Sjónbandaupptøkur av brúðarvísum

Leygardagin 11. apríl kl. 16:00 fer Dansifelagið í Havn at gera sjónbandaupptøkur í Hornahúsunum av brúðarvísunum og vísum og kvæðum til brúðardans at geva út á DVD.

Upptøkurnar verða skipaðar sum vanligt, og eftir upptøkurnar verður gott at eta og drekka. Til hesar upptøkur er ikki krav um at vera í føroyskum klæðum – møtið pent ílatin, soleiðis sum tit vanliga gera til brúdleyp. Skráin til hetta tiltakið er:

Eisini ber til at heinta allar tekstirnar sum eitt samlað pdf-skjal. Týdningarmikið er at fólk møta fjølment upp – og sjálvandi er als ikki neyðugt at duga allar vísurnar og kvæðini!

Í greinini Brúðarvísur og brúðardansur, sum er endurgivin niðanfyri, ber eisini til lesa um siðin við brúðarvísum – eins og tað har eru upptøkur at hoyra av brúðarvísum og vísum og kvæðum til brúðardans.

Brúðarvísur og brúðardansur

Oftani møti eg fólki, sum hava avgjørdar meiningar um brúðardans og brúðarvísur uttan tó at vita nakað um søguligu og mentanarligu bakgrundina fyri hesum siði. Tí havi eg her savnað ymiskt hesum viðvíkjandi.

Dansur til brúdleyp er gamal skikkur – bæði í Føroyum og aðra staðir – sum gongur langt aftur um trúbótina. Í Føroyum hevur dansurin søguliga mest verið føroyskur dansur, men er hendan siðvenja tó nógv broytt í 20. øld. Í dansi til brúdleyp hevur í Føroyum í fleiri øldir verið dansaður eitt heilt serligt slag av dansi, brúðardansur, har ein ella fleiri sokallaðar brúðarvísur vórðu dansaðar. Aftaná brúðarvísuna (ella vísurnar) vórðu so kvæði ella vísur til brúðardans kvøðin. Brúðarvísurnar skilja seg burturúr í tí føroyska dansinum annars – tær hava andaligt innihald burturav, tær hava oftast eitt andaligt vísulag, sagt verður ikki, at brúðarvísurnar verða kvødnar, men sungnar, og skonkt verður ikki meðan brúðarvísurnar verða dansaðar. Eisini hevur verið skikkur at prestur skal dansa við í brúðarvísunum – men hetta er mestsum burturdottið nú.

Vit fara her at umrøða tær brúðarvísur og vísur og kvæði til brúðardans, sum sambært keldum hava verið brúktar, og skikkir og annað í hesum sambandi. Frá einum siðsøguligum sjónarhorni eru brúdleyp og brúdleypssiðir sera nágreiniliga viðgjørd aðrastaðir – serliga í (Joensen, 2006) – her verður denturin lagdur á brúðardansin og mentanarligar tættir knýttir at honum. Mest vanliga brúðarvísan er danska brúðarvísan Isaaks giftermål – vanliga nevnd I ærlige brudefolk ella bert danska brúðarvísan. Aftaná hana hava ofta aðrar bíbilskar ella andaligar vísur verið sungnar, so sum Susannes vise (Hører til, I piger og kvinder) ella I dannemænd enhver for sig. Fyrst í farnu øld kom so ein føroysk brúðarvísa, sum summastaðni nærmast hevur loyst ta donsku av, og seinast í farnu øld kom ein føroysk týðing av donsku brúðarvísuni. Hesar vísur verða fyrst viðgjørdar rættiliga nágreiniliga einsæris, áðrenn vit fara at hyggja at skikkum í hesum sambandi. Síðani verða onnur kvæði og vísur stutt viðgjørd, og at enda verða nøkur góð ráð til brúðardans givin og keldur til hesa greinina. Roynt hevur verið at lagt leinki til tekstir, ljóðupptøkur v.m., har tað hevur verið hildið at vera hóskiligt. Hetta er ikki ætlað sum nøkur vísindalig gjøgnumgongd, men meiri sum eitt savn av ymsum viðvíkjandi brúðarvísum, sum onkur vónandi kann fáa gleði av. Roynt hevur verið at givið nakrar keldur, so tann áhugaði kann leita sær fleiri upplýsingar.

Isaaks giftermål – I ærlige brudefolk

Vísan Isaaks Giftermaal – sum er betur kend sum I ærlige brudefolk give på agt ella bert danska brúðarvísan millum manna – er fyrstu ferð, sum vit vita um, prentað í 1632 í einum lítlum hefti, sum hevur heitið

Tuende Historiske viser, uddragen aff den H. Skrifft. Den Første aff Moyse første Bogs 24 Capitel. Om Isaacs Gifftermaal. Oc kand siunges for Brudefolk udi Salen, under den Tone Guds Søn er kommen aff Himmelen ned, etc. Componêret aff J. M. W.

Hesin J. M. W. verður hildin at hava verið Jacob Madsen Weile (f. 24. juli 1538 í Vejle, d. 24. september 1606 í Odense), ið var gudfrøðingur og var biskuppur í Fyns Stift frá 1587 til 1606 (sí eisini bl.s. 379 í (Clausen, 2006)). Meiri kend millum føroyingar hevur tó útgávan í sálmabókaútgávuni En Ny Fuldkommen Dansk Psalmebog hjá Christian Cassube frá 1666 og í fleiri seinni útgávum fram til 1685 verið, og varð har kallað En smuk Vise om Isaachs Giftermaal; at sjunge for Brudefolk.

Um fyrstu donsku sálmabøkurnar

Í 1517 byrjaði Martin Luther av álvara trúbótina, sum í Danmark vanliga verður dagfest til 1536. Hildið verður at trúbótin var íverksett í Føroyum uml. 1539. Áðrenn trúbótina var ein sálmur (psalmós) ein av sangunum i Gamla Testamenti. Skikkur var eisini í katólsku kirkjuni, at tað vóru prestar og kór, sum stóðu fyri øllum sangi. Ein av hornasteinunum í trúbótini var júst, at fólkamálið skuldi brúkast, og Martin Luther var sjálvur undangongumaður at gera eina røð av kirkjusangum við at enduryrkja Dávids sálmar úr Bíbliuni. Í Danmark kom ein røð av ymsum enduryrkingum – sum bæði vórðu bornar munn av munni og á prenti, bæði sum leysørk og sálmabøkur ella sokallað sálmasavn. Hetta gjørdi at nógvar ymsar versjónir av sálmunum vóru í umfari, og tí kom fyrsta autoriseraða danska sálmabókin í 1569 fyri at bøta um hetta: Den danske Psalmebog hjá Hans Thomissøn. Ikki fyrr enn 130 ár seinni, í 1699, kom onnur autoriseraða danska sálmabókin, tann hjá Thomas Kingo, Dend Forordnede Ny Kirke-Psalme-Bog.

Stutt eftir fyrsta autoriseraða danska sálmabókin kom í 1569, kom á marknaðin ein alternativ donsk sálmabók En Ny Psalmebog. Alternativa sálmabókin kom, tí sálmabókin frá 1569 var ov dýr hjá vanligum fólki at ogna sær. Í 17. øld var stórur eftirspurningur eftir sálmabókum og øðrum andaligum tilfari, og tí mentist ein veruligur marknaður fyri hesum bókum í Danmark. Sangur og sálmasangur fylti sera nógv í kirkjusøguliga ortodoksa tíðarskeiðnum (uml. 1555-1700). Andaligur sangur hevur eisini í Føroyum verið týdningarmikil partur av kristniboðanini: úr sálmum, sangum og vísum lærdu fólk bíbliusøgu og katekismus, Dávidssálmar í umyrktum hami, faðirvár, boðini, dópslæru og orð í samband við altargongd, o.s.fr. Hetta gekk ikki bert fyri seg í kirkjuni, men eisini við hús, á veg til og frá útróðri, í arbeiði heima og burturi o.s.fr. Tann fyrsta sokallaða fullfíggjaða sálmabókin kom í 1640. Joachim Moltke gav hesar út frá 1640 til 1664, tá hann doyði. Tá Moltke doyði fór bókavirksemið hjá honum yvir til kappingarneytan Christian Cassube, sum longu í 1661 eisini hevði givið út Fuldkommen Dansk Psalmebog. Í einari sálmabókaútgávu hjá Cassube frá 1666, og aftur í t.d. 1685, eru umframt sálmar eisini bíbilskar vísur at finna og teirra millum Isaaks Giftemaal (I ærlige brudefolk) og Susannes Vise (Hører til, I Piger og Qvinder). Sambært (Clausen, 2006) verður mett, at hesar alternativu sálmabøkur vóru víða hvar í Føroyum. Hesar sálmabøkurnar vera millum manna av føroyingum vanliga róptar Cassuben, Kassubein, Kossubeinið ella Túsundtal.

Sjálv vísan

Upprunaligi teksturin frá 1632 til Isaaks giftermål er at síggja til rættiliga ólíkur tí meiri vanliga tekstinum, sum verður brúktur í dag; men verður sæð burtur frá broytingum í stavseting o.t., eru bert smærri broytingar hendar í tekstinum hesi umleið 350 árini. Eins og aðrir sálmar frá hesum tíðarskeiðinum, so er hetta ein beinleiðis endursøgn av 24. kapitli í fyrstu Mósubók, sum tit her kunnu lesa í týðing Jákups Dahls ella í nýggjari danskari týðing. Endursøgnin er episk og – sjálvandi – í bundnum máli: fast ørindislag og rím.

Vísan er ein sokallað rammusøga, sum gongur fyri seg á tveimum pallum. Í fyrsta ørindi verður sagt

I ærlige brudefolk giver på agt,
hvad vi for Eder vil sjunge
om Isak den patriark,
hvor han sit giftermål finge;
deraf får I både trøst og lære,
at Gud vil ægteskabs fordrer være,
om de monne hannem frygte.

