Nýggj brúðarvísa

Uppskot um
nýggja brúðarvísu

 

Sláið
Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama, fer undir enn eitt átak um nýggja
brúðarvísu. Tit, ið hava uppskot, eru vælkomin at senda inn.  

 

Um
vísuna kann sigast, at

 

·        
Hon
skal vera viðkomandi fyri brúðarparið

·        
Hon
skal kunna kvøðast á gólvi

·        
Longdin
skal vera soleiðis, at tað tekur uml. 8 min. at kvøða

·        
Vísan
skal hava niðurlag

·        
Um
lagið kunnu vit siga

o   Yrkjast kann til
kent lag

o   Yrkjast kann til
nýtt lag

o   Hevur vísan
einki lag, kann Sláið Ring biðja fólk gera lag

·        
Møguleiki
er eisini at senda fløgu við

·        
Vísan skal
vera skriva undir merki (dulnevnd), tó skal afturlatin brævbjálvi við veruliga
navninum liggja við uppskotinum

·        
Freistin
fyri at lata inn uppskot er 9. desember 2012

Hvussu
síðani verður farið fram

  • Sláið Ring hevur valt nevnd við
    trimum fólkum, ið skulu viðgera uppskotini
  • Nevndin velur trý av innkomnu
    uppskotunum, sum skulu latast dansifeløgunum, at meta um, hvørt er best
  • Hvørt dansifelagið skal velja
    nr. 1, 2 og 3.
  • Dansifeløgini senda síðani
    svarini aftur til Sláið Ring
  • Sláið Ring kallar til
    umboðsráðsfund, har útslitið verður kunngjørt

Um arbeiðið
hjá nevndini o.a.

  • Nevndin skal skriftliga
    grundgeva fyri sínum vali, dygdir og lítir, hví eitt uppskot er millum tey
    trý bestu og hví ikki
  • Nevndin fær uppskotini um miðjan
    desember 2012
  • Dansifeløgini fáa uppskotini um
    miðjan januar 2013
  • Dansifeløgini senda avgerðina
    inn til Sláið Ring beint eftir fastalávint
  • Sláið Ring kallar inn til umboðsráðsfund
    eftir páskir
  • Á hesum fundinum verður
    útslitið greitt
  • Viðrislønir verða latnar: 1 kr.
    15.000, 2 kr. 10.000 og 3 kr. 5.000

 

Sláið
Ring hevur heitt á hesi um at manna nevdina, og hava tey játtað: Jákup Reinert
Hansen, Bergljót av Skarði og Rasmus Joensen.

 

Sláið
Ring

 

Rasmus
A. Joensen, fm.

sr@sr.fo

Tlf.
210 412

Á
Teigi 7

FO-100
Tórshavn

Barnadansur í Norðurlandahúsinum

Aftur í ár skipar Dansifelagið fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum fríggjakvøld í dansitíðini. Fyrsta kvøldið dansað verður, er fríggjakvøldið 12. okt., kl. 20:00. Øll eru vælkomin, og tiltakið er ókeypis.

Vegleiðandi skrá fyri veturin

Eingi nøvn eru sett fyri, hvør skipar, men ætlanin er, at bæði børn og vaksin skipa tað, tey hava hug til. Hevur onkur hug at skipa, er bert at siga frá, eisini um tað er okkurt, sum ikki stendur í skránni ella í heftinum.

Frí. 12.10, kl. 20.00:
Eingin skrá

Frí. 19.10:
Heystfrí.

Frí. 26.10, kl. 20.00:
Ormurin Langi, Harra Pætur og Elinborg, Leivs kvæði, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom

Frí. 02.11, kl. 20.00:
Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Hr. Sinklar, Ólavur Riddararós, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom

Frí. 09.11, kl. 20.00:
Torkils døtur, Brestis kvæði, Flóvin Bænadiktsson, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom

Frí. 16.11, kl. 20.00:
Ormurin Langi, Harra Pætur og Elinborg, Leivs kvæði, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom

Frí. 23.11, kl. 20.00:
Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Hr. Sinklar, Ólavur Riddararós, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom

Frí. 30.11, kl. 20.00:
Torkils døtur, Brestis kvæði, Flóvin Bænadiktsson, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom

