Brúðarvísurnar eru nú at síggja undir teiginum kvæði.
Tær eru nevndar eftir eftir sum tær byrja:
Lat okkum taka saman
Gevið ljóð og líðið á
Í Halgubók vit lesa
Brúðarvísurnar eru nú at síggja undir teiginum kvæði.
Tær eru nevndar eftir eftir sum tær byrja:
Lat okkum taka saman
Gevið ljóð og líðið á
Í Halgubók vit lesa
Nýggjar
brúðarvísur
Á fundi í Miðlahúsinum mánakvøldið 8. apríl
varð úrslitið av kappingini um nýggjar
brúðarvísur kunngjørt.
Vinnarin gjørdist Eyðun Eliasen av Trøllanesi við
vísuni: Lat okkum taka saman
Nr. 2 gjørdist Regin Eikhólm úr Havn, við vísuni:
Gevið ljóð og lýðið á
Nr. 3 gjørdist Betta á Dalinum úr Klaksvík, við
vísuni: Í Halgubók vit lesa
Miðlahúsið var fullsett, tá Rasmus Joensen bjóðaði
vælkomin. Eftir hetta greiddi hann frá arbeiðnum, ið lá aftanfyri hetta
tiltakið.
Jóan Pauli Joensen, professari greiddi frá um
brúdleyp, brúðarsiðir og brúðarvísur frá eldri tíðum og fram móti okkara tíð.
Tey, ið fingu heiðurslønir, fingu eisini høvi at
greiða frá teirra arbeiði við yrkingunum. Tað var sera áhugavert at hoyra, hvat
tey høvdu lagt dent á og hvussu, tey høvdu lagt arbeiðið til rættis.
Jákup Reinert Hansen tók brot burtur úr bók hjá
Mariu Eide, har hon nevndi um eina aðra danska brúðarvísu, sum legði dent á javnstøðu
í hjúnabandi. Og legði hann afturat: Eg sum prestur kann gott siga tykkum, at
bíblian nevnir eisini nógv um javnstøðu.
Hanus Johansen, ið hevði gjørt lag til vísuna hjá
Bettu, kvæð nøkur ørindi, so fundarfólkið kundi kunna seg við lagið.
Ti seinast varð farið upp á gólv. Ein spennandi
løta, at vita hvussu hesar nýggju vísurnar bóru seg á gólvi. Tær bóru seg væl.
Vóru lættar í lagi, men tignarligar í innihaldi og dansurin gekk væl.
Brúðarvísukappingin
lokin og vinnarin funnin
Fyri fyrstu ferð í
meir enn 100 ár eru brúðarvísur yrktar.
Sláið Ring – landsfelag
føroyskum dansi at frama, hevur miðvíst arbeitt fram ímóti at finna alternativ
til gomlu brúðarvísurnar, sum eru tungar at fáa at ganga í fleiri av dagsins
brúdleypum.
Í vetur hevur Sláið
Ring skipað fyri eini brúðarvísukapping.
Inn komu fimm uppskot. Sláið Ring setti eina dómsnevnd at gjøgnumganga innkomnu
uppskotini og senda trý til dansifeløgini til ummælis. Dansifeløgini mettu um hesi trý uppskotini og
sendu sína metan til Sláið Ring. Í mars gjørdu nevndin í Sláið Ring og
dómsnevndin eina endalig niðurstøðu, ið bygdi á metingina hjá dómsnevndini og
dansifeløgunum.
Mánakvøldið 8. apríl
verður úrslitið kunngjørt. Í hesum sambandi skipar Sláið Ring fyri almennum tiltakið
í Miðlahúsinum klokkan 19.00.
Skráin verður:
19.00 Vælkomin
Rasmus Joensen, formaður í Sláið Ring bjóðar vælkomin.
Brúðarvísuleikluturin
nú og fyrr
Jóan Pauli Joensen sigur frá hvønn týdning brúðarvísurnar
høvdu og hava í fleiri føroyskum brúdleypum.
