Kongadóttirin í Nólsoy

Sagnirnar munnu vera tað elsta tekstaslagið, vit eiga. Og sagnirnar eru høvuðsíblásturin til so mong listarverk. Í skúlanum í Nólsoy er eitt veggjaprýði, sum er ein teknisøga um Kongadóttrina í Nólsoy, børnini hava sjálvi gjørt listarverkið ein evnisdag. Tað undraði meg, at kongadóttirin hevði meiri enn eitt barn á myndunum, jú jú tað hevði hon varð mær sagt. Tá hugsaði eg, at kanska søgnin enn livir á mannamunni?

Kvæðið um kongadóttrina byggir á søgnina hjá VUH, men ymiskt verður sagt í kvæðinum, sum er ikki í søgnini. Vit hoyra t.d., at gentan bleiv forelskað í einum nólsoyingi, og at pápin ætlaði at gifta hana burtur, men hon vildi ikki. Tey rýma úr Skotlandi. Í søgnini stendur, at hon fekk eitt leysingabarn, men í kvæðinum stendur, at tey fáa eitt barn eftir at tey eru flutt saman. Eins og í søgnini blotnar kongurin um hjartað, tá ið hann sær barnið, og tey semjast aftur.

Eg kenni meg so heima í sagnum okkara, kenni meg at eiga í teimum og vil fegin, at upvaksandi ættarlið eisini fáa sama tætta samband við hesar frumognir okkara.

Kvæðið er prentað í ”Sláið ring. Kvæði, vísur og skjaldur til barnadans” (Ungu Føroyar 2015)

Bergljót av Skarði

Kyndilsmessudansur í Haraldssundi

Haraldssund er gomul kyndilsmessubygd, og í øldir hava fólk í Norðoyggjum leitað til Haraldssundar á Kyndilsmessu. Eina tíð fall hesin siður burtur, men í 2007 var hesin siðurin tikin upp aftur. Tað var Felagið Skarðsbygd og Bygdarfelagið Ljósið, ið skipaðu fyri hesum dansinum. Dansurin var sera væl móttikin, og fleiri dansifeløg hava nú sett kyndilsmessudansin í Haraldssundi á sína vetrarskrá.

Tó hevur tað ikki altíð gingið so væl, bæði í 2014 og 2015 mátti dansurin avlýsast, tí veðrið var ov ringt. Veðurforsøgnin sær betur út í ár, og vónandi fer dansurin at eydnast væl. Í ár verður dansurin í bygdarhúsinum í Haraldssundi fríggjakvøldið tann 29. januar kl.22.00. Tað er Bygdarfelagið Ljósið, ið skipar fyri.

Fyrireikararnir eru glaðir fyri, at tað hevur eydnast at endurreisa hesa gomlu siðmentan í bygdini.

Bygdarfelagið Ljósið

Dansiskráin hjá Dansifelagnum í Havn

Dansifelagið hevði aðalfund 23. oktober. Á fundinum var nevnd vald fyri árið 2015-16 og skrá fyri veturin er gjørd.

Á aðalfundinum tók Jóhanna Krosstein seg úr nevndini og í hennara stað kom Katrin Sørensen. Hinir nevndarlimirnir halda fram, soleiðis at nevndin nú er: Niels á Velbastað, formaður, Birgir Djurhuus, næstformaður, Heini Mortensen, kassameistari, Johild Kamban, Janus Brix Kamban, Gunnar Restorff, Katrin Sørensen.

Skráin fyri veturin 2015-16

Dansað verður vanliga í Hornahúsunum fríggjakvøld kl. 22-24. Áðrenn farið verður upp á gólv er ein drekkamunnur. Skráin fyri veturin verður er niðanfyri og á heimasíðuni hjá Dansifelagnum í Havn (www.danshavn.org), har hon verður dagførd, um broytingar eru. Tá avboð eru ella stundir annars eru, verða fyrifallandi lættari kvæði ofta tikin.