Frí. 07.12, kl. 20.00:
Ormurin Langi, Harra Pætur og Elinborg, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Vit dansa jólatræ eftir steðgin

Jólafrí

Frí. 04.01, kl. 20.00:
Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Hr. Sinklar, Ólavur Riddararós, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom

Frí. 11.01, kl. 20.00:
Ormurin Langi, Sankta Mortan, Sigmunds kvæði yngra, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom

Frí. 18.01, kl. 20.00:
Hr. Sinklar, Brestis kvæði, Flóvin Bænadiktsson, Sankta Simeon, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom

Frí. 25.01, kl. 20.00:
Ormurin Langi, Harra Pætur og Elinborg, Sankta Mortan, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom

Frí. 01.02, kl. 20.00:
Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Hr. Sinklar, Ólavur Riddararós, Sankta Simeon, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom

Seinasta dansikvøld.

Barnadansistevnan 2013

Barnadansistevnan 2013

Barnadansistevnan 2013 er tann 10. síðani vit byrjaðu í 2004.

Hesuferð verður hon hildin í Norðurlandahúsinum leygardagin
2. februar frá kl. 10.00 til kl. 15.00.

Feløg og onnur skulu siga Sláið Ring frá innan 15. januar 2013.

Grønlek 2013

Í 2013 verður skipað fyri dansistevnu í Grønlandi
undir heitinum Grønlek 2013. Sláið Ring hevur fingið tillutað 20 pláss.

Við hesum verður bjóðað áhugaðum at tekna luttøku.
Tilmeldingarfreistin er 15. november 2012.

Við tað at vit ikki fáa meir enn 20 pláss, hevur
nevndin gjørt av, at tey, ið fara avstað, skulu vera aktivir dansarar.

Nevndin hevur eisini gjørt av, at hon tekur sær rætt
til at velja fólk, ið kunnu skipa, framum, um tað gerst neyðugt.

Áhugaði skulu melda seg til hjá Sláið Ring:
sr@sr.fo, ella ringja til formannin á tlf. 210 412.

Fyribilskostnaðarmeting fyri ferð og uppihald liggur
um góðar kr. 20.000,- fyri hvønn.

Feløgini hava fingið hetta skrivið.

Fleiri upplýsingar um stevnuna síggjast á: www.nordlek.dk/groenleik-2013

Ung í dansi

Tiltakið ung í dansi verður hesaferð í Tjørnuvík 23. og 24. november.

Nærri kunning um skrá og tilmelding v.m. verður send feløgunum seinni.

 

 

Dansurin hjá Norðstreymoyar Dansifelag

Nú byrjar dansiveturin aftur!!!
Norðstreymoyar Dansifelag skipar aftur í ár fyri føroyskum dansi; sum vant seinasta vikuskifti í septembur; t.v.s. at leygarkvøldið 29 sept. – á Mikkjalsmessu – verður almennur dansur í GLÆMUNI í Kvívík. Byrja verður kl. 21.00. Okkurt verður til matna um miðnáttarleiti og so verður hildið áfram til út á náttina. Kostnaður 100kr. Hjartaliga vælkomin øll somul!
Norðstreymoyar Dansifelag.

Føroyskur dansur í Keypmannahavn

ALMENNUR FØROYSKUR DANSUR

FØROYAHÚSIÐ 29. SEPTEMBER KL. 20.00

 

Dansifelagið Fótatraðk og Føroyahúsið bjóða til almennan føroyskan dans.

 





















 

Dyrnar opna kl. 20.00 og
dansað verður alt kvøldið, so leingi hugur og fólk eru til tess.

 

Kostnaðurin við dyrnar
er kr 60,- og skonkt verður í
ringinum.

 

Skráin er opin, og øllum
verður loyvt at skipa.

 

Dansifelagið Fótatraðk
og Føroyahúsið skipa fyri saman við, Janusi Kamban og Heina Mortensen úr Havnar
Dansifelag.

 

Gestir, ið hava eitt
ynski til hvat skal kvøðast, eru vælkomin til at spyrja skiparnar hetta kvøldið.

 

Til ber at fylgja við
upp til tiltakið á Facebook – sjá eventið “HEYSTDANSUR”.

Allur peningur, ið kemur inn, fer til
Landsdansistevnutúrin hjá Fótatraðk, sum verður 11 mai 2013 í Føroyum
.

