Ribarferð 2023

Í 2019 ætlaði Eysturoyar dansifelag at fara eina uttanlandsferð, og semja var um at fara til Danmarkar og til Ribe í juli 2020, tí býurin og Suðurjúlland annars eru søgulig og áhugaverd bæði sum ferðamál og í kvæðasamanhangi. Hjúnini Jens og Marita Dalsgaard tóku á seg at skipa fyri, og alt var til reiðar, tá ið heimurin fór í dvala av heimsfarsóttini, og ferðin var av ongum. Men í 2023 var heimurin komin fyri seg aftur, og 30. juni–9. juli vóru 32 limir í Eysturoyar Dansifelag á ferð í Suðurjúllandi. Vit búðu á DanHostel í Ribe. Sláið Ring stuðlaði dansiferðini, og her er ferðafrásøgn, sum vit hava fingið frá Eysturoyar dansifelagi.

Fríggjadagur 30. juni

Fólk møttu væl uppløgd til bussin við skúlan við Løkin í Runavík og á Sjóvarhøvda á Strondum beint eftir midnátt. Vit vóru í Havn í góðari tíð, har tey seinastu løgdust afturat ferðalagnum, til at fara við Norrønu klokkan 03.30. Tá ið Norröna stevndi av Havnini tveir tímar seinkað, mundu tey flestu liggja í fasta svøvni. Hvør sættaði sær, tá ið tey vaknaðu fyrrapartin. Klokkan 13.30 vandu vit eina løtu í Skansastovu, tí bingo skuldi byrja klokkan 15.00. Venjingin gekk heilt væl, og bingoúrslitið var eisini gott, tí fleiri vunnu nakrar krónur. Um kvøldið bjóðaði felagið buffet í Skansastovu. Ein lítil fløkja var í, men alt spældi væl av, og øll vóru mett og væl sett, tá ið ferðalagið skipaði føroyska dansin uttan fyri matstovuna. Tað var kvøðið lætt og stutt, og undirtøkan var sera góð.

Leygardagur 1. juli

Frá Hirtshals hildu vit leiðina suður ígjøgnum Jylland klokkan um leið klokkan 13.00. Í bussinum segði Jóannes frá um Magnus Heinason, um hansara lív og fløkjur og klandur við Valkendorf, sum endaði við, at Magnus varð hálshøgdur við svørði. Tað var stór tign, tí tað vóru einans aðalsmenn, sum fingu tann ivasama heiðurin. Sloyfan á hesum søguliga partinum endaði inni kirkjuni í Ørslev kloster. Magnus varð hálshøgdur í Keypmannahavn, men góði vinur hansara Hans Lindenov flutti líkið til Ørslev kleystur, har Magnus liggur grivin frammi í kór í kirkjuni. Síðan helt leiðin fram til Ribe, har vit komu á nátturðatíð. Dagurin endaði við góðum felagsdøgurða, dansivenjing og stuttum spákingar-túri í miðbýnum í Ribe.

Sunnudagur 2. juli

Yvirskriftin til dagin var rúnarsteinarnir í Jelling. Dagurin byrjaði við kirkjugongd við altargongd klokkan 10.00 í tignarligu Ribe dómkirkju. Vit vóru stásklødd og tey, sum kundu, vóru í føroyskum klæðum.

Síðan varð kósin sett ímóti Kongernes Jelling, sum er á listanum hjá UNESCO. Vit byrjaðu við at dansa inni í móttøkuni á savninum. Fitt av áskoðarum var, og fleiri komu uppí. Matpakkin varð etin uttandura. Aftaná var ein geitað frásøgn um Jellingasteinarnar og um, hvussu Harald Blátonn kristnaði Danmark. Eisini vitjaðu vit inni í kirkjuni, sum var restaurerað í 2020.

Komin aftur á DanHostel var døgurðin til reiðar: kamsteik og pannukøkur við ísi omaná. Aftaná var dansivenjing.

Veðrið hevur ikki verið nakað serligt. Keðiliga føroyska summarveðrið fylgir okkum, sum í dag hevði við sær, at vit dansaðu innandura í Jelling í ístaðin fyri uttandura. Í morgin er eisini broyting í skránni, tí veðrið hevur við sær, løtan millum flóð og fjøru eru so stutt, at ikki er farandi út á Mandø, sum ætlað. Tann túrurin verður ístaðin fríggjadagin.
Í morgin er ein vitjan á Vadehavscenteret sett á skránna ístaðin.

Mánadagur 3. juli

Klokkan 9.30 vóru øll ferðabúgvin og til reiðar at fara í bussin, sum skuldi koyra okkum til Vadehavssentrið. Hetta er eitt nýmótans savn, sum var bygt í 2010. Framsýningin, Trækfuglenes Vadehav, sum lýsir sera væl hesa heilt serligu náttúruna, kom á listan hjá UNESCO í 2014. Økið er stórt, 800 km langt og 8000 km2 stórt. Veður og vindur hava sera stóra ávirkan á økið, har partar av lendinum eru undir vatnskorpuni, tá ið fløðir, og stormar og flóðaldur hava gjørt sítt til, at økið broytist nógv. Hetta verður sera væl lýst við nýmótans tøkni. Eisini verða liviumstøðurnar væl lýstar, áðrenn verjugarðarnir vóru bygdir fram við suðurjútsku strondini, eins og djóramargfeldni í økinum verður sera væl lýst. Eitt sera áhugavert og nýmótast savn, sum er vert at vitja eina ferð afturat.

