Barnadansistevnan 2016

Barnalandsdansistevnan í Vági leygardagin 30. apríl

Til øll dansifeløgini!!!

Freistin at boða frá luttøku er fríggjakvøldið 8. apríl.

Hvørt feløg kann velja 2 kvæði ella sangir.

Á ferðini verða útferðir, matur, drekkamunnur og køkur og sjálvandi dansur.
Tiltakið er ókeypis (matur, útferðir og sigling).

Smyril siglir av Havnini leygarmorgun kl. 7.00 og norður aftur kl.18.30.

Heilsan

v. Jómsvíkingar

Arnfinn Bjarkhamar tlf.252230

T-postur: sum@skulin.fo

Føstulávintsdansur í Keypmannahavn

Tíðindaskriv

Føroyskur dansur í Keypmannahavn

Leygarkvøldið 6. februar, verður almennur føstudansur í Føroyahúsinum á Vesturbrúgv í Keypmannahavn.

Kvøldið byrjar kl. 19.00 við felagssangi og harmoniku tónleiki og áleið kl. 21.30, verður farið upp á gólv. Kafein hevur opið alt kvøldið har fólk, millum annað, kunnu keypa sær ein góðan breyðbita við føroyskum viðskera og kaffi við heimabakaðari kaku afturvið. Vanligar drekkivørur vera eisini at fáa.

Skiparar úr Føroyum koma at seta sín dám á kvøldið og øll eru hjartaliga vælkomin at skipa, at dansað ella bara at hugna sær, við góðari samveru.

Dyrnar lata upp kl. 18.30 og kostnaður er 80 kr.

Vinarliga og við dansikvøðu

Dansifelagið Fótatraðk í Keypmannahavn

Kyndilsmessudansur í Haraldssundi

Takk fyri eitt sera hugnaligt dansikvøld í Haraldssundi fríggjakvøldið.
Lutaseðilin sum vann kurvina var nummar J 28352, hann var grønur.
Vinnarin verður biðin um at ringja 251644.

Tá vit fóru at rudda funnu vit eina húgvu, og eitt SD kort til eitt myndatól.
Um onkur saknar hetta kunnu tey ringja 251644.
Vinarliga heilsan
Bygdafelagið Ljósið

Takk fyri 🙂

Vh,

Sunnvør

Heilsan frá Fótatraðk úr Keypmannahavn

Heilsan frá Fótatraðk úr Keypmannahavntann 25. Januar 2016

Árið 2015 var eitt stuttligt ár hjá Fótatraðk. Vit fyriskipaðu almennan føstu – og heystdans, har skiparar úr Tøkum Lætt í Havn, komu niður og hjálptu okkum at skipa og seta dám á dansin. Vit vóru í Odense og dansaðu saman við dansifelagnum Miðgarðsorminum og vit endaðu árið við einari sera góðari ferð til Sorø, har vit høvdu dansiskeið og eina sera góða veitslu, saman við íbúgvunum úr mestsum øllum Danmark.

Serliga stuttligt var eisni at vera í 40 ára føðingardag hjá Andreu Opielku í fjørð summar. Føðingardagurin var hildin umborð á einari av ferjunum, ið siglur millum Rødby í Danmark og Puttgarten í Týsklandi. Dagurin var av tí allar besta. Veðrið var framúr gott, borðreitt var við leskiligum mati og vit dansaðu eisini føroyskan dans saman við øllum gestunum umborð.

Nøkur av okkum vóru eisini til Kvæðaráðstevnuna, ið var í Norðurlandahúsinum í Føroyum í summar. Tað vóru nakrir sera hugaligir dagar har prátað var við nógv gløgg høvd og serliga stutligt var kanska eisini, at júst sama kvøld, sum Ráðstevnan endaði við almennum dansikvøldi í Norðurlandahúsinum, var eisini grind í Sandagerði. Uttan mun til, um tað var hildið at vera rætt ella skeivt, vóru mangir av útlendingunum sera fegnir um, at teir fingu høvi at uppliva eitt veruligt grindadráp soleiðis, sum tað fer fram í dag.

Í vár er so afturvendandi Landsdansistevnan í Føroyum og hesuferð verður hon í Klaksvík. Vit í Fótatraðk eru sera takksom fyri tann stuðul, vit eisini hesaferð, hava fingið frá Slái Ring og sum ger, at vit yvirhøvur hava møguleika fyri, at luttaka. Nú nærkast, og vit gleða okkum ómetaliga nógv til ferðina og til sjálvan dagin.