 

 

 

Tiltakið verður stuðlað
av ATLANTIC AIRWAYS og landsdansifelagnum SLÁIÐ RING.

 

 

ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN

Aðalfundurin 2012 – formansfrágreiðingin

Formansfrágreiðingin til aðalfundin 15.
september 2012

 

Eins og undanfarin ár, hevur Sláið Ring og nevndin havt úr at gera – føroyskum
dansi at frama.

Eg skal nevna nakað av tí, har vit hava luttikið.

 


  • Barnadansistevnan 2012 varð hildin í Hósvík. Norðstreymoyar
    Dansifelag vóru vertir saman við Sláið Ring

o
   Stevnan varð hildin leygardagin 12. februar.
Luttøkan var góð uml. 450 fólk. Eini 400 børn og 50 vaksin. Sama talið sum
undanfarin ár

o
   Útferðir vóru gjørdar til Áirnar, har greitt
varð frá gomlu hvalastøðini og eisini varð sagt frá ymsum søguligum á leiðini

 


  • Ung í dansi.

o
   Stevnan í 2011 varð hildin á Húsum

o
   Luttøkan var góð, uml. 30 ungdómar.

o
   Fleiri teirra       høvdu
verið til Barnlek í Skive í Danmark, so tey kendust og stemningurin varð góður
við tað sama

o
   Lagt varð upp til dans og dansiupptøkur, sum
skuldu leggjast út á Yootube

o
   Tíverri er tað so, at eg havi onga upptøku
fingið, hóast eg havi rykt

o
   Tíðarætlan og átøk vóru fyriskipaði, og tað
gekk lutfalsliga væl, men okkurt er, ið bendir á, at komandi stevnan við teimum
ungu, skal skipast eftir øðrum leisti

o
   Havi heitt á Hildur K. Sørensen og Elina
Syderbø um at skipa fyri teirri komandi. Tær vóru leiðarar á Sommerleiren í
summar og hava játtað

 


  • Kvæða cruise við Norrønu

o
   Í fjør var eitt lesarabræv í bløðunum, har
spurningurin, um at Smyril Line gjørdi eina ferð við kvæða- og dansifólkum, var
uppi og vendi

o
   Hetta var nakað, sum vit í nevndini eisini høvdu
umrøtt, so tað var ein sjálvfylgja, at vit tóku undir við tankanum, tá Smyril
Line vendi sær til okkara

o
   Saman løgdu vit so ferðina til rættis

o
   Smyril Line legði nógva orku í at gera
ferðina so góða sum gjørligt, teir hugsaðu um mat, útferðir og servisu í
heilatikið

o
   Sláið Ring tók sær av tí, ið hevði við kvæðir
og fyrilestrar at gera

o
   Vit høvdu eina sera væleydnaða kvæða cruise

o
   Upp á fyrispurning, um hann skal verða
gjørdur aftur, svaraði eg ja, um eini tvey ár

o
   Eg meiti, og sama sigur Smyril Line, at vit
eiga at lata eina tíð ganga áðrenn vit fara avstað aftur

o
   Hetta er eitt gott tiltak, ið ikki skal
útvatnast við tað sama

 

 

 

 

 

 

 


  • Dansináttin 2012 varð leygardagin 18. august

o
   Eg havi nú í nøkur ár tosað um, hvørt vit
skuldu gevast við dansináttini, tí tað sá út til, at tíðin var farin frá henni

o
   Hon lá ikki væl í juli, nú so nógv brúdleyp
eru ta tíðina. Vit samdust seinasta ár um at flyta hana til august

o
   Og má eg siga, at hon eydnaðist sera væl. Um
tað er tí, at hon var í august veit eg ikki

o
   Dansað varð í Skálanum í Athøll. Gólvið var
býtt upp í tvey. Dansað varð innari og uttari vóru borð sett upp, og sølan av
vatni og øli var har.

o
   Riggaði stak væl sum kaffelíknandi umstøður.
At fólk tosaðu, meðan hini kvóðu, órógvaði ikki.

o
   Uml. 120 fólk vóru inni á gólvinum í
Norðurlandahúsinum hettar kvøldið. Í fjør vóru uml. 90 fólk.

