Frá Fótatraðk

 

Tíðindaskriv

 

Heystdansur hjá Fótatraðk

Aftanná eitt væleydna tiltak
seinasta heyst, skipar Dansifelagið Fótatraðk aftur í ár fyri almennum
føroyskum dansi. Tiltakið verður í Føroyahúsinum leygardagin 21. Septembur
kl.20.00-01.00 (danska tíð).

 

Eitt sindur um tiltaki

Fyri at markera at tað
nýggja dansiárið er byrja, fer Fótatraðk aftur í ár at skipa fyri einum
almennum dansi, sum sagt eydnaðist hetta væl í fjør.

Kl 20 vera dyrnar lætnar upp og dansurin byrjar uml. kl
20.30

Kl 01.00 lukka dyrnar, tó so at um stemmningur er fyri at
dansa meiri, so dansa okur víðari.

Barrin verður opin, har
eisini til ber at keypa kaffi, te og heimabakaða køku.

Atgongumerki fáast við
dyrnar á kr 80,-

Eins og fyrrverandi almenn
tiltøk hjá Fótatraðki, hevur Fótatraðk í ár biðið Janus Kamban og Heina
Mortensen, um at koma niður at hjálpa til við at skipa dansin. Eitt evt.
yvurskot skal brúkast til ymisk tiltøk sum Fótatraðk hevur, millum annað eitt
stórt 25 ára føðingardagshald sum verður 30 nov.

Eitt beinleiðis link til
Facebook-eventi:

https://www.facebook.com/events/1376201982613298/

Ver vælkomin til
Heystdans, við kvøðu frá.

Nevndini í
Fótatraðk.

Brúðarvísutankar

 

Nakrir tankar, nú nýggj brúðarvísa er
yrkt.

Telefonin, hon ringdi ein
dagin……..,

Men tað var
ikki omma mín við Gjógv, sum í sanginum. Tað var ein genta ella ein ung kvinna,
sum riggaði til sítt egna brúdleyp og spurdi, um eg kundi koma at skipa brúðarvísuna
hendan hátíðardagin.

Eg komi í
stóra tvístøðu,  hvørja ferð  eg verði 
biðin at skipa brúðarvísu. Føli meg kroysta upp í ein krók og veit ikki,
um eg skal svara ja ella nei. Havi sagt nei nakrar tær seinastu ferðirnar.  Eri fyri ein part fegin um, at vit eiga henda
sermerkta sið, sum eg haldi, at vit eiga at varðveita, meðan eg samstundis eri  so forsyndað inn á, at tað bert er í hendinga
brúdleypi, at brúðardansurin líkist nøkrum. Haldi ikki, at nakar biður lova sær
at koma at skipa brúðarvísu.

Tað eru
umleið 25 ár síðani, at  eg skipaði
brúðarvísuna – ta føroysku, sum J.P.Gregoriussen hevur yrkt   fyrstu
ferð, men eg minnist ikki, hvussu ofta eg havi gjørt tað.  Tær fyrstu ferðirnar bleiv eg errin um at
verða biðin og gleddi meg  til at fara,
men tíverri er tað ikki soleiðis longur –  tað er næstan ein plága.  Havi viðhvørt ynskt at mín  heili – 
eins og teldan – hevði ein delete- ella backspaceknøtt, sum eg kundi
trýst á. So kundi eg bara sagt, at eg dugi ikki brúðarvísuna longur – tað hevði
verið so nógv lættari hjá mær.  Og so
havi eg leingi hugsað um, hví hetta man vera blivið soleiðis?

Orsøkirnar
eru fleiri. Eitt er, at borðhaldini sum oftast eru einar tveir tímar ov long,
so stórur partur av gestunum fer lúkst avstað,tá borðhaldið er liðugt og hevur
vart einar 5 -6 tímar. Tey standa og biðja brúðarparinum farvæl, so tey bæði
fáa ikki komið at dansa. Sjálv standi eg og ótolnist eftir at fáa hetta frá
hondini, tí eg havi bíðað meir enn ein tíma og onkuntíð  tveir í mun til tíðina, sum eg avtalaði við
brúðrina.

