Barnadansistevnan 2015

Barnadansistevnan 2015 verður hildin í Lorvík leygardagin tann 7.februar 2015 frá kl. 10 – uml. kl. 15. 

Vit halda til í bygdarhúsinum í Lorvík og vitja bátasavnið og víkingaútgrevsturin á Toftanesi. Í ár er tað Eysturoyar Dansfelag, sum vegna Sláið Ring skipar fyri barnadansistevnuni.

Tey, sum luttaka, verða  skipað í bólkar, sum dansa, eta og fara túr eftir tørni.

Tilmeldingarfreistin er í seinasta lagi mikudagin 28.januar 2015. 

Tá tit melda til, verða tit biðin um at siga frá, hvussu mong koma frá tykkum – bæði børn og vaksin.  Sig okkum eisini, hvat tit ætla at skipa. Tað er tó eingin treyt at øll skulu skipa. Eysturoyar Dansifelag fer at at kvøða fyrstu 13 ørindini av Lorvíkspáll.

Nærri kunning kemur á heimasíðuna hjá Sláið Ring og Eysturoyar Dansifelag www.eystdans.dk .

Vit ætla at kvøða fyrstu 13 ørindini av Lorvíkspáll.

Er okkurt at spyrja um, kunnu tit Seta tykkum í samband við Kathrinu ella Jens.

Verið vælkomin á barnadansistevnu.

Blíðar heilsur frá  Eysturoyar Dansifelag

Kathrina Hansen, formaður. Tlf. 422167/265076  teldupostur: kath_han@hotmail.com 

Jens Dalsgaard, skrivari

Tlf. 577765   teldupostur: j.dalsg@gmail.com 

FØROYSKUR DANSUR Í SJÓNLEIKARAHÚSINUM

Aftur í ár skipar Tøkum Lætt fyri tí vælumtókta 13. kvølds dansi, sum í ár verður leygarkvøldið tann 10. januar. Sum vant dansa vit í Sjónleikarahúsinum, byrjað verður kl. 22. Smurt breyð, kaffi og te og smákøkur verða at fáa um 1 tíðina. Tað vísir seg, at hesin dansurin er blivin ein traditión hjá nógvum. Fleiri meina, at hann minnir nógv um tann góða gamla navigatiónsdansin:)

Føroyski dansurin í Haraldssundi, tann 30 januar 2015 er avlýstur.

Haraldssund er
gomul Kyndilsmessubygd. Í ár verður Kyndilsmessudansurin fríggjadag tann 30. Januar.
Byrjað verður kl 22:00. Kostnaðurin fyri dansin er  100 kr, og tá er matur í roknaður.

Vit vita ikki
nær tað var byrja at dansa í Haraldssundi á Kyndulsmessu, men helst er hesin
siður gamal, tí Haraldssund er gomul bygd. Fólk eru komin ár 1584 til bygdar.
Tá tá sat ein maður við festinum, sum æt Laurits Joensen. Bygdin vaks spakuliga
fram til 1920.  Í 1921 kom ferð á
fólkavøksturin. Tá kom tað fyrsta húsi í nýggja býlinginum suður á Bakka. Í
1935 var fólkatalið komi uppá 61 fólk. Øll hesu fólk vóru ættað av Skarði,
Kunoy, og Klaksvík. Kyndilsmessa verður hesa tíðina hildin við nógvum fólki.

Bygdarfólkið
gleddi seg til Kyndilsmessu og gjørdu klárt at taka móti gestunum, sum komu úr
teimum nærmastu bygdum, slekt, vinir og kenningar.  Fólk kom við rórabátum, og til gongu, og væl
vóru tey mótikin. Har var etið, prátað og spurt um tíðindir. Dansað bleiv á
einum neystalofti, sum bøndurnir áttu. 
Ikki var ókent, at skiparar áttu sítt kvæði, sum teir tók hetta kvøldið.
Tað bleiv dansað út a náttina.

Eitt ári, tá ið
Kyndilsmessudansur var, bleiv so mikið ringt veður, at fólki slapp ikki avstað
aftur. Tey lógu veðurføst og máttu sova í bygdini. Gestirnir lógu, har tað bar
til at liggja, runt um í øllum húsinum. Tey, sum komu fyrst upp, máttu ansa
eftir hvar tey stigu, fyri ikki at traðka á nakran.