Á heimleiðini greiddi Jens stutt frá Ribarhús, sum stóð á Slotsbankanum, sum vit koyrdu framvið. Ivaleyst spákar sær onkur sær ein túr á staðið, áðrenn vit fara heim, og onki er at ivast í, at trivið verður í nøkur ørindi av Dronning Dagmar og Der går dans på Ribergade. Komin aftur beint eftir middag keyptu fólk sær ein bita hugdu seg um í Ribe.

Klokkan 16.00 dansaðu vit á torginum í býnum. Fleiri grov æl høvdu verið fyrrapartin, men tað bilti ikki, ímeðan vit dansaðu. Restina av degnum var frí. Um kvøldið savnaðust vit í hugnaligu stovuni við kortspæli og práti. Í morgin er geitaður túrur í Ribe fyrrapartin, og seinnapartin ger hvør, sum sær sjálvum líkar.

Týsdagur 4. juli

Klokkan 9.30 vóru øll til reiðar, og vit spákaðu oman á býartorgið at bíða eftir frásøgumanninum, men hann bíðaði eftir okkum við DanHostel. Tað fløkjuna greiddi Marita skjótt, og tá ið klokkan var farin av 10, var hann komin oman til okkara.
Túrurin byrjaði við dómkirkjuna, har vit fingu frágreiðing um kirkjuna og kirkjubyggingina. Ætlanin var at fara inn í kirkjuna, men har var konsert. Í steðginum á torginum hoyrdu vit m.a. um Hotel Dagmar, sum er elsta hotell í Danmark. Aftaná gekk leiðin inn á Grønnegade. Har greiddi okkara frásøgumaður frá bygningum, ymsum merkjum og hornasteinum á húsahornunum, sum vóru settir sum verja, soleiðis at hestavognarnir ikki sneiddu húsahornini av í ferðini. Síðan gekk leiðin oman til Ribe á. Vit hoyrdu um hennara týdning og leiklut í, at Ribe vaks frá einum marknaði til at vera ein býur. Vit steðgaðu við Stormflodssøjlen, sum vísir vatnstøðuna í ymsum ódnarflóðum. Ódnarflóðin í 1734 var tann ógvuligasta og var 4 metrar oman fyri miðal-vatnstøðu. Høvdu verjugarðarnir fram við jútsku suðurstrondini ikki verið bygdir og hildið, hevði staðið sera illa til í tiltikna ódnarstorminum 3. des 1999. Vit hoyrdu eisini um piratar, sum vórðu hálshøgdir og høvdini vóru sett á pelar á Hovedengen hinumegin ánna, harav navnið. Síðan fóru vit inn Sct. Catharinækirkjuna. Vitjanin var stutt, tí jarðarferð skuldi vera í kirkjuni eina løtu seinni. Inni í kirkjuni sungu vit “Upp alt, ið Harrin hevur gjørt,” sum Brorson yrkti, hann var biskoppur í Ribe í eini 20 ár. Ein lítil steðgur var við ráðhúsið, sum er minst 500 ára gamalt og er elsta ráðhús í Danmark. Tað var ráðhús og dómhús, til Ribe kommuna varð løgd saman við Esbjerg kommunu í 2007.

Vit endaðu rundferðina við standmyndina av Ansgari, sum kristnaði danir, og inni í savninum
við útgrevstrinum, sum vísir elsta kirkjugarðin í Danmark, sum er frá umleið 885 e.Kr. Útgrevsturin vísir eisini kleysturgrundina, sum var bústaður hjá 15-20 handverkarum, sum vóru við til at byggja ta fyrstu kirkjuna í Ribe.

Seinnapartin gjørdu fólk tað, tey høvdu hug til. Summi spákaðu sær ein túr, nøkur hvíldu, og onnur lótu gjaldskortið nerta við gjaldsterminalar. Nøkur fóru upp í tornið í dómkirkjuni, og ein bólkur fór niðan á Slotsbankan, har Ribarhús stóð, sum Drotning Dagmar helt til í, og har hon doyði í 1215. Søgnin sigur, at Valdemar Sigur, maður hennara fekk boðini um, at hon lá til tað síðsta, og hann skundaði sær heim úr Skanderborg og náddi at sita við hennara lið, tá ið hon doyði.

Á heygnum er ein vøkur standmynd av drotning Dagmar. Bólkurin sló ring og kvóð bæði Dronning Dagmar og Der går dans på Ribergade á staðnum.

Dagurin endaði við hugnaløtu og kortspæli í barnaspælirúminum í okkara tilhaldi.
Í morgin er Christiansfeld á skránni. Hetta er ein sera áhugaverdur býur við síni sera áhugaverdu býarskipan. Veðurforsøgnin boðar frá regni og vindi, so tað ræður um at lata seg í eftir veðrinum.

Mikudagur 5. juli

Veðurforsøgnin vísti seg at halda. Tað regnaði av grimd allan dagin við nøkrum fáum ælaslitum. Bussførarin setti kósina ímóti Christiansfeld, tá ið øll vóru komin í bussin beint eftir klokkan níggju. Túrurin tók knappan tíma. Yvirskriftin fyri túrin var tann parturin av Christiansfeld, sum er knýttur at Brødremeningheden, og sum er á listanum hjá UNESCO. Vit vóru býtt í tveir bólkar, sum gingu ávikavist ein stuttan og ein longri túr.

