Landsdansistevnan 2013

 

Eftir Landsdansistevnuna

 

Leygardagin 11. september
varð Landsdansistevna hildin í ítróttarhøllini í Runavík fyri øll limafeløgini
hjá Sláið-Ring. Útvið 500 fólk úr 15 dansifeløgum luttóku á stevnuni.
Harafturat luttóku 20 limir í dansifelagnum Fótatraðk í Keypmannahavn.
Eysturoya Dansifelag skipaði fyri stevnuni.

 

Stevnan varð ikki sett
við ráðhúsið sum ætlað, orsaka av ringum veðri, men ístaðin varð hon sett í
ítróttarhøllini, har stórt borðhald varð hildið. Sámal í Hoygarðinum úr
Funningi setti stevnuna og áðrenn borðhaldið, var farið upp á gólv har 13-ára
gamli Karstin Dánjalsson í Húsinum úr Eysturoya Dansifelag skipaði
Sigmundskvæði yngra. Tey seinastu árini hevur barnadansurin verið høgt í metum,
og tað vóru mong sum hildu tað vera fyrimyndarligt og fyrikomandi, at ein so
ungur skipari varð biðin til at skipa tað fyrsta og innleiðandi kvæði til hesa
stóru stevnu. Hann hevði sera gott lag at kvøða við og gott stev eisini. Vit
vóna at hann framhaldandi heldur seg til, og verður við til at bera kvæðaarv okkara
í framtíðini.

 

Undir borðhaldinum hildu
formenn og umboð frá øllum feløgunum eina røðu hvør fyri gestunum og eisini
vórðu gávur lætnar vertsfelagnum. Rasmus Joensen, formaður í Sláið-Ring helt
eisini eina røðu.

 

Eftir borðhaldið varð
aftur farið upp á gólv, og dansað varð út í eitt í góðar seks tímar. Teir
fyrstu tímarnar varð kvøði eftir eini skrá og raðfylgju, sum vertsfelagið hevði
lagt til rættis. Hvørt dansifelag hevði eina vísu ella eitt kvæði, sum tey
skipaðu. Seinastu tveir tímarnar varð orðið frítt hjá øllum til at skipa eitt
hvørt. Dansurin endaði við frísakvæðnum hjá Poul F og til allar seinast donsku
vísuni “god nat og farvel.” Limir hjá Dansifelagnum Fótatraðk skipaðu hesi
bæði. Upptøkur til Frísarnar og God nat og farvel finnast m.a á youtube.com har
Sumbingar kvøða eins og á heimasíðuni hjá Sumbiar kommunu.

 

Komandi Landsdansistevna
verður í Klaksvík í 2016, og er tað tá Klaksvíkar Dansifelag, sum skipar fyri.

 

 

Ólavur Eysturdal

Børn dansa í Íslandi

 

Ung frá Klaksvíkara dansifelag á ferð í Íslandi                                                                    Reykjavík 08.05.2013

 

Ung frá Klaksvíkara dansifelag eru í Íslandi í hesum døgum,
í samband við at  tónleikaævintýrið            “ Veiða vind ” eftir Rakel Helmsdal verður
frammført í Hørpuni í Reykjavík.

Vit fóru úr Klaksvík 06.05.2013 til Íslands, komu á
ginstigarahúsið kl 12.00.

Kl 14.00 møttu vit í Hørpuni har vit fingu eina rundvísin,
eftir tað fóru vit at venja saman við Íslenska symfoniorkestrinum, sum er
stjørna av Bernhardur Wilkinson, í Eldborg salinum.

Tær fyrstu frammførðslunar høvdu vit í dag, tann fyrsta
klokkan 09.30 og tann seinna klokkan kl 11.00. Hvør frammførðsla varðar í góðar
40 minuttir, hesar frammførðslunar sum vit høvdu í dag vóru fyri
barnagarðsbørnum í Reykjavík, umleið 1000 børn til hvørja frammførðslu, eftir
frammførðslunar fóru vit út í gongina at dansa, har øll børnini kundu koma við
í ringin.

