Tiltakið ung í dansi verður hesaferð í Tjørnuvik 23. og 24. nov.
Nærri kunnging um skrá og tilmelding kemur seinni.
Tiltakið ung í dansi verður hesaferð í Tjørnuvik 23. og 24. nov.
Nærri kunnging um skrá og tilmelding kemur seinni.
Skrá fyri dansivikuskiftið í Tjørnuvík:
Fríggjadagur:
17.30: Farið verður við bussi av Oyrabakka til Tjørnuvíkar
18.30: Nátturði
19.30: Samansjóðing og ymisk spøl.
– Vit fara eisini at læra okkum eina norska vísu
21.30: Almennur dansur, har limir úr Norðstreymoyðar Dansifelag luttaka
Leygardagur:
09.00: Morgunmatur
10.30: Gongutúrur í Tjørnuvík
13.00: Døgurði
14.00: Ferðafrásøgn frá ungdómstúri í Norra
14.30: Dansur o.a.
16.30: Ábit
17.30: Fráferð úr Tjørnuvík
Sum vanligt hevði Dansifelagið í Havn aðalfund fyrsta fríggjakvøld eftir heystferiuna. Nú eru skráin fyri veturin løgd og er hon at finna niðanfyri umframt undir “Limafeløg > Dansifelagið í Havn”. Vanligt hevur verið at taka ymisk lættari kvæði og vísur, sum ikki standa á skránni. Fyri at gera tað lættari hjá nýggjum fólki at koma uppí, hava vit í ár gjørt av, at gera eina roynd at hava minst eitt lættari/vanligt kvæði ella vísu á skránni hvørt kvøld.
Veturin 2012-13 er barnadansurin í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldini 12.10, 26.10, 2.11, 9.11, 16.11, 23.11, 30.11, 7.12, 4.1, 11.1, 18.1, 25.1 og 1.2, kl. 20:00. Skrá sæst undir hvønn dag í kalendaranum her á sr.fo. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin!
Dansað verður vanliga í Hornahúsunum fríggjakvøld kl. 22-24. Áðrenn farið verður upp á gólv er ein drekkamunnur. Skráin fyri veturin er niðanfyri. Tá avboð eru ella stundir annars eru, verða fyrifallandi lættari kvæði ofta tikin. Øll eru vælkomin at møta til dansin í Hornahúsunum.
Frí. 26.10 | Aðalfundur |
Frí. 2.11, kl. 22 | Eingin skrá |
Frí. 9.11, kl. 22 |
Huldugentan, Jóhannis Ribbolt er en grevesøn, Niels Det er i Nat en Vagenat, Birgir Ormurin Langi, Janus Kamban |
Frí. 16.11, kl. 21 | Hugnakvøld Okkurt verður at fáa av mati og drekka Geyti Áslaksson, Hákun Svend Vonved, Niels Brestiskvædi, Gunnar |
Frí. 23.11, kl. 22 | Larvin Dvørgakongur, Bynne Stærke Tidrik, Janus úr Dímun Ebbe Skammelsøn, Janus Kamban Aligast ríma, Niels |
Frí. 30.11, kl. 22 | Trøllini á Hornalondum, Wentzel Einars ríma, Jóhannis Vilmundskvædi, Birgir Harra Pætur og Elinborg |
Frí. 07.12, kl. 22 | Kong Tidrik sidder udi Beren, Hákun Der bor en Jarl i Engeland, Niels Tístrams táttur, Janus úr Dímun Sigmunds kvædi yngra |
Frí. 04.01, kl. 22 | Jøkilskvædi, Janus úr Dímun Kong Oluf og hans broder kær, Niels Magnus Kongur av Noregi, Jóhannis Flóvin Bænadiktson |
Frí. 11.01, kl. 22 | Ragnarskvædi, Wentzel Fru Ingeborg, Niels Viljormur Kornus, Randi |
Frí. 18.01, kl. 22 | Gunnleygs Kvæði, Hákun Gudbrandskvædi |
Frí. 25.01, kl. 22 | Torkils døtur, Randi Gáturíman, Jóhannis Aalebrands vísa, Heini |
Frí. 1.02, kl. 22 | Virgarskvædi, Jóhannis Grindavísan, Janus Kamban Hr. Sinklar |
Ley. 09.02, kl. 20 | Ársveitsla Borðhald í Sjónleikarhúsinum Dansur í Hornahúsunum |
Ung í dansi.