Men tíðin
broyttist, og dansurin var niðurlagdur á Kyndilsmessu, men í nýggjari tíð er
kyndilsmessudansurin tikin uppaftur í Haraldssundi. Dansurin í ár er tann
níggindi í røðini. Tað er at takka dansifeløgunum fyri, at tey koma hagar at
dansa. Vónandi síggja vit nógv fólk aftur í ár. Bæði ungdómar og tey eldru. Vit
vóna, at tey koma at seta dám á kvøldið við góðum føroyskum dansi.

Hjartaliga væl
komin á Kyndulsmessu tann 30 januar 2015 í Bygdarhúsinum í Haraldssundi.

Nýggjársdansur í Dali 1.jan 2015


Dansifelagið Stígum Fast skipar fyri almennum føroyskum dansi nýggjársdag 2015.

Dansurin verður tíðliga um kvøldi,
soleiðis at fólk av øðrum oyggjum kunnu koma til Dals at dansa og sleppa
heimaftur.

Dansurin byrjar kl. 18.30. Teistin
fer av Gomlurætt kl. 17.15 og úr Skopun kl. 22.30. Til hesar túrar koyrir
bussur ókeypis í samband við tiltakið.

Kostnaðurin fyri dansin er  100
kr. Tá er bussur, suppa, kaffi/ te og smákøkur írokað prísin.

Tað hevur verið fastur siður at hava
nýggjársdans í Dali. Í 2010 var fyrstu ferð at Stígum Fast skipaði dansin fyrr
um kvøldi. Hetta vísti seg at bera væl til, og fleiri fólk, eisini av øðrum
oyggjum komu í dansin. Eitt nú kann nevnast at dansifelagið Tøkum Lætt úr Havn
hevur verið vælmannað í Dali seinastu nýggjársdansirnar.

Stígum Fast
hevur síðani brúkt hendan leistin í sambandi við nýggjársdansin, og vil felagið
bjóða øllum hjartaliga vælkomnum í almennan dans í Eiriksgarði tann 1 jan. 2015
frá kl. 18.30.

Stígum Fast

Á ráðstevnu í Stokhólmi

 Mikudagur 12. november 2014

Vit  fóru úr
Vágum klokkan 8.15 um morgunin, millumlendu í Kastrup og komu til Arlanda
seinnapartin. Tá vit komu út í tún frá flogvøllinum var longu myrkt. Koyrdu inn
til miðbýin við bussi og tóku taxa haðani til hotellið, sum vit skuldu búgva á.

Deiliga hugnaligt hotel við fittum starvsfólki. Ótu
døgurða á hotellinum. Vit fingu hjortakjøt. Tað smakkaði óføra væl. Fóru síðan
út ein túr at hyggja okkum um, men tað var so myrkt, so vit sóu ikki nógv.
Komin aftur á hotellið keyptu vit okkum kaffi og ís.

Hósdagur 13. november 2014.

Vit fóru upp um 8 tíðuna. Fóru niðurundir at fáa
okkum morgunmat. Góður morgunmatur við egg, bacon og pylsum umframt rundstykkir
og jogurt og annar mjólkaúrdráttur.

Mett og væl sett fóru vit út at hyggja eftir býnum.
Kvøldið fyri høvdu vit hugt í skránna fyri ráðstevnuna og høvdu funnið út av,
at vit høvdu fingið tvinnar adressur, har ráðstevnan skuldi vera, og vit valdu
ta adressuna, sum var longri vekk, tí vit vildu hava ein gongutúr burturúr. Tað
fingu vit eisini, ein langan og lítið áhugaverdan túr. Gingu framvið
sjúkrahúsi, stadionøki og skúlabygningum – einki stað, har man kundi seta seg
niður at hvíla seg. So vit brúktu næstan alla ta ljósu tíðina av degnum at
ganga til ein universitetsbygning og heim aftur á hotellið.