Christiansfeld var grundlagdur í 1773 – 1885. Stovnarin av Unitas Fratrum (Brødremenigheden) Grev Zinzendorf var á vitjan í Keypmannahavn í 1731. Við íblástri frá Struense gav Christian VII meinigheitini eitt øki í Suðurjútlandi, og tey skipaðu seg við egnari býarskipan við øllum tí, sum hoyrir til eitt býarsamfelag, m.a. handverkarum, heilsuverki og skúla. Eitt eyðkenni við meinigheitini er, at hon hevur fasta skipan fyri lívið. Nøkur av orðunum eru felagsskapur, missión og dogmatisk pragmatisma. Nógvir bygningar eru varðveittir og eru í upprunalíki uttan.

Fyrsti steðgur var við standmyndina til minnis um sameiningina í 1920 við sunnasta partin av Danmark. Annar steðgur var inni í kirkjugarðinum, sum tey nevna Gudsakur (Gudsager). Hann er skipaður á tann hátt, at kvinnugravirnar eru norðaru megin, og mansgravirnar eru sunnaru megin við einari gøtu mitt ígjøgnum garðin. Gravsteinarnir liggja niðri, og einans navn, føði- og deyðadagur standa á steininum, og gravirnar verða ikki niðurlagdar.
Vit gingu eisini fram við ymiskum verkstøðum og áhugaverdum bygningum. Síðan var ein steðgur í einum urtagarði. Hetta er ein nýggjur urtagarður, men sum er skipaður eftir fyriskriftunum hjá Comenius, sum vóru, at ein urtagarður skal vera bæði til hvíld og nyttu. Hvør familjueind hevði sín urtagarð og hann skuldi nøkta tørvin hjá familjunum við frukt og grønmeti.

Vit hoyrdu eisini um skúlaverkið, at bæði gentur og dreingir gingu í skúla. Eisini vóru kostskúlar – ein dreingjakostskúli og ein gentukostskúli. Grundtankin var, at búgva børnini og tey ungu út til at vera før fyri at klára seg væl og nema sær eina útbúgving, um tey høvdu hug til tað. Tey ríku guldu fyri at ganga í skúla, og tey fátæku guldu lítið ella onki. Vit vóru eisini inni í kirkjuni, sum er ógvuliga nakin innan. Hon er hvítmálað, har er onki kór, ongin doypifuntur og ongin prædikustólur. Dópsfatið verður einans tikið fram til dóp. Skipanin er eins og tað var í føroysku kirkjunum fyrr, kvinnurnar sita vinstrumegin og menninir høgrumegin, men børnini sita á fremsta bonki. Eisini hava tey ta siðvenjuna, kistan verður ikki borin inn í kirkjuna, tí at kirkjan er til tey livandi. Kransar og blómur koma heldur ikki inn í kirkjuna. Vit sungu “Harra Gud títt dýra navn og æra” inni í kirkjuni. Vit endaðu túrin við einum drekkamunni á café við teimum vælkendu honningkakunum afturvið.

Miðmálin var etin á einari matstovu á leiðini til Dybbøl mølle, har vit hugdu okkum um á økinum og inni í mylluni, sum var bygd uppaftur seinastu ferð eftir ein eldsbruna í 1935. Hon var virkin sum mylla fram til 1990. Søgan hjá økinum og mylluni er sera áhugaverd, tí tey hava mangan verið í brennideplinum í marknakríggi við londini sunnan-fyri. Nøkur kvóðu nøkur ørindi av Prins Christian á kraganum á Dybbøl mølle.

Síðan varð kósin sett ímóti Als og Sønderborg. Ætlanin var at fara at hyggja at Sønderborg slotti, at spáka í Sønderborg og at eta í hesum hugnaliga býi. Men nú regnaði av grimd, og vindurin var so nógv vaksin, at vit fóru til hús, har fólk fingu sær okkurt niðurum og hvíldu. Seinni um kvøldið var veðrið batnað so mikið, at nøkur fóru túrin við vektaranum í Ribe. Í morgin er frídagur.

Hósdagur 6. juli

Nú var summarveðrið komið, og gott høvi var hjá fólki at taka sær av løttum og njóta dagin. Møguleiki var at fara til Esbjerg við bussinum, ella koyra út til Kamarslúsuna, sum regulerar vatnstandin í Ribe á. Fleiri tóku av tilboðunum, onkur vitjaði familju ella kenningar, og onnur vitjaður framsýningar og spákaðu sær ein túr afturat í hesum sera áhugaverda og hugnaliga býi.

Í morgin er útferðin út á Mandø, sum skuldi vera mánadagin, á skránni.

Fríggjadagur 7. juli

Dagurin upprann við fagrasta summarveðri, so fyri fyrstu ferð var neyðugt at taka sólbrillur, sólhatt og sólkrem fram.

Vit fóru frá húsum í góðari tíð, tí einasta farleið út á Mandø er eftir einum vegi, sum einans er koyrandi eftir á fullari fjøru. Vit koyrdu við Mandøbussinum út á oynna. Mandø er ein lítil sjóvarfalsoyggj, sum liggur ímillum Fanø og Rømø. Tær báðar eru ríkar, meðan Mandø er fátøk.

Úti á Mandø tók geitin ímóti okkum. Hann eitur Preben og hevur búð alt lívið á oynni. Hann var sera fryntligur og dugdi sera væl at siga frá og kryddaði við nógvum stuttligum og áhugaverdum søgum. Hann segði frá lívinum fyrr og nú. Mesta fólkatalið hevði verið 280 fólk. Nú eru einans 27 fastbúgvandi fólk á oynni.

Vit vóru inni í kirkjuni, og vit vóru á strondini og sóu stormflóðssúluna, sum er nýggj. Hon er ein gáva frá einum týskum pari, sum hevur verið nógv á oynni.