Frammførðslunar byrjaðu  við at Symfoniorkestri spældi eitt stykki av “Ólavi
Riddararós” frásøgumaður Benedikts Erlingssonar fortaldi og dró áhoyrarnar við
sær á tónleikaævintýraferð saman við 
symfoniorkestrinum. Síðani fortaldi hann um Føroyska Dansin og um hvussu
føroyingar fortelja søguna um “Ólav Riddararós” í dansinum. Tey ungu frá
Klaksvíkar Dansifelag frammførdu á pallinum, og allir áhoyrarnir tóku undir við
niðurlagnum.

Bless bless

 

Við dansukvøðu

Ung úr Klaksvíkar Dansifelag

Brúðarvísurnar liggja á heimasíðuni

 Brúðarvísurnar eru nú at síggja undir teiginum kvæði.

Tær eru nevndar eftir eftir sum tær byrja:

Lat okkum taka saman

Gevið ljóð og líðið á

Í Halgubók vit lesa

Nýggjar brúðarvísur

Nýggjar
brúðarvísur

Á fundi í Miðlahúsinum mánakvøldið 8. apríl
varð  úrslitið av kappingini um nýggjar
brúðarvísur kunngjørt.

Vinnarin gjørdist Eyðun Eliasen av Trøllanesi við
vísuni: Lat okkum taka saman

Nr. 2 gjørdist Regin Eikhólm úr Havn, við vísuni:
Gevið ljóð og lýðið á

Nr. 3 gjørdist Betta á Dalinum úr Klaksvík, við
vísuni: Í Halgubók vit lesa 

Miðlahúsið var fullsett, tá Rasmus Joensen bjóðaði
vælkomin. Eftir hetta greiddi hann frá arbeiðnum, ið lá aftanfyri hetta
tiltakið.

Jóan Pauli Joensen, professari greiddi frá um
brúdleyp, brúðarsiðir og brúðarvísur frá eldri tíðum og fram móti okkara tíð.

Tey, ið fingu heiðurslønir, fingu eisini høvi at
greiða frá teirra arbeiði við yrkingunum. Tað var sera áhugavert at hoyra, hvat
tey høvdu lagt dent á og hvussu, tey høvdu lagt arbeiðið til rættis.

Jákup Reinert Hansen tók brot burtur úr bók hjá
Mariu Eide, har hon nevndi um eina aðra danska brúðarvísu, sum legði dent á javnstøðu
í hjúnabandi. Og legði hann afturat: Eg sum prestur kann gott siga tykkum, at
bíblian nevnir eisini nógv um javnstøðu.

Hanus Johansen, ið hevði gjørt lag til vísuna hjá
Bettu, kvæð nøkur ørindi, so fundarfólkið kundi kunna seg við lagið.

Ti seinast varð farið upp á gólv. Ein spennandi
løta, at vita hvussu hesar nýggju vísurnar bóru seg á gólvi. Tær bóru seg væl.
Vóru lættar í lagi, men tignarligar í innihaldi og dansurin gekk væl.

Brúðarvísur 2013

Brúðarvísukappingin
lokin og vinnarin funnin

Fyri fyrstu ferð í
meir enn 100 ár eru brúðarvísur yrktar.

Sláið Ring – landsfelag
føroyskum dansi at frama, hevur miðvíst arbeitt fram ímóti at finna alternativ
til gomlu brúðarvísurnar, sum eru tungar at fáa at ganga í fleiri av dagsins
brúdleypum.

Í vetur hevur Sláið
Ring skipað fyri eini  brúðarvísukapping.
Inn komu fimm uppskot. Sláið Ring setti eina dómsnevnd at gjøgnumganga innkomnu
uppskotini og senda trý til  dansifeløgini til ummælis.
Dansifeløgini mettu um hesi trý uppskotini og
sendu sína metan til Sláið Ring. Í mars gjørdu nevndin í Sláið Ring og
dómsnevndin eina endalig niðurstøðu, ið bygdi á metingina hjá dómsnevndini og
dansifeløgunum.

Mánakvøldið 8. apríl
verður úrslitið kunngjørt. Í hesum sambandi skipar Sláið Ring fyri almennum tiltakið
í Miðlahúsinum klokkan 19.00.

