Kvæði og kvøðing 21. oktober 2017

 

Kvæði
og kvøðing í Norðurlandahúsinum

Leygardagin hin 21. oktober 2017 skipa Sláið Ring og
Norðurlandahúsið fyri almennum tiltaki um føroyskan dans.

Dansináttin í Norðurlandahúsinum, sum Norðurlandahúsið
og Sláið Ring hava skipað fyri í mong ár, er nú flutt frá sumrinum og út á
heystið, í ár til 21. oktobur.

Ætlanin er, at vit til hvørt tiltak hava eitt ávíst
evni, sum verður lýst í fyrilestri og á gólvi.

Í ár er evnið Runsivalsstríðið. Hanus Kamban heldur
fyrilestur, Óli á Geilini skipar Runsivalsstríðið og Símun Erik Johannesen
skipar Amunds rímu.

Møguliga eru fleiri, ið ikki kenna so væl omanfyrinevndu kvæði, og tí hava vit
eisini í skránni nøkur kvøði og vísur, sum vit rokna við at meginparturin av
luttakarunum hevur kunnleika til.

Tá vit hava verið ígjøgnum føstu skránna, verður frítt
at skipa og kvøða.



Sjálvt tiltakið er ókeypis, men nátturðin, sjálvtøkuborð,
kann keypast fyri kr. 129,-, hartil kann okkurt drekkandi eisini keypast.

Skráin fyri tiltakið: Kvæði og kvøðing 21. oktober 2017 er:

Kl.
16:00         Fyrilestur um
Runsivalsstríðið                  Hanus
Kamban                 
Kl. 17:00         Runsivalsstríðið                                         Óli á
Geilini                      
                        Lorvíks Páll                                               Kathria
Hansen
                       
Kl. 18:30         Nátturði.

Kl. 19:30         Vit fara upp á gólv.
                        Bøhmerlands Dronningen
                        Karstin í Húsinum            
                        Amunds ríma                                            Símun
Erik Johannesen    
                        Kong Sverke                                             Herluf
G. Joensen             
                        Frítt at skipa,
til uml. kl. 22.



Uppskriftin, sum Óli á Geilini brúkar til
Runsivalsstríðið er úr hefti 4, ið Klaksvíkar Dansifelag gav út í 1975. Hon er
ógvuliga lík uppskriftini í Kvæðabók 1, sum er at finna á heimasíðuni hjá
Eysturoyar dansifelag: eystdans.dk.

Símun
Erik Johannesen brúkar eina uppskrift, sum tey hava brúkt í Stórhúsi í Dali. Her
avskrivað av bandupptøku, sum abbi Símun Erik, Jens Ludvík Johannesen hevur
kvøðið. Hendan uppskriftin er at finna inni á heimasíðuni hjá Fótatraðk:
fotatradk.com.

Sommerlejren og Nordlek 2018

 

Nordlek
og Sommerlejren 2018


Nordlek 2018 verður í Falun í Svøríki í døgunum 10. – 15. juli. Sommerlejren,
sum er fyri tey ungu, er frá 7. – 9. juli.

Tankin við hesum er, at fyrst fáa tey ungu høvi at
hava sína egnu stevnu, saman við ungdómum frá hinum norðurlondunum, og hava tey
áhuga, so kunnu tey eisini verða Nordlekstevnuna, saman við teimum eldru.

Sláið Ring er farið undir at skipa fyri ferð bæði til
Sommerlejren og Nordlek.
Ferðalagið til Sommerlejren fer við flúgvara 6. juli, og tey kunnu velja, um
tey flúgva heimaftur ella fylgjast við teimum eldru. Vit rokna við, at tey
eisini eru við til Nordlek-stevnuna.

Til Nordlek verður farið úr Føroyum við Norrønu
fríggjadagin 6. juli og ferðalagið verður aftur í Føroyum mikudagin 18. juli. Vit
hava egnan buss við okkum.