Eitt tað mest áhugaverda hjá okkum kvøðarum var at síggja steinin, sum er reistur drotning Dagmar til minnis um, tá ið hon steig á land. Sjálvandi kvóðu vit vísuna um Drotning Dagmar á staðnum. Hetta var ein stórbær løta, og sjáldan hevur henda vísa gingið betri.

Vit ótu eina máltíð á matstovuni, sum frásøgumaðurin rak saman við konuni. Tey høvdu eisini handilin, og stóðu eisini fyri ferðafólkaflutninginum til og frá oynni.

Tá ið vit koyrdu inn aftur á fastlandið fløddi, og bussurin koyrdi eftir einari rás, sum var merkt av við stabbum.

Á Mandø høvdu vit ein herligan dag – langan dag – tí tað var so væl sjógvað.

Seinni um kvøldið var fráfaringardøgurði á DanHostel við góðum mati og hugna. Vit fingu tátt frá Jóannesi, og Doris skipaði fyri einari spurnakapping um føroyskar bygdir. Eitt stak hugnaligt kvøld.

Í morgin er fráfaringardagur. Vit byrja at koyra ímóti Hanstholm klokkan 8.30, og Norröna leggur leiðina ímóti Føroyum klokkan 15.30. Seint sunnukvøldið eru vit aftur í Føroyum.

Leygardagur 8. juli

Túrurin heim við Norrönu var góður. Fólk hugnaðu sær saman og hvør sær. Um kvøldið dansaðu vit eina løtu uttan fyri Skansastovu. Joen Carl legði fyri við Flóvin Bænadiktsson.

Sunnudagur 9. juli

Klokkan 22.30 legði Norröna at bryggju í Havn. Okkara trúfasti bussførari koyrdi inn á Strendur og til Runavíkar. Vit endaðu hesa frálíku ferð við at syngja “Nú dagurin at enda er” í Eysturoyartunlinum.

Ein framúr ferð er komin at enda, sum bæði var stuttlig, áhugaverd og søgulig.

Eysturoyar Dansifelag takkar øllum, sum stuðlaðu ferðini.

Takk fyri túrin.

Pálin Olsen skrivaði.

NORDLEK 2024

Norðurlendska fólkadansistevnan NORDLEK 2024 verður í 2024 hildin í Arendal í Noregi í døgunum 16. – 21. juli.

Á skránni er sum vanligt dansur, útferðir, framsýningar av m.a. hondgjørdum lutum og pløggum.

Ilt er at siga, hvussu nógv eru áhugað í at fara á NORDLEK 2024. Vit hava biðið um innivist á hotelli fyri 30 fólkum. Um fleiri tekna seg, verður roynt at fáa fleiri pláss. Men minnist til: Tann, ið fyrstur er …

Sum tað sær út nú, verður flogið yvir sunnudagin 14. juli og heimaftur sunnudagin 21. juli.

Ein fyribils kostnaðarmeting ljóðar uppá uml. kr. 7.500 pr. luttakara. Tá er tikið við: flogferð, gisting, flutningur millum Oslo og Arendal, luttøkugjaldið til NORDLEK 2024 og útferð.

Vit hava ikki tikið matin á stevnuni við, tí ymiskt er hvussu og hvar fólk vilja eta. Morgunmatur er íroknaður prísin á hotellinum.

Vit heita á feløgini, um at kunna limirnar. Fyribilstilmeldingin er sett til 15. november 2023.

Undan stevnuni NORDLEK 2024 verður ein ungdómsstevna, ”Sommerleiren”, har ung úr 15 árum upp í 26 ár kunnu luttaka. Sláið Ring fer í næstum at senda út serskilda kunning um hetta.

NORDLEK 2024 í Arendal hevur heimasíðuna: https://www.nordlek2024.no/

Sláið Ring stendur fyri ferðini og hevur heitt á Rasmus Joensen og Trygva Samuelsen um at samskipa luttøkuna á Nordlek 2024.

Um tilmelding v.m. vendið tykkum til Rasmus Joensen.
T-postur rasmus.a.joensen@gmail.com, tlf. 210 412.

Vinarliga
Sláið Ring

Vegna fyrireikingarbólkin
Rasmus Joensen og Trygvi Samuelsen

Dansifelagið í Havn á útferð

Leygardagin 13. mai 2023 fór Dansifelagið útferð, eini 30 fólk vóru í ferðalagnum.

Stutt eftir middag varð farið við bussi frá Hornahúsunum til Funning, har borðreitt varð fyri okkum í skúlanum við drekkamunni og lekkrum pannikøkum. Meðan vit vóru í skúlanum greiddi Jógvan Højsted hegnisliga frá um bygdina Funning, um Grím Kamban, ið nam land her og um gomlu býlingarnar og staðarnøvnini.

Aftaná gingu vit gjøgnum bygdina og vórðu víst inn í gomlu húsini Ølvustovu, sum eru sett so vakurt í uppruna stand, og fingu eisini ymiskt at vita viðvíkjandi húsunum og teimum, ið høvdu búleikast har.

Síðani varð farið yvir um vegin, og inn í (ovaru) Atustovu, ið eru sett vakurt í stand uttan, og har arbeitt verður við at snøgga tey innan.

Sjálvandi varð eisini farið upp á gólv í dansistovuni, ið Poul Eide var ein av headmonnunum at byggja. Hon var tikin í brúk 1. januar 1950. Hon er júst sett í stand og fingið ein lítlan tilbygning, so har eru betur hentleikar. Vit kvóðu Ólav Riddararós og Kong Hans han sidder på København, áðrenn vit fóru víðari við bussi. Poul var sjálvur ein av stovnarunum av Dansifelagnum í Havn, og tað hevur altíð verið nógv fólk úr Funningi, sum hevur virkið í Dansifelagnum, og tað er enn soleiðis í dag, so stuttligt var at vitja her.