Skráin verður:

19.00     Vælkomin

Rasmus Joensen, formaður í Sláið Ring bjóðar vælkomin.

Brúðarvísuleikluturin
nú og fyrr

Jóan Pauli Joensen sigur frá hvønn týdning brúðarvísurnar
høvdu og hava í fleiri føroyskum brúdleypum.

Alternativar
brúðarvísur – tørvur og brúðarvísutilgongd

Rasmus Joensen hugleiðir um hví eitt nýtt brúðarvísu
alternativ er neyðugt. Eisini greiður Rasmus Joensen frá arbeiðinum at fáa fólk
at yrkja brúðarvísur.

Vinnarin verður
kunngjørdur:

Nummar 1,2 og 3 verða kunngjørd. Brúðarvísunevndin greiðir
frá sínum metingum.   

20.00     Kaffi:                                                                                                              

Sangur:

Hanus G. Johanen syngur nøkur ørindi av einum av uppskotunum.
Hann hevur sjálvur gjørt lagið.

At yrkja brúðarvísu:

Yrkjararnir greiða frá sínum tonkum, tá teir fóru undir at
yrkja og meðan teir yrktu. Eisini lagið, teir hava valt verður umrøtt.

20.50     Vit fara uppá gólv:

Farið verður uppá gólv at kvøða nýggju brúðarvísurnar.
Gestirnir fáa eitt lítið hefi við brúðarvísunum heim við sær.

Tað eru meir enn hundrað ár síðani ein brúðarvísa varð yrkt.
Sláið Ring vónar at nýggju brúðarvísurnar koma at viðføra, at brúðarvísur
áhaldandi verða ein fastur táttur í brúdleypsiði føroyinga. Nýggju
brúðarvísurnar eru allar stuttar og hava niðurlag.

Sláið RIng  vónar at
brúðarfólk, sum ikki hætta sær undir tær kendu føroysku og donsku
brúðarvísurnar, vilja velja onkra av nýggju brúðarvísunum sum part av teirra
hátíðardegi.

Siðurin við brúðardansi er ein vakur siður og vónandi verður
honum langt lív lagað. Nýggju brúðarvísurnar eru ein roynd at fáa fleiri fólk
at taka brúðarvísusiðin til sín. Vónandi eydnast hettta.

Sláið Ring vónar at síggja nógv fólk í Miðlahúsinum
mánakvøldið 8. apríl kl. 19.00.

Við dansikvøðu

Sláið Ring

 

Landsdansistevnan 2013





















EYSTUROYAR
DANSIFELAG

www.eystdans.dk

Landsdansistevnan  2013

Tann
11.mars 2013

Dansistevnan
verður í  Runavík leygardagin tann 11.mai
2013.

Kvøðið
verður í hesi raðfylgju:        

1.       Eysturoyar
dansifelag           Kópakvæði                      J. Carl Danielsen

2.       Tøkum Lætt                          Ebbe Skammelsøn          Óli á Geilini

3.       Tvøroyrar dansifelag             Brestis kvæði                  Don Petersen

4.       Nólsoyar dansifelag              Ved Kristiansand            Malan Hansen

5.       Fótatraðk                             Vilmundskvæði               Ólavur Eysturdal

6.       Vága Dansifelag                   Grindavísan                   Jón
Joensen

7.       Leikum 
Fagurt                    Skrímsla                        Edmund Nielsen

8.       Klaksvíkar dansifelag           Deyðastund Sigmundar   Jónleif Johannesen

9.       Sumbiar dansifelag              Virgarskvæði (40 ør.)       Oláus
D. Joensen

10.     Dansifelagið á Látrinum       Det er i nat en vågenat   Jógvan Højsted

11.     Jómsvíkingar                       Ormurin Langi                Niklas
Thomassen

12.     Suðuroyar norðara helvt       Boaratátturin                 Levi Niclassen

13.     Norðstreymoyar dansifelag    Tróndarkvæði                 Heini
Holm

14.     Stígum Fast                         Blakman
konge               J. Johannesen

15.     Dansifelag Kaggans              Seyðam. á Sondum         Regin
Eikhólm

Landsdansistevnan 2013

Tíðindaskriv frá Eysturoyar
dansifelag:

Landsdansistevnan
2013 verður hildin tann 11.maj í Runavík. 
Sámal í Hoygarðinum í Funningi setir stevnuna við ráðhúsið kl. 17.00,  og vónandi verður veðrið so frægt, at tað ber
til at dansa eitt sindur eisini. Aftaná verður borðhald og føroyskur dansur í
ítróttarhøllini.