Her er pallurin nútíðin – sjálvt brúdleypið – har brúdleypsgestirnir syngja fyri brúðarparinum (brudefolk hevur her gamla danska týdningin brudepar). Síðani skifta vit pall til bíbilska tíð: Í ørindi 2 til 31 er sjálv frásøgnin úr 1. Mósubók, 24. kaptli um, hvussu Ábraham fekk soninum, Ísaki, Rebekku til konu – og eru hesi ørindi beinleiðis í tráð við siðirnar í sálmayrking tá á døgum (sí omanfyri). At enda venda vit aftur til nútíðina og brúðarparið, ið vit eru í brúdleypi hjá, og syngja eina bøn fyri brúðarparinum og biðja tey liva við Ísaki og Rebekku sum fyrimynd (sí fyrsta ørindi):

Den samme himmelske Herre og Gud
bede vi for Eder både:
unde Eder at leve efter sit bud,
nyde sjæls og legems gode
og leve tilsammen i mange år,
se børn og børnebørns skar’,
før I ved døden skilles.

Rammufrásagnir eru vanligar í vísu og kvæðaskaldskapi, men her er heilt eyðsæð, hvussu tilvitaður yrkjarin hevur verið um formin, tí hann kemur ongantíð í ørindunum 2 til 31 við nakrari tilsiping til nútíðina – nakað sum annars ofta sæst í bæði eldri og nýggjari føroyskari kvæðayrking.

Lagið til brúðarvísuna

Longu í prentaða eintakinum frá 1632 stendur, at vísan skal syngjast við tónanum til Guds Søn er kommen aff Himmelen ned. Hesin sálmur stendur í sálmabókini Den danske Psalmebog hjá Hans Thomissøn frá 1569 (N. F. S. Grundtvig hevur seinni umyrkt hann, og er hann enn í donsku sálmabókini undir heitinum Guds Søn kom ned fra Himmerig). Í hesi sálmabók hjá Thomissøn eru eisini nótar, og nótarnir til hendan sálm eru her til høgru. Hetta lagið er kent víða um, og er frá áðrenn trúbótina – tað er millum annað útgivið sum Es ist das Heil uns kommen her, Nürnberg, 1524. Her er ein koralútseting við hesum lagi:

Lagið til donsku brúðarvísuna finst í nógvum frábrigdum. Í høvuðsheitum eru tvey heilt ymisk løg: suðuroyarlagið og so lagið, sum verður brúkt norðanfyri (norðanfjørðs og í Sandoynni). Nógv frábrigdi av hesum eru uppskrivað í (Clausen, 2006). Eg havi onga upptøku av suðuroyarlagnum, men her eru nøkur dømi uppá hitt vanliga lagið:

Høgni Mohr skipar brúðarvísuna saman við Dansifelagnum í Havn:

Poul Eide syngur part av brúðarvísuni:

Upptøka av Velbastað, 1957:

Upptøka úr Nólsoy, 1959:

Triðja upptøkan omanfyri – tann av Velbastað – er serliga forkunnug, tí har eru summi á upptøkuni, sum brúka eitt lag, ið minnir heilt nógv um tað gamla føroyska sálmalagið til Guds søn er kommet af Himmelen ned (sama lag sum til t.d. Hvar Guð vil, glaður fari eg), sum Jógvan Waagstein uppteknaði. Hetta er Sl. 154 í Sálmaløg Føroya Kirkju (til ber at síggja nótarnar til ein kórsats á Google Books). Um ymsu uppskriftirnar í (Clausen, 2006) verða gjølla kannaðar, sæst eisini, at summar í støðum líkjast heilt nógv lagnum frá sálmabókini hjá Hans Thomissøn. Soleiðis er eingin ivi í, at vanliga lagið til brúðarvísuna er beinleiðis andaligt vísulag. Leif Hansen, organistur, skrivar í (Hansen, 2013) m.a. soleiðis um lagið:

Lagið til I ærlige brudefolk, sum víst verður til hjá Cassube er Guds søn er kommen af Himmelen ned. Hetta lagið hevur sín uppruna í seinmiðaldarinnar hópi av religiøsum sangum og vísum í Týsklandi, sum í høvuðsheitum vóru sungnir uttan fyri sjálva katólsku messuna. Í 1524 varð sangurin umyrktur og tilpassaður teirri Lutherisku læruni og byrjar í yrkingini hjá Paul Speratus soleiðis: Es ist das Heil uns kommen her, tó við tí pre-reformatoriska lagnum. Innan hymnologiina verður hendan endurnýggjan av sanginum við grundstøði í tí upprunaliga og kenda nevnd Kontrafaktur. Kontrafaktursálmarnir og -løgini tryggjaðu ein søguligan kontinuitet, og serliga hetta, at løgini ofta vóru kend manna millum framanundan, lætti um at fáa nýggju sálmarnar út til fólkið. Lagið er ivaleyst komið til Føroya longu við Thomissøn-sálmabókini einaferð eftir 1569. Nevnast kann, at lagið enn í dag verður sungið til sálmin m.a. Hvør tann, sum trýr og doyptur er, nr. 359 í sálmabókini. Lagið til Hvar Guð vil, glaður fari eg, nr. 37 í sálmabókini, sum Waagstein uppskrivaði og gjørdi einfaldari, ber eisini týðulig boð um sama upprunalag. At lagið longu var kent millum fólk framanundan, hevur ivaleyst gjørt at I ærlige brudefolk uttan stórvegis trupulleikar kundi gerast fólkaogn.

Meðan vanliga lagið til brúðarvísuna, sum sagt, er beinleiðis andaligt vísulag, og í nógvum keldum verður sagt at verða sungið og dansað seigliga og hátíðarliga, so er heilt øðrvísi dámur yvir suðuroyarlagnum. Tað er meiri variatión í bæði rútmuni og í tónahæddini í suðuroyarlagnum enn í tí vanliga, meiri monotona, lagnum, og harvið gerst suðuroyarlagið meiri lívligt og treyst, tó at tað sanniliga eisini kann vera hátíðarligt um somu stund.

Føroyska brúðarvísan – Várharra hann segði, tað er ikki gott

Í 1901 kom út føroysk brúðarvísa, sum Jóan Petur Gregorissen – Jóan Petur uppi í Trøð í Kvívík – yrkti. Vit greiða her eitt sindur frá forsøguni til hesa brúðarvísu og viðgera síðani sjálva vísuna.

Upprunin til føroysku brúðarvísuna

Danskt hevur á nógvar ymsar hættir havt týdningarmiklan leiklut í føroysku mentanini – ikki minst aftaná trúbótina. Embætisverkið var – aftaná Norra kom undir donsku krúnuna – danskt, og ráddi tí danska málið í stóran mun í almennum viðurskiftum, í Havnini umframt í kirkjuligum høpi. Men eisini í gerandisdegnum hevur danskt summastaðni til tíðir havt stóran týdning – andaligi vísusangurin við hús, til arbeiðis í haga og ikki minst til útróðrar hevur mestsum allur verið danskur. Málið í kirkju og skúla var sjálvandi eisini danskt. Aftaná vísubøkurnar hjá Vedel og Peder Syv, hava danskar vísur eisini verið sera vanligar í føroyskum dansi – ja til tíðir enntá vanligari enn føroysku kvæðini (Clausen, 1995), sí tó eisini t.d. (Debes, 1673). Um aldarskiftið frá 19. til 20. øld mentist eitt veruligt tjóðskaparrák, og heilt fram til dagin í dag hevur nógv verið gjørt – uppá gott og ónt – fyri at burturbeina hendan danska partin av okkara mentanar- og siðaarvi. Soleiðis er t.d. danskur sálmasangur so at siga burturdottin. Somuleiðis eru donsku kempuvísurnar og danskar vísur sum heild nógv sjáldari í dansi í dag enn fyri bara fáum áratíggjum síðani, og í barnadansi eru tær so at siga ikki til.

Sum nátúrligur partur av hesum ráki varð í Fuglaframa, 1. árg., nr. 15 frá 8. nov. 1898 lovað 20 kr. premia fyri bestu føroysku brúðarvísuna. Blaðstjóri á Fuglaframa var navngitni Sverre Patursson. Blaðið setti 15. apríl 1899 sum evstamark, og treyt var, at brúðarvísan skuldi kunna syngjast til sama lag sum I ærlige brudefolk og ikki vera longri enn 50 ørindi. Eisini tilskilaði blaðið sær rætt at vraka allar tær innsendu rímurnar. Í Fuglaframa, 2. árg., nr. 4 frá 23. mai 1899 kunnger dómsnevndin – ið var J. Dalsgård, R. Effersø og J. Patursson – at einans eitt uppskot kom og »Tann inkomna brúðarvísan tykist okkum ikki at vera verd premiu«. Í Fuglaframa, 2. árg., nr. 7 frá 11. juli 1899 stendur at lesa, at ein brúðarvísa uttan nakað hjálagt navn er innkomin, men av tí at tíðarfreistin er farin, verður ikki meiri gjørt við málið. Einki meiri hevur verið at frætta um hesi bæði uppskot til føroyska brúðarvísu, men í (Næs, 2006) kunnu vit m.a. lesa

Á Landsbókasavninum er til skjals eitt bræv frá Sverra Paturssyni, blaðstjóra Fuglaframa, til Jóan Petur. Brævið er dagfest 9/10-1900 og er svar upp á bræv frá Jóan Peturi 26/9, sum m.a. hevur rúmað „Brúðarvísuni,“ sum hesin setningur sýnir:

Takk fyri brúðarvísuna. Mær tykist hana vera frálíka.

Jóan Petur hevur ætlað vísuna í Fuglaframa, men Sverri hevur í hyggju at geva út eina lítla bók við úrvaldum tilfari og vil fegin hava „henda gloypibitan,“ sum hann tekur til, við í bókina. 25-oyra bókin, ella sum heitið verður: Dagdvølja, kemur av ymiskum ávum ikki fyrr enn í juli 1901.

Soleiðis er føroyska brúðarvísan álíkavæl íkomin av Fuglaframa ávum og kemur út millum manna á henda hátt, og í Fuglaframa, 4. árg., nr. 12 frá 24. september 1901 stendur at lesa: »Tann føroyska brúðarvísan var fyrstu ferð kvøðin, so vítt sum vit vita, í brúðleypinum hjá J. Dalsgård Velbastað og Sigrid Olsen Lervík tann 19. í h.m.«

Í mun til upprunaútgávuna í Fuglaframa er stavsetingin í vanliga nýtta tekstinum til føroysku brúðarvísuna í støðum munandi broyt, men annars er bert okkurt hendinga orð broytt, sum t.d. »slík ein veitsla« í staðin fyri »slíkur ein festur« í ørindi 24. Yrkjarin Jóan Petur Gregoriussen (1845-1901), ið vanliga varð kallaður Jóan Petur uppi í Trøð, var Kvívíkingur, og er í dag serliga kendur fyri – umframt føroysku brúðarvísuna – at hava yrkt Vaagen og Gentukæti (Her nógv er at gera/Til Havnar vit fara). JPG var virkin í tjóðskaparrørsluni, og høvdu yrkingar hansara til fólkafundirnar alstóran týdning.