Alternativar
brúðarvísur – tørvur og brúðarvísutilgongd
Rasmus Joensen hugleiðir um hví eitt nýtt brúðarvísu
alternativ er neyðugt. Eisini greiður Rasmus Joensen frá arbeiðinum at fáa fólk
at yrkja brúðarvísur.
Vinnarin verður
kunngjørdur:
Nummar 1,2 og 3 verða kunngjørd. Brúðarvísunevndin greiðir
frá sínum metingum.
20.00 Kaffi:
Sangur:
Hanus G. Johanen syngur nøkur ørindi av einum av uppskotunum.
Hann hevur sjálvur gjørt lagið.
At yrkja brúðarvísu:
Yrkjararnir greiða frá sínum tonkum, tá teir fóru undir at
yrkja og meðan teir yrktu. Eisini lagið, teir hava valt verður umrøtt.
20.50 Vit fara uppá gólv:
Farið verður uppá gólv at kvøða nýggju brúðarvísurnar.
Gestirnir fáa eitt lítið hefi við brúðarvísunum heim við sær.
Tað eru meir enn hundrað ár síðani ein brúðarvísa varð yrkt.
Sláið Ring vónar at nýggju brúðarvísurnar koma at viðføra, at brúðarvísur
áhaldandi verða ein fastur táttur í brúdleypsiði føroyinga. Nýggju
brúðarvísurnar eru allar stuttar og hava niðurlag.
Sláið RIng vónar at
brúðarfólk, sum ikki hætta sær undir tær kendu føroysku og donsku
brúðarvísurnar, vilja velja onkra av nýggju brúðarvísunum sum part av teirra
hátíðardegi.
Siðurin við brúðardansi er ein vakur siður og vónandi verður
honum langt lív lagað. Nýggju brúðarvísurnar eru ein roynd at fáa fleiri fólk
at taka brúðarvísusiðin til sín. Vónandi eydnast hettta.
Sláið Ring vónar at síggja nógv fólk í Miðlahúsinum
mánakvøldið 8. apríl kl. 19.00.
Við dansikvøðu
Sláið Ring
DANSIFELAG
Landsdansistevnan 2013
Tann
11.mars 2013
Dansistevnan
verður í Runavík leygardagin tann 11.mai
2013.
Kvøðið
verður í hesi raðfylgju:
1. Eysturoyar
dansifelag Kópakvæði J. Carl Danielsen
2. Tøkum Lætt Ebbe Skammelsøn Óli á Geilini
3. Tvøroyrar dansifelag Brestis kvæði Don Petersen
4. Nólsoyar dansifelag Ved Kristiansand Malan Hansen
5. Fótatraðk Vilmundskvæði Ólavur Eysturdal
6. Vága Dansifelag Grindavísan Jón
Joensen
7. Leikum
Fagurt Skrímsla Edmund Nielsen
8. Klaksvíkar dansifelag Deyðastund Sigmundar Jónleif Johannesen
9. Sumbiar dansifelag Virgarskvæði (40 ør.) Oláus
D. Joensen
10. Dansifelagið á Látrinum Det er i nat en vågenat Jógvan Højsted
11. Jómsvíkingar Ormurin Langi Niklas
Thomassen
12. Suðuroyar norðara helvt Boaratátturin Levi Niclassen
13. Norðstreymoyar dansifelag Tróndarkvæði Heini
Holm
14. Stígum Fast Blakman
konge J. Johannesen
15. Dansifelag Kaggans Seyðam. á Sondum Regin
Eikhólm
Tíðindaskriv frá Eysturoyar
dansifelag:
Landsdansistevnan
2013 verður hildin tann 11.maj í Runavík.
Sámal í Hoygarðinum í Funningi setir stevnuna við ráðhúsið kl. 17.00, og vónandi verður veðrið so frægt, at tað ber
til at dansa eitt sindur eisini. Aftaná verður borðhald og føroyskur dansur í
ítróttarhøllini.
Fyrsta
kunningin varð send til feløgini í novembur og á Grækarismessu fingu feløgini
innbjóðing saman við meira kunning.
Tað kostar
250,- kr fyri hvønn at koma á stevnu og freistin at tekna seg er 5. apríl.