Frí. 23.10, kl. 21 Aðalfundur – eingin skrá
Frí. 30.10, kl. 22 Eingin skrá
Frí. 6.11, kl. 22 Janus: Ebbe Skammelsøn (Danske kæmpe …) – útsett
Jóhannis: Randvers kvæði (Nýggja kvæðabókin 1)
Gunnar: Stolt Signhild (Danske kæmpe …)
Frí. 13.11, kl. 22 Dánjal Petur: Tístrams táttur (Antologiin)
Bogi: Tróndar kvæði (Nýggja kvæðabókin 1) – útsett
Róald: Burnaman við hesum lagnum (Danske kæmpe …)
Ley. 14.11 Dansifelagið er boðið í veitslu hjá Tøkum lætt í Neystinum hjá Argja róðrarfelag.
Tekningarlisti liggur frammi.
Frí. 20.11, kl. 21 Hugnakvøld
Okkurt verður at fáa av mati og drekka
Kostnaður kr. 100,00.

Heini: Sigmunds vise (Nýggja Kvæðabókin 1)
Janus K.: Ormurin langi (Gylta bók)
Katrin: Hørpu ríma (Antologiin)
Frí. 27.11, kl. 22 Birgir: Regin smiður (Færøiske kvæder)
Brynolf: Ragnars kvæði (Kvæðabók III)
Frí. 05.12, kl. 22 Magni: Fuglakvæði, 2. táttur (Tættir I)
Jóhannis: Gorplandskvæði (Tættir IV) – ÚTSETT
Heini: Ålebrandts vise (Hundredesyvvisebogen)
2. jólakvøld 26.12 Hugnakvøld í Hornahúsunum.
Limir út Fótatraðk eru bodnir við.
Frí. 08.01, kl. 22 Kjartan: Høgna táttur (Færøiske kvæder)
Niels: Ólavur Riddararós (ísl. lag)
Frí. 15.01, kl. 22 Gunnar: Jeg lagde mit hoved til Elverhøj (Danske kæmpe …)
Hákun: Jøkils kvæði 1., 2. og 3. táttur (F.kv. uppskr. A)
Niels: Ribolt er en grevesøn (Danske kæmpe …)
Frí. 22.01, kl. 22 Jóhannis: Einars ríma (Nýggja Kvæðabókin 1)
Niels: Hafburd konge (Danske kæmpe …)
Janus K: Hertugen red fra Kolding by (Danske kæmpe …)
Frí. 29.01, kl. 22 Niels: Svend Vonved (Danske kæmpe…)
Jóhannis: Margrethu kvæði (Færøiske kvæder)
Dánjal Petur: Virgars kvæði (Nýggja kvæðabókin 1)
Ley. 06.02, kl. 20 Ársveitsla
Ley. 21.05 Landsdansistevna í Klaksvík

Barnadansur hjá Tøkum Lætt


Barnadansurin
hjá Tøkum Lætt veturin 2015 – 16


Barnadansurin hjá Tøkum Lætt byrjar aftur sunnukvøldið
18. oktober kl. 19.00 í Skansastovu.

Børn og foreldur eru hjartaliga vælkomin.

Fyrsta kvøldið gera vit eina skrá, sum er galdandi til
jólar, og tit eru vælkomin at koma við uppskotum.

Sí eisini heimasíðuna hjá Tøkum Lætt: tokumlatt.fo



Tað sum vit seta á skránna er m.a.

Sigmunds kvæði yngra

Ólavur Riddararós
Risin og Kellingin (nýtt kvæði)
Ormurin Langi
Blankansríma
Harpuríma
Leivskvæði
Harra Pætur og Elinborg
Kall og Svein ungi
Øskudólgur og sópingarkona
Mús pá korn
Nykursvísa
o.m.a.

Hjartaliga vælkomin øll somul.