Av teimum
gestum, sum eru eftir, kemur umleið ein triðingur uppí, meðan hini seta seg
niður at práta.  At skipa brúðarvísu
krevur sera stóra koncentratión hvørja ferð, fyri at kvøða øll ørindini í
rættari raðfylgju, og tað ber illa til, tá eini 100-150   fólk sita og práta rundanum. Tað ber als ikki
til at samanbera hetta við upptøku á eina fløgu, sum so spælir tað sama aftur
og aftur.  Fleiri av teimum, sum eru uppi
í ringinum tíma heldur ikki, men práta, meðan tey dansa, so eg fái eina kenslu
av, at eg irriteri meginpartin av brúdleypsgestunum  – tey tykjast mær at hugsa: “Hatta mjarrið
aftur nú!”  Eg havi varhugan av, at
brúðardansur ofta styggir fólk burtur frá føroyska dansinum heldur enn at tey
fáa hug til ganga meir í føroyskan dans. Tað er eisini ein grund til, at nú
ofta sigi nei, tá eg blívi biðin at skipa brúðarvísu, tí eg eri góð við dansin
og vil ikki vera við til at fáa fólk at venda honum baki. Havi  einaferð upplivað, at eg mátti bara gevast
mitt í brúðarvísuni og kvøða seinasta ørindi, tí eg misti burtur av larmi.

Onkuntíð
havi eg ivast í, um brúðarparið tímir at dansa við í sínum egna brúðardansi og
hugsi : ” Hví hava tit biðið meg komia higar.”  Ella:” Hevur onkur omma sagt, at brúðardans má
man hava?”

Tað kemur
eisini meir enn so  fyri, at orkestrið,
sum skal spæla  til dansin aftaná, byrjar
at stemma síni ljóðføri, meðan brúðardansurin gongur. Hvussu skal nakar tá
klára  at samla sínar tankar og halda
skil á 26 longum ørindum?

Viðhvørt
finna tey uppá at prenta ørk við brúðarvísuni ella hava uppvørpu, so ørindini
síggjast á vegginum  sohvørt, sum tey
vera kvøðin. Tá gerst dansurin heilt undarligur, tí fólkini liva als ikki við í
dansinum, – tey lesa .  Antin úr arkinum
ella snara tey sær fyri at síggja á vegginum, so tað næstan kemur snúður í tey.
Og tey flestu vita als ikki hvussu mann ber seg at í føroyskum dansi.
Skiparin  skal, sum navnið sigur, skipa.
Tað merkir, at hon/hann  skal kvøða nøkur
orð av hvørjum ørindi sjálv/ur, uttan at onnur fólk hoyrast, tí bara tá kann
skiparin stýra dansinum.  Tað vita
fólkini ikki, hóast allir vaksnir føroyingar áttu at vita tað eftir mínum
tykki. Hvat gera tey so? Jú, tey byrja so fegin hvørt ørindi saman við
skiparanum og halda væl til standa. So eg hugsi: “Hvat eri eg komin higar til
eina sunnunátt, tá øll skipa?”  Skiparin
eigur eisini at hava rætt til at gevast 
at kvøða , áðrenn øll brúðarvísan er kvøðin, um so er, at tað ikki
gongur væl. Tað ber ikki til, tá ark ella uppvørpa er.

Vit, sum
javnan koma í góðan føroyskan dans, hava so ofta upplivað stemningin, sum kemur
í, tá tey , sum dansa við, tíma at dansa, kvøða við  og lurta eftir søguni, sum vísan ella kvæði er
um. Tað kemur næstan ikki fyri í brúðardansi longur, og tí blívur tað so
møtimikið at fara at kvøða brúðarvísu.

Tíðarandin
er eisini blivin soleiðis, at onkur serfrøði skal taka sær av øllum, og so eiga
tey alla ábyrgd. Soleiðis er tað eisini blivið við brúðardansi.  Men tað er ikki gjørligt hjá einum ella
tveimum fólkum at fáa góðan dans við teimum umstøðum/karmum, sum eg  her havi sagt frá.  Og í grundini er tað ótrúligt, at ikki onkur
hugsar um at spyrja skiparan, hvørjar umstøður skulu til fyri at fáa
brúðardansin at ganga væl. Tí havi eg ongantíð verið úti fyri enn.