Komið verður til Hirtshals leygadagin 7. juli. Vit
koyra til Frederikshavn og sigla til Gøteborg, har gist verður og vit fáa ein
rundtúr í býnum. Sunnumorgunin 8. verður koyrt til Trollhættan og víðari til Ørrebro,
har vit gista. Ørebro er býur við uml. 100.000 íbúgvum. Mánamorgunin 9., eftir
at vit hava verið ein túr í hesum áhugaverda býi, koyra vit til Falun.

Týsdagin 10. juli byrjar sjálvt Nordlek, og endar tað
fyrrapartin sunnudagin 15., tá vit venda ferðini heimaftur.

Vit koyra til Oslo, har vit gista og fara ein rundtúr
í býnum. Mánamorgunin 16. koyra vit til Kristiansand og taka ferjuna til
Hirtshals. Umborð hava vit biðið um pláss á Buffet Navigator, har tað er All
Inclusive. Eitt framúr upplivilsi.

Vegna stóra fótbóltstevnu í Hjørring, eru øll
gistingarhús har um vegir upptikin, men vit hava fingið góða gisting í
Frederikshavn. Túrurin millum Hirtshals og Frederikshavn er 45 km, og tað tekur
uml. 40 min. at koyra.

Prísurin fyri ferðina liggur um. Kr. 10.900,- fyri
hesar 12 dagarnar. Her er alt við uttan møgulig útferð á stevnuni, tí tað
programmið er ikki tøkt enn.

Áhugaði kunnu venda sær til Ólavur Lydersen tlf. 295118
ella teldupost: olavur@elektron.fo

Vit fara við egnum bussi og hava sett luttakaratalið
til mest 40 luttakarar.

Tað hevði verið gott, um áhugaði søgdu frá sum
skjótast. Endaliga tilmeldingin er sett til 09.01.2018.

Aðalfundur hjá Ung í Dansi

Leygardagin 23. september 2017 hevur dansifelagið Ung í Dansi aðalfund á Háskúlanum í Havn.

Aðalfundurin er fyri allar limir í Ung í Dansi. 
Nýggir limir kunnu tekna seg.

Fundurin byrjar kl. 12.00, nakað eftir at Smyril er komin úr Suðri og endar uml. kl. 15.00, so tey sleppa suður aftur, sum vilja tað.

Á skránni eru m.a. val av nevnd og kunning um tiltøk í vetur og komandi ár.

Nevndin vil fegin, at luttakararnir koma við uppskotum um tiltøk, so tað kann viðgerast á fundinum og út frá tí leggja eina skrá.

Nevndin ynskir eisini at tosa um “Sommerlejren 2018”, sum er eitt tiltak fyri ung og sum er beint undan Nordlekstevnuni. Sommerlejren er 7. – 9. juli og Nordlek 10. – 15. juli í Falun í Svøríki.

Nevndin

Kvæði og kvøðing 21. oktober 2017

Kvæði og kvøðing í Norðurlandahúsinum

Leygardagin hin 21. oktober 2017 skipa Sláið Ring og
Norðurlandahúsið fyri almennum tiltaki um kvæði og føroyskan dans.

Nøkur ár eftir at Norðurlandahúsið varð tikið í nýtslu
í 1983, fóru Norðurlandahúsið og Sláið Ring undir samstarv við føroyskum dansi
og nevndu tiltakið: Dansináttin í Norðurlandahúsinum.

Hettar gjørdist eitt sera kærkomið tiltak hjá dansiáhugaðum,
sum hildu at leingi var at bíða til dansitíðin kom aftur, hjá útisetum, ið vóru
í feriu heima á klettunum og eisini hjá ferðafólki. Men sum tíðin er gingin, eru
tiltøkini um summarið vorðin so nógv, at tíðin er farin frá Dansináttini í tí
líki, hon var.