Innihaldið í føroysku brúðarvísuni

Vísan hjá JPG er – eins og danska brúðarvísan – bíbilsk. Hóast vit – íblást av rammufrásøgnini í donsku brúðarvísuni – kunnu lesa

Tit lýðið tí á og hoyrið til,
tit brúðarfólk og hvør sum vil,
hvat skriftin harum skýrir.

í endanum á øðrum ørindi (harum sipar til hjúnaskapin), og aftur í seinasta ørindi síggja eina bøn fyri brúðarparinum

Lat gleðina ljóma um hesi tvey,
sum tú vildi saman beina!
Várharra hann leiði og styði tey,
til tíðin seg sundur man greina,
sum hann leiddi mangan til evstu nátt.
Ja, vit mugu sanna, tað er ikki gott,
at maðurin livir so eina.

so er hetta ikki ein rammufrásøgn á sama hátt, sum danska brúðarvísan. Vísan hjá JPG hevur – mótsatt donsku vísuni – ikki nakran beinleiðis reyðan tráð. Evnini tykjast at vera sjálvt hjúnalagið og tað, sum heilagu skriftirnar siga um hjúnalagið, kryddað við romantiskum, lýriskum lýsingum umframt sjálvur dansurin. Í tíð leypa vit millum báðar pallarnar: nútíðina í brúdleypinum og tær bíbilsku søgurnar. Eisini innihaldsliga fer yrkjarin víða – sum víst á í (Næs, 2006), kemur yrkjarin m.a. inn á skapanarsøguna við Ádam og Evu; bíbilsku søguna um tá Ísakur fær Rebekku til konu; Rómverjabrævið 7,3; fyrra Pætursbræv 3,1-7; Efesusbrævið 5,22-33; Orðtøk Sálomons 18,22. Soleiðis er vísan partvíst íblást av donsku brúðarvísuni, men bert í lítlan mun. Íblástur hevur helst eisini verið frá vísuni I dannemænd, enhver for sig, serliga 5. ørindi (sí eisini niðanfyri):

I Qvinder! der er Eder sagt,
I skal jers Mænd adlyde;
Thi Manden haver Overmagt,
Han raade bør og byde.
Naar Manden æres, æres Gud,
Thi Gud gav den Befaling ud,
Saa bør man det udtyde.

Hesin hugsháttur sæst týðuliga aftur í ørindunum 13-15, sum viðgera konuna og hennara leiklut í hjúnabandinum, og verður hetta eisini viðgjørt aftur niðanfyri. Til ber soleiðis at býta føroysku brúðarvísuna sundur á hendan hátt:

  • 1.-2. ørindi: Inngangur um skapanina og fyrstu hjúnini, Ádam og Evu, umframt at vit nú skulu lýða á, hvat skriftin sigur um hjúnaskapin.
  • 3.-6. ørindi: Ábraham fær soninum, Ísaki, Rebekku til konu.
  • 7.-12. ørindi: Hjúnabandið og kærleikin – flættað saman við ymsum tilsipingum til bíbliuna.
  • 13.-15. ørindi: Konan og hennara leiklutur.
  • 16.-17. ørindi: Maðurin og hansara leiklutur.
  • 18.-20. ørindi: Kærleikin í viðgangi og mótgangi – ein bøn fyri hjúnunum, at tey skulu klára skerini.
  • 21.-25. ørindi: Dansurin og brúdleypsveitslan og gleiðin, ið kemur harav.
  • 26. ørindi: Bøn fyri brúðarparinum.

Mangar hava meiningarnar verið – og eru enn – viðvíkjandi hesu føroysku brúðarvísuni. Nakrar fáar verða vendar her, uttan tó beinleiðis at taka støðu til tær.

Eingin ivi er um, at í tjóðskaparrembingunum frá uml. 1900 og frameftir var tørvur á at hava eina føroyska brúðarvísu – serliga hjá teimum tjóðskaparsinnaðu. Hetta sæst eisini aftur við tað, at hendan vísan serliga fekk undirtøku, har sjálvsstýrisrørslan var sterk – í Kirkjubø, á Velbastað, í Kvívík og t.d. á Kirkju – meðan hon ikki hevur vunnið somu undirtøku í t.d. Nólsoy, Sandoynni og í Suðuroy. Einki er heldur at ivast í, at sjálvt í dag er stórur tørvur á eini føroyskari brúðarvísu, tí ikki so sjáldan er at hoyra, at brúðarpør biðja um føroysku brúðarvísuna, tí tey eru føroyingar – hetta hóast tey hvørki kenna føroysku ella donsku brúðarvísuna.

Føroyska brúðarvísan er styttri enn tann danska, og eisini eru nógvar orðingar, sum eru lættari enn í donsku – og eisini ber seinasta regla uppá rím. Tó er hon helst tyngri at læra at skipa, tí har er ikki ein beinleiðis søgugongd, og enntá er ikki altíð beinleiðis samband millum fyrstu 4 reglurnar og síðstu 3 reglurnar í hvørjum ørindi. Tað er helst eisini ein vansi, har báðar vísurnar verða brúktar, soleiðis at tað nú eru tvær vísur, ið skulu lærast, og tí kasta summi frá sær: Tey tíma ikki at læra seg eina til eitt brúdleyp, tí til næsta brúdleyp er kanska ein onnur.

Harumframt falla ørindini 13-15 mongum fyri bróstið, tí tey kunnu tykjast kvinnukúgandi. Tað er tí ikki so sjáldan, at nøkur av ørindunum 13-17 verða løgd burturúr við vilja. Í ørindi 7 verður eisini sipað til, at Ábraham fekk soninum konu, men nú er hjartasakin meiri frí. Øll hesi ørindini standa nærmast í andsøgn til donsku brúðarvísuna, sum ongar slíkar formaningar hevur, og enntá í ørindi 21 svara faðir og bróðir Rebekku, Betuel og Laban, umbønini hjá Eleazar um, at Ísakur skal fáa Rebekku til konu, m.a. við orðunum:

Vort samtykke vi nok give dig,
vor søster selv må svare for sig,
hvad hun derom kan tykkes.

Aftur í næsta ørindi, verður – eins í bíbliuni – sagt, at Rebekka sjálv gjørdi av:

Rebekka blev kaldet for dem ind
frivillig selv at svare:
»Har du det stadig i dit sind
med disse mænd at fare
fra land og folk, som du est født,
du skal ej sige at du varst nødt,
din vilje skal du nyde?«

Hvussu er og ikki, so er føroyska brúðarvísan nógva staðni norðanfjørðs nógv vanligari enn tann danska – her serliga vesturbygdirnar á Streymoynni, nógvar bygdir norðanfyri og í Norðoyggjunum, meðan støð sum í Nólsoy, í Sandoynni og í Suðuroy er nokk meiri øvugt. Tey størru støðini, har nógv tilflyting hevur verið ymsa staðni frá – so sum t.d. Havnin og Runavík – er heilt nátúrliga meiri blandað, tí fólk hava ofta brúkt siðvenjuna, haðani tey sjálvi koma.

Lagið, sum verður brúkt til føroysku brúðarvísuna, er tað vanliga lagið (sum verður brúkt norðanfjørðs) til donsku brúðarvísuna. Her ber til at hoyra Sigmund í Hoyvík skipa føroysku brúðarvísuna saman við Dansifelagnum í Havn:

Føroysk týðing av brúðarvísuni – Tit, brúðarfólk góðu, nú lýðið á

Axel Tórgarð hevur gjørt eina vala týðing av donsku brúðarvísuni I ærlige brudefolk. Hon varð fyrstu ferð prentað í føroysku bløðunum í november/desember 1989. Ein ábøtt útgáva varð prentað í Sosialinum og Dimmalætting í november 1994. Hendan týdda vísan hevur viðhvørt verið brúkt í brúðardansi, men hevur ikki vunnið líka stóra undirtøku sum hinar báðar.

Axel Wenningstedt Tórgarð, ið varð føddur 31. mars 1923 í Havn og doyði 24. mars 2011, var sonur H.C.W. Tórgarð. Hann var stjóri í nýstovnaða Útvarpi Føroya í nøkur ár, til hann gjørdist prestur í Norðurstreymoy; hann hevur á eldri árum verið serliga virkin sum týðari. Axel Tórgarð hevur serliga týtt klassiskar bókmentir úr enskum til føroyskt, men eisini nakað úr grikskum. Axel eigur børnini Súsonnu, Riu og Hans Tórgarð, sum øll eru sjónleikarar. Mamma Axels, sum doyði tá Axel var lítil, var úr Nólsoy, og var av góðari kvæðaætt. Tvíburi Axels, Poul Eide, vaks upp hjá mostur síni, Mariu Eide, í Funningi. Ein annar beiggi Axels, Martin Tórgarð, vaks upp hjá eini aðrari mostur í Nólsoy. Poul og Martin vóru millum bestu kvøðarar í Føroyum í sínari tíð. Í familjuni Tórgarð er hópin av fólki við listarligum gávum umframt sjálva kvøðingina – sjónleikarlist, tónlist og filmslist.

Susannes vise – Hører til, I piger og kvinder

Susannes vise er ein versificerað endursøgn av teirri apokryfisku frásøgnini um Dánjal og Súsannu. Hetta er ikki ein partur av vanliga tekstasavninum í bíbliuni, men til ber at lesa søguna á donskum, sum er ein forsøga undan Dánjal, 1. kapitli. Søgan er í stuttum hendan. Súsanna verður gift einum mætum ísraelitti. Teir elstu, ið eru dómarar og stýra bygdini, koma javnan á gátt har, og tveir teirra fara at girnast Súsonnu. Teir varnast girndina hjá hvørøðrum og leggjast ein dagin at lúra meðan Súsanna einsamøll baðar sær í avlæstu parkini hjá manni sínum. Teir krevja, at hon skal liggja við teimum, annars ákæra teir hana fyri at hava ligið við einum ungum manni. Hon noktar og teir fara at rópa, fortelja at teir funnu Súsonnu liggjandi undir einum træi við einum ungum manni. Teir fáa hana dømda til deyðis, men sum hon verður førd burtur rópar Dánjal úr mannamúgvuni, at hon er ósek og at teir elstu lúgva. Hann avdúkar teir við at spyrja teir einsæris frammanfyri mannamúgvuni, hvørjum træi tey lógu undir. Síðani verða teir báðir dripnir, og Dánjal vinnur mikla virðing millum manna. Vísan Susannes vise – ella Hører til, I piger og Kvinder sum hon eisini verður nevnd – stendur eins og Isaaks Giftermaal í sálmabókum hjá Cassube.