Aðalfundur hjá Dansifelagnum í Havn

Boðað verður frá at aðalfundur hjá Dansifelagnum í Havn verður í Hornahúsunum
fríggjakvøldið 23. oktober 2015, kl. 21:00. Skrá sambært viðtøkum
felagsins.

Umframt vanligu skránna til aðalfundin, verður eisini ein
drekkamunnur og høvi verður hjá nýggjum limum at tekna seg. Harumframt
verður høvi at skriva seg upp at skipa í vetur. Tá fundurin er liðugur verður farið upp á gólv. So skjótt skráin er
liðug, verður hon løgd út á heimasíðuna: www.danshavn.org. Fyrsta regluliga dansikvøld er
30. oktober 2015, kl. 22:00.

Barnadansurin í Norðurlandahúsinum byrjar 9. oktober 2015, kl. 20:00.
Ársveitslan verður leygarkvøldið 5. februar 2016, kl. 20, og er hetta
eisini seinasta dansikvøld.

Landsdansistevnan 2016 verður tann 21. mai 2016 í Klaksvík. Nærri kunning um hetta seinni.

Víðvíkjandi limagjaldi

Heitt verður á limir felagsins um at rinda limagjaldið á kr. 300 við
at flyta á konto felagsins í BankNordik 6460-150.899.9. Viðmerk navn og
limagjalda 2015-16. Limir, sum eru yngri enn 20 ár ella eru undir
útbúgving, gjalda ikki limagjald.

Barnadansur í Norðurlandahúsinum

Aftur í ár skipar Dansifelagið í Havn fyri barnadansi í
Norðurlandahúsinum fríggjakvøld í dansitíðini. Fyrsta kvøldið dansað
verður, er fríggjakvøldið 9. okt., kl. 20:00. Øll eru vælkomin, og
tiltakið er ókeypis! Eingi nøvn eru sett fyri, hvør skipar, men ætlanin
er, at bæði børn og vaksin skipa tað, tey hava hug til. Hevur onkur hug
at skipa, er bert at siga frá, eisini um tað er okkurt, sum ikki stendur
í skránni ella í heftinum. Onkutíð hevur onkur fólkaskúlalærari tikið
skúlaflokk við, og hevur tað eisini riggað væl. Vegleiðandi skrá fyri
veturin:

Frí. 9.10, kl. 20 Eingin skrá
Frí. 16.10 Heystfrí
Frí. 23.10, kl. 20 Ormurin Langi, Regin Smiður, Harra Pætur og Elinborg, Kall og svein ungi,
Jákupsa skegg, Torkils døtur, Hørpuríma,
Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 30.10, kl. 20 Brestis kvæði, Runtsivalsstríðið, Ólavur Riddararós, Kongaríkið í Bábylon,
Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Fípan fagra,
Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 6.11, kl. 20 Leivur Øssursson, Brúsajøkil, Mallebro, Kall og svein ungi,
Hr. Sinklar, Flóvin Bænadiktsson,
Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 13.11, kl. 20 Ormurin Langi, Regin Smiður, Harra Pætur og Elinborg, Kall og svein ungi,
Jákupsa skegg, Torkils døtur, Hørpuríma,
Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 20.11, kl. 20 Brestis kvæði, Runtsivalsstríðið, Ólavur Riddararós, Kongaríkið í Bábylon,
Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Fípan fagra,
Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 27.11, kl. 20 Leivur Øssursson, Brúsajøkil, Mallebro, Kall og svein ungi,
Hr. Sinklar, Flóvin Bænadiktsson,
Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 4.12, kl. 20 Ormurin Langi, Regin Smiður, Kall og Svein ungi,
Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Vit dansa jólatræ
  Jólafrí
Frí. 8.01, kl. 20 Ormurin Langi, Regin Smiður, Harra Pætur og Elinborg, Kall og svein ungi,
Jákupsa skegg, Torkils døtur, Skt. Simeon,
Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 15.01, kl. 20 Brestis kvæði, Runtsivalsstríðið, Ólavur Riddararós, Kongaríkið í Bábylon,
Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Sankta Mortan,
Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 22.01, kl. 20 Leivur Øssursson, Brúsajøkil, Mallebro, Kall og svein ungi,
Hr. Sinklar, Skt. Simeon,
Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 29.01, kl. 20 Ormurin Langi, Regin Smiður, Harra Pætur og Elinborg, Kall og svein ungi,
Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom
Seinasta dansikvøld