Sláið Ring hevur tí saman við Norðurlandahúsinum,
gjørt av at flyta og broyta tiltakið. Tiltakið er flutt til seinast í oktober
og verður nevnt: Kvæði og kvøðing. Ætlanin er, at tað skal vera afturvendandi.
Vit vilja eisini gera eina skrá fyri tiltakið. Í høvuðsheitum verður valt ávíst
evni, sum verður lýst við fyrilesti og dansi.

Í ár er evnið Runsivalsstríðið. Hanus Kamban heldur
fyrilestur, Óli á Geilini skipar Runsivalsstríðið og Símun Erik Johannesen
skipar Amunds rímu.


Møguliga eru fleiri, ið ikki kenna so væl omanfyrinevndu kvæði, og tí hava vit
eisini nøkur kvøði og vísur, har vit rokna við at meginparturin av luttakarunum
kann vera við.
Eftir ta føstu skránna er frítt at skipa og kvøða.

Skráin fyri tiltakið: Kvæði og kvøðing 21. oktober 2017 er:

Kl.
16:00         Fyrilestur um
Runsivalsstríðið                  Hanus
Kamban                  45 min
Kl. 17:00         Runsivalsstríðið (143
ørindi)                     Óli á Geilini                       45 min
 
                      Lorvíks Páll (65
ørindi)                             Kathria
Hansen                  22 min
Kl. 18:30         Nátturði. Kann keypast í
húsinum.
Kl. 19:30         Vit fara upp á gólv.
                        Bøhmerlands Dronningen
(23 ørindi)       Karstin í Húsinum             10 min
 
                      Amunds ríma (80
ørindi)                          Símun
Erik Johannesen     27 min
   
                    Kong Sverke (40 ørindi)                           Herluf g. Joensen               15 min
 
                      Frítt at kvøða,   til uml. kl. 22.

Nú skráin er kunngjørd í góðari tíð, er møguleiki at
kunna seg við kvæðini.

Uppskriftin,
sum Óli á Geilini brúkar til Runsivalsstríðið er úr hefti 4, ið Klaksvíkar
Dansifelag gav út í 1975. Hon er ógvuliga lík uppskriftini í Kvaðabók 1, sum er
at finna á heimasíðuni hjá Eysturoyar dansifelag: eystdans.dk.

Símun
Erik Johannesen brúkar eina uppskrift, sum tey hava brúkt í Stórhúsi í Dali. Her
avskrivað av bandupptøku, sum abbi Símun Erik, Jens Ludvík Johannesen hevur
kvøðið. Hendan uppskriftin er at finna inni á heimasíðuni hjá Fótatraðk:
fotatradk.com.

Aðalfundurin verður 9. september 2017


Til øll limafeløgini og umboðsráðslimirnar


Við hesum verður boðað frá at aðalfundurin hjá Sláið Ring verður
Leygardagin 9. septembur 2017, kl. 12.00 á Óðinshædd 3, bygningurin hjá Effo.

Fundarskráin verður sambært lógum felagsins, og harumframt hava feløgini møguleika at senda uppskot um mál, ið tey vilja hava viðgjørd.

Mál frá feløgum
· Mál, ið feløg vilja hava til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi mikudagin 30. august 2017.

Fundarskrá til ársaðalfundin
1. Val av orðstýrara og fundarskrivara.
2. Ársfrágreiðing.
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
4. Viðgerð av innkomnum málum.
5. Ásetan av limagjaldi fyri komandi árið.
6. Val av nevnd og trimum tiltakslimum.
7. Val av grannskoðara.
8. Ymiskt.