Skulu vit
varveita  brúðardans við brúðarvísu, so
mugu nógv fleiri taka sær ábyrgdina av at fáa hetta at bera til:  læra seg at kvøða við, koma uppí dansin, lata
skiparan sleppa at skipa og stýra dansinum, og ikki minst – so má klokkutíð
setast á, nær borðhaldið skal vera
liðugt, so gestirnir ikki eru so móðir av at sita, at tey fara beint avstað
aftaná borðhaldið.  Og tey, sum ikki ynskja
at dansa við, mugu tiga. Tað má vera eitt minstakrav.

Eg vóni, at
vit í felag kunnu  venda hesi gongdini,
so at bæði brúðarpar, gestir og tann, sum er komin at skipa fáa eina glaða løtu
meðan brúðarvísan verður kvøðin – antin tey velja eina av gomlu kendu
brúðarvísunum ella eina nýyrkta.

Norðskála august
2013.

Kathrina
Hansen, Eysturoyar dansifelag.

Aðalfundurin 2013

Til øll limafeløgini og umboðsráðslimirnar

Við hesum verður boðað frá at aðalfundurin hjá Sláið Ring verður

Leygardagin 14. septembur 2013 kl. 12.00 á Fróðskaparsetri Føroya,
Føroyamálsdeildin

V.U. Hammersheimbsgøta 16.

Fundarskráin verður sambært lógum felagsins, og harumframt hava feløgini
møguleika at senda uppskot um mál, ið tey vilja hava viðgjørd.

Mál, ið feløgini ynskja at viðgera á aðalfundinum skulu vera nevndini í
hendi í seinasta lagi mánadagin 9. septembur 2013.

Adressur, umboðsráðslimir og heimasíðan

Hesaferð verða brøv ikki send við vanliga postinum, men bert við
telduposti. Vit fara tí at heita á tykkum, ið hava fingið teldupostin, at kanna
um hini í felagnum – formenninir ella umboðsráðslimirnir – hava fingið
postin.  Er okkurt, ið skal rættast,
vinarliga sigið frá aftur.

Vit fara enn einaferð at heita á feløgini um at leggja nýggjastu
upplýsingar um nevnd og felag inn á heimasíðuna. Eru tit í iva, vinarliga
vendið aftur til Sláið Ring.

Val av nevnd

Í ár stendur Rasmus Joensen fyri vali, hann tekur ikki við afturvali.

Varalimirnir eru: Anna Elisa Jacobsen og Hildur Vestergaard. Atli Dalsgaard,
sali, var eisini varalimur. Varalimir verða valdir hvørt ár.

Limagjaldið kr. 100,00, skal
vera goldið innan aðalfundin á konto 9181 – 437.614.7 í Eik Banka.

 

Tórshavn, hin 27. august 2013

Vegna nevndina

Rasmus A. Joensen, fm.


Aðalfundurin 2013

Aðalfundurin hjá Sláið Ring verður leygardagin 14. sept.

Tíð og stað verður lýst seinni.

Boðini verða eisini send feløgunum og umboðslimunum við telduposti. Tí heita vit eisini á formenn og umboðsráðslimir um at kanna, at tey fáa teldupostarnar.

Um feløgini hava fingið nýggjar formenn ella umboðsráðslimir, vinarliga boðið frá á telduposti: sr@sr.fo.

 

 

Dansináttin 2013

Frálík dansinátt í Norðurlandahúsinum:

Eg fegnist
um dansináttina, sum var í norðurlandahúsinum leygarkvøldið 3.august  – av allarbestu almennu dansikvøldum.

Hvørt ár
koma nakrir útlendingar fyri at uppliva føroyskan dans. Teir koma altíð
stundisliga, tá hurðarnar verða latnar upp. Rasmus, sum er formaður í
landsfelagnum “Sláið Ring”, byrjaði við at siga eitt sindur um dansin og  kvæðini, og so kvóðu vit okkurt lætt beint
aftaná.

Eg havi talt
leysliga eftir, hvussu nógv bleiv kvøðið og havi fingið tað til  at vera út ímóti 700 ørindum, so tað er ikki
smávegis.  Vit kvóðu fyri tað mesta
føroysk kvæðir, men onkur donsk vísa var eisini.