Dansur í Hornahúsunum

Vanliga verður dansað í Hornahúsunum fríggjakvøld kl. 22 (aftaná barnadansin) – fyrstu ferð 23. oktobur. Vaksin og ung (yvir 14 ár) eru vælkomin at luttaka hesi kvøldini. Vegleiðandi skrá fyri kvøldini er at finna á heimasíðuni hjá Dansifelagnum www.danshavn.org – tit kunnu eisini fylgja við Dansifelagnum á Facebook: www.facebook.com/danshavn

Nordlek 2015

 

Á Nordlek í Viborg
2015

Sunnukvøldið 12. juli  kl. 20.00 komu 25 glað fólk í bussin hjá
Gundur Johannesen við badmintonhøllina í Gundadali. Hesi skuldu umboða okkara
kæra Føroyaland á Nordlek í Viborg. Vit fóru av Havnini við Norrønu uml.
midnátt.  Eg ivist ikki í, at vit øll eru
fegin um, at Norrøna siglur undir Merkinum. Men mær dámar lítið, at betala
nógvar pengar fyri kalt vatn úr Toscana afturvið mati umborð. Í Føroyum og á
føroyskum kjøli eigur kalt vatn at vera ókeypis eftir mínum tykki. Norrøna legði
at í Hirtshals til ásetta tíð týsmorgunin 14. Juli, og vit koyrdu beina leið
til Viborg, har Trúgvi og Maria stóðu fyri okkum. Vit lótu okkum í føroysk
klæðir í skundi fyri at koma rættstundis til setanina kl.15.30. Vakurt at
koma  til miðbýin í Viborg, har Dannebrog
var vundið á stong í fleiri gøtum. Fyri 4 árum síðani var Eysturoyar dansifelag
á dansiferð í Stockholm – eisini við Norrønu til Hirtshals. Góð minnir komu
fram í huganum, tá eg sá “restaurant Lilleheden” , har vit høvdu veitslu
kvøldið fyri, sum vit sigldu heimaftur ta ferðina.

Veðrið var gott alla tíðina – passaliga heitt til føroysk
klæðir – og bara okkurt hendinga æl.

Vit búðu væl – høvdu innivist í tveimum húsum, sum sami maður
átti. Nøkur búðu høgliga mitt í býnum – bert 10.min at  ganga til stevnuøkið – og hini eitt sindur
longri burturi. Húsini í miðbýnum “Klosterpensionen” høvdu verið nýtt til eitt
slag av mødrehjælp. Hvønn morgum serveraðu tvær blíðar konur okkum eina
búrmáltíð til morgunmatar  við dúki og
kongiligum porcelenið – mågestelli – á borðinum. Hugsaði við mær sjálvari, at
nú høvdu verið glómur í Hyacint.

Dómkirkjan í Viborg bleiv vígd 10.septembur 1876 – fleiri
kirkjur hava verið frammanundan, men eru farnar fyri onki av eldi. Kirkjan er
ótrúliga vøkur innan. Kunstmálarin Joakim Skovgaard og hansara hjálparfólk
prýddu hana við frescomálningum frá 1901-1906 við hendingum úr Gamla- og Nýggja
testamenti – bíbilsøgan bleiv uppfrískað øll sum hon var. Ein av hesum
málningum er meinlíkur við altartalvuna í Christianskirkjuni í Klaksvík, sum
sami maður hevur málað. Haldi, at tey flestu av okkum, tóku sær tíð til at fara
inn í kirkjuna.