Tórshavn, hin 14.08.20017
Rasmus Joensen, fm

Barnlek 2017

 

Barnlek – norðurlendsk  barnadansistevna í Klaksvík 6-9. Juli 2017

Í seks ár
hava vit vitað, at Sláið Ring í 2017 skuldi skipa fyri norðurlendsku
barnadansistevnuni Barnlek saman við Klaksvíkar dansifelag og Klaksvíkar
kommunu. Tá stevnan, sum verður hildin triðja hvørt ár, var í Skive í Danmark í
2011, heitti leiðslan í Nordlek á Sláið Ring um at hava stevnuna í Føroyum í
2017. Fimm fólk hava mannað stevnunevndina, Rasmus Joensen, sum hevur verið
formaður í landsfelagnum Sláið Ring í nógv ár, Trygvi Samuelsen og Maria
Kristiansdóttir úr Norðstreymoyar dansifelag, sum hava umboðað Føroyar í
Nordlek í nógv ár, og so Brynjálvur Sigurðsson og Birna Jacobsen fyri
Klaksvíkar dansifelag. Tey hava øll arbeitt av øllum alvi í meir enn eitt ár.

Nógv er at
gera til eina slíka stevnu. Hølir skullu fáast til gisting, dans, at eta í, verkstovur
o.a. Søkjast skal um fíggjarligan stuðul úr ymiskum grunnum. Øll kunning, sum
verður løgd á heimasíðuna skal týðast til finskt, tí ikki allir finnarnir, sum
koma, skilja norðurlendskt. Fleiri 100 luftmadrassur skulu vera tøkar. Neyðugt
er at gera skeltir, so útlendingarnir – teir flestu hava ongantíð verið í
Føroyum áður – kunnu finna í býnum. Setan og endahátíð skulu fyrskipast.
Samarittar er eitt krav á slíkum stevnum. Og ikki minst er neyðugt at finna ein
kokk, sum kann gera mat til 600-700 fólk í fleiri dagar. Umframt nógv annað.

Veðrið kann
– sum vit øll vita – bæði bjarga og forkoma einum slíkum tiltaki. Vit vóru sera
heppin í so máta. Loyvi mær at siga, at tað var gott, at tað fór at regna, so
vit máttu brúka plan-b og seta stevnuna inni í badmintonhøllini. Tí alt tiltakið
hevði verið ov langt burtur frá áskoðarunum, um stevnan bleiv sett á
fótbóltsvøllinum í Djúpumýru, sum ætlað. Fríggjadagurin var so framúr til veður,
so dansurin runt í býnum riggaði av tí besta. Tað bleiv aftur neyðugt at brúka
plan-b til dansin í býnum leyðardagin.

Stevnan
byrjaði hósdagin 6. juli, men fyrstu útlendingarnir komu longu sunnudagin 3.
juli. Limir úr Klaksvíkar dansifelag  tóku ímóti teimum og vístu teimum til rættis.

Í summar
hava miðlarnir gjørt sera nógv burturúr bæði Oyggjaleikum og føroyskari luttøku
í altjóða hondbóltskapping. Fyri ikki at tala um stór nøvn, sum vera kunngjørd
til allar hesar tónleikafestivalarnar. Alt gott um tað. Haldi kortini, at
Barnlek 2017 kundi fingið størri pláss í miðlunum. Tí hóast vit, sum dansa,
ongan kappast við og onki heiðursmerki vinna, so eru vit minst líka góð umboð
fyri okkara kæra Føroyland, og líka glað og errin fara vit við Merkinum. Tað
merkist best, tá ein slík stevna verður sett og fløggini verða borin inn – tað
rørir hjartastreingirnar hvørja ferð. Ikki 
bara hjá okkum føroyingum, men øllum hinum londunum eisini, og tað er
ein stórur heiður – og ábyrgd – at verða biðin at bera flaggið. Tað eru altíð
tvey, sum fylgjast við hvørjum flaggið – merkismaðurin ber flaggið og
flaggvaktin fylgist við honum. Hesin siður er helst komin, áðrenn eitt flagg
bleiv merkið fyri eina tjóð. Í gomlum  døgum var eitt flagg stavnhald, tá ein herur
fór í kríggj, og um flaggið fall til jarðar, hevði tú tapt. Tí skuldi flaggvakt
fylgjast við merkismanninum og taka flaggið, um merkismaðurin fall frá.