Ná, men so mátti vit finna hina adressuna, vit høvdu
fingið upplýst, og tað vísti seg, at tað tók bert eitt korter at ganga. Vit
hildu, tað var eitt sindur villingarsamt, tí vit skuldu yvir um eina brúgv, sum
gekk yvirum eina jarnbreytarlinju, og so millum hús, til vit komu oman á vegin.
Vit funnu skjótt Dans & Sirkushøgskolan, men tá vit skuldu heim aftur til
hotellið, viltust vit og funnu ikki brúnna yvir um jarnbreytina. Tá høvdu vit gingið
ov langt – vóru farin millum tey skeivu húsini. Vit sóu niður á jarnbreytina,
men funnu ikki brúnna. So vendu vit og fóru aftur har, vit vóru komin frá, og
tá valdu vit ta rættu gøtuna.

Komin til hotellið ringdi eg til Ulf Hagstrøm Svenson,
fyriskipara av ráðstevnuni, og spurdi hvar vit skuldu møta, og hann segði, at
vit skuldu møta á Dans&Sirkushøgskolan, so vit høvdu gingið allan tann
langa túrin til onga nyttu – vit gingu 20.000 skritt henda dagin
J

Seinnapartin komu fleiri av luttakaranum til dansiráðstevnuna
– millum onnur eitt íslendsk par, sum beinanvegin spurdi okkum, um Maria og
Trygvi ikki vóru við. Ulf Hagstrøm kom eisini, og hann segði, at vit øll skuldu
fylgjast til DOCH (Dans & Sirkushøgskolan), so vit kundu spart okkum øll
skrittini.
J

Um kvøldið ótu vit alt gott úr sjónum.

Fríggjadagin 14. november 2014.

Fóru tíðliga upp – áðrenn klokkan 7. Tá vit komu
niður, vóru fleiri har, sum skuldu til ráðstevnuna.

Komin til DOCH meldaðu vit okkum til ráðstevnuna. Har
var eisini morgunmatur at fáa, men vit fóru til eina workshop, sum Sigurd Heide,
(norskur), leiðari í dansibólkinum Kartellet, hevði. Tað var frá 9:30 til
10:30. Tað var stuttligt at síggja, men tað var ikki nakað, sum vit kundu brúka
til føroyskan dans.

Klokkan 10:30 bleiv dansiráðstevnan sett. Vit vóru
umleið 100 fólk. Ein, sum æt Urban Lind skuldi seta ráðstevnuna, men av tí at
hann ikki fekk  komið, setti ein sum æt
Petra (fekk ikki eftirnavnið við) ráðstevnuna.

Aftaná vóru tað fleiri, sum høvdu orðið. Mest varð
snakkað um at fáa tey ungu við, fáa dansin inn í skúlarnar – gera eina ketu frá
smábørnum til børn og tannáringar, men hvussu fáa vit tað at henda? Vit mugu
lurta eftir hvat tey vilja hava, so tey føla ábyrgd fyri dansinum – stuðla
teimum sum taka initiativ.

Hetta ljóðaði nokk so kent í okkara oyrum. Er hetta
ikki tað sama, sum vit snakka um á hvørjum aðalfundi hjá Sláið Ring? Annars var
ráðstevnan um at fáa fólkadansin upp á pallin, so man fekk profesionellar fólkadansarar.
Nøkur ung eru byrjað. Í Norra er ein bólkur, sum eitur Kartellet og í Danmark
er ein, sum eitur Embla. Á DOCH kann man læra til dansipedagog. Tey vildu hava,
at ungir fólkadansarar kundu læra til profesionellar fólkadansarar, so tey
kundu hava uppvísning í dansi á palli. Og tað skuldi vera norðurlendskur dansur
við tí íblástri dansurin hevði fingið uttanlands frá, sum til dømis úr Pólandi.




















Tað bleiv snakkað um tað norðurlendska brandið og um
hóttanir og møguleikar hjá dansinum – ábyrgd yvirfyri norðurlendskum mentunnararvi,
og at dansurin var eitt amboð fyri norðurlendskum støði í heimssamfelagnum.



Almenni dagurin endaði klokkan 17:30.

Frá klokkan 18 til 20 var døgurði, og aftaná var
farið at hyggja eftir sýningum hjá ymsum dansibólkum. Polskans historia i
Sverige, Kartellet (Norra) og Vakeva Kollektivet (Finland).