Komin til Klaksvíkar vórðu vit boðin inn í Biskupstø garðin, ella Nólsoyar-Páls garð, sum fleiri kalla hann. Vit vórðu sjálvandi víst runt, og so segði Archibald Black hegnisliga frá um alt viðvíkjandi garðinum. Hvussu tey høvdu bygt hann við nýmótans hentlekum í gamlan stíl eftir upprunatekningum og frásagnum. Um søguna og ættarbond hjá Nólsoyar-Pálli, og ikki minst sjóferðum, stríð við embætismenn og fuglakvæði, yngra. Áhugin var stórur, nógv varð spurt og svarað til, so tað mundi ganga eini fimm korter áðrenn frásøgnin var liðug. Magni í Horni skipaði nøkur ørindi úr fulgakvæðinum, áðrenn vit løgdu leiðina niðan í Skálan.

Í Skálanum vórðu vit væl móttikin av Klaksvíkar dansifelagið, sum hevði skipað fyri borðhaldi við lekkrum smyrdum breyði og heimabakaðum kakum omaná. Tá vit høvdu etið og sungið og nakrar røður vóru hildnar fóru vit upp á gólv. Sum ofta er, so var ringt at slíta ringin, tá bussurin var komin, tí dansurin og prátið gekk so lystiliga. Men nú var tíð til frið at venda, tí vit høvdu verið leingi á ferð.

Vit gleðast um tað góðu undirtøkuna millum limirnar – og serliga at limirnir bæði i øllum aldursbólkum vóru væl umboðað. Eisini vilja vit takka Sláið Ring fyri stuðulin til útferðina, sum ger tað møguligt at fara eina slíka útferð fyri at stimbra um samanhaldið í felagnum.

Men ikki minst vilja vit takka øllum bæði í Funningi og í Klaksvík fyri mikið gestablídni, hugna, forvitnisligar frásagnir og sjálvandi góðan dans.

Í kjalarvørrinum á koronafarsóttini veitir Sláið Ring feløgum stuðul til slíkar innanlandsferðir, ið hava til endamáls at halda lív í feløgunum og fáa tey virkin aftur.

Tøkum lætt á ferð í Suðuroy

Vikuskiftið 28. til 30. apríl var dansifelagið Tøkum lætt á dansiferð í Suðuroy. Farið varð suður við Smyrli fríggjadagin og tey flestu gistu tvær nætur á Hotel Øravík, har felagið bjóðaði náttúra.

Vit fóru suður fríggjadagin 28. apríl, og størsti parturin gistir á hotel Øravík, har felagið bjóðaði náttúra, og vit høvdu eitt hugnaligt borðhald. Leygardagin varð farið útferð við bussi. Vit vóru í Akrabyrgi og koyrdu um Hestin til Víkarbyrgis. Steðgað varð á fyri at njóta vakra útsýnið yvir á Beinisvørð og norður eftir vestursíðuni á Suðuroynni. Í Hovi varð vitjað í gamla handlinum, sum nú er vorðin víkingasavn og savn av fornum lutum. Har hoyrdu vit frásøgnina um Hovgrím, sum var við í bardaganum móti Bresti og Beini í Dímun á sinni. Hovgrímur var mikil høvdingi, men lat sum kunnugt lív í bardaganum móti Bresti. Tað sigst, at Hovgrímur er grivin í Hovi, sum var hansara høvdingasæti.

Um kvøldið fóru vit á matstovuna Garðslon í Vági, og harfrá í dans í Jómsborg í Vági. Kvæðakempur úr Sumba høvdu leitað sær í dans við miklum fylgi. Eisini vágbingar og aðrir suðuroyingar vóru til dystin fúsir at trína dansin og spardu hvørki gólv ella skógvahúð. Fastliga varð stigið til, kvæðini rungaðu undir loftinum og lagið var gott. Tá liðið var eitt sindur á náttina varð smurt breyð sett á borðið, og vit kundu øll njóta eina góða máltíð.

Sunnudagin varð farið norður aftur við Smyrli, og vilja vit takka suðuroyingum fyri góðan dans og blíðskap.

Alt í alt ein sera væleydnaður túrur.

Í kjalarvørrinum á koronafarsóttini veitir Sláið Ring feløgum stuðul til slíkar innanlandsferðir, ið hava til endamáls at halda lív í feløgunum og fáa tey virkin aftur.

Filmsýning og dansur í Leirvík

Filmsýning og føroyskur dansur í skúlanum í Leirvík

Mikukvøldið 7. juni 2023 kl. 19:00 verður tiltak viðvíkjandi føroyskum dansi í skúlanum í Leirvík. Á skránni verður forkunnug frumsýning av sending um føroyskan dans og føroysk dansispøl í Eysturoynni, ein drekkamunnur og eisini føroyskur dansur.

Í 1977 var Egil Bakka, professari í fólkadansi, í Føroyum og gjørdi forkunnugar filmsupptøkur av føroyskum dansi og føroyskum dansispølum. Saman við Mortani Nolsøe, Eyðun Andreassen, Herluf Berthelsen, Paula Nielsen og Árna Hansen, ferðaðist hann kring landið og vitjaði í Havn, heima á Sandi, í Klaksvík, í Sumba, við Gøtugjógv, á Velbastað og í Nólsoy og gjørdi upptøkur. Sláið Ring hevur fingið talgildað hesar upptøkur og er í gongd við at gera átta sendingar burtur úr hesum, har tosað verður við ymisk fólk um upptøkurnar og dansin tá, og har vit sjálvandi sleppa at síggja upptøkurnar.