Bæði yngri
og eldri skiparar hildu seg framat. Grindavísan gongur altíð væl hjá Jón í Bø,
og tað gjørdi hon eisini leygarkvøldið. Hann fylti 80 fyrr í ár, og tá er megin
mikil sambært halgubók. Snæbjørg, sum man vera um 20 ára gomul, dansar við
Klaksvíkar dansifelag. Hon skipaði Ólav Riddararós – tað dugir hon væl.

Eisini
útisetar úr dansifelagnum Fótatraðk góvu sítt íkast. Forkunnugt at hoyra
Vilmundskvæði. Sera skilagott av Ólavi Eysturdal at gevast, tá fyrsti
táttur  var kvøðin. Eg ætli mær at læra
meg hann nakað skjótt.

Tað var ein
sonn frøði at eygleiða gentuna, sum kvað dúgliga við pápa sínum Gunnari,  tá hann skipaði Brestis kvæði.

Eg haldi at
dansináttin er vorðin betri, nú tað ber til at sita í sama rúmi, sum dansurin
er.

Stór
dansitiltøk sum Grønlek og landsdansistevna hava verið fyrr í ár. Sum vera man
bleiv prátað um tað eisini, tá dansifólk koma saman.

Kathrina
Hansen, Eysturoyar dansifelag.

Dansináttin 2013

 

Dansináttin í Norðurlandahúsinum 3. august 2013.

Tiltakið
hevur uml. 30 ár á baki – hevur verið nærum síðani Norðurlandahúsið opnaði.
Dansitíðin er vetrarhálvuna, men fleiri eru, ið kundu ynskt sær eina dansinátt
um summarið, tí saktans kunnu hesar verða góðar og minnisríkar.

Ikki minst Norðurlandahúsið vil nýta høvi til
at bjóða fólki inn. Húsið er stórsligið. Uttan sum ein álvheyggur og innan ein
arkitektonisk perla, har ein summardansinátt setir sín serliga dám  

Ólavur ríður eftir bjørgunum fús,
fann hann uppá eitt
álvarhús.

Út kom eitt tað álvafljóð,
flættað hár á herðar dró.

                                                (úr Ólavur Riddararós)

   

Talan er um almennan dans og eru øll vælkomin.
Hetta er tiltak, sum Norðurlandahúsið og Sláið Ring skipa fyri í felag.

Byrjað verður kl.
21.00 og dansurin endar kl. 01.00. Er dansurin góður, verður hildið á eitt
sindur longur.                                    

 

Sláið Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama.

Grønlek 2013

 

Á 69* norður til allarfyrsta Grønlek
( 5-13 juli 2013) …

Vit
føroyingar blivu  eins og hini
norðurlondini(Danmark, Svøríki, Noreg, Finland, Áland og Ísland) boðin við til
fólkadansarastevnuna  Grønlek, sum á
fyrsta sinni  bleiv hildin í Grønlandi –
í Ilulissat, sum merkir ísfjall á grønlendskum ella Jakobshavn, sum býurin við
umleið 5000 íbúgvum eitur á donskum.  Hann liggur í Diskovíkini á 69 stigum norður
og  er høvuðsbýur í størstu kommunu í
verðini í vídd.  Og sjálvandi tóku vit
av.

Vit
ferðaðust um Reykjavík bæði burtur og aftur. Vit fingu høvi til at síggja
spildurnýggja mentanarhúsið  “Harpa”, sum
stóð liðugt í 2011.  Heimaftur á veg vóru
vit í kirkju og til altars í Hallgrímskirkjuni, har vit m.a. komu á tal við ein
íslending, sum hevði verið giftur við konu úr Húsavík. Í hesum døgum eru 75 ár
liðin,  síðani íslendska
fiskimannafelagið var stovnað. Í tí sambandi var ein framsýning sett upp úti,
sum vísir skipsvanlukkur undir Íslandi upp til okkara dagar – harímillum nógv
skip úr Føroyum. Onkur av okkum átti eina grøv at vitja í gamla  kirkjugarðinum 
mitt í Reykjavík.

Vit flugu
beina leið úr Reykjavík til Ilulissat og komu hagar fríggjadagin 5 juli – dagin
fyri sum stevnan bleiv sett. Innivist høvdu vit á vallaraheiminum. Býurin er
ikki størri enn so, at tað ber væl til at koma runt til gongu.  Haldi , at fólk flest høvdu ikki bil, so vit
møttu nógvum fólki úti til gongu. Og tey vóru øll so sera blíð og smílandi.