Jakob Hejnesen syngur part av Susannes vise:

Í eldri heimildum sæst, at Susannes Vise í rúma tíð flestu staðir hevur verið fastur táttur aftaná brúðarvísuna Isaaks Giftermaal. Soleiðis nevnir (Lyngbye, 1821, pp. 216) raðfylgjuna til at vera Isaaks giftermål, Susannes vise og Kong Hans, og hann skoytir uppí “Disse tre Sange bliver ved ethvert Bryllup altid efter deres Orden afsjunget; dernæst følge de øvrige Qvæder, hvis Orden ikke er saaledes bestemt, men vælges i Fleng, ligesom det falder enhver Forsanger ind.” Hammershaimb nevnir eisini Isaaks giftermål og Susannes vise sum fyrstu tvær vísurnar, og so sigur hann, at triðja vísan kundi vera Kong Hans ella Ridder tager Høg, og Svende tager Hund. Sørensen umtalar í 1862 somu vísur sum Lyngbye sí (Sørensen, 1969). Johanna Maria Skylv Hansen sigur í (Hansen, 1968), at Isaaks giftermål verður altíð tikið, hareftir kundi Susannes vise, Fisken tager sin føde ella I Dannemænd enhver for sig vera tikin, men at Kong Hans varð altíð kvøðin. Aðrar keldur nevna eisini Susannes vise, og eingin ivi tykist at vera um, at hon í langa tíð helst eisini hevur verið fastur partur av brúðardansinum nógvastaðni. Í dag er brúk av Susannes vise tó púra burturdottið – møguliga partvíst av tí, at frásøgnin ikki er við í vanligu bíbliuni, ið verður brúkt nú á døgum.

I Dannemænd enhver for sig

Omanfyri og í brotum í (Joensen, 2006) síggja vit vísuna I Dannemænd enhver for sig nevnda í summum heimildum sum eina andaliga vísu, ið kom sum fyrsta ella onnur vísa aftaná donsku brúðarvísuna Isaaks giftermål. Niðanfyri stendur eisini nevnt, hvussu hendan vísan varð brúkt í sambandi við skikkin at mana brúður og brúðgóm til songar. Omanfyri er eisini nevnt, hvussu okkurt ørindi sæst aftur í føroysku brúðarvísuni. Hendan vísan hevur tó ikki verið líka vanlig sum Isaaks giftermål og Susannes vise. Petter Dass, ið var teologur, prestur og yrkjari frá Helgeland í Norðurnoregi og livdi frá 1647 til 1707, yrkti vísuna I Dannemænd enhver for sig. Hon varð prentað í hansara katekismussangum frá 1714, sum veruliga itu “D. Morten Luthers Lille Catechismus, Forfattet I Bekvemme Sange Under Føyelige Melodier”. Hetta var bóklingur ætlaður at læra fólk Lítlu Katekismus Luthers gjøgnum sang, og varð hon brúkt við hús og til privatar andaktir. Sangirnir hjá Petter Dass fingu eina veruliga endurreisn aftur í 19. øld, og millum kendastu sangirnar í hesum bóklingi er HErre GUD! Dit dyre Navn og Ære, sum í upprunahandritinum hevur 16 ørindi og er frágreiðing til aðru bønina í Faðirvár: Heilagt verði navn Títt. Ein partur av bóklinginum eitur Huus-tavlen forfattet i tolv sange, og her er fimti sangurin, við heitinum Den Femte Sang, Om Ægte-Folkes Embede, ið er júst I Dannemænd enhver for sig. Brúk av hesi vísu er heilt burturdottið í dag, hóast eldri fólk enn minnast hana brúkta – og hóast vísan helst als ikki er ætlað at vera kvinnukúgandi, men heldur eitt slag av vegleiðing til at fáa hjúnarbandið at hepnast, so man serliga fimta ørindi falla mongum fyri bróstið í dag.

Í heftinum hjá Petter Dass stendur at I Dannemænd enhver for sig verður sungin sum I ærlige brudefolk. Lagið, sum verður brúkt er eisini sama sum vanliga lagið til donsku brúðarvísuna, og her kunnu tit hoyra Hilmar Kass skipa I Dannemænd enhver for sig saman við Dansifelagnum í Havn:

Skikkir í sambandi við brúðarvísurnar

Í brúðardansinum í Føroyum er ein tríeind, sum er knýtt saman: Brúdleypið/giftarmálið – Kirkjan/tað andaliga – Føroyski dansurin/kvæði/vísur. Hetta eru trý sterk øki, sum hvør sær eru serliga siðbundin og hava heilt fastar, ofta aldargamlar, skikkir. Brúðardansurin er soleiðis ein siðvenja á markamótinum millum hesar tríggjar heimarnar. Tí er ikki løgið, at skikkur og siðvenja komu at hava ein sterkan leiklut her.

Hvussu og nær andaligu vísurnar eru komnar Føroya og tiknar í brúk er ikki møguligt at fáa at vita. Elstu keldurnar, sum umtala skikkin fáa tað at ljóða sum ein gamlan skikk, men áðrenn trúbótina eru tær so av góðum grundum ikki komnar. Mest sannlíkt er helst at tær eru komnar í seinnu helvt av 17. øld, saman við sálmabókum, sum umtalað omanfyri.

Hvussu hesar andaligu vísurnar eru komnar inn í dansin, vita vit heldur ikki, men á bl.s. 222-231 í (Joensen, 2006) er nógv at frætta um dansin. Greitt er, at í gomlum døgum var fyrst døgurði við einum høvuðsborði aftaná vígsluna har mestsum bert prestur helt talu fyri brúðarparinum, og síðani bleiv brúðardansurin dansaður. Síðani hava hini borðhaldini verið og um kvøldið nátturði. Aftaná nátturða varð hildið á at dansa, brúðarparið varð manað í song, og so helt dansurin aftur á (Joensen, 2006). Soleiðis hevur brúðardansurin fyrr ligið nógv meiri nátúrliga í forleingilsi av andaliga partinum: vígsluni í kirkjuni. Sagt verður eisini frá, at prestur var í messuskrúð uppi í dansinum, og at dansurin var seinur, hóvligur og hátíðarligur. Skonkt hevur aldrin verið til brúðarvísurnar. Eisini eru søgur um prestar frá farnu øld, sum fortelja frá fjarskotnum plássum, at tað enn vóru fólk, sum ivaðust í, um vígslan stóð við makt, tá prestur ikki hevði luttikið í brúðardansinum. Brúðardans kundi man dansa í føstu og sjálvt syrgjandi einkjur ella einkjumenn kundu luttaka, og dansast mátti ikki í húgvu. Alt hetta vísir greitt á, at brúðardansurin hevur verið heilagur, og at hann hevur verið fataður sum eitt neyðugt beinleiðis framhald av tí kirkjuliga og andaliga partinum av brúdleypshátíðarhaldinum.

Hóast brúðarvísurnar helst eru komnar her í seinnu helvt av 17. øld, hava uttan iva aðrar vísur verið brúktar til dans í brúdleypi. Serliga vísur, sum prísa brúdleypum hjá valdsharrum og vakurleika, vitinum ella tí góða hjartanum hjá valdsharrum ella teirra makum. Í (Lund, 1904) lesa vit um brúdleypsskikkir í 16. øld í Danmark og Norðurlondum m.a.

En af de sædvanligste Viser til Dans ved Bryllup var da fremdeles Kong Hans’s Brudevise. Endnu langt ind i det 19de Aarhundrede anvendtes den stadigt til Bryllupsdans paa Færøerne. Og at den alt i alt i det 16de Aarhundrede havde tjent længe, fremgaar af, at den i sin daværende Form egentlig kun var en Genklang af de tidligere kongelige Brudeviser lige fra Visen om Dronning Dagmars Brudefærd, hvis Ejendommeligheder lidt efter var blevne skurede af eller slaaede fast som fælles for alle, saa at nu alle Kongebrude kom sejlende hertil paa samme Vis og Navnet Kong Hans simpelthen blot behøvede at ombyttes med Christiern den Anden eller Frederik den Anden, naar Tiden krævede det.

Nú er vanliga eingin døgurði eftir kirkjuna, men bert stórur nátturði. Eisini er vanliga bert eitt borðhald, og tá tað er liðugt verður farið undir brúðardansin og so onkra vísu ella kvæði til brúðardans. Aftaná er oftast brúðarvalsurin og síðani enskur dansur – viðhvørt skiftivís við føroyskan dans. Soleiðis er brúðardansurin nú fluttur inn í tann meiri vertsliga partin av brúdleypinum – tó hevur onkutíð verið at frætt um í nýggjari tíð, at brúðardansur hevur verið millum vígsluna og sjálva brúdleypsveitsluna.

Raðfylgja í ringinum

Fast hevur verið – og er í stóran mun enn – at tey sum kunnu dansa parvís: kvinnan frammanfyri mannin, t.e. kvinnan vinstrumegin mann sín – og er hetta serliga galdandi fyri brúðarparið. Flestu heimildir siga frá, at høgrumegin prest er brúðurin og síðani brúðgómurin. Ymiskt er hvar keldurnar seta t.d. deknin, foreldrini at brúðarparinum og skiparan ella skipararnar. Í dag er mest vanligt, at til vinstru fyri brúðrina er prestur, um hann er til staðar, síðani skiparin og frammanfyri skiparan teir, ið eru at stuðla skiparanum; høgrumegin brúðrina er brúðgómurin, móður og faðir at brúðrini og síðani móður og faðir at brúðgóminum. Eingin eigur at fara uppímillum hesi í ringinum. Eisini er skikkur, at brúðarparið ikki skal syngja við, men lurta eftir vísuni, sum gestirnir syngja fyri teimum.