Við Fótatraðkskvøðu

Birita Lamhauge Jóansdóttir

forkvinna

Kongadóttirin í Nólsoy

Sagnirnar munnu vera tað elsta tekstaslagið, vit eiga. Og sagnirnar eru høvuðsíblásturin til so mong listarverk. Í skúlanum í Nólsoy er eitt veggjaprýði, sum er ein teknisøga um Kongadóttrina í Nólsoy, børnini hava sjálvi gjørt listarverkið ein evnisdag. Tað undraði meg, at kongadóttirin hevði meiri enn eitt barn á myndunum, jú jú tað hevði hon varð mær sagt. Tá hugsaði eg, at kanska søgnin enn livir á mannamunni?

Kvæðið um kongadóttrina byggir á søgnina hjá VUH, men ymiskt verður sagt í kvæðinum, sum er ikki í søgnini. Vit hoyra t.d., at gentan bleiv forelskað í einum nólsoyingi, og at pápin ætlaði at gifta hana burtur, men hon vildi ikki. Tey rýma úr Skotlandi. Í søgnini stendur, at hon fekk eitt leysingabarn, men í kvæðinum stendur, at tey fáa eitt barn eftir at tey eru flutt saman. Eins og í søgnini blotnar kongurin um hjartað, tá ið hann sær barnið, og tey semjast aftur.

Eg kenni meg so heima í sagnum okkara, kenni meg at eiga í teimum og vil fegin, at upvaksandi ættarlið eisini fáa sama tætta samband við hesar frumognir okkara.

Kvæðið er prentað í ”Sláið ring. Kvæði, vísur og skjaldur til barnadans” (Ungu Føroyar 2015)

Bergljót av Skarði

Kyndilsmessudansur í Haraldssundi

Haraldssund er gomul kyndilsmessubygd, og í øldir hava fólk í Norðoyggjum leitað til Haraldssundar á Kyndilsmessu. Eina tíð fall hesin siður burtur, men í 2007 var hesin siðurin tikin upp aftur. Tað var Felagið Skarðsbygd og Bygdarfelagið Ljósið, ið skipaðu fyri hesum dansinum. Dansurin var sera væl móttikin, og fleiri dansifeløg hava nú sett kyndilsmessudansin í Haraldssundi á sína vetrarskrá.

Tó hevur tað ikki altíð gingið so væl, bæði í 2014 og 2015 mátti dansurin avlýsast, tí veðrið var ov ringt. Veðurforsøgnin sær betur út í ár, og vónandi fer dansurin at eydnast væl. Í ár verður dansurin í bygdarhúsinum í Haraldssundi fríggjakvøldið tann 29. januar kl.22.00. Tað er Bygdarfelagið Ljósið, ið skipar fyri.

Fyrireikararnir eru glaðir fyri, at tað hevur eydnast at endurreisa hesa gomlu siðmentan í bygdini.

Bygdarfelagið Ljósið

Dansiskráin hjá Dansifelagnum í Havn

Dansifelagið hevði aðalfund 23. oktober. Á fundinum var nevnd vald fyri árið 2015-16 og skrá fyri veturin er gjørd.

Á aðalfundinum tók Jóhanna Krosstein seg úr nevndini og í hennara stað kom Katrin Sørensen. Hinir nevndarlimirnir halda fram, soleiðis at nevndin nú er: Niels á Velbastað, formaður, Birgir Djurhuus, næstformaður, Heini Mortensen, kassameistari, Johild Kamban, Janus Brix Kamban, Gunnar Restorff, Katrin Sørensen.

Skráin fyri veturin 2015-16

Dansað verður vanliga í Hornahúsunum fríggjakvøld kl. 22-24. Áðrenn farið verður upp á gólv er ein drekkamunnur. Skráin fyri veturin verður er niðanfyri og á heimasíðuni hjá Dansifelagnum í Havn (www.danshavn.org), har hon verður dagførd, um broytingar eru. Tá avboð eru ella stundir annars eru, verða fyrifallandi lættari kvæði ofta tikin.