23.-24. nov. 2012 verur tiltakið “Ung í dansi”. Hetta er eitt tiltak fyri ung, frá 14-18 ár, ið hava áhuga fyri tí føroyska dansinum. Í ár verður tiltakið í Bygdarhúsinum í Tjørnuvík.
Tiltakið er ókeypis og ferðaendurgjald verður latið. Eisini er tiltakið rúsfrítt!
Farið verður til Tjørnuvíkar fríggjadagin kl. 17.30. Bussur fer av Oyrabakka norður til Tjørnuvíkar. Vit fara úr Tjørnuvík aftur leygardagin kl. 17.30.
Leið 400 hjá Bygdaleiðum koyrir bæði úr Klaksvík og Tórshavn kl. 16.20 og er á Oyrabakka 17.05.
Um so er, at øll ikki náa bussin til Tjørnuvíkar, so kann sigast frá á tlf. 220659, hjá Hildur.
Á skránni er m.a., dansur, matur, spøl, ferðafrágreiðing um ungdómstúrin í Norra, gongutúrur runt í Tjørnuvík við frásøgufólki, almennur dansur har limir úr Norðstreymoyar Dansifelag luttaka.
Tann endaliga skráin kemur at liggja á heimasíðuni hjá Sláið Ring, www.sr.fo
Havið soviposa og undirlag við. Góðar skógvar, kvæðabók, skiftiklæðir og tannbust er eisini gott at hava við 🙂
Tilmeldingarfreistin er 19. novembur. Tilmeldingin fer fram hjá Hildur K. Sørensen, tlf. 220659 ella á telduposti hildurks@hotmail.com
Fyrireikarnir
Elin og Hildur
Uppskot um
nýggja brúðarvísu
Sláið
Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama, fer undir enn eitt átak um nýggja
brúðarvísu. Tit, ið hava uppskot, eru vælkomin at senda inn.
Um
vísuna kann sigast, at
·
Hon
skal vera viðkomandi fyri brúðarparið
·
Hon
skal kunna kvøðast á gólvi
·
Longdin
skal vera soleiðis, at tað tekur uml. 8 min. at kvøða
·
Vísan
skal hava niðurlag
·
Um
lagið kunnu vit siga
o Yrkjast kann til
kent lag
o Yrkjast kann til
nýtt lag
o Hevur vísan
einki lag, kann Sláið Ring biðja fólk gera lag
·
Møguleiki
er eisini at senda fløgu við
·
Vísan skal
vera skriva undir merki (dulnevnd), tó skal afturlatin brævbjálvi við veruliga
navninum liggja við uppskotinum
·
Freistin
fyri at lata inn uppskot er 9. desember 2012
Hvussu
síðani verður farið fram
Um arbeiðið
hjá nevndini o.a.
Sláið
Ring hevur heitt á hesi um at manna nevdina, og hava tey játtað: Jákup Reinert
Hansen, Bergljót av Skarði og Rasmus Joensen.
Sláið
Ring
Rasmus
A. Joensen, fm.
sr@sr.fo
Tlf.
210 412
Á
Teigi 7
FO-100
Tórshavn
Aftur í ár skipar Dansifelagið fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum fríggjakvøld í dansitíðini. Fyrsta kvøldið dansað verður, er fríggjakvøldið 12. okt., kl. 20:00. Øll eru vælkomin, og tiltakið er ókeypis.