At skeinkja snaps og vín

Eitt sindur skiftandi og ymiskt hevur verið við brennivínssiðunum. Í øllum førum varð ongantíð skonkt til sjálvar tær andaligu vísurnar, og verður tað heldur ikki enn. Fyrr varð gjarna skonkt aftaná hesar, og alt eftir tíð og stað, so fingu menninir brennivín og kvinnurnar vín – viðhvørt varð kanska bíðað til eisini t.d. Kong Hans ella Fisken tager sin føde i vand var kvøðin. Um ikki er talan um avhaldsbrúdlup, so er í dag er vanligt at skeinkja til fyrstu vísuna aftaná brúðarvísuna. Øll, sum tað sømir seg at bjóða (vegna aldur o.t.) fáa bjóðað snaps. Ein ella tveir skeinkjarar stilla seg inn í ringin og bjóða. Byrjað verður við skiparanum, og síðani verður farið gjøgnum ringin til høgru, t.v.s. at næsti sum fær, er tann sum er undir høgru lið á skiparanum. Soleiðis verður hildið fram til komið er aftur til skiparan, sum fær bjóðað seinasta snapsin, áðrenn skeinkjarin fer úr ringinum. Tískil stendur skeinkjarin nærum stillur. Um tveir skeinkjarar eru, skulu teir standa lið um lið, og skiftast um at bjóða sum tað passar seg best.

Brúður og brúðgómur verða manað til songar

Út á kvøldið, tá øll høvdu fingið nátturða, so var í Føroyum skikkur at mana brúður og brúðgóm til songar. Hetta var ein felags norðurlendskur ceremoniellur skikkur. Fyrst var brúðurin manað tríggjar ferðir til songar, og tá fóru kvinnurnar dansandi til songar við henni og sungu

I Qvinder, der er Eder sagt,
I skal Jer Mænd adlyde
Thi Manden haver Overmagt,
Han raade bør og byde.
Naar Manden æres, æres Gud,
Thi Gud gav den befaling ud,
Saa bør man det udtyde.

Síðani varð brúðurin hálvt úrlatin, meðan brúðgómurin varð manaður triðju ferð til songar. Tá fóru menninir dansandi við honum til songar, meðan teir sungu I Dannemænd enhver for sig (sí meiri um hesa vísu omanfyri; ørindið omanfyri er fimta ørindi úr hesi vísu). Teir tingaðust við kvinnuna, sum hevði duravaktina til brúðarkamarið, og at enda mátti hon geva eftir. Síðani varð eisini brúðgómurin hálvt úrlatin. At enda vórðu nakrir sálmar sungnir og bøn biðin fyri brúðarparinum, áðrenn brúður og brúðgómur fingu koss og farið var aftur í dans, at dansa so leingi brúdleypsgestunum lysti – eisini eru heimildir, sum siga frá, at prestur var til staðar og helt eina talu fyri brúðarparinum í brúðarkamarinum. Hesin siður, at mana til songar, sum í dag er púra burturdottin, er nógv nágreiniligari lýstur á bl.s. 144-150 í (Joensen, 2003).

Vísur og kvæði til brúðardans

Aftaná brúðarvísu ella -vísurnar vórðu vísur ella kvæði, sum onkursvegna passaðu til høvið, dansað og kvøðin. Verður hugt í heimildirnar, so sæst, at Kong Hans hevur næstan allastaðni verið fastur táttur aftaná brúðarvísurnar – og helst enntá langt áðrenn brúðarvísurnar eisini. Fleiri aðrar vísur verða nevndar eisini, og fara vit stutt at umtala hesar. Serliga aftaná tjóðskaparrørslan tók seg upp í seinnu helvt av 19. øld, er tað vorðið alsamt vanligari, heldur at brúka onkur føroysk kvæði, so sum Harra Pætur og Elinborg ella Leivs kvæði.

Kong Hans hann sidder på København

Í áttanda parti í (Lund, 1904) verður greitt frá »den egentlige Dans« og verður hann nevndur »ældgammel« og minnir um føroyska dansin á tann hátt, at her eru gamlar vísur við einum skipara og niðurlagi til í sambandi við brúdleypssiðir í 16. øld. Sum greitt frá omanfyri, verður m.a. sagt, at enn var ein av vanligastu vísunum Kong Hans. Teksturin, sum føroyingar vanliga brúka til Kong Hanses bryllup – vanliga nevnd Kong Hans han sidder på København ella bert Kong Hans – stendur í Danske Kæmpe- og Folkeviser, sum H. N. Jacobsensens bókahandil regluliga hevur prentað; annars stendur hon eisini sum nummar 166 í Danmarks gamle Folkeviser. Vísan snýr seg um, tá Kong Hans av Danmark, Noregi og Svøríki varð giftur. Hann varð giftur í 1478 á Københavns Slot við Christine av Sachsen (1461-1521), ið var dóttir fúrsta Ernst av Sachsen. Kong Hans, ið livdi frá 1455 til 1513, var kongur yvir Danmark 1481-1513, Noregi 1483-1513 og Svøríki 1497-1501, og var soleiðis egentliga ikki kongur, tá hann giftist. Vísan handlar um, hvussu hann sendir sveinarnar Erik Ottesen, Verner Pazberg og Claus Rønnow at vinna sær brúðrina. Erik leikaði um hana í gulltalvi og vann hana til harra sín, og førdu teir hana so heimaftur. Í vísuni síggjast nógvir parallellar til tær báðar vísurnar um Dronning Dagmar: Strangirs vísa og Bøhmerlands Dronningen.

Kong Hans hevur til fyri stuttum verið vanlig at kvøða í brúdleypi summa staðni – til dømis í Nólsoy og á Velbastað. Í dag er hetta tó nærum burturdottið, og er tað helst bert okkurt hendinga gullbrúdleyp, har vísan enn verður kvøðin. Niels á Velbastað skipar Kong Hanses bryllup saman við Dansifelagnum í Havn:

Fisken tager sin føde i vand

Fleiri keldur siga frá, at Fisken tager sin føde i vand – sum eisini verður kallað Esbern og Sidsel – hevur verið kvøðin til brúdleyp; enn eru nógv fólk, sum minnast hesa vísu úr brúdleypum. Hóast vit vita um okkurt einstakt brúdleyp í nýggjari tíð, har vísan hevur verið kvøðin, so er hon so at siga burturdottin, og verður bert brúkt í onkrum hendinga gullbrúdleypi, har nógv dansifólk eru savnað. Teksturin stendur í Danske Kæmpe- og Folkeviser. Vísan stóð eisini í Peder Syvs vísubók, men har er fyrsta ørindi ikki við – tað er møguliga komið gjøgnum flúgvibløð í 17. og 18. øld (sí 250M í Danmarks gamle Folkeviser).

Vísan snýr seg um trúskap og trúfesti. Søgan í stuttum er hendan. Esbern og Sidsel giftast. Esbern má fara jorsalsferð, men Sidsel bønar hann um ikki at fara, tí hon er við barn. Hann fer kortini, men lovar at koma aftur um eitt ár. Tað gingu tó átjan ár, áðrenn hann kom aftur. Tá gav hann seg ikki til kennar, og læt Sidsel tváa honum. Tá Sidsel hevði sagt frá hennara sorg og longsli, gav hann seg til kennar. Dóttirin varð leidd inn fyri pápa sín, og har var stór frøi á garðinum. Seinasta ørindi lýsir væl boðskapin í vísuni:

Et spejl for ægtefolk de vare,
hinanden de ej ville svige,
dog skilsmisse vared i atten år,
de bleve trofaste tillige.

Hilmar Kass skipar Fisken tager sin føde i vand saman við Dansifelagnum í Havn:

Bøhmerlands Dronningen

Dronning Dagmar (uml. 1186-24. mai 1212) gjørdist sum kona Valdemar Sejr donsk drotning. Hon var fødd prinsessa Markéta Přemyslovna av Bøhmen, dóttir Ottokar fúrsta, ið seinni varð kongur, og Edel av Meissen á kongsborgini Vyšehrad í Prag. Valdemar Sejr (Valdemar annar), ið livdi frá 1170 til 1241, var kongur av Danmark frá 1202 til sín deyða. Í 1205, tá hon var umleið átjan ár, varð Dagmar trúlovað danska konginum, ið fríggjaði til hennara gjøgnum svein sín Strangir hin unga. Brúdleypið verður hildið í Lübeck sama ár. Dagmar doyr í barsilssong tann 24. mai 1212, aftaná at hon í 1209 hevði átt sonin Valdemar hin unga (Valdemar triði), ið doyr í 1231, tá hann av misskeytni varð skotin á veiðiferð. Valdemar giftist seinni Berengaria ella Bengerd av Portogal, og fingu tey saman fýra børn, m.a. eftirfylgjaran Erik Plovpenning.

Í eftirtíðini hevur Dronning Dagmar verið almikið elskað av danska fólkinum, og hevur hennara persónur livað víðari í sagnum og vísum. Hon hevði ynski um at bøta um korini hjá teimum fátæku og fangunum, og at avtaka skattin á plógvunum, tann hataða plóvpenningin. Hetta vóru ábøtur, sum veruliga hendu, meðan hon var á lívi – og at sonur Valdemars Sejr, Erik Plovpenning, innførdi plóvpeningin aftur, hevur helst givið henni enn hægri virðing millum manna.

Tað eru tríggjar vísur um Dagmar, ið eru serliga kendar. Fyrsta er Dronning Dagmar og Junger Strange 1205, ið er kend í Føroyum undir heitinum Strangirs vísa, og finst í bæði føroyskari útgávu og í útgávu, ið er skiftivís donsk og føroysk. Her fer Stangir til Bøhmen og vinnur Dagmar í talvi og førir hana heim til Danmarkar. Onnur er Dronning Dagmar i Danmark 1205 – eisini kend sum Det var Bøhmerlands Dronningen ella bert Bøhmerlands Dronningen. Hon snýr seg um heimkomuna hjá Dagmar til Danmarkar og hennara ynski um at lætta um hjá teimum fátæku. Triðja vísan er Dronning Dagmars død 1212 – vanliga nevnd Dronning Dagmar ligger udi Ribe sjug. Hon snýr seg um, hvussu Dagmar doyr í barsilssong (møguliga aftaná at roynt hevur verið at tikið barnið út við keisaraskurði). Kongurin er ov seinur heim, men fer í bøn, soleiðis at Dagmar kemur fram fyri hann aftur. Her endurtekur Dagmar síni ynski og ávarar Valdemar ímóti at lata sonin fara út í leding og ímóti at giftast Bengerd, tí hon fer at føða ein son, ið ikki ber gott við sær. Hesar vísurnar eru ávikavist nummar 132, 133 og 135 í Danmarks gamle Folkeviser.