Frí. 23.10, kl. 21 Aðalfundur – eingin skrá
Frí. 30.10, kl. 22 Eingin skrá
Frí. 6.11, kl. 22 Janus: Ebbe Skammelsøn (Danske kæmpe …) – útsett
Jóhannis: Randvers kvæði (Nýggja kvæðabókin 1)
Gunnar: Stolt Signhild (Danske kæmpe …)
Frí. 13.11, kl. 22 Dánjal Petur: Tístrams táttur (Antologiin)
Bogi: Tróndar kvæði (Nýggja kvæðabókin 1) – útsett
Róald: Burnaman við hesum lagnum (Danske kæmpe …)
Ley. 14.11 Dansifelagið er boðið í veitslu hjá Tøkum lætt í Neystinum hjá Argja róðrarfelag.
Tekningarlisti liggur frammi.
Frí. 20.11, kl. 21 Hugnakvøld
Okkurt verður at fáa av mati og drekka
Kostnaður kr. 100,00.

Heini: Sigmunds vise (Nýggja Kvæðabókin 1)
Janus K.: Ormurin langi (Gylta bók)
Katrin: Hørpu ríma (Antologiin)
Frí. 27.11, kl. 22 Birgir: Regin smiður (Færøiske kvæder)
Brynolf: Ragnars kvæði (Kvæðabók III)
Frí. 05.12, kl. 22 Magni: Fuglakvæði, 2. táttur (Tættir I)
Jóhannis: Gorplandskvæði (Tættir IV) – ÚTSETT
Heini: Ålebrandts vise (Hundredesyvvisebogen)
2. jólakvøld 26.12 Hugnakvøld í Hornahúsunum.
Limir út Fótatraðk eru bodnir við.
Frí. 08.01, kl. 22 Kjartan: Høgna táttur (Færøiske kvæder)
Niels: Ólavur Riddararós (ísl. lag)
Frí. 15.01, kl. 22 Gunnar: Jeg lagde mit hoved til Elverhøj (Danske kæmpe …)
Hákun: Jøkils kvæði 1., 2. og 3. táttur (F.kv. uppskr. A)
Niels: Ribolt er en grevesøn (Danske kæmpe …)
Frí. 22.01, kl. 22 Jóhannis: Einars ríma (Nýggja Kvæðabókin 1)
Niels: Hafburd konge (Danske kæmpe …)
Janus K: Hertugen red fra Kolding by (Danske kæmpe …)
Frí. 29.01, kl. 22 Niels: Svend Vonved (Danske kæmpe…)
Jóhannis: Margrethu kvæði (Færøiske kvæder)
Dánjal Petur: Virgars kvæði (Nýggja kvæðabókin 1)
Ley. 06.02, kl. 20 Ársveitsla
Ley. 21.05 Landsdansistevna í Klaksvík

Barnadansur hjá Tøkum Lætt


Barnadansurin
hjá Tøkum Lætt veturin 2015 – 16


Barnadansurin hjá Tøkum Lætt byrjar aftur sunnukvøldið
18. oktober kl. 19.00 í Skansastovu.

Børn og foreldur eru hjartaliga vælkomin.

Fyrsta kvøldið gera vit eina skrá, sum er galdandi til
jólar, og tit eru vælkomin at koma við uppskotum.

Sí eisini heimasíðuna hjá Tøkum Lætt: tokumlatt.fo



Tað sum vit seta á skránna er m.a.

Sigmunds kvæði yngra

Ólavur Riddararós
Risin og Kellingin (nýtt kvæði)
Ormurin Langi
Blankansríma
Harpuríma
Leivskvæði
Harra Pætur og Elinborg
Kall og Svein ungi
Øskudólgur og sópingarkona
Mús pá korn
Nykursvísa
o.m.a.

Hjartaliga vælkomin øll somul.

Aðalfundur hjá Dansifelagnum í Havn

Boðað verður frá at aðalfundur hjá Dansifelagnum í Havn verður í Hornahúsunum
fríggjakvøldið 23. oktober 2015, kl. 21:00. Skrá sambært viðtøkum
felagsins.

Umframt vanligu skránna til aðalfundin, verður eisini ein
drekkamunnur og høvi verður hjá nýggjum limum at tekna seg. Harumframt
verður høvi at skriva seg upp at skipa í vetur. Tá fundurin er liðugur verður farið upp á gólv. So skjótt skráin er
liðug, verður hon løgd út á heimasíðuna: www.danshavn.org. Fyrsta regluliga dansikvøld er
30. oktober 2015, kl. 22:00.