Hesar
dagarnar, sum vit vóru í Ilulissat, var eisini grønlandsmeistarakapping millum kajakkir.
Tað var stuttligt at síggja.

Tað vóru
umleið 150 fólk á stevnuni,  einir 130
gestir og restin grønlendingar. Stevnan var skipað sum aðrar stevnur av hesum
slag : setan, felagsdansur, norrøn gudstænasta, felagssangur og endahátíð við
veitsludøgurða.  Tveir fyrrapartar kundu
londini vísa ymisk handalig arbeiði, sum eru serlig hjá teimum. Vit bregdaðu og
virkaðu hosubond, og tey úr Svøríki telgdu “dalehestar”. Mest spennandi var at
síggja grønlendsku konufólkini gera perlukappan til teirra búna og lita
kópaskinn til bordan á kamikkunum.

Mánadagin
kundu øll koma at grilla mat úti í haganum. Har sluppu vit at royna hvalatvøst,
kópatvøst og kópaspik, sum minnir um okkara spik.

Týskvøldið  fóru vit allir 26 føroyingarnir ein túr við
báti út millum ísfjøllini at síggja midnáttarsólina.  Sera hugtakandi at  síggja og hoyra brakið , tá íspettir brotna
burturav. Danski ferðaleiðarin segði okkum, at brakini koma frá luftini, sum
verður trýst saman, tá ísfjøllini verða til og sum so sleppur útaftur, tá
ísurin brotnar.

Hóskvøldið
var almenn dansiframsýning  í
ítróttarhøllini, har  luttakararnir úr
øllum londunum komu í sínum tjóðbúna. Vit høvdu frætt, at “Juvel” – skipið, sum
fólk frá brøðrasamkomuni sigla runt í Grønlandi við um summari – var komið til
Ilulissat. Átta av okkum fóru oman á kajina aftaná framførsluna í føroyskum
klæðum at vita, um so var. Vit blivu boðin at koma umborð  – eitt sindur stríggið hjá konufólkunum í
skjúrti . Har fingu vit ein góðan drekkamunn 
og sluppu eisini at syngja “Nærri mín Gud til tín” á grønlendskum –
kanska besta løta á túrinum. Vit vóru sera fegin um løtuna,  og tað vóru fólkini umborð eisini.

Vit høvdu
góða tíð at fara gongutúrar í sermerktu grønlendsku náttúruni. Vit høvdu øll
fingið kort við væl uppmerktum rutum – 
longri og stytri – so tað var lætt at finna.

Fríggjadagin
 fóru vit saman við norðmonnum á eitt
røktarheim í býnum at dansa fyri teimum, sum har búgva, og um kvøldið var
veitsludøgurði og endahátíð á “Hotel Artic”. Her bóðu vit hvørjum øðrum farvæl
í grønlandsrúminum – eitt stórt rúm  við
Grønlandi á gólvteppinum.

Egon, sum er
úr Danmark og hevði verið við til at skipa fyri Grønlek, bað okkum øll um at
stilla upp í ein stóran runding í grønlandsrúminum. So byrjaði hann sjálvur at
ganga runt og taka í hondina á øllum, sum vóru við til fyrsta Grønlek
nakrantíð. Og so gjørdu vit øll tað sama, sum hann. Ein vakur máti at biðja
hesum fólkum farvæl, sum hava ríkað okkum lívið hesar dagarnar í Ilulissat.

Kathrina,
Eysturoyar dansifelag.

Landsdansistevnan 2013

 

Eftir Landsdansistevnuna

 

Leygardagin 11. september
varð Landsdansistevna hildin í ítróttarhøllini í Runavík fyri øll limafeløgini
hjá Sláið-Ring. Útvið 500 fólk úr 15 dansifeløgum luttóku á stevnuni.
Harafturat luttóku 20 limir í dansifelagnum Fótatraðk í Keypmannahavn.
Eysturoya Dansifelag skipaði fyri stevnuni.