Fyrstu fimm sendingarnar vóru frumsýndar í lokaløkinum, har tær vóru tiknar upp, og tær eru seinni eisini vístar í Kringvarpinum.

Í sætta parti síggja vit filmsupptøkur við Eysturoyar dansifelagi frá Gøtugjógv – talan er um sjey filmsbrot við dansispølum – og vit hoyra forkunnugar frágreiðingar frá Sofus Foldbo og Andreu Opielka. Við á upptøkunum frá Gøtugjógv í 1977 eru m.a. Tórgerð og Josva Rasmussen, Anna Rasmussen og Sjúrður Dahl, Edda Joensen og Herluf Berthelsen, Sanna í Bartalsstovu og Johan Simonsen, Ragnhild Simonsen og Hans í Køkinum, Elspa Garðshorn og Johannus Jacobsen, Jonetta og Reynhold Rasmussen, Petra og Sjúrður Hentze, Eyðna Poulsen og Poul Georg Poulsen, Katrin og Sofus Foldbo, Sofía og Tórir Thomsen, Jóna á Horni og Kaj Høgnesen, Karin Joensen og Kjartan Ranghamar, Anna Katrin og Sámal Hansen, og Ólfríð og Tórbjørn Niclassen.

Aftaná frumsýningina av hesi sending, ið er á leið trý korter til longdar, verður ein steðgur við drekkamunni og aftaná verður høvi at fara upp á gólv.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin!

Norðurlandahúsið 40 ár

De dansede ud, og de dansede ind
alt i den elverfærd,
da sad favren ungersvend
og støtted sig på sit sværd.
– Siden jeg hende først så.

Soleiðis kvøða vit í donsku vísuni »Elverhøj«, um hvussu sveinurin gerst so rúnabundin av álvagentunum, ið dansa út og inn úr álvaheygginum, at var hann ikki vaktur av hananum, so hevði hann ongantíð komið aftur í hendan heim.

Her í Havn hava vit eisini okkara egna, heilt serliga álvaheygg, ið eisini hevur rúnarbundið manga sál á slíkan hátt, at tíð og stað eru púra burturgloymd, og hugurin hevur fingið frælsi at sveima víða: Norðurlandahúsið, sum í hesum døgum hátíðarheldur 40 ára dag sín!

Longu frá fyrsta degi var føroyski dansurin – ið ónoktandi er ein hornasteinur í upprunamentan okkara – hugsað inn í húsið, og er tað ikki av tilvild, at »Dansistovan« er í hjartanum á húsinum.

Fyrsta veturin byrjaði almenna tiltakið »Barnadansurin í Norðurlandahúsinum«, og fyllir hetta tiltak soleiðis eisini 40 ár í ár – barnadansurin, ið er hvørt fríggjakvøld í dansitíðini kl. 20-21. Hetta hevur verið borið av skiftandi eldsálum, og hóast tiltakið í dag er skipað í samstarvi við Dansifelagið í Havn, so er hetta »Barnadansurin í Norðurlandahúsinum« – eitt alment, ókeypis tiltak hjá Norðurlandahúsinum, har øll dansihugað eru vælkomin, ung sum gomul óansæð um tey hava tilknýti til eitthvørt dansifelag ella ikki. Mong eru tey, sum í barnadansinum hava lært stev og fingið lagt eina góða grund fyri dansin og sum hava dýrabar minni um føroyskan dans við systkjum, foreldrum, ommum, abbum og øðrum frá barnadansinum í Norðurlandahúsinum.

Vit í Sláið Ring hava havt nógv gott og fjølbroytt samstarv við Norðurlandahúsið hesi 40 árini, so ikki ber til at nevna alt her, men vit fara at tríva í okkurt úr rúgvuni. Afturvendandi tiltak var nógv ár »Dansináttin í Norðurlandahúsinum«, sum tó fyri nøkrum árum síðani mátti lúta í kappingini við festivalarnar og øll tey mongu tiltøkini, ið nú eru um summarið. Í staðin fyri at avtaka tiltakið varð tað tillagað til eitt kvæðatiltak við forkunnugum fyrilestrum, dansi, filmsýningum o.ø. um heystið, og hetta tykist hava áhuga millum fólk. Nógv onnur tiltøk hava verið millum ár og dag: barnadansistevna, landsdansistevna, kvæðaráðstevna, norðurlendsku dansistevnurnar HAVLEIKUR 2008 og HAVLEIKUR 2022 fyri bert at nevna nøkur úr rúgvuni.

Musée canadien de l’histoire í Gatineau (fyrr: Musée de la civilisation)

Í lestrarørindum í Kanada vitjaði eg kenda savnsskálan »Musée de la civilisation« í Gatineau, ið er býur á áarbakkanum yvir av høvuðsstaðnum Ottawa. Hesin vakri skálin hevur bert rundar kurvar, og arkitekturin Douglas Cardinal skal hava sagt, at hetta varð gjørt, so eingin skuldi kunna seta søguna og mentanina hjá upprunafólkinum í ein krók: tí har er eingin krókur. Hetta skal hann hava sagt, tí hann ferð eftir ferð hevði sæð, at tann sokallaða hámentanin ofta við tíðini trokaði upprunamentanina burtur, tí hon var ikki fín nokk.