Havi fleiri
ferðir verið uttanlands og dansað  – bæði
á Nordlek og við Eysturoyar dansifelag. Á slíkum ferðum fara vit fleiri ferðir
í føroysk klæðir – sjálvandi, og tá blíva vit so ómetaliga sjónlig – nógv
sjónligari, enn vit geva okkum far um, tí ein tjóðbúni er so serligur.

Hvørja ferð
eg síggi ein tjóðbúna – føroyskan ella útlendskan – hugsi eg um øll tey ymisku
sløgini av hondarbeiði, sum mugu gerast, áðrenn liðugt er. Um vit taka føroysk
klæðir, so skal bindast, vevast, broderast, seymast, bregdast, virkast og
tøvast. Og so skal silvuri pussast, áðrenn klárt er at lata seg í. Onkur omma
ella mamma hevur totast at fáa liðugt og onkur gleðist um at sleppa í eini
klæðir, sum abbi ella omma hevur átt.

Aftur til Barnlek
2017.

Klaksvíkar
kommuna hevur verið okkum beinasom. Umframt at lata okkum skúlar til gisting,
ítróttarhallirnar til mat og dans, kundu  luttakararnir á Barnlek svimja ókeypis í
svimjihøllini, nakað sum teir vóru sera glaðir fyri. Klaksvíkin er óivað besta
stað í landinum til slíkt tiltak, tí hallir og skúlar eru í einum trunka, og
tað er stuttur vegur til alt.

Maturin er
eitt stórmál á slíkari stevnu. Avtalað bleiv gjørd við Viljan v/Magna Garðalíð
á Húsum, sum hevur fingið sær flytbaran køk, um at matgerða til stevnuna. Tað
skal nógvur matur gerast til 600 fólk tríggjar ferðir um dagin hvønn dag í fleiri
dagar, so stóri pottur má útá hvønn dag. Men ikki bara tað. Hugsast skal eisini
um vegetarar, og tey, sum stríðast við ovurviðkvæmi, mugu siga frá, so kokkurin
kann gera mat, sum tey kunnu eta.

Tað krevur
góða manning at fáa slíka stevnu at bera til, og ikki ber til hava lønt fólk
til alt. Uml. 300 postar skuldu mannast við sjálvbodnari arbeiðsmegi, sum fyri
tað mesta kom frá dansifeløgunum, men eisini nógv fólk úr norðoyggjum, sum onki
hava við dansin at gera, tóku ein hond í. Stóra takk skulu tit øll hava, tí
annars var ikki møguligt at hava stevnuna. Men tíbetur er onnur løn til enn
tann, sum verður  goldin  í pengum. Tað er eisini stuttligt, at vera
við, tí væl bar til at fara í býin at hyggja at dansinum bæði fríggjadagin og
leygardagin ímillum arbeiðsuppgávurnar og soleiðis vera eitt sindur á stevnu
samstundis. Og hvør veit, um ikki okkara sjálvbodni innsatsur, tá av tornar,
kann avgera, um føroyskum dansi og fólkadansinum í okkara grannalondum, verður
lív lagað, tá vit, sum nú eru hálvgomul, tagna.

Verkstovur
er fastur táttur á stevnum, sum hesari. Amanda, Durita og Lina úr Klaksvíkar
dansifelagi stóðu fyri hesum partinum. Tað ræður um at finna upp á okkurt, sum
børnini ikki uppliva aðrastaðni, so tær valdu at lata børnini sleppa at tøva
ull og fara á seiðaberg á Kósabrúnni – tað eru tey neyvan sloppin
aðrastaðni.  Formaðurin í Klaksvíkar
dansifelag Heini Mohr og aðrir hjálptu til á Kósabrúnni.