Vit høvdu framsýning tríggjar ferðir, har vit dansaðu
programmið, sum vit høvdu vant heimanifrá. Umframt tað, dansðu vit bæði um
morgunin saman við børnum og eisini seinnapartar saman við vaksnum fólki úr
hinum londunum, sum vóru komin til Nordlek. Hvørt kvøld kvóðu vit
“Bøhmerlandsdrotningina”, sum vit høvdu valt til okkara samdans í Ulrik
Wilbech’s lounge. Tey høvdu skrúva plátur niður á  gólvteppið, fyri at tað skuldi rigga til
føroyskan dans. Nógv fólk frá hinum londunum komu hvørt kvøld at dansa saman
við okkum í uml. 1 tíma, og umframt Bøhmerlandsdrotningina  kvóðu vit fyri tað nógva stuttar vísur, sum
hini kenna. Vit høvdu so nógv at gera við at dansa á stevnuni, at vit lítið og
onki fingu tíð til at dansa saman við hinum londunum. Dansifelagið “ Vi kan”
var eisini við á stevnuni. Hesi eru menningartarnaði, sum dansa við eftir
førimuni og hava framsýning sum hini. Helst eisini glaðari enn vit, sum onki
feila.  Stevnan var væl fyriskipað og
góð, men strævin. Eg saknaði at tjóðsangirnir ongantíð blivu sungnir – tað
skuldi verið sjálvsagt á slíkari stevnu. Stuttlig hjá okkum, sum hava verið
nakrar ferðir á Nordlek, at hitta fólk úr hinum londunum aftur. Eg tosaði m.a. eisini
við nakrar norðmenn úr  felagnum “Rakne”,
sum vitjaði Eysturoyar dansifelag í fjør.

Umframt allan dansin vóru eisini fleiri áhugaverdar útferðir
á skránni – bæði meðan stevnan vardi og eisini aftaná. Hósdagin gjørdu  vit útferð til kálknámini í Mønsted og til
Finderup Løðu, har Erik Glipping, sum var abbasonur Valdermar Sejr, bleiv
dripin. Í kálknámunum eru uml. 60 km av gongdum í ymsar ættir. Inni í náminum
sóu vit ein stuttfilm um jarðfrøðiliga upprunan av kálki.  Her  var
framleiðsla til einaferð mitt í fimtiárunum. Nú verður námið brúkt sum ferðamál
og til koncertir, men umframt tað brúkar fyritøkan “Arla” námið til búning av
ostum, tí hitin og vætan í luftini eru støðug inni í náminum. Eisini hevur
størsti flokkur av flogmúsum í Norðureuropa 
vetursetu í náminum.

Fríggjadagin 17.juli fóru vit útferð til Ørslev kirkju, har
Magnus Heinason bleiv grivin fyri aðru ferð í nov. 1590, smá 2 ár aftaná at
hann var hálshøgdur á Gamlatorgi í Keypmannahavn tann  18.januar 1589. Presturin, sum kom at lata
okkum upp, kendi David Johannesen í Vágum frá lestrartíðini og bað okkum heilsa
honum. Vit sungu  “Boðar tú til allar
tjóðir” og “Harra Gud títt dýra navn og æra” á donskum, men við føroyskum lag.

Meðan vit koyrdu legði eg merki til, at ein vegur í Hirtshals
eitur “Tordenskjoldsvej” og ein í Viborg “Mark Stig’s vej”.

Tá stevnan var liðug, fóru vit ein túr til suðurjútlands. Á
vegnum steðgaðu vit á fyri at síggja rúnarsteinarnar í Jelling. Teir báðir
steinarnir eru reistir í 900-talinum til minnis um Gorm tann Gamla og konu
hansara Thyru drotning.  Vit vitjaðu eina
víkingamiðstøð  tætt við Ribe og Dybbøl
mølle – hvørt áhugaverdari enn annað. Myllan, sum nú er í Dybbøl, er frá 1935.
Men tað var ein heilt serlig løta, tá vit kvóðu “ Dronning Dagmar ligger i Ribe
sjug” undir standmyndini av henni á ruinunum á Riberhúsi. Vit gistu á
vallaraheimið í Sønderborg á Als.

