“Upp á stovugólv” í Dali 18.februar
Í 2015 bleiv
felagið “Ung í dansi “, sum er felag fyri ung millum 16 og 30 ár, sett á stovn.
Tey eru 17. felagið í landsfelagnum Sláið Ring. Í fleiri ár frammanundan høvdu
ungdómar við áhuga fyri føroyskum dansi verið á legu ymsastaðni í Føroyum eina
ferð um árið. Eisini hava tey verið á ungdómslegum uttanlands í samband við
Nordlek nakrar ferðir. Síðani “Ung í dansi” var stovnað, hava vit ótolnast eitt sindur eftir, at tey fóru at
skipa fyri onkrum tiltaki, og longi er tað, ið væl skal vera. Tað, sum tey
funnu uppá, var heilt nýtt í føroyskum dansi. Tey valdu at fara inn í privathús
hjá fólkum, sum hava fingið kvæðamentan og dans inn við móðurmjólkini. Væl valt – bæði bygd og fólk. Tiltakið
kallaðu tey “Upp á stovugólv.” Tey, sum høvdu meldað til, blivu koyrd í
tríggjar bólkar, sum so gingu millum húsini.
Tiltakið var
í Dali, har Vilhelmina Larsen, og systkinabørnini Borghild Ellefsen og Jóanes Johannesen –
uppvaksin í Dali – lótu okkum koma inn í sítt heim, har tey søgdu frá hvør
sínum kvæði, sum tey øll trý duga at skipa. Vit vóru 11 fólk, sum fylgdust hús
úr húsi, uml. ein tíma í hvørjum. “Á
Deild” hjá Vilhelminu, sum er ættað av Trøð í Skálavík – abbadóttir
kvæðakempuna Trónda á Trøð – hoyrdu vit um “ Fuglakvæðið eldra”, sum hevur lag og niðurlag, sum eg ongantíð havi
hoyrt. Kvæðið er gamalt, so yrkjarin er ókendur. Vit kvóðu tey 28 ørindini við
pappíri í hond, tí bara Vilhelmina og dóttirin Helga dugdu.
So komu vit
í Stórhús til Jóanes. Á myndini situr hann og sigur frá um Stórhús – sítt
barnaheim – har fólk hava búð aftur til 1741, kanska longri. Svarti komfýrurin
á myndini er frá 1892 og har rúmast 9 breyð í senn. Fyrstu ferð, eg var í
Stórhúsi, var í 1982 og hagar eri eg komin javnan síðani. Eri sera takksom
fyri, at eg kom at kenna foreldrini hjá Jóanesi
– Leoniu og Jens Ludvík, skila- og mentafólk bæði. Vit sluppu at síggja
eina bók við kvæðum, sum Jóanes sjálvur hevur skrivað við hond frá ungum av.
Hann fortaldi okkum eisini, at tá Jóannes í Króki(1794-1869) gekk bygd úr bygd
og skrivaði kvæðir upp, fekk hann tvey kvæðir úr Dali – bæði úr Stórhúsi. Tey
vóru “Kappin Illugi” og “Drósin á Girtlandi”.
Jóanes hevði
valt sær kvæðið “Eingríms synir” at fortelja um. Fyrru ferð landsdansistevnan var
í Sandoynni í 1992, byrjaði dansurin við hesum kvæði, sum Jóanes sjálvur
skipaði. Tað er lætt at læra, tí nógv ørindir eru, sum koma fyri í øðrum kvæðum
eisini og lagið er gott. Kvæðið er um
eina fríggjaraferð, sum endar við blóðigum bardaga. Tað ber til at lurta eftir
tí á heimasíðuni hjá Eysturoyar dansifelag, har Jens Ludvík – pápi Jóanes – skipar. Jóanes og synirnir hava eisini
skipað tað onkuntíð í Sjónleikarhúsinum.
Borghild er
uppvaksin í Oyrargarði í Dali, men eigur saman við manninum húsini “ á Brænum”,
ið eru elstu hús í Dali. Hagar blivu vit boðin inn til “Upp á stovugólv” at
hoyra um kvæðið “ Stríðið í Tyrnisdal “ ella “Angankár”, sum tað eisini verður
nevnt. Sjúrður Sigmundarson, sum vit kenna frá Sjúrðarkvæðunum, verður nevndur
í hesum kvæði. Fleiri ørindir kenna vit aftur úr Hjalgrímskvæði. Vit kvóðu ikki
sjálvi inni hjá Borghild, men sluppu ístaðin at hoyra pápa Borghild –
skopuningin Jógvan í Oyrargarði – kvøða sitandi.
Tá
húsagongdin var liðug, fingu vit góða fiskasuppu í Eiriksgarði, og so var
almennur dansur. Stóra takk fyri tit í Dali, sum tóku so væl ímóti hesum, og
stóra takk skulu tit ungu eisini hava. Tað er bara at dríva á – vit eldru skulu
hjálpa, um brúk er fyri tí.
Eg vóni at
“Upp á stovugólv” fer at vera eitt afturvendandi tiltak. Tað eru ikki so nógvar
bygdir, har hetta ber til á sama hátt sum í Dali, tí hetta krevur eina ikki ov
stóra bygd, har nøkur fólk kunnu og vilja taka ímóti gestum uppá hendan mátan.
Nólsoy, Sumba og Tjørnuvík eru støð, har hetta er møguligt eftir mínum tykki. Kanska
onkur onnur bygd eisini, sum eg ikki komi í tankar um. Livst so spyrst.
Kathrina,
Eysturoyar dansifelag.