Okkurt má
vera til tey hálvvaksnu, har tey fáa frið fyri smábørnum og vaksnum. Í Skálanum
bleiv salurin innrættaður við sofum og øðrum, har tey dansaðu nakað út á
náttina.

Uml. 570 fólk
vóru meldað til stevnuna – 420 útlendingar og 150 føroyingar, sum høvdu valt at
búgva á skúlum – eisini tey í Klaksvík, sum saktans kundu búð heima. Fólkadansarar
eru glaðir amatørar og bæði føroysku og útlendsku børnini hava vant dúgliga til
Barnlek. Her í Føroyum ber saktans til at samla børnini nakrar ferðir at dansa.
So lætt er tað ikki t.d. í Finnlandi ella Grønlandi. Tí máttu tey fáa eitt høli
til venjing, so tey kundu dansa seg saman, tá tey vóru komin til Føroya. 

Barnlek var
hildið fyrstu fer í Falun í Svøríki í 1982. Føroyingar vóru við á fyrsta sinni
í Ringsted í 1998. Føroyski hópurin ta ferðina taldi 80 fólk úr Sumba,
Norðstreymi, Eysturoynni og av Sandi. Barnlek verður aftur í 2020 á Gøteborg-
leiðini í Svøríki. Fólkadansurin hevur tann stóra fyrimun, at onki aldursmark
er, og tað ger heldur onki, um onkur dansar skeivt. Tað, sum um ræður á
Barnlek, er at fáa dansigleðina í børnini – onki annað. Heilt smá børn dansaðu
eisini við til framsýningina – eg legði serliga merki til tvær danskar
smágentur uml. 3 og 5 ára gamlar, sum helst vóru systrar. Gleðin lýsti av
teimum. Vit mugu fyri Guds skyld ikki rætta uppá so smá børn – tað kann koma
seinni. Tey skulu bara sleppa at vera glað. Føroyskur dansur/fólkadansur kann
eisini vera pallurin hjá teimum, sum ikki duga ella tíma bólt ella aðra
kapping. Vit skylda teimum at gera eitt stað, har tey kunnu brúka síni evnir og
sleppa at umboða sítt land, hóast tey ikki kappast og vinna heiðursmerkir.
Soleiðis seta vit við, og tað er neyðugt, um dansurin skal yvirliva.

Nú fáast vit
við at rigga av. Tað er altíð gott at koma í gott orð, og vit kunnu koma
dansinum í gott orð – ikki bara við at dansa – men eisini við at ganga væl um,
har vit eru – t.d. nú í Klaksvík. Taka væl upp eftir okkum, gjalda rokningar
til tíðina osv.

Kann ikki lata
vera við at nevna ungu fólkini í Klaksvíkar dansifelag. Tey hava verið ófør til
Barnlek 2017. Stóra takk fyri.

Eg vóni, at
vit kunnu fara til Svøríkis um trý ár við fittum hópi av føroyskum børnum.

Vegna Sláið
Ring, Kathrina Hansen.

Dansiferð í Skúvoy 10. juni 2017.

 

Dansiferð í Skúvoy 10. juni 2017.

Fornminnafelagið
í Skúvoy byrjaði fyri nøkrum árum síðani at bjóða einum dansifelag til Skúvoyar
at dansa hvørt ár í juni mánað. Fyrstu ferð var í 2013, tá sumbingar blivu
  bodnir. Í ár fingu vit í Eysturoyar
dansifelag høvi til at gera dansiferð til Skúvoyar.
 Óført av so fáum fólkum – umleið 20 fólk liva
gerandisdagin í Skúgvi. Anna Maria, sum hevur dansað við okkum í nógv ár, er
slektað úr Skúgvi. Vit báðar fóru suður fríggjakvøld, so vit stóðu á lendingini
fyri hinum 30, tá tey komu við Sildberanum seinnapartin leygardagin.
 Vit báðar fóru ein túr norð á Dal fríggjakvøldið,
so nú havi eg sæð Rannvátoft og Tróndarstein.