Klokkan var 22:30, tá vit komu á hotellið – ein
langur og áhugaverdur dagur.

Vit fingu 2 minuttir við av fótbóltslandsdystinum
millum Grikkaland og Føroyar. Tað vóru spennandi minuttir, men vit vunnu 1 – 0.

Leygardagur 15. november 2014.

Hesin dagur byrjaði við workshoppum. Eg var til eina
workshop hjá einari danskari damu, Rikke Rasmussen. Vit fingu eina søgu, sum
vit skuldu gera ein dans burtutúr. Søgan var, at ein vinur skuldi koma at
vitja, men vinurin kom ikki fram, og tú gekk aftur og fram á gólvinum, hugdi út
gjøgnum vindeyga, ringdi – tað svaraði ikki – 
og út í tún at hyggja – eingin kom. So endiliga bankaði uppá. Hetta
skuldu vit so gera ein dans burturúr, og tað var ymiskt hvussu tað gekk. Eg
dugdi ikki at síggja, hvussu vit kundu yvirføra hetta til føroyskan dans –
uttan tað, at vit hava søgurnar.

Hetta er sovorðið, sum tey halda kann brúkast til
dans á palli.

Trupuleikin er tradisjón contra menning við
fólkadansinum á palli. Men onkur helt, at um 10 ár vóru fleiri profesionellir
fólkadansarabólkar.

Niðurstøðan av ráðstevnuni var, at útbúgving er
neyðug, men tey útbúnu mugu eisini kunna brúkast.

Ráðstevnan endaði klokkan 14:30.

Næsta ráðstevnan verður í Norra í 2016.

 

Sunnudagur 16. november 2014.

Hetta var dagurin, vit høvdu til at hyggja eftir
býnum, men dagurin er stuttur hesa ársins tíð, so vit fóru tíðliga frá húsum,
ætlaðu okkum í Gamla Stan. Vit tóku tunnilsbanan til Gamla Stan. Har gingu vit
runt á stein-settum smølum gøtum, hugdu í handlar og keyptu ymiskt. Tað var
kalt og vindur. Vóru runt í kongaslottinum, sjálvt í skatkamarinum hjá kongi.

Tað var ikki nakað serligt veður at ganga úti, so tá
vit komu út úr kongaslottinum, fóru vit at leita eftir tunnilsbananum og vóru
aftur við hotellið um fýratíðina.

Seinni fóru vit til gongu oman á Sveavegen at vita,
um vit funnu minnisplátuna yvir Olof Palme. Tá vit komu oman har, sum vit hildu
minnisplátan mundi vera, byrjaðu vit at hyggja. Vit hildu, at tað mundi vera
eitt minnismerki, men vit sóu einki. So fóru vit yvir um vegin, men har var
heldur einki at síggja. At enda spurdu vit eina damu. Hon var ikki heilt
sikkur, men helt, tað var hinumegin vegin. Vit so yvirum aftur, hugdu og hugdu,
har var einki at síggja.

So sóu vit ein vaktarmann, sum kom út úr einum
bygningi. Vit spurdu hann, um hann visti hvar minnisplátan um Olof Palme var,
og hann peikaði niður fyri føturnar á okkum, og har var  minnisplátan niðri í vegnum. Vit hava nokk
gingið og tvassað á henni fleiri ferðir, meðan vit hava leitað. So vit vóru
eitt sindur nipin.



 So gingu vit
yvir eftir Tunnelsgatan, har drápsmaðurin var farin rennandi og upp gjøgnum
einar trappur. Har var ógvuliga myrkt, so tað var lætt at
fyristilla sær, hvussu tað hevði gingið fyri seg.

 

Mánadagur 17. november 2014

Ferðin er at enda komin.

Koyrdu frá hotellinum klokkan 13, skuldu flúgva
klokkan 16.15. Ein fantastiskur túrur at enda komin, sera góða tænastu á Elite
Hotel Arcadia í Stockholm. Millumlendu í Kastrup og vóru í Vágum klokkan otta
um kvøldið.

Skrivað hevur: 

Anna Elisa Jacobsen, skrivari í Sláið
Ring

 

NORDLEK 2015 14. – 19. juli

 

 Nordlek stevnan verður hildin í Viborg í Jyllandi næsta summar.