Føroyski dansurin við kvæðunum, vísunum og tættunum, er partur av grundbulinum í føroyska mentanarliga samleikanum, og hevur hann givið ringvirkningar á bæði ein og annan hátt út í allar lista- og mentanargreinar okkara. Men føroyski dansurin er viðbrekin. Tað er bert í Føroyum í øllum heiminum at hann enn er livandi. Tá Norðurlandahúsið lat upp í 1983 varð mett, at eini 2500 føroyingar møttust regluliga fyri at fara upp á gólv. Hendan metingin í dag liggur nærri 500, og er í støðugari minking. Kortini mega vit við takksemi minnast til, at uttan megnar arbeiði, sum dansifeløg, eldsálir og mentanarstovnar sum t.d. Norðurlandahúsið hava gjørt fyri dansin, so hevði hann ikki verið til í tí líkinum, sum vit kenna hann í dag.

Tí er tað okkara bøn og vón, at Norðurlandahúsið eisini tey komandi 40 árini fer at duga líka væl at hava eina góða javnvág millum tær alskyns lista- og mentanargreinar, sum verða hýstar í húsinum, so tað bæði verður pláss fyri føroyska dansinum og øllum hinum, og at dansurin aldrin verður settur í ein krók.

Hjartaliga til lukku við 40-ára degnum, takk fyri gott samstarv og við vón um eitt framhaldandi gott samstarv!

Gunnar Restorff, fm.
Sláið Ring

Kunning um barnadansistevnuna 2023

Leygardagin 22. apríl 2023 skipar Eysturoyar dansifelag vegna Sláið Ring fyri barnadansistevnuni 2023 í Runavík

Skráin er henda:

10:00: Stevnan verður sett í Løkshøll og felags kunning
10:15: Felags dansur
10:45–12:00: Útferðir og dansur, sí dansiskránna
12:00–13:00: Døgurðasteðgur
13:00–14:15: Útferðir og dansur, sí dansiskránna
14:15: Felags dansur
14:45: Takk og farvæl

Tvær útferðir eru á skránni. Onnur er inn til Lamba at hoyra um Norsku løvu, Magnus Rasmussen sigur frá. Hin útferðin er út til kanónina á Nesi, har Alfred Olsen fer at siga frá um kanónina og ymist í samband við 2. veraldarbardaga.

Øll fara aðra útferðina. Fyrireikararnir skipa fyri, hvør fer hvar.

Døgurðin er í Skótahúsinum og í kantinuni í skúlanum við Løkin. Nærri kunning um hvør etur hvar kemur, tá ið vit vita endaliga talið av luttakarum. Ein drekkamuður og okkurt afturvið fæst allan dagin í kantinuni í skúlanum við Løkin.

Bussarnir koyra soleiðis til dansistevnuna:

FelagÍ buss*Heintingarstað:
Dansifelagið í Havn23Óðinshædd 9:15
Frískúlin í Havn23Óðinshædd 9:15
Skúlin á Argjahamri15Óðinshædd 9:15
Tøkum lætt10Óðinshædd 9:15
Sumbiar dansifelag39Badmintonhøllin 9:15
Klaksvíkar dansifelag35Skálin kl. 9:00
Norðstreymoyar dansifelag (Vestmanna)16Vestmanna skúli kl. 8:45
Leikum fagurt35Gamla rætt kl. 8:40

Bussarnir fara frá skúlanum við Løkin kl. 15:00, er onnur avtala ikki gjørd frammanundan.

*Minnist til at boða undirritaðu frá endaliga tali av luttakarum og teimum, sum skulu vit bussi til og úr Runavík í seinasta lagið mikudagin klokkan 20.

Vegna Eysturoyar dansifelag

Pálin Olsen
palin.olsen@skulin.fo
Tlf. 223534

Klaksvíkar Danisfelag á Viðareiði

Føstulávintsvikuskifti vitjaði Klaksvíkar Dansifelag á Viðareiði.

Hetta er triðja árið á rað, at Klaksvíkar Dansifelag hevur gjørt hesa útferð, og eydnaðist túrurin stak væl. Veðrið var av tí fagrasta. Kalt, men stilt og turt. Dansifelagið hevði bílagt Hotel Norð, og áttu vit hotellið fyri okkum sjálvi. Vit vóru gott 30 luttakarar.

Vit møttust á Hotellinum kl. 15:00 leygardagin. Avgreiddu formligu viðurskiftini og fingu okkum ein kaffimunn, áðrenn vit fóru ein gongutúr í bygdini. Vit høvdu eina avtalu við Róa Absalonsen, bónda, um at vitja hansara fjós kl. 16:00. Rói tók væl ímóti og greiddi meistarliga frá virkseminum í einum stórum nýmótans fjósi við yvir 100 mjólkineytum. Áðrenn vit fóru av fjósinum, fóru vit upp á gólv og kvóðu veðratáttin.

Heimaftur komin á hotellið fóru vit at sláa tunnu. Tunnan var so passaliga styrkt, og tá klokkan var 19:00 slóð Karl Høgnesen køttin niður og gjørdist kattakongur 2023.

Síðani varð farið til borðs. Hotellkokkurin borðreiddi við góðum trírættaðum døgurða. Sangur, hugni, talur og spæl var undir borðhaldinum, sum var avbera gott.

Klokkan 22:00 fóru vit uppá gólv. Á Viðareiði hava uml. 10 ungfólk javnan dansað í vetur. Serliga hava tey lagt seg eftir at dansa dansispøl. Tey komu at dansa saman við okkum fram til kl. 0:30. Vit dansaðu dansispøl og kvóðu vísur og kvæði av tí lættara endanum. Vit endaðu við at telja jólini. Vit kvóðu Santa Simeon og mær gav Santa Mortan. Náttin helt á við dansi, sangi, práti og tónleiki.

Sunnudagin stóð morgunmatur fyri okkum kl. 9:00.