Fyrsta
kunningin varð send til feløgini í novembur og á Grækarismessu fingu feløgini
innbjóðing saman við meira kunning.

Tað kostar
250,- kr fyri hvønn at koma á stevnu og freistin at tekna seg er 5. apríl.

Nordic Cool í USA

Brot úr grein í Dimmalætting:

 

Kvæðamentanin
vantaði

Landsstýrismaðurin
við mentamálum vildi ynskt, at vit frá føroyskari síðu kundu havt meiri ávirkan
á, hvørji føroysk ment­an­artiltøk komu við á “Nordic Cool”.

– Men har
høvdu vit einki at skula havt sagt, sig­ur hann.-

Tey trý umboðini
fyri tiltakið, sum vitjaðu í Føroyum í fjør summar, Alicia B. Adams,
varaforseti, Gilda Almeida, stjóri, og franski nevndarlimurin Ad­­rien Gardère,
avgjørdu hetta einsamøll.

Millum
konsertirnar, sum vóru upplatingardagin, var Bjørn Kalsø og lurtaði eftir tí
einu. Tað var tann við tí svenska Kongaliga Philharmoniska Orkest­rin­um í
Stockhólmi við Sakari Oramo sum orkestur­leið­ara. Solosangarinnan á hesi
konsert var danska so­pransongkvinnan Inger Dam-Jensen.

Undir einum
stórum galladøgverða, sum var hildin fyrsta kvøldið, var ymiskt norðurlendskt
und­irhald av mentanarligu slag. M.a. joykaðu nakrir samar.

Í einum slíkum
sam­an­hangi hevði verið stuttligt, um ein lítil dansibólkum við góðum kvøðarum
hevði sloppið at sýnt gestunum ein føroyskan elligamlan mentanarbrellbita, sum
vit hava varðveitt gjøgnum øldir.

– Tað má bíða
til eina aðru ferð, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við mentamálum.

– Tað
týdningarmesta fyri okkara viðkomandi var at sleppa at vera ein partur í eini
størri heild, og so mugu vit taka tað harfrá, heldur hann.

Nordring

Í døgunum 28. mars til 1. apríl er Sláið Ring vertur fyri
norðurlendskari stevnu í skótadeplinum á Selatrað. Stevnan er fyri ungdómar í
aldrinum 18 – 25 ár. Stevnan, ið ber heitið Nordring 2013, er afturvendandi
stevna hjá Nordlek felagsskapinum, har Sláið Ring er limur. Stevnan verður
hildin triðja hvørt ár í einum av limalondunum hjá Nordlek.

Stevnan er skipað soleiðis, at limalondini í Nordlek kunnu
senda í mesta lagi 6 luttakarar hvørt á stevnuna. Luttakararnir skulu í mestan
mun sjálvir skipa fyri tiltøkunum á stevnuni.

Hesa ferð verða uml. 25 útlendskir luttakarar umframt teir
føroysku.

Endamálið við stevnuni er at stuðla menningini av
norðurlendskum fólkatónleiki- og dansi og at geva ungdómi møguleikar at læra av
royndunum hvør hjá øðrum, menna nýtt samband tvørtur um landamørk og mentanarsiðvenjur
og geva luttakarunum íblástur at arbeiða víðari í egnum landi.

Slík stevna letur seg ikki gera uttan við stuðli frá feløgum
og stovnum. Tey, ið hava stuðla hesum tiltakinum eru: Kulturkontakt Nord, P/F
Effo, P/F Bank Nordic, P/F Tryggingarfelagið Føroyar og P/F Atlantic Petroleum.





















Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×