Tað verður frá fleiri keldum sagt frá, at vísurnar um brúðarferðina hjá Dagmar hava verið brúktar til brúdleyp, og í (Lund, 1904) verður róð framundir, at vísur sum t.d. Kong Hanses bryllup bert eru enduryrkingar av hesum vísum. Enn í dag verður vísan Bøhmerlands Dronningen enn javnan brúkt. Helst tí hon er rættiliga stutt, hevur niðurlag og hampuliga nógv duga uppií. Teksturin, ið verður brúktur, er úr Danske Kæmpe- og Folkeviser.

Martin Tórgarð skipar Bøhmerlands Dronningen saman við Dansifelagnum í Havn:

Harra Pætur og Elinborg

Sum sagt hava donsku vísurnar havt minkandi undirtøku seinastu góðu 100 árini. Hetta hevur m.a. havt við sær, at føroysk kvæði eru gjørd alsamt vanligari aftaná brúðarvísuna. Vanligasta kvæðið ella vísan aftaná brúðarvísuna í dag er uttan iva Harra Pætur og Elinborg. Viðhvørt hendir tað seg enntá, at bert Harra Pætur og Elinborg verður tikin, um tað ikki eru nógv dansifólk og hildið verður, at brúðarvísan verður ov tung. Kvæðið er rættiliga lætt: tað eru bert nøkur og hálvtrýss fýrareglu ørindi, kvæðið hevur niðurlag, tað er nógv endurtøka og fleiri ørindi kend aðrastaðni frá (so sum Kasta síni akker… og Uppi í miðum grasagarði… o.s.fr.).

Kvæðið er kent úr grannalondunum eisini, og evnið er klassiskt. Harra Pætur og Elinborg gerast góð. Tá Harra Pætur má fara út í verð, spyr hann Elinborg, um hon vil bíða eftir honum. Hon játtar og lovar at bíða í sjey vetur, um enn kongur fríggjar til hennara. Tíðin fer, og Harra Pætur kemur ikki aftur; men Elinborg frættir, at hann er í Danmark og hevur fest eina danska frú. Hon biður beiggja sín, Eirik, koma við sær til Danmarkar, men hann sigur, at tað er ei moyggjasiður at sigla í onnur lond. So mannar Elinborg skip við moyggjum og siglir til Danmarkar. Ikki gongur væl, men tá tær lova olmussu, sleppa tær til lands. Elinborg, sum hevur klipt hárið av, fer inn fyri Harra Pætur. Hann kennir hana aftur, og sigur við vív sítt, Ingibjørg, at hann má fylgja systursoninum á leið. Ingibjørg veit fullvæl, at hetta er kvinna, ið er komin eftir Harra Pætur. Meðan Ingibjørg stendur grátandi eftir, sigla Elinborg og Harra Pætur glað heim og gera brúdleyp. Kvæðið finst eisini í Føroyum í fleiri uppskriftum – meiri kann lesast um hetta kvæði í (Dahl, 1996).

Martin Tórgarð skipar Harra Pætur og Elinborg saman við Dansifelagnum í Havn:

Leivs kvæði – Leivur Øssursson

Eitt annað føroyskt kvæði, ið hevur vunnið frama, er Leivur Øssursson – ella Leivs kvæði, sum tað eisini verður kallað. Hetta er ikki líka ofta at hoyra sum Harra Pætur og Elinborg, kanska av tí at tað er eitt sindur torførari. Longdin er tann sama, gott hálvtrýss fýrareglu ørindi við niðurlagi; men tað er eingin uppafturtøka og fá ørindi, sum ganga aftur frá øðrum kvæðum. Harafturímóti fylgir kvæðið púrasta søgugongdini, ið er kenda søgan úr føroyingarsøgu um, tá Leivur Øssursson giftist Tóru, dóttir Sigmunds Brestirsonar. Fyri ordiliga at skilja søguna, er neyðugt at skilja stóran part av føroyingasøgu – hon verður tó ikki endurgivin her. Søgugongdin í kvæðinum er í stuttum, at Leivur, sonur Øssurs Havgrímssonar, fer saman við Gøtu-Tróndi til Skúvoyar at biðja dóttir Sigmunds Brestissonar, Tóru Sigmundsdóttir, til konu. Turið, mamma Tóru og einkjan eftir Sigmund, heldur lítið um hetta, men Tróndur krevur, at Tóra sjálv skal svara. Tóra sigur, at um teir svørja, at teir ikki drupu Sigmund, at teir finna útav, hvør gjørdi tað, og teir hevna Sigmunds deyða, so skal hon játta. Teir svørja. Síðani fara teir til Suðuroyar til Tórgrím illa. Teir binda Tórgrím og synirnar hansara, meðan Tróndur gandar Sigmund, Tórir og Einar innar í stovuna. Einar og Tórir komu dravvátir innar, meðan Sigmundur kom blóðugur við høvdinum undir armi. Tá teir høvdu funnið gullring Sigmunds í húsum Tórgríms, vórðu Tórgrímur og synirnir dripnir. Síðani giftist Leivur Tóru. Eldri sjóvarbóndin, Jens Christian Djurhuus (1773-1853), yrkti Leivs kvæði. Hann hevur eisini yrkt kvæðini Sigmunds kvæði yngra, Ormin langa, Grettis kvæði og Lorvíks-Páll. Tann mest brúkta uppskriftin er helst teksturin, ið stendur í Nýggju Kvæðabók 2 hjá Sverra Egholm.

Wentzel Kamban skipar Leivs kvæði saman við Dansifelagnum í Havn:

Onnur kvæði

Nógv onnur kvæði og vísur hava verið brúkt til brúdleyp, men hetta hevur ikki verið eins siðbundið og omanfyrinevndu. Væl hugsandi er, at Strangirs vísa í eldri tíðum hevur verið brúkt. Sverri Egholm sigur í Nýggju Kvæðabókini, at Kvæði um skapanina hevur verið brúkt í brúðardansi m.a. í Tjørnuvík. Onkur nevnir eisini Jeftas vísu. Í Dúgvuni verða Sjúrðar kvæðini nevnd. Helst hevur í ávísum plássum, familjum ella í ávísari tíð verið fastir skikkir eisini, ið nú eru burturdotnir.

Góð ráð til brúðardans

Vit fara at geva nøkur góð ráð viðvíkjandi brúðardansi. Fyrst eigur at verða umhugsað, hvørt føroyskur dansur skal vera til brúdleypið og møguliga brúðarvísa eisini. Tað er ikki neyðugt, at hava føroyskan dans ella brúðarvísu. Um er at hava føroyskan dans, kann vera eitt gott hugskot at meta, hvussu nógv av gestunum eru von at dansa. Um man metir, at vanligu brúðarvísurnar eru ov torførar, so ber saktans til bert at dansa t.d. Harra Pætur og Elinborg og so okkurt heilt stutt afturat. Er tað ov torført, kann eisini bara Flóvin Bænadiktsson vera tikin. Um brúðarparið kemur ásamt um at hava brúðarvísu, so eru her nøkur góð ráð.

  • Sig gestunum frá í sambandi við innbjóðingina, hvørjar vísur ella kvæði verða. Tit kunnu býta ørindini í brúðarvísuni millum gestirnar, so teir skulu læra seg minst 3 ávís ørindi í part (t.d. eftir fyrsta stavi í eftirnavni). Tit kunnu senda tekstin við innbjóðingini – ella leinki til tekst og lag, um innbjóðingarnar eru elektroniskar. Brúðarparið skal bert lurta, so teimum tørvar ikki at læra seg vísuna uttanat.
  • Rátt verður frá at dansa við teksti í hondini. Rátt verður eisini frá at hava uppvørpu. Rútman er ikki altíð so líkatil, og so verða skipararnir ofta tiknir púra av ræði. Eisini sær tað býtt út at helvtin av ringinum dansa við snaraðum høvdi.
  • Syrg fyri at fáa 3-5 fólk, sum hava góða og kraftiga rødd og eru von at skipa brúðarvísuna og hinar vísurnar ella kvæðini. Hetta kann oftast fáast fyri millum 1500 og 3000 krónur, og tá ber til at velja millum donsku og føroysku brúðarvísuna, Harra Pætur og Elinborg, Leivs kvæði og Bøhmerlands drotningina. Eisini ber ofta til at fáa skipararnar at taka onkra lætta vísu afturat nakað seinni, um enskur dansur er, og orkestrið heldur ein steðg.
  • Sigið skiparunum frá frammanundan, um tit hava serlig ynski. Hvørjar vísur og kvæði tit vilja hava, og um tit vilja hava eitt serligt lag. Um tit velja føroysku brúðarvísuna, so er ikki óvanligt, at biðja skiparan um at leggja ørindi um kvinnuna og hennara pláss burturúr, um brúðarparið ynskir tað. Vil brúðarparið ordiliga gjarna hava brúðarvísuna, men heldur, at hon verður ov tung, so ber eisini til at biðja skiparan at klippa burturav henni.
  • Stilla upp soleiðis at høgru megin brúðrina er brúðgómurin, síðani mamma og pápi brúðrina og hareftir mamma og pápi brúðgómin. Vinstru megin brúðrina er prestur, um hann er við til brúdleypið, og síðani skiparin, og hareftir tey, ið skulu stuðla skiparanum. Eingin skal fara upp í millum hesi fólkini.
  • Skonkt eigur ikki at verða, meðan brúðarvísan verður dansað; men tá hini kvæðini ella vísurnar eru, ber til at skeinkja. Týdningarmikið er, at skeinkjararnir vita, hvussu skonkt verður í einum dansiringi (sí omanfyri).
  • Vindeygu og hurðar skulu vera aftur, meðan dansað verður, soleiðis at eingin kaldur trekkur er. Annars kunnu tey, sum kvøða, brádliga missa málið. Tó er tað eitt gott hugskot at lufta væl út, áðrenn farið verður upp á gólv.
  • Tá borðhaldið er liðugt, verður ofta nógv tíð brúkt uppá at rudda dansigólvið. Hetta er ofta ein øgiliga deydlig løta, og nógv fólk fara viðhvørt avstað úr brúdleypinum hesa løtuna. Gott er at umhugsa, hvussu hetta kann skipast á besta hátt. Viðhvørt ber til at dansa føroyska dansin aðra staðni enn í stóru høllini – í onkrari gongd, øðrum rúmi, kjallara ella aðrastaðni. Minnist til, at ringurin skal vera tættur, og 100 fólk kunnu dansa føroyskan dans á einans 50 fermetrum – men tá er trongt! Best er, um tað er trægólv og ikki alt ov høgt til loftið og ikki alt ov vítt til veggja. Í meðan kunnu hini, sum ikki tíma at dansa, hjálpa við at rudda gólvið, har enskur dansur skal vera.