Síðani blivu
øll – gestir og vertir – boðin til góðan drekkmunn í skúlanum, sum stendur
ovast í bygdini. Bygdarráðsformaðurin Harry Jensen beyð vælkomin vegna
fornminnafelagið. Vit fingu at vita, hvar vit skuldu gista og skránna fyri
restina av túrinum.

Vit í
Eysturoyar dansifelag lærdu okkum kvæðið “Gøtuskeggjar” til dansistevnuna í
Klaksvík í fjør. Okkara Andras skipaði fyrru helvt og Óli í Tøkum Lætt
seinnu.
  Tá fólkið var komið upp á land
leygardagin, fingu vit bæði Hans – meðan vit hugdu niðan í bygdina –
 eitt prát um, hvar tað mundi vera, at Sjúrður
Tollakson leyp út av, tá hann skuldi flýggja úr Skúvoy undan Leivi Øssuron. Sjúrður
hevði fyri Tórð lága borið fram bønarorð til Turid megineinkjuna.

Tað er nakað
heilt serligt – og undarligt eisini – at koma til tey støðini, har hendingarnar
í kvæðunum hava gingið fyri seg. Tað eru feðgarnir báðir Jens Christian
Djurhuus (1773-1853) og sonur hansara Jens Hendrich Djurhuus(1799-1892), sum
hava yrkt kvæðini, sum siga frá hendingunum um Sigmund, Tór, Brestir, Beinir,
Trónd í Gøtu og øll hini. Skúvoyggin er nevnd í teimum flestu av hesum kvæðum. Ein
heilt serlig kensla at ganga í Skúvoy hendan dagin og ímynda sær fólkini og
tilburðirnar, sum fóru fram her fyri meir enn 1000 árum síðani.

Dansurin
byrjaði í skúlanum kl. 21.00. Tá høvdu øll fingið døgurða. Áðrenn vit fóru at
dansa takkaðu Louis og Jóna fyri okkum.
 Skiparar eiga vit nógvar í Eysturoyar
dansifelag og øll góvu sítt íkast – Andras, Høgni, Anfinn, Kathrina, Louis,
Dia, Jóannes og Hans. Ormurin, sum Anfinn og Louis skipaðu í felag, hevur
ongantíð gingið betri. Sjey ára gamli Sverri, sum var yngstur á liðnum hjá
okkum, bað okkum kvøða “Veturin kom við kulda og kava”. Sjálvandi gjørdu vit
tað, og nakrar barnasangir afturat.

Tað má vera
eitt øðiligt knoss at liva á útoyggj. At hugsa sær , hvussu øll vøra skuldi
fáast niðan í bygdina, áðrenn vegurin kom og tað bar til at koyra. Tá mátti alt
fáast niðan gjøgnum trappurnar. Og so loyva vit okkum at knarra her á
meginøkinum.

Sunnudagin
kl. 12.00 hittust vit aftur til kirkjugongd – tað hoyrir við til eina góða
dansiferð. Allir tríggir kirkjutænararnir – klokkari, organistur og deknur – vóru
við í dansinum um náttina, so tað var, sum tað eigur at vera.

Seinnapartin
hittust vit aftur niðri á lendingini at biðja skúvoyingum farvæl og takka fyri
hjartaligan blíðskap. Eg haldi, at øll, sum høvdu riggað til , vóru komin á
støðna at biðja farvæl.
 Ein dansiferð –
her í Føroyum ella til útlandið – er altíð góð, bæði fyri einstaklingin,
felagið og dansin.

Kathrina.

Barnlek 2017 – hjálparfólk

 

Tilmeldingarskjal
til øll hjálparfólk til Barnlek 2017

Í dag er hesin telduposturin sendur til
øll limafeløgini í Sláið Ring:

Hey góðu dansifeløg.