Brot úr grein í Dimmalætting:
Kvæðamentanin
vantaði
Landsstýrismaðurin
við mentamálum vildi ynskt, at vit frá føroyskari síðu kundu havt meiri ávirkan
á, hvørji føroysk mentanartiltøk komu við á “Nordic Cool”.
– Men har
høvdu vit einki at skula havt sagt, sigur hann.-
Tey trý umboðini
fyri tiltakið, sum vitjaðu í Føroyum í fjør summar, Alicia B. Adams,
varaforseti, Gilda Almeida, stjóri, og franski nevndarlimurin Adrien Gardère,
avgjørdu hetta einsamøll.
Millum
konsertirnar, sum vóru upplatingardagin, var Bjørn Kalsø og lurtaði eftir tí
einu. Tað var tann við tí svenska Kongaliga Philharmoniska Orkestrinum í
Stockhólmi við Sakari Oramo sum orkesturleiðara. Solosangarinnan á hesi
konsert var danska sopransongkvinnan Inger Dam-Jensen.
Undir einum
stórum galladøgverða, sum var hildin fyrsta kvøldið, var ymiskt norðurlendskt
undirhald av mentanarligu slag. M.a. joykaðu nakrir samar.
Í einum slíkum
samanhangi hevði verið stuttligt, um ein lítil dansibólkum við góðum kvøðarum
hevði sloppið at sýnt gestunum ein føroyskan elligamlan mentanarbrellbita, sum
vit hava varðveitt gjøgnum øldir.
– Tað má bíða
til eina aðru ferð, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við mentamálum.
– Tað
týdningarmesta fyri okkara viðkomandi var at sleppa at vera ein partur í eini
størri heild, og so mugu vit taka tað harfrá, heldur hann.
Í døgunum 28. mars til 1. apríl er Sláið Ring vertur fyri
norðurlendskari stevnu í skótadeplinum á Selatrað. Stevnan er fyri ungdómar í
aldrinum 18 – 25 ár. Stevnan, ið ber heitið Nordring 2013, er afturvendandi
stevna hjá Nordlek felagsskapinum, har Sláið Ring er limur. Stevnan verður
hildin triðja hvørt ár í einum av limalondunum hjá Nordlek.
Stevnan er skipað soleiðis, at limalondini í Nordlek kunnu
senda í mesta lagi 6 luttakarar hvørt á stevnuna. Luttakararnir skulu í mestan
mun sjálvir skipa fyri tiltøkunum á stevnuni.
Hesa ferð verða uml. 25 útlendskir luttakarar umframt teir
føroysku.
Endamálið við stevnuni er at stuðla menningini av
norðurlendskum fólkatónleiki- og dansi og at geva ungdómi møguleikar at læra av
royndunum hvør hjá øðrum, menna nýtt samband tvørtur um landamørk og mentanarsiðvenjur
og geva luttakarunum íblástur at arbeiða víðari í egnum landi.
Slík stevna letur seg ikki gera uttan við stuðli frá feløgum
og stovnum. Tey, ið hava stuðla hesum tiltakinum eru: Kulturkontakt Nord, P/F
Effo, P/F Bank Nordic, P/F Tryggingarfelagið Føroyar og P/F Atlantic Petroleum.
havi lagt myndir og ummæli úr norðurlandahúsinum á bloggin, tit kunna gott leggja eitt leiki á síðuna, ella taka myndirnar bara: www.b-av-s.blogspot.com Vinarliga Bergljót av Skarði
Dansistevnan byrjar kl. 10.00.
So verði í Norðurlandahúsinum stundisliga.
Eingir bilar mugu standa frammanfyri Norðurlandahúsið og millum Norðurlandahúsið og Útvarpshúsið. Góðir parkeringsmøguleikar eru við Tórsvøll, rennibreytina.
Eftir at stevnan er sett, verður dansað, sí skrá.
Eisini verða útferðir gjørdar, tíðirnar verða at síggja í Norðurlandahúsinum.
Vit enda við felagsdansi, og sjálv stevnan endar uml. kl. 15.00.
Kl. 15.00 verður barnajazzur í Norðurlandahúsinum.
|
||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||