 

 


  • Samstarv við ÚF og Rás 2

o
   Sláið Ring hevur sum so ikki havt nakað
samstarv við teir báðar loftmiðlarnar Kringvarp Føroya og Rás2

o
   Tó hava vit víst sendingum áhuga, og hesi
hava eisini víst Sláið Ring áhuga, tá vit hava roynt at vísa á okkurt, sum vit
meta er føroyskum dansi at frama

o
   Tá vit koma til afturvendandi spurningain um
upptøkur – vit eru tá í samráð við Kringvarpið – koma vit ikki longur

§  Eingir pengar

§  Tað er nógv bíligari at hava tað ein kennir, tí so
slepst undan at senda fólk út á bygd, tað kostar, og eisini tekur tað tíð og
kostar at seta ljóð og ljós upp á nýggjum støðum

§  Einki divi og eingin entusiasma at hóma í
Kringvarpinum – tey eru ikki før fyri at lyfta arvin, tíverri              

o
   Eg havi tó á fundi nú í summar víst á, at ein
gongd leið er, at vit fáa onnur feløg at koma til Havnar at gera upptøkur

o
   Tó ein møguleiki er eisini, at vit gera
avtalu millum øll feløgini í t.d. Suðuroynni og kringvarpið, so teir koma suður
og kunnu gera upptøkur við øllum feløgunum, men í einum húsum

o
   Tungt hoyggj at draga

 

 


  • Nordlek 2012 og Sommerleir í Steinkjer í
    Noreg

o
   Í summar vóru vit 39 fólk frá Sláið Ring, ið
vóru við til Nordlek í Steinkjer. Tey vóru 22 tilkomin og tveir bilførarar og 3
úr Hvidovre. Herumframt vóru 10 ungdómar og tveir leiðarar

o
   Ungdómarnir vóru eisini til Sommerleir, sum
Noregs Ungdomslag skipaði fyri, beint undan Nordlek og á sama staði           

o
   Ferðin varð gjørd sum ein søguferð, har vit vitjaðu
støð, ið vit kenna frá søguni. Ferðin vardi í 18 dagar

o
   Í Oslo varð steðga við Bygdøy,
Vigelandparkina, Holmenkollen, Akershus og Miðbýin

o
   Síðani vitjaðu vit dansifelagið Sølja í
Hamar, umframt at fara gjøgnum Gudbrandsdalin, har vit vitjaðu Dale Gudbrand,
Sinklar og Kristin Lavransdatter

o
   Steðgað varð í Tróndheimi, har vit m.a.
vitjaðu Niðarosdomen og Nidelven

o
   Í Steinkjer var Nordlek hildið og høvdu vit
sera stóran leiklut, tí temaið var: Norden for Trondhjem. Steinkjer liggur uml.
ein tíma at koyra norðanfyri Tróndheim. Vit høvdu høvuðsleiklut bæði vit setan
og enda

o
   Eitt av tiltøkunum á Nordlek var Vestnordisk
aften á Stiklastøðum, sum kom eftir áheitan frá Sláið Ring. Hetta var serstakt
kvøld, har formaðurin helt talu við setanina á vøllinum. Vit skipaðu dansin
inni í langhúsinum, skiparar vóru bæði millum tey eldru og yngru. Millum
kvæðini var greitt frá tí komandi, so fólkini kundu fáa eina hilling á.
Tiltakið var fulteknað 250 fólk, sum høvdu goldið 250 kr. hvør fyri at vera
við. Peningurin fór til húsið.

o
   Tiltakið var so væl umtókt, at leiðari fyri
húsinum helt, at vit máttu koma aftur, so teir fingu gjørt reklamu fyri húsið.

 

 


  • Barnlek verður í Føroyum 2017

o
   Komandi Barnlekstevna verður í Íslandi í 2014

o
   Feløgini, ið hava ætlanir um at vera við, eiga
fara í gongd við tað sama

o
   Sláið Ring hevur bundið seg til at hava
Barnlek í Føroyum í 2017

o
   Vit eiga longu nú, at arbeiði við
fyrireikingunum

§  Velja stað (Norðoyingar bjóða Klaksvík fram)

§  Seta fyrireikingarnevnd

§  Vit koma at umrøða bræv frá Klaksvíkar dansifelag
hesum viðvíkjandi

§  Feløgini eiga at fyrireika seg og børnini

 

 