 

Um nóg stórur áhugi er, verður skipað fyri felags ferð til stevnuna. 

Vit hava buss við okkum úr Føroyum, og pláss er fyri 40 fólkum.

 

Aftan á stevnuna fara vit ein busstúr suðureftir at vitja søgulig støð.

 

Vit fara við Norrønu úr Føroyum sunnudagin 12. juli kl. 23.30 og vera í Hirtshals týsdagin 14. juli kl. 09.30 og koma heim aftur úr Hirtshals týsdagin 21. juli kl. 11.30 og vera á Havnini mikudagin 22. juli kl. 17.30.

 

Á stevnuni er skúlagisting, men vit hava eisini tryggjað okkum pláss á gistingarhúsi til teirra, sum heldur vilja hava eina song at sova í.

 

Á túrinum aftan á stevnuna gista vit á vallaraheimum.

 

Fyri at tryggja okkum umbidnu plássini við Norrønu og á gistingarhúsunum er neyðugt at siga frá og tekna seg skjótast.

 

Bindandi tekning verður gjørd við at flyta 1500 kr á konto 9181 1310676 í seinasta lagi 15. januar 2015

 

Nærri kunning fæst við at venda sær til Trygva Samuelsen ella Mariu Kristiansdóttir.

 

trygvi.samuelsen@skulin.fo ella tlf. 228624 – 281468 

60 ár og eydnuhjól

 

 

Í ár fyllir Klaksvíkar Dansifelag 60 ár. Felagið ber aldurin væl. Hvørt sunnukvøld møta ung og eldri til føroyskan dans í Skálanum. Klokkan 19.30 – 20.30 er barnadansur, og klokkan 20.30 – 23.00 dansa tey vaksnu. Hesi dansikvøld eru eini 40 – 50 børn og uml. 40 vaksin í ringinum. Skálin er stóur, og øll dansiáhugaði eru hjartaliga vælkomin at trína dansin saman við Klaksvíkar Dansifelag sunnukvøldini á vetrarhálvuni. 

 

Klaksvíkar Dansifelag er eitt virkið felag og hevur eina breiða aldurs samanseting. Allir aldursbólkar trívast í felagnum.  

 

Stoltleikin hjá felagnum er Skálin. Hetta snotuliga hús, sum í fjórðingsøld hevur verið karmur um manga trivnaðar, hátíðar og metnurnarløtu í Klaksvík. 

 

At dríva eitt virkið felag umframt at halda Skálan í góðum standi, so hann kann tæna menturnarlívinum í Klaksvík, krevur sítt. Fyri at fáa orku til hetta arbeiðið, hevur Klaksvíkar Dansifelag javnan bingo og einaferð um árið eitt eydnuhjól. Í ár verður eydnuhjólið sunnudagin 23. nov. Kl. 16.00. 

 

Klaksvíkar Dansifelag vónar, at nógv fólk koma á gátt. Sum altíð eru nógvir góðir lutir at vinna, tí vinnulívið í Klaksvík hevur altíð stuðla felagnum við lutum av ymsum slag. Eisini er kjøt og annar jólamatur væl umboðað millum vinningarnar. 

 

Klaksvíkar Dansifelag vónar, at nógv fólk leita sær niðan í Skálan á eydnuhjól sunnudagin 23. Nov. Kl. 16.00


Vegna Klaksvíkar Dansifelag

Jónleif Johannesen

framløga av nýggjum hefti til brúðardans

 skrá

19.30

Halgir W. Poulsen bjóðar vælkomin

 

19.40

Hanus G. Johansen syngur eitt lag

19.45

Formaðurin í Sláið Ring sigur nøkur orð

19.55

sangur                  

20.00

Rasmus Joensen,umboð fyri ritstjórnina geiðir frá innihaldinum og uppsetingini í heftinum.

20.10

Hanus G. Joesen syngur nøkur ørindi úr brúðarvísuni hjá Bettu á Dalinum

20.15

Fara upp á gólv

Vit kvøða vísubrot úr heftinum. Ætlanin er at kvøða, Lat okkum taka saman, Várharra hann segði, I ærlige bruderfolk og Bømmerlands dronningen

20.50

Kaffi og prát

Øll eru hjartaliga vælkomin

Vegna Sláið Ring

Jónleif Johannesen

Risin og Kellingin

 Risin og Kellingin 

Lag: Tøkum lættar,
og lundum leikar, for mann 
latið váran dans væl falla. 