Seinastu náttina á flatlondum gistu vit á vallaraheimið í
Løkken. Nøkur úr hópinum blivu eftir í Danmark at vitja skyldfólk og vit vóru
aftur í Føroyum seinnapartin mikudagin 22.juli.

Kathrina Hansen, Eysturoyar Dansifelag.

Ung í dansi 2015.

Vikiskiftið 11-13. sept. 2015 verður skipa fyriUng í dansií Kvívík. Talan er um eitt vikuskiftið fyri ung fólk, millum 13 og 30 ár, ið hava áhuga fyri føroyskum dansi.

Á skránni verður m.a. stovnan av ungdómsdansifelag, vit fara at læra, hvussu vit kunnu nýta røddina í kvæðunum, gongutúrur og so sjálvandi Føroyskur dansur.

Tit kunnu tilmelda tykkum við at senda ein teldupost tilhildurks@hotmail.com, ella ringja á tlf.:220659. Seinasta freist at tekna seg er 4. sept.

Nærri kunning um ferðing o.a. kemur seinni.

Tiltakið er rúsfrítt!

Vegna fyrireikararnar

Hildur Kruse Sørensen

Dansináttin 2015

Árliga afturvendandandi tiltakið “Dansináttin”, ið Sláið Ring og Norðurlandahúsið skipa fyri, verður í ár hóskvøldið 23. juli kl. 21.00.

At dansináttin í ár verður eitt hóskvøld, kemst av, at ein kvæðaráðstevna er í Norðurlandahúsinum í døgunum 21 – 23. juli ( sí www.nlh.fo ), og hava vit lagt dansináttina soleiðis, at tey, ið eru á ráðstevnuni, eisini kunnu uppliva almennan føroyskan dans. Dansináttin er sum altíð eitt alment tiltak, har øll eru vælkomin og kostar tað 70 kr at luttaka.

Dansináttin var til viðgerar á umboðráðsfundi hjá Sláið Ring 9. mai, og hildu umboðini, at tað fór at vera eins gott at hava dansináttina eitt hóskvøld. Hendan niðurstøða bygdi á, at flestu fólk hava frí seinnu helvt av juli og á, at leygarkvøldini hetta tíðarskeiðið eru nógv upptikin av m.a brúdleypsveitslum.

Vónandi møta vit fjølment til dansináttina hóskvøldið 23.juli.

Tulka kvæðini av nýggjum

 Í sambandi við kvæðaráðstevnuna Og dansurin gongur, sum er í Norðurlandahúsinum 20.-23. juli, verður eitt spennandi tiltak týskvøldið 21. juli klokkan 19.

Tá stendur nevnilinga nýtulking av gomlu kvæðunum á skránni, og áhoyrararnir kunnu gleða seg til eina framførslu, ið blandar gamalt og nýtt, siðvenju og tungmálm.

– Endamálið við tiltakinum er at vísa øðrvísi tulkingar av kvæðum – møguliga er neyðugt við nýtulkingum, um kvæðini skulu yvirliva, skriva fyriskipararnir.

Sláið Ring, Landsfelag føroyskum dansi at frama, hevur biðið Klaksvíkar Dansifelag skipa nøkur kvæðir til hetta høvið. Millum kvæðini verða nýggja brúðarvísan, ið er yrkt í 2012 og Deyðastund Sigmundar, ið er yrkt í 2007. Svenska Maria Länne Persson og finska Maija Karhinen-Ilo fara at framføra fjølbroyttar tulkingar av gomlum kvæðum, og kvøldið endar við einum braki, tá ið Týr trínur á pallin við nøkrum kvæðum.

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×