Nú royna vit enn
einaferð at fáa fatur á hjálparfólkum til Barnlek 2017.

Vit heita á øll
dansifeløg um at finna so nógv hjálparfólk sum yvirhøvur tilber frá hvørjum
felagi.

Vit hava fingið
høvuðspersónar til tær ymisku uppgávurnar, og nú mangla vit bert at fáa sett
navn á øll hjálparfólkini sum skulu hjálpa til.

Tað skulu vera 50 til
60 hjálparfólk tá stevnudagarnir eru, men í alt eru tað uml. 300 arbeiðs-vaktir
um hvørt hjálparfólk tekur ein heilan dag hvør. Eisini er brúk fyri
hjálparfólki áðrenn og eftir stevnudagarnar.

Skulu
ábyrgdarpersónarnir fáa tíð at gera eitt arbeiðsskema klárt áðrenn stevnan
byrjar, skulu vit fáa tilmeldingarskjalið aftur áðrenn 15.06.2017

Vinarliga 

Birna og Brynjálvur

 

—————



Eitt stutt ískoyti



Arbeiðsøkini eru hesi: Servering, vakt, náttarvakt, reingerð, áðrenn-
og eftir stevnuna.

Eisini verður heitt á fólk, sum ikki hava ávíst ynski, um at tekna seg
sum hjálparfólk, so vil leiðslan seta tey har, sum brúk er fyri teimum.


Hesir persónarnir hava ábyrgdina av ávísu
økjunum

Fyri Servering Ann Marie Petersen. Tlf
226929. Mail: amji1989@gmail.com

Fyri Vaktir og náttarvaktir Danny Osberg
Højsted. Tlf 218914. Mail: danosbhoj@outlook.com

Fyri Reingerð Jan Simonsen. Tlf 234291.
Mail: janm.simonsen@outlook.com

Fyri Áðrenn og eftir stevnuna Birna
Jacobsen og Brynjálvur Sigurðsson. 226375 / 214523. Mail: barnlek@sr.fo

Fyri Hjálparfólk Birna Jacobsen og
Brynjálvur Sigurðsson. 226375 / 214523. Mail: barnlek@sr.fo

Tit, ið vilja hjálpa til, vinarliga setið tykkum í samband
við felag tykkara og gerið eina avtalu. Tað er umráðandi, at upplýst verður
navn, telefon nr. og/ella teldupostur og arbeiðsøki.



Barnlek 2017 – sjálvboðin arbeiðsmegi

Hey tit øll

Fundur verður í hølunum hjá Effo á
Óðinshædd 3 í Havn, leygardagin, 20. mai, kl. 12. Fundurin er lagdur soleiðis,
at øll kunnu koma aftur og fram sama dag, óansæð hvar í landinum, tit búgva.

Hesin fundur verður ein kunnandi
fundur, har vit koma at útgreina allar uppgávur, ið hjálparfólkini koma at taka
sær av, meðan Barnlek er. Hetta er m.a. vaktarhald, reingerð, køkshjálp og
servering.

Somuleiðis er ætlanin við hesum
fundi, at vit fáa endaliga greiðu á, hvørji hjálparfólkini verða. Tískil er
sera umráðandi, at boðini um hendan fundin, fara víða um í tykkara feløgum.
Brúk er fyri øllum kreftum, men helst skulu vit hava fólk yvir 16 ár. Einki
ovara aldursmark er, øll eru vælkomin at veita eina hjálpandi hond.

Øll, ið hava hug at hjálpa til, eiga
at koma við til fundin, soleiðis at allar uppgávur kunnu verða útlutaðar og
møguligir spurningar svaraðir og ivamál avgreidd.

Vit gleða okkum at síggja tykkum
øll.

Vinaliga

Vegna Barnlek 2017


Brynjálvur og Birna

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×