  • Brúðarvísur og brúðardansur

o
   Fleiri fundir hava verið í vetur saman við
teimum, ið hava sent uppskot inn

o
   Seinasti var á Háskúlanum 2. juni, og sum tit
hava lisið, so eru nógvir spurningar havdir á lofti og fleiri uppskot eru, sum
vit fara at umrøða seinni

 

 


  • Brynhildartáttur kvøðin í Norðurlandahúsinum hóskvøldið
    27. oktober

o
   Tiltak við evninum úr Brynhildatátti var í
Sjónleikarhúsinum 24. sept

o
   Hóskvøldið 27. oktober varð so allur
Brynhildartáttur kvøðin í Norðurlandahúsinum

o
   Skipari var Hákun Jacobsen úr Miðvági,
ættaður frá Gjógv. Eg royndi at fáa skiparar, helt at eini fimm mundu vera at
velja í, men eg haldi at tað var bert ein, ið kundi megna hetta, og var tað
Hákun. Hann eigur stóra tøkk uppiborna og stóra rós fyri avrikið. Hákun er 78
ár, so hetta má metast sum stórt avreksverk

o
   Við síðuna av Hákuni dansaði eldri bróðurin
Jens Jacobsen, ið er vorðin nærum blindur og er farin um tey nýti, og við hina
liðina Høgni Mohr, ið er 86 ár

o
   Fleiri aðrir eldri og yngri kvøðarar vóru
eisini við

o
   Sum formaður í Sláið Ring kann eg bert
gleðast um slík kvøld

o
   Og eg droymi og handli

o
   Møguliga leggja upp til afturvendandi tiltak,
kvæða(festivali)stevnu, har Sláið Ring,  Fróðskaparsetrið og Norðurlandahúsið skipa
fyri stevnu og bjóða áhugaðum úr øllum heiminum

o
   Eg var í sambandi við Norðurlandahúsið í fjør
og havi lagt av eitt vikuskifti í nov. 2013. Havi eisini havt fund við rektaran
á Fróðskaparsetrinum

o
   Eg havi sent honum teldupost, sum hann skal
viðgera og venda aftur

o
   Sjálvandi verður einki gjørt, uttan
uppbakking er fyri tíð í millum feløgini og í NLH og á Setrinum

 

 

 

 

 


  • Heimasíðan

o
   Seinasta vetur høvdu vit avtalu við Edvard í
Skorðini Joensen um at hjálpa okkum við heimasíðuni.

o
   Støðan nú er tann, at Edvard hevur fingið
annað arbeiði, og vil ikki binda seg til heimasíðuna

o
   Formaðurin legði eisini væl av tilfari út

o
   Nevndin er av teirri ákoðan, at tað er
lættari sagt enn gjørt, at leggja tilfarð út, og tí arbeiðir nevndin við
uppskoti um, at veita samsýning fyri tilfar, ið verður lagt út

o
   Vit fara framhaldandi at heita á feløgini, at
dagføra teirra part av síðuni, nevnd, skrá og tiltøk. Leggið tiltøkini í
kalendaran, har síggjast tey betur   

o
   Hava tit tilfar, men halda tykkum ikki til,
at leggja tað út, sendið so til nevndina og vit skulu royna at leggja tað á
heimasíðuna        

o
   Nevndin er sera spent upp á at fáa feløgini
at leggja tvær greinar út vetrarhálvuna. Hetta hevði gjørt heimasíðuna nógv
meira livandi og mennandi – føroyskum dansi at frama

 

 


  • Veturin 2012 – 2013

o
   Ung í Dans

§  Havi heitt á Hildur K. Sørensen og Elin Syderbø,
um at standa fyri

§  Tær hava játtað og ætlandi verður tiltakið í
november

o
   Upptøkur at leggja á alnótina 

§  Gott var um feløgini sjálvi fingu gjørt onkrar
upptøkur

§  Sláið Ring vil hjálpa til í tann mun, tað ber til

o
   Tey ungu brúka youtube og tað, sum liggur úti
har

§  Vit hava eina ávísa ábyrgd, at leggja tilfar út

o
   Eru vit ikki har, so taka tey okkurt annað
ístaðin

o
   Samstarv við ÚF og Rás 2. Góðar sendingar
menna

o
   Vit skulu royna at fáa eitt “live” kvøld í
øðrum av loftmiðlunum

o
   Geva teimum ungu størri rúmd í feløgunum (um
tað ber til)

o
   Leggja gott í tæguna, ið tey ungu skulu hava
við fram á vegin

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tankar
og ætlanir komandi árið – frameftir