 

1. Risin er í Íslandi
undir grønum vølli,
kellingin í sama stað

hjá sínum stóra trølli.

 

2. Sita tey og keða seg,

hvat skulu tey spæla,

risin sprakk í loftið upp:

“Kom! Vit fara at stjala!

 

3. Kom vit fara náttartúr!

tað skal eg tær lova!

Arga vit so lítlabeiggja,

meðan hann man sova.

 

4. Kom vit fara náttartúr

vitja Føroyaland,

draga landið hendanveg

so oyggjar koma í bland!

 

5. So stuttligt verður um morgunin,

tá fólkið er farið í troyggju,

at Eysturoy hin føroyska

er partur av Vestmannaoyggjum.”

 

6. Tá ið dagur liðin var,

sólin fór í kav,

fóru bæði í gummistivlar,

at ganga tvørtur um hav.

 

7. “Skunda tær,” vóru risans orð,

“Her er eingin vandi,

kolmyrk nátt og einki ljós,

vit seta kós móti landi.

 

8. Eysturoy er so norðalaga,

hon er okkara mál,

Kollurin er ein góður krókur,

vit gera so gott eitt hál.”

 

9. Koma tey til oynna fram,

steðga í brimi væl,

Kellingin fær bandið tað,

um Kollin bindast skal.

 

 

10. “Klúgv nú upp, men skunda tær

leggja fetil á!

tú ert kvik og løtt á føti,

tú krøkir við stórutá!”

 

11. Kellingin rokast á Kollinum,

roynir eitt pelastikk,

“Toga nú!” rópar hon hvassliga,

og risin ger harðligt rykk.

 

12. “Eyameg!” skríggjar Kellingin,

“Hví leikar tú so í,

fjallið skrædnar, tín dummi hundur!

tað hoyrist í Kolslíð!”

13. Soleiðis gekk tá Ytri Kollur,
fekk sítt snið og skap,
kellingin royndi á øðrum sinni,
men Risin illa læt.

 

14. Risin stendur í bylgjuni,

leingi er at bíða,

“Skunda tær náttin líður nú,

brátt sólin upp man stíga.”

 

15. Kellingin stríðist við bandinum,

nú sæst ljós í eystri,

Risin rópar í heilum nú:

“Kom skundið okkum mót vestri!”

 

16. Kellingin tveitir band frá sær,

loypur í havið út,

ljósrípa sæst á himlinum,

sterkari en krút.

 

17. Tá  sólin rísur himni á

trøllini missa makt,

bæði Risin og Kellingin,

verða av ljósinum rakt.

 

18. Standa tey sum drangar tveir,

hyggja vestur í hav,

og Eiðiskollur vann í stríð,

meðan alt fólkið svav.

 

Bergljót av Skarði yrkti 2. nov. 2014.

 

 

fløgu tilboð

 Sláið Ring kann nú bjóða dansifeløgum, barnagørðum og fólkaskúlum at keypa eintøk av barnafløguni ” her er gott at dansa” fyri einans 20 kr. 

Fløgan er upptikin í Skálanum í Klaksvík í 2013. Tað eru uml. 200 børn úr øllum landinum, ið kvøða á fløguni. 

Á fløguni er eldri tilfar, s.s. Burtur á heiði, Nykursvísa, mús uppá korn, veturin kom, Kall og svein ungi, Øskudólgur og sópingarkona, umframt útvaldir sangir av fløgu hjá kulum rótum.

Dansifeløg, barnagarðar og fólkaskúlar, ið eru áhugaðir at keypa fløguna skulu senda ein teldupost til Jónleif Johannesen, formann í Sláið Ring. Í teldupostinum skal upplýsast navn á stovni ella dansifelag umframt tal av fløgum, ætlanin er at keypa.

Vegna Sláið Ring

Við dansikvøðu

Jónleif Johannesen

teldupost: jonleif.johannesen@skulin.fo

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×