelag

Sommerlejren og Nordlek 2018

Kunning um
Sommerlejren og Nordlek 2018               

Sláið Ring hevur
skrivað feløgunum og Ung í Dansi soljóðandi bræv.

Ung í dansi til Sommerlejren og Nordlek.
Komandi summar í juli mánaða verða Nordlek og Sommerlejren hildin í Falun í
Svøríki.
Sommerlejren í døgunum 7. – 9. og Nordlek 10. – 15.
Í hesum sambandi hevur nevndin í Sláið Ring gjørt av, at veita limum frá Ung í
dansi, stuðul til hesa ferðina.
Vit rokna við, at tey eru við allar dagarnar frá 7. til 15.
Við tað at tað nærum er fulteknað til bussferðina til Norðlek, verður ferðin
hjá teimum ungu gjørd við flogfari.
Aldursmarkið til sommerlejren er frá 18 til 25 ár. Tó kunnu tey, ið fylla 18 ár
í 2018 eisini koma við.
Luttøkugjaldið hjá Ung í Dansi er sett til kr. 1.500,- fyri hvønn.
Feløgini eru vælkomin at veita stuðul til luttakarar úr egnum felagi.

Tey, sum vilja tekna seg til ferðina ella sum hava spurningar, skulu venda sær
til Hildur Kruse Sørensen, tlf. 220659, t-postur: hildurks@hotmail.com
ella Ólavur Syderbø, tlf. 271724, t-postur: olavursyd91@gmail.com

Vit vóna at eini 12 – 15 tekna seg frá Ung í dansi.


Tekningarfreistin er 9. januar 2018.

Sláið Ring
Rasmus Joensen, fm

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×