  • Um støðuna í dag

o  
Eg meti, at
hugburðurin millum fólk í dag er, at føroyski dansurin er nakað serligt, nakað
forkunnugt, sum tey eru stolt av, men sum tey mugu ásanna, at tey ikki hava
nokk av kunnleika um

o  
Eg haldi, at
tað er rúm fyri at kunna um dansin í Kringvarpinum, bæði í Útvarpi og Sjónvarpi
og at vit framhaldandi mugu arbeiða fyri hesum, vísandi til Public relation
sáttmálan

o  
Vit mugu tó
ikki gloyma, at ætlar tú at læra teg føroyskan dans, so mást tú koma í dansin.
Tú mást taka lut og leggja eitt ávíst arbeiði í at læra teg kvæði.

o  
Tú kanst
eisini lesa um søgurnar aftanfyri kvæðini og vísurnar, men dansin og dansimentanina,
lærir tú bert í dansinum


  • Tað er alneyðugt, at tað almenna og
    fjømiðarnir taka føroyska dansin, við øllum tí hann hevur við sær, til
    umrøðu. Tað eru lættari sagt enn gjørt, tí tey eru ikki so mong, sum eru
    før fyri tí. Fleiri hava helst lisið seg til okkurt og møguliga enntá
    tikið prógv í onkrum, men at bera livandi dansin og dansitraditiónina, tað
    skal annað til

  • Vit mugu vísa á, at vit, ið brúka dansin,
    bera og tulka hann. Ein vandi kann vera, at vit gerast undirbrotlig fyri
    teimum, ið hava lisið seg til kvæði og vísur, men sum ikki duga at skipa
    og tulka, tað mugu vit ikki. Vit skulu heldur ikki illneitast inn á tey,
    men vit skulu samstarva 

 

 

Eg fari at enda við somu orðum sum fleiri ferðir áður:

 

Sláið Ring hevur verið virkið seinasta árið, og meti eg at nógv er komið
burturúr – føroyskum dansi at frama.

 

Tað er nokk ymiskt, hvussu stendur til í teimum ymsu dansifeløgunum, men eg
vóni tað besta og fari at ynskja øllum feløgunum ein góðan dansivetur.

 

Latið okkum pussa gimsteinin – føroyska dansin !!

 

Aðalfundurin 2012

Aðalfundurin hjá Sláið Ring varð hildin á Føroyamálsdeildini. Út ímóti 20 fólk møttu á fundi og høvdu vit ein sera góðan fund. Nógv var á skránni, og var viðgerðin av málunum góð og gevandi.

Eftir fundin skipaði nevndin seg. Rasmus Joensen, formaður, Jónleif Johannesen, næstformaður og Kathrina Hansen, kassameistari.

Eykalimir eru Anna Elisa Jacobsen, Atli Dalsgaard og Hildur Vestergaard.

 

 

Fyrispurningur um føroyskan dans


Í august setti Bjarni Djurholm ein fyrispurning um føroyskan dans. Fyrispurningurin er settur Bjørn Kalsø, Mentamálaráðharra og er
soljóðandi:

1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at virka fyri, at føroyski dansurin fær javnbjóðis møguleikar við tey tónleika- og mentanartilboð, sum eru á § 7 á fíggjarlógini?

2. Fer landsstýrismaðurin í eini umraðfesting av mentanartilboðunum at veita dansifeløgunum í landinum árliga játtan, sum tryggjar føroyska dansinum eina dygga framtíð?

3. Føroyski dansurin er eitt av okkara sereyðkennum, er mentanararvur. Fer landsstýrismaðurin at fylgja ásetingunum hjá UNESCO, sum hevur álagt hvørjum landi at varðveita sín tjóðararv?

4. Føroyski dansurin er einasti av sínum slagi yvirhøvur. Fer landsstýrismaðurin at raðfesta játtanir soleiðis, at dansurin verður sjálvsagdur partur av okkara marknaðarføring sum ferðamannaland?