Eingi nøvn eru sett fyri, hvør skipar, men ætlanin er, at bæði børn og vaksin skipa tað, tey hava hug til. Hevur onkur hug at skipa, er bert at siga frá, eisini um tað er okkurt, sum ikki stendur í skránni ella í heftinum.
Frí. 12.10, kl. 20.00:
Eingin skrá
Frí. 19.10:
Heystfrí.
Frí. 26.10, kl. 20.00:
Ormurin Langi, Harra Pætur og Elinborg, Leivs kvæði, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 02.11, kl. 20.00:
Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Hr. Sinklar, Ólavur Riddararós, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 09.11, kl. 20.00:
Torkils døtur, Brestis kvæði, Flóvin Bænadiktsson, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 16.11, kl. 20.00:
Ormurin Langi, Harra Pætur og Elinborg, Leivs kvæði, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 23.11, kl. 20.00:
Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Hr. Sinklar, Ólavur Riddararós, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 30.11, kl. 20.00:
Torkils døtur, Brestis kvæði, Flóvin Bænadiktsson, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 07.12, kl. 20.00:
Ormurin Langi, Harra Pætur og Elinborg, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Vit dansa jólatræ eftir steðgin
Jólafrí
Frí. 04.01, kl. 20.00:
Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Hr. Sinklar, Ólavur Riddararós, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 11.01, kl. 20.00:
Ormurin Langi, Sankta Mortan, Sigmunds kvæði yngra, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 18.01, kl. 20.00:
Hr. Sinklar, Brestis kvæði, Flóvin Bænadiktsson, Sankta Simeon, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 25.01, kl. 20.00:
Ormurin Langi, Harra Pætur og Elinborg, Sankta Mortan, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 01.02, kl. 20.00:
Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Hr. Sinklar, Ólavur Riddararós, Sankta Simeon, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Seinasta dansikvøld.
Barnadansistevnan 2013
Barnadansistevnan 2013 er tann 10. síðani vit byrjaðu í 2004.
Hesuferð verður hon hildin í Norðurlandahúsinum leygardagin
2. februar frá kl. 10.00 til kl. 15.00.
Feløg og onnur skulu siga Sláið Ring frá innan 15. januar 2013.
Í 2013 verður skipað fyri dansistevnu í Grønlandi
undir heitinum Grønlek 2013. Sláið Ring hevur fingið tillutað 20 pláss.
Við hesum verður bjóðað áhugaðum at tekna luttøku.
Tilmeldingarfreistin er 15. november 2012.
Við tað at vit ikki fáa meir enn 20 pláss, hevur
nevndin gjørt av, at tey, ið fara avstað, skulu vera aktivir dansarar.
Nevndin hevur eisini gjørt av, at hon tekur sær rætt
til at velja fólk, ið kunnu skipa, framum, um tað gerst neyðugt.
Áhugaði skulu melda seg til hjá Sláið Ring:
sr@sr.fo, ella ringja til formannin á tlf. 210 412.
Fyribilskostnaðarmeting fyri ferð og uppihald liggur
um góðar kr. 20.000,- fyri hvønn.
Feløgini hava fingið hetta skrivið.
Fleiri upplýsingar um stevnuna síggjast á: www.nordlek.dk/groenleik-2013
Tiltakið ung í dansi verður hesaferð í Tjørnuvík 23. og 24. november.
Nærri kunning um skrá og tilmelding v.m. verður send feløgunum seinni.
Nú byrjar dansiveturin aftur!!!
Norðstreymoyar Dansifelag skipar aftur í ár fyri føroyskum dansi; sum vant seinasta vikuskifti í septembur; t.v.s. at leygarkvøldið 29 sept. – á Mikkjalsmessu – verður almennur dansur í GLÆMUNI í Kvívík. Byrja verður kl. 21.00. Okkurt verður til matna um miðnáttarleiti og so verður hildið áfram til út á náttina. Kostnaður 100kr. Hjartaliga vælkomin øll somul!
Norðstreymoyar Dansifelag.