Keldur

Marianne Clausen, Hundredesyvvisebogen, H. N. Jacobsens Bókahandil, Tórshavn, 1995.

Marianne Clausen, Andalig vísuløgi Føroyum. Spiritual Songs in the Faroes, Stiðin, Hoyvík, 2006.

Árni Dahl, Søga og Stev I, Fannir, 1996.

Lucas Debes, Færoæ et Færoa reserata, 1673.

Johanna Maria Skylv Hansen, Gamlar Gøtur I, Tórshavn, 1968.

Leif Hansen, Brúðardansur ella bara dansur, 2013. http://www.kor.fo/wp-content/uploads/2013/05/Br%C3%BA%C3%B0ardansur-ella-bara-dansur.pdf

Jóan Pauli Joensen, I ærlige brudefolk – Bryllup på Færøerne, Museum Tusculanums Forlag, København, 2003.

Troels Lund, Dagligt liv i Norden – i det 16de aarhundrede, 11. bog: Bryllup, Gyldendalske Boghandel, Nordisk Forlag, København, 1904.

H. C. Lyngbye, Noget om Førøerne, især om de der brugelige bryllupsskikke í “Magasin for Rejseiagtagelser”, 1 bind, København, 1821.

Katrin Næs, Føroyingur fyrst – og so kristin í »Tveir yrkjararúr Kvívík«, Setursrit nr. 3 (Turið Sigurðardóttir, ed.), Fróðskapur, 2006, pp. 53-67.

H. J. J. Sørensen, Erindringer fra Færøerne í “Fra Færøerne/Úr Føroyum V”, København, 1969.

Barnadansistevnan

 

Barnadansistevnan hjá Sláið Ring og
Eysturoyar dansifelag  7.februar 2015    at
seta við……

Í
februar 2014 samtykti nevndin í Eysturoyar dansifelag, at vit saman við Sláið
Ring skuldu skipa fyri barnadansistevnuni 2015. So var at finna eitt hús, sum
hóskaði til endamálið. Av tí at vit høvdu dansistevnu fyri vaksin í Runavík
2013, so var upplagt at fara í onkra aðra bygd í oynni við barnastevnuni. Talið
av luttakarum hevur verið uml. 450 í nógv ár, so stórt hús mátti fáast.
Bygdarhúsið í Leirvík er eftir mínum tykki besta hús í landinum av sínum slag,
og tíbetur var tað tøkt hendan dagin, sum vit ynsktu at fáa húsið. 

Fleiri
tey fyrstu árini var barnadansistevnan í apríl, men so bleiv hon flutt, tí
ynski var um at hava hana í dansitíðini. Tíbetur  var veðrið gott tann 7. februar, men
veðurlagið hevur verið so stak vánaligt tað, sum farið er av hesum árinum, at
vit líka so væl kundu havt verið noydd at avlýsa stevnuna fyri veður. Tí mugu
vit hugsa um, um vit aftur skulu hava hana aftaná føstu.

Umleið
500 fólk vóru komin saman í bygdarhúsinum í Leirvík hendan dagin, og tað er tað
mesta, sum nakrantíð hevur verið í húsinum av fólki. Vit plaga at halda veitslu
í bygdarhúsinum 5.hvørt ár – seinast í novembur, tá Eysturoyar dansifelag fylti
45 ár – og eg haldi, fasta starvsfólkið í húsinum við Rasmusi Hansen á odda kom
serstakliga væl frá uppgávuni tann 7. februar, hóast hetta ikki líkist tí, sum
tey vanliga gera. Sum Rasmus alla tíðina hevur sagt um barnastevnuna: ”Hetta
verður spennandi og annaleiðis hjá okkum”. Ongantíð er so nógv kaffi kókað í
húsinum ein dag, og so trongt hevur tað ongantíð verið í lítla sali, har vit
dansaðu.  Í Leirvík síggja tey ikki
sólina í tríggjar mánaðir – frá 8.novembur til 2.februar, tá hon sæst aftur
har, sum útgrevsturin er á Toftanesi – og tí hava tey á hvørjum ári sólarkaffi
í bygdarhúsinum. Í ár skuldi hetta vera dagin eftir barnadansistevnuna tann 8.
Februar.

Yngsti
luttakari á stevnuni, var ein genta fødd um jóltíðir 2014 og elsti mundi vera
uml. 80 ár – “so gongur tann gleðistreymur í ring frá barni til abban gamla”,
sum I.P.Gregoriussen yrkir í brúðarvísuni. Ein fittur myrkhærdur smádrongur um
skúlaaldur var í føroyskum klæðum – penum reyðum vesti og mynstrutari
knappatroyggju.

Rasmus
Joensen setti stevnuna og so byrjaði dansurin uml. kl. 10.15. Fyrsta kvæðið var
Sigmundskvæðið Yngra, sum Karstin í Húsinum skipaði. Dansurin gekk væl, hóast
tað mundu vera 400-450 fólk uppií fyrstu løtuna og tá dansiskráin var liðug
uml. kl. 11.00  helt dansurin fram uttan
at støðgur kom í. Tøkum Lætt hevði valt sær nýggja kvæðið hjá Bergljót av
Skarði  “Risin og kellingin” – hóast
týðiliga yrkt til børn, so er tað eitt ordiligt kvæðið við góðum lag.  Kl. 11.30. fóru fyrstu bólkarnir útferð –
uml. helvtin av fólkinum – meðan hini ótu døgurða. Uml. kl. 13.00 skiftu
bólkarnir um.Fólk vóru væl nøgd við útferðirnar. Ein genta úr Klaksvík – tey vóru
útferð í Gøtu – hevði lurtað væl eftir tí, sum hon hevði hoyrt.  Tá hon var afturkomin og hevði fingið døgurða
, spurdi hon ommu sína um seyðabeinini, sum Árant hevði fortalt um, og hvussu
gomul tey mundu vera.

Stevnan
hevur fingið gott skoðsmál frá øllum, sum vit hava tosað við, og tað gleðast
vit um. Vit vilja fegin takka øllum tykkum, sum so hugagóð fóru til verka saman
við Eysturoyar dansifelag  fyri at fáa
hesa stevnuna at bera til  – Eysturkommunu
fyri fíggjarligan stuðul, Áranti á fornminnissavninum í Gøtu, Kristian Martini
á bátasavninum í Leirvík, Fríðfinni, tit øll í bygdarhúsinum í Leirvík fyri
eitt megnararbeiði, skúlanum  á Toftum
fyri plakatirnar, sum vit sluppu at prenta hjá tykkum og stóra takk fyri tær
uml. 50 køkurnar, sum komu úr øllum heraðshornum. Og stóra takk tit, sum komu á
stevnu úr øllum landinum.

Kathrina,
formaður í Eysturoyar dansifelag

Norðurlendsk stevna fyri ung

NORDISK SOMMERLEJR

I

VIBORG

11.-14. juli 2015

For unge fra hele Norden!

 

Glæd jer til en forrygende optakt til NORDLEK, hvor ungdommen rystes godt sammen

ved hjælp af dans, musik, rytmik, performance, iscenesættelse, kropsbevægelse og leg!

Er du glad for teater – er du danser eller spillemand – eller noget helt andet, så kom og

få nogle sjove, inspirerende oplevelser og find nye venner blandt unge fra hele Norden!

Sommerlejren er for alle friske, nysgerrige og engagerede unge i alderen +/- 14–25 år.

Lejren starter lørdag den 11. juli og slutter tirsdag den 14. juli, når NORDLEK-stævnet

begynder. Man kan vælge kun at deltage i sommerlejren eller man deltage i både lejren

og stævnet, så man får det fulde udbytte af turen til Viborg og god tid til at være sammen

med nye og gamle venner! :0)

Program

Lørdag den 11. juli

Ankomst og indkvartering i løbet af dagen/aftenen

Kl. 19.00 Aftensmad

Kl. 20.00–22.00 Bal med danse fra forskellige lande v/ Susanne og Vill

Kl. 22.00-?? Fri dans/jam/hygge

Søndag den 12. juli

Kl. 08.30–09.30 Morgenmad

Kl. 10.00–12.00 Workshop A + B + C

Kl. 12.30–13.30 Frokost

Kl. 13.30–15.30 Workshop A + B + C

Kl. 15.30–16.00 Pause

Kl. 16.00–18.00 Workshop A + B + C

Kl. 18.30–19.30 Aftensmad

Kl. 20.00-?? ”Leg uden grænser” v/ Susanne og Vill

Mandag den 13. juli

Kl. 08.30–09.30 Morgenmad

Kl. 10.00–12.00 Workshop D + E + F

Kl. 12.30–13.30 Frokost

Kl. 13.30–15.30 Workshop D + E + F

Kl. 15.30–16.00 Pause

Kl. 16.00–18.00 Workshop D + E + F

Kl. 18.30–19.30 Aftensmad

Kl. 20.00-?? Stomp – organiseret leg med rytmer – med alt, hvad der

kan larme! v/Johnnie Frederiksen – musikskolelærer og

folkemusiker – Herefter fri dans/jam/hygge

Tirsdag den 14. juli

Kl. 08.00–09.00 Morgenmad

Kl. 09.00–11.00 Fælles afrunding

Workshops

A: Teaterworkshop

Opdag din indre skuespiller! Livsglad teaterleg sprængfyldt med energi !

v/ Rebecca og Amalie fra teaterskolen HF Flow, Odense

B: Tips og tricks til samspil mellem dans og musik

Kom og improviser, bliv overrasket og få en sjov oplevelse!

v/ Frederik Pustelnik – uddannet fra folkemusikkonservatoriet i 2010 (violin) og

dertil en fremragende danser.

C: Dansk folkedans

Oplev dansk folkedans for fuld udblæsning – vild, sjov, svedig – og fuld af gode

venner! v/ Anette B. Dalstrup – uddannet instruktør og dertil en både dygtig

danser og spillemand.