Viðmerkingar:
Føroyski dansurin er aldargamal og hevur sín uppruna í Suðureuropa í 1200 árunum.

Sum tíðin er liðin, er hesin aldargamli dansur burturblivin allastaðni uttan í Føroyum, her hann gjørdist mentanarberin burturav og man vera ein høvuðsorsøkin til, at føroyska málið ikki fánaði burtur.

Sæð í søgunnar baksýni, so er føroyski dansurin einasti av sínum slagi, sum er til. Tí hava vit ábyrgd av at varðveita og brúka hann. At gera umstøðurnar soleiðis, at føroyski dansurin framhaldandi kann vera ein av mentanarvitunum í samfelagnum, har kvæðini, vísurnar og dansispølini eggja ungum sum eldri at njóta stevið og sosialu samveruna, tá kvøðið verður. Har fólk eru aktiv, lurta, læra og uppliva.

At føroyski dansurin er partur av okkara samleika hevur eisini týdning í okkara tilvitan sum fólk. Tí er føroyski dansurin eisini sjálvsagdur í okkara marknaðarføring sum ferðamannaland, har vit umvegis dansin og dansispølini kunnu geva fremmandafólki ábending um okkara ríka mentanararv, sum ikki finst nakra aðrastaðni. At vit soleiðis í framkomna informatiónssamfelagnum kunnu njóta og vísa fram henda dýrgripin av okkara mentan gevur ríkar upplivingar, sum fremmandafólk kunnu undrast yvir og fáa tokka til.

Hóast dansurin soleiðis er ein eyðsýndur mentanardýrgripur og ein gluggi inn í føroysku sjálvsfatanina, so hevur hann ikki havt bestu korini at virka undir, og eru tað mestsum bert dansifeløgini, sum eiga æruna av, at føroyski dansurin framvegis er fólkaogn.

Yvirhøvur dáma flestu føroyingum føroyska dansin og kenna samleika við kvæði, løg og stev, hóast tey ikki eru virkin í dansifeløgunum. Kortini tykist kunnleikin um føroyska dansin at vera avmarkaður. Nakað, sum frálíður, kann tálma neyðuga áhugan millum manna at varðveita føroyska dansin sum ein sjálvsagdan mentanararv.

Í fólkaskúlalógini er ásett, at næmingarnir skulu læra føroysk kvæði. Kortini tykist hetta ikki at vera nóg mikið, og eigur landsstýrið at uppraðfesta kvæðini og føroyska dansin, so at hann verður javntstillaður við onnur tónleika- og mentanartilboð, sum árliga verða játtað á fíggjarlógini. Eisini kundi verið hugsandi, at fólkaskúlin í størri mun fær góðar kvøðaðar og dansarar sum leiðbeinarar, skiparar og instruktørar til at hjálpa lærarum at kvøða og dansa við børnunum.

Ein góður kvøðari dugir helst eini tvey-trý túsund ørindi. Hann brúkar kanska líka nógva tíð til at læra og minna seg aftur á kvæðini, sum ein góður tónleikari (á klaver, gittara, violin, fagot o.s.fr.) áhaldandi brúkar at menna sínar førleikar. Kortini man kvøðarin neyvan njóta somu virðing fyri sín dugnaskap. Tað er spell og ein missur fyri okkara mentanararv. Veruliga skuldu góðir kvøðarar havt møguleikan fyri samsýning at ferðast runt skúlarnar og lært frá sær og dansa føroyskan dans við skúlabørnunum.

UNESCO hevur álagt hvørjum landi at varðveita sín tjóðararv. Føroyski dansurin er okkara, og átti tí sjálvsagt at havt størri rúmd í almenna mentanarpolitikkinum og árligu játtanini á fíggjarlógini.

Tí eigur landsstýrið á komandi fíggjarlógum at geva føroyska dansinum javnbjóðis møguleikar við tey tónleika- og mentanartilboð, sum eru á § 7 á fíggjarlógini, og verður tí heitt á landsstýrismannin í mentamálum um at kanna, hvussu føroyski dansurin – tvs. Sláið Ring, landsfelag føroyskum dansi at frama – í eini umraðfesting av mentanartilboðunum, kann fáa árliga játtan, sum tryggjar føroyska dansinum eina dygga og bjarta framtíð.

Á tingfundi 7. september 2012 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×