Barnadansurin í Norðurlandahúsinum byrjar 9. oktober 2015, kl. 20:00.
Ársveitslan verður leygarkvøldið 5. februar 2016, kl. 20, og er hetta
eisini seinasta dansikvøld.

Landsdansistevnan 2016 verður tann 21. mai 2016 í Klaksvík. Nærri kunning um hetta seinni.

Víðvíkjandi limagjaldi

Heitt verður á limir felagsins um at rinda limagjaldið á kr. 300 við
at flyta á konto felagsins í BankNordik 6460-150.899.9. Viðmerk navn og
limagjalda 2015-16. Limir, sum eru yngri enn 20 ár ella eru undir
útbúgving, gjalda ikki limagjald.

Barnadansur í Norðurlandahúsinum

Aftur í ár skipar Dansifelagið í Havn fyri barnadansi í
Norðurlandahúsinum fríggjakvøld í dansitíðini. Fyrsta kvøldið dansað
verður, er fríggjakvøldið 9. okt., kl. 20:00. Øll eru vælkomin, og
tiltakið er ókeypis! Eingi nøvn eru sett fyri, hvør skipar, men ætlanin
er, at bæði børn og vaksin skipa tað, tey hava hug til. Hevur onkur hug
at skipa, er bert at siga frá, eisini um tað er okkurt, sum ikki stendur
í skránni ella í heftinum. Onkutíð hevur onkur fólkaskúlalærari tikið
skúlaflokk við, og hevur tað eisini riggað væl. Vegleiðandi skrá fyri
veturin:

Frí. 9.10, kl. 20 Eingin skrá
Frí. 16.10 Heystfrí
Frí. 23.10, kl. 20 Ormurin Langi, Regin Smiður, Harra Pætur og Elinborg, Kall og svein ungi,
Jákupsa skegg, Torkils døtur, Hørpuríma,
Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 30.10, kl. 20 Brestis kvæði, Runtsivalsstríðið, Ólavur Riddararós, Kongaríkið í Bábylon,
Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Fípan fagra,
Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 6.11, kl. 20 Leivur Øssursson, Brúsajøkil, Mallebro, Kall og svein ungi,
Hr. Sinklar, Flóvin Bænadiktsson,
Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 13.11, kl. 20 Ormurin Langi, Regin Smiður, Harra Pætur og Elinborg, Kall og svein ungi,
Jákupsa skegg, Torkils døtur, Hørpuríma,
Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 20.11, kl. 20 Brestis kvæði, Runtsivalsstríðið, Ólavur Riddararós, Kongaríkið í Bábylon,
Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Fípan fagra,
Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 27.11, kl. 20 Leivur Øssursson, Brúsajøkil, Mallebro, Kall og svein ungi,
Hr. Sinklar, Flóvin Bænadiktsson,
Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 4.12, kl. 20 Ormurin Langi, Regin Smiður, Kall og Svein ungi,
Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Vit dansa jólatræ
  Jólafrí
Frí. 8.01, kl. 20 Ormurin Langi, Regin Smiður, Harra Pætur og Elinborg, Kall og svein ungi,
Jákupsa skegg, Torkils døtur, Skt. Simeon,
Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 15.01, kl. 20 Brestis kvæði, Runtsivalsstríðið, Ólavur Riddararós, Kongaríkið í Bábylon,
Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Sankta Mortan,
Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 22.01, kl. 20 Leivur Øssursson, Brúsajøkil, Mallebro, Kall og svein ungi,
Hr. Sinklar, Skt. Simeon,
Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 29.01, kl. 20 Ormurin Langi, Regin Smiður, Harra Pætur og Elinborg, Kall og svein ungi,
Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Seinasta dansikvøld

Dansur í Hornahúsunum

Vanliga verður dansað í Hornahúsunum fríggjakvøld kl. 22 (aftaná barnadansin) – fyrstu ferð 23. oktobur. Vaksin og ung (yvir 14 ár) eru vælkomin at luttaka hesi kvøldini. Vegleiðandi skrá fyri kvøldini er at finna á heimasíðuni hjá Dansifelagnum www.danshavn.org – tit kunnu eisini fylgja við Dansifelagnum á Facebook: www.facebook.com/danshavn

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×