D: Finsk folk jam og karelsk danse

Oplev Paula Kettu fra Finland, som giver os et indblik i forrygende finsk

folklore!

E: Svenske dansevariationer.

Oplev spændende dansevariationer fra Sverige med de engagerede instruk-

tører Per Olsson og Magnus Ewaldz fra Göteborg.

F: Crea’ Danse

Moderne, eksperimentel dans, kropsbevægelse, mimik, iscenesættelse –

en skøn blanding af dans og teater!!

v/den fantastiske franske koreograf og instruktør Claire Gattet, grundlægger af

dansegruppen Crea’ Danse ( www.creadanse.tarare.com )

Praktiske oplysninger

Sommerlejren finder sted på Vestervangskolen, som også bruges til overnatning ifm.

NORDLEK. Indkvartering i klasseværelser på skolen. Medbring selv liggeunderlag, sovepose

mv.

Sommerlejren er røgfri og alkoholfri!!

Pris DKK 500 pr. person.

Prisen inkluderer overnatning fra lørdag den 11. juli til tirsdag den 14. juli (3 nætter)

samt forplejning fra aftensmad lørdag til morgenmad tirsdag.

Tilmelding på www.nordlek2015.dk fra ca. 1. februar 2015.

Lejrchefer: Susanne og Vill Plesner-Petersen, svipp@mail.dk, tlf. +45 25159861

Vága Dansifelag hevur havt áraðalfund.

1. mars høvdu vit aðalfund í Vága Dansifelag.

Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali: Dánial Jákup Jørgensen, formaður, og Paula Vilhelmsen, næstformaður. Anna Elisa Jacobsen, kassameistari, stóð ikki fyri vali i ár. Paula ynskti at sleppa úr nevndini, og í hennara stað varð Lív Vilhelmsen vald. Elspa Suffía Joensen og Hans Pauli í Horni vórðu vald til varalimir.

Nevndin skipaði seg soleiðis:
Dánial Jákup Jørgensen, formaður
Lív Vilhelmsen, næstformaður og skrivari
Anna Elisa Jacobsen, kassameistari


Vága Dansifelag takkar Paulu fyri tey 26 árini í nevndini.


skrá fyri barnadansistevnuna 7. feb

 Barnadansistevnan 7.februar 2015 í Lorvík og Gøtu

Kl.  10.00 Rasmus Joensen setir stevnuna. Skrá fyri dagin.

Kl.  10.15 Øll dansa saman. Drekkamuður.

Kl.  11.30 Bólkur A fer útferð  við 2 bussum til  fornminnissavnið í Gøtu

Bólkur B fer útferð í Lorvík til gongu

Kl.  11.30 Bólkur C og D eta døðurða og so upp á gólv kl. 12.15

Kl.  12.45 Bólkur C fer útferð við 2 bussum til fornminnissavnið í Gøtu

Bólkur D fer útferð í Lorvík til  gongu

Kl.  12.45 Bólkur A og B eta døgurða og so upp á gólv kl. 13.30.

Kl.  14.00 Øll dansa saman

Kl.  15.00 Vit fara til hús aftur

 

Bólkur A:


Klaksvíkar dansifelag  47 fólk í buss nr.1

Lorvíkar skúli 39 fólk í buss nr. 2

Felagið á Látrinum  17 fólk – nøkur í buss nr.1 og nøkur í nr. 2

 

 

Bólkur B:

Dansifelagið í Havn  61 fólk á bátasavnið  við Kristian Martini 

Leikum Fagurt  35 fólk í Lorvíkar skúla við Fríðfinni

Losjan í Gøtu 25 fólk í Lorvíkar skúla við Fríðfinni

 

 

Bólkur C:

Frískúlin í Havn 69 fólk í buss nr. 1 og 2 til Gøtu

Tofta skúli og skótar 34 fólk í buss nr. 2 til Gøtu

 

Bólkur D:

Vága dansifelag 40 fólk á bátasavnið við Kristian Martini

Norðstreym.df. 23 fólk á bátasavnið við Kristian Martini

 Tøkum Lætt 52 fólk í Lorvíkar skúla við Fríðfinni

Jómsvíkingar 22 fólk í Lorvíkar skúla við Fríðfinni               

 

kvæðir sangir og vísur á Barnadansistevnuni

Yvirlit yvir kvæðini, sangirnar og vísurnar sum verða á Barnadansistevnuni.

 Kl.10.15

Eysturoyar dansifelag Sigmundskv.  yngra 32 ør.

Dansifelagið í Havn Kall og Svein ungi

Tofta skúli  Ynskifløskan(kvøðið 2 ferðir)


Tøkum Lætt Risin og Kellingin


Klaksvíkar dansifelag Ólavur Riddararós 18.ør


Skúlin í Lorvík Eg kendi mær ein ríkmann


Leikum Fagurt Mús uppá korn


Jómsvíkingar Ormurin Langi  20 ør.


kl.12.15 Frískúlin í Tórshavn Nykurs  vísa


Tofta skúli Mallebro


Skótar Kongaríkið í Bábylon


kl. 13.30 Felagið á Látrinum Nykurs vísa


Skúlin í Lorvík Stat op Sankta Simeon


Kl. 14.00 Lorvíkspáll – Jens Dalsgaard fortelur og vit kvøða 14  ørindir


Kl. 14.10 Losjan í Gøtu Í Gøtu ein dag


Vága dansifelag Leivskvæði 23.ør.


Dansifelagið í Havn Harra Pætur og Elinb. 19 ør


Eysturoyar dansifelag Stolt Signhild 

Barnadansistevnan 2015

Barnadansistevnan 2015 verður hildin í Lorvík leygardagin tann 7.februar 2015 frá kl. 10 – uml. kl. 15. 

Vit halda til í bygdarhúsinum í Lorvík og vitja bátasavnið og víkingaútgrevsturin á Toftanesi. Í ár er tað Eysturoyar Dansfelag, sum vegna Sláið Ring skipar fyri barnadansistevnuni.

Tey, sum luttaka, verða  skipað í bólkar, sum dansa, eta og fara túr eftir tørni.

Tilmeldingarfreistin er í seinasta lagi mikudagin 28.januar 2015. 

Tá tit melda til, verða tit biðin um at siga frá, hvussu mong koma frá tykkum – bæði børn og vaksin.  Sig okkum eisini, hvat tit ætla at skipa. Tað er tó eingin treyt at øll skulu skipa. Eysturoyar Dansifelag fer at at kvøða fyrstu 13 ørindini av Lorvíkspáll.

Nærri kunning kemur á heimasíðuna hjá Sláið Ring og Eysturoyar Dansifelag www.eystdans.dk .

Vit ætla at kvøða fyrstu 13 ørindini av Lorvíkspáll.

Er okkurt at spyrja um, kunnu tit Seta tykkum í samband við Kathrinu ella Jens.

Verið vælkomin á barnadansistevnu.

Blíðar heilsur frá  Eysturoyar Dansifelag

Kathrina Hansen, formaður. Tlf. 422167/265076  teldupostur: kath_han@hotmail.com 

Jens Dalsgaard, skrivari

Tlf. 577765   teldupostur: j.dalsg@gmail.com 

FØROYSKUR DANSUR Í SJÓNLEIKARAHÚSINUM

Aftur í ár skipar Tøkum Lætt fyri tí vælumtókta 13. kvølds dansi, sum í ár verður leygarkvøldið tann 10. januar. Sum vant dansa vit í Sjónleikarahúsinum, byrjað verður kl. 22. Smurt breyð, kaffi og te og smákøkur verða at fáa um 1 tíðina. Tað vísir seg, at hesin dansurin er blivin ein traditión hjá nógvum. Fleiri meina, at hann minnir nógv um tann góða gamla navigatiónsdansin:)

Føroyski dansurin í Haraldssundi, tann 30 januar 2015 er avlýstur.

Haraldssund er
gomul Kyndilsmessubygd. Í ár verður Kyndilsmessudansurin fríggjadag tann 30. Januar.
Byrjað verður kl 22:00. Kostnaðurin fyri dansin er  100 kr, og tá er matur í roknaður.

Vit vita ikki
nær tað var byrja at dansa í Haraldssundi á Kyndulsmessu, men helst er hesin
siður gamal, tí Haraldssund er gomul bygd. Fólk eru komin ár 1584 til bygdar.
Tá tá sat ein maður við festinum, sum æt Laurits Joensen. Bygdin vaks spakuliga
fram til 1920.  Í 1921 kom ferð á
fólkavøksturin. Tá kom tað fyrsta húsi í nýggja býlinginum suður á Bakka. Í
1935 var fólkatalið komi uppá 61 fólk. Øll hesu fólk vóru ættað av Skarði,
Kunoy, og Klaksvík. Kyndilsmessa verður hesa tíðina hildin við nógvum fólki.

Bygdarfólkið
gleddi seg til Kyndilsmessu og gjørdu klárt at taka móti gestunum, sum komu úr
teimum nærmastu bygdum, slekt, vinir og kenningar.  Fólk kom við rórabátum, og til gongu, og væl
vóru tey mótikin. Har var etið, prátað og spurt um tíðindir. Dansað bleiv á
einum neystalofti, sum bøndurnir áttu. 
Ikki var ókent, at skiparar áttu sítt kvæði, sum teir tók hetta kvøldið.
Tað bleiv dansað út a náttina.

Eitt ári, tá ið
Kyndilsmessudansur var, bleiv so mikið ringt veður, at fólki slapp ikki avstað
aftur. Tey lógu veðurføst og máttu sova í bygdini. Gestirnir lógu, har tað bar
til at liggja, runt um í øllum húsinum. Tey, sum komu fyrst upp, máttu ansa
eftir hvar tey stigu, fyri ikki at traðka á nakran.

Men tíðin
broyttist, og dansurin var niðurlagdur á Kyndilsmessu, men í nýggjari tíð er
kyndilsmessudansurin tikin uppaftur í Haraldssundi. Dansurin í ár er tann
níggindi í røðini. Tað er at takka dansifeløgunum fyri, at tey koma hagar at
dansa. Vónandi síggja vit nógv fólk aftur í ár. Bæði ungdómar og tey eldru. Vit
vóna, at tey koma at seta dám á kvøldið við góðum føroyskum dansi.

Hjartaliga væl
komin á Kyndulsmessu tann 30 januar 2015 í Bygdarhúsinum í Haraldssundi.

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×