 

Stevnan varð ikki sett
við ráðhúsið sum ætlað, orsaka av ringum veðri, men ístaðin varð hon sett í
ítróttarhøllini, har stórt borðhald varð hildið. Sámal í Hoygarðinum úr
Funningi setti stevnuna og áðrenn borðhaldið, var farið upp á gólv har 13-ára
gamli Karstin Dánjalsson í Húsinum úr Eysturoya Dansifelag skipaði
Sigmundskvæði yngra. Tey seinastu árini hevur barnadansurin verið høgt í metum,
og tað vóru mong sum hildu tað vera fyrimyndarligt og fyrikomandi, at ein so
ungur skipari varð biðin til at skipa tað fyrsta og innleiðandi kvæði til hesa
stóru stevnu. Hann hevði sera gott lag at kvøða við og gott stev eisini. Vit
vóna at hann framhaldandi heldur seg til, og verður við til at bera kvæðaarv okkara
í framtíðini.

 

Undir borðhaldinum hildu
formenn og umboð frá øllum feløgunum eina røðu hvør fyri gestunum og eisini
vórðu gávur lætnar vertsfelagnum. Rasmus Joensen, formaður í Sláið-Ring helt
eisini eina røðu.

 

Eftir borðhaldið varð
aftur farið upp á gólv, og dansað varð út í eitt í góðar seks tímar. Teir
fyrstu tímarnar varð kvøði eftir eini skrá og raðfylgju, sum vertsfelagið hevði
lagt til rættis. Hvørt dansifelag hevði eina vísu ella eitt kvæði, sum tey
skipaðu. Seinastu tveir tímarnar varð orðið frítt hjá øllum til at skipa eitt
hvørt. Dansurin endaði við frísakvæðnum hjá Poul F og til allar seinast donsku
vísuni “god nat og farvel.” Limir hjá Dansifelagnum Fótatraðk skipaðu hesi
bæði. Upptøkur til Frísarnar og God nat og farvel finnast m.a á youtube.com har
Sumbingar kvøða eins og á heimasíðuni hjá Sumbiar kommunu.

 

Komandi Landsdansistevna
verður í Klaksvík í 2016, og er tað tá Klaksvíkar Dansifelag, sum skipar fyri.

 

 

Ólavur Eysturdal

Børn dansa í Íslandi

 

Ung frá Klaksvíkara dansifelag á ferð í Íslandi                                                                    Reykjavík 08.05.2013

 

Ung frá Klaksvíkara dansifelag eru í Íslandi í hesum døgum,
í samband við at  tónleikaævintýrið            “ Veiða vind ” eftir Rakel Helmsdal verður
frammført í Hørpuni í Reykjavík.

Vit fóru úr Klaksvík 06.05.2013 til Íslands, komu á
ginstigarahúsið kl 12.00.

Kl 14.00 møttu vit í Hørpuni har vit fingu eina rundvísin,
eftir tað fóru vit at venja saman við Íslenska symfoniorkestrinum, sum er
stjørna av Bernhardur Wilkinson, í Eldborg salinum.

Tær fyrstu frammførðslunar høvdu vit í dag, tann fyrsta
klokkan 09.30 og tann seinna klokkan kl 11.00. Hvør frammførðsla varðar í góðar
40 minuttir, hesar frammførðslunar sum vit høvdu í dag vóru fyri
barnagarðsbørnum í Reykjavík, umleið 1000 børn til hvørja frammførðslu, eftir
frammførðslunar fóru vit út í gongina at dansa, har øll børnini kundu koma við
í ringin.

Frammførðslunar byrjaðu  við at Symfoniorkestri spældi eitt stykki av “Ólavi
Riddararós” frásøgumaður Benedikts Erlingssonar fortaldi og dró áhoyrarnar við
sær á tónleikaævintýraferð saman við 
symfoniorkestrinum. Síðani fortaldi hann um Føroyska Dansin og um hvussu
føroyingar fortelja søguna um “Ólav Riddararós” í dansinum. Tey ungu frá
Klaksvíkar Dansifelag frammførdu á pallinum, og allir áhoyrarnir tóku undir við
niðurlagnum.

Bless bless

 

Við dansukvøðu

Ung úr Klaksvíkar Dansifelag

Brúðarvísurnar liggja á heimasíðuni

 Brúðarvísurnar eru nú at síggja undir teiginum kvæði.

Tær eru nevndar eftir eftir sum tær byrja:

Lat okkum taka saman

Gevið ljóð og líðið á

Í Halgubók vit lesa

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×