Tá morgunmaturin var etin, fóru flestu okkara í kirkju á Viðareiði, har Hanus á Gørðum prædikaði. Klokkan nærkaðist 14:00, tá vit settu leiðina aftur móti Klaksvíkini eftir ein frálíkan túr. Slíkir túrar hava nógv at siga fyri samanhaldið í einum dansifelagi.

Jónleif Johannesen, form.

Sita væl til borðs
Dansa dansispøl
Vitja í fjósinum
So er tunnan sligin niður – Karl bleiv kattakongur

Kvæðastevna fyri skúlanæmingar

Ein frásøgn frá høvuðsfyriskiparunum av kvæðastevnuni, lærararnir Elin Maria Olsen og Einar Martin Hjalt Jacobsen:

Kvæðastevna fyri næmingar í miðdeild fólkaskúlans

Føroyski dansurin er partur av okkara dýrabara mentanararvi, ið flestu okkara eru errin av. Tí var skipað fyri kvæðastevnu fyri næmingar í miðdeild fólkaskúlans í Norðurlandahúsinum. Endamálið var at stuðla uppundir kvæðaundirvísingina í fólkaskúlanum, umframt at geva næmingunum góðar og jaligar kvæðaupplivingar, ið kunnu kveikja hug teirra til føroyskan dans og harvið at bera livandi mentan okkara víðari.  

Sjálvandi dansaðu vit føroyskan dans, men dentur var eisini lagdur á spennandi søgurnar handan kvæðini, har vit høvdu serkøn fólk inni at siga frá Ólavi Riddararós og Sinklars vísu. Hetta var undirbygt við borðspælinum Kvæða-quiz, har næmingarnir skuldu svara spurningum úr kvæðunum fyri at vinna.

Næmingarnir høvdu somuleiðis møguleika at royna seg í dansispølunum, bandadansi og edilingi, har Ung í dansi stóðu fyri undirvísingini. Hesi dugnaligu ungu hava framført nógv dansispøl, ikki bert í Føroyum, men eisini uttanlands, og vóru tey til uppgávuna fús – ein sonn fragd at síggja hesi dugnaligu ungu bera læruna víðari til børnini, sum dansaðu við stórum áhuga.

Næmingarnir hava vant kvæði til dansistevnuna – og tey sýndu góðar dygdir, tá tey upptraðkaðu fyri royndum dómarum í KvæðaTALENT, har vinningurin var bowling fyri flokkin. Tey blivu millum annað dømd eftir dansilag og kvæðaevni. Næmingarnir í 6. flokki í Vágs skúla vístu seg frá síni bestu síðu, og fóru avstað við vinninginum.

Eisini var roynt at flyta aldargomlu mentan okkara yvir á pallar, har tey ungu ferðast, við at spæla kvæða-kahoot. Har vóru tað næmingar úr 6. d úr Skúlanum á Fløtum, sum vóru stinnast og vunnu karamellur til allan flokkin.

Endað var við einum braki, tá Hamradun framførdu fleiri av sínum vælkendu kvæðaløgum. Hetta var sera væl móttikið av næmingunum – og tað vóru enntá nakrir, ið fóru upp á gólv undir framførsluni.

Alt í alt ein sera væleydnaður dagur, har næmingar og lærarar hugnaðu og stuttleikaðu sær.

Vit takka fyri góða hjálp frá dansifeløgunum og stuðul frá Mentanargrunni Landsins, Norðurlandahúsinum, Tórshavnar Kommunu, SMS, Bakkafrost, BankNordik, Sláið Ring, MBM, Bowlinghøllini á Hálsi og NÁMi. Uttan hesi var eingin stevna møgulig.

Barnlek 2023 tilmelding

Nú er tíð til at tilmelda seg til Barnlek, sum verður í Lerum beint uttanfyri Gøteborg í Svøríki 12.-15. juli 2023.

Sláið Ring rindar stevnugjald fyri allar luttakarar og buss úr Kastrup týsdagin 11. juli og aftur til Kastrup sunnudagin 16. juli, um man ynskir at koma við tí bussinum.

Tey sum hava melda seg til túrin sum Sláið Ring skipar fyri við Atlansflog, skulu ikki melda til av nýggjum.

Bussurin sum Sláði Ring hevur leiga fer úr Kastrup umleið kl. 13 tann 11. juli og verður aftur í Kastrup umleið kl. 14 sunnudagin 16. juli.

Áðrenn tit tekna tykkum er skilagott at vitja heimasíðuna www.barnlek2023.se

Á heimasíðuni eru nógvir upplýsningar um stevnuna.

Undir program síggja tit ma. 2 útferðir, sum man kann tekna seg til (ella lata vera):

Útferð 1
Bland tomtar og troll, kostar 75 SEK. Hon verður mikudagin fyrrapart.

Útferð 2
Nilssons el och teknik museum, kostar 50 SEK .

Seinasta freist at tekna seg er leygardagin 25. februar 2023.

Tit tekna tykkum við at senda meyl til jhe@skulin.fo

Í meylinum SKULU hesir upplýsingar verða:

  • Fult navn
  • Adressa
  • Føðingardagur
  • Meyladressa
  • Tlfnr.
  • Stødd av T-shirt (er við í prísinum)
  • Um tú skalt á útferð 1
  • Um tú skalt á útferð 2
  • Tørv á serligum mati
  • Um tit hava onkra allergi
  • Um tit skulu við bussinum
  • Um tit koma sjálvi til Lerum, so mugu tit siga hvønn dag tit koma og fara avstað aftur

Vit fáa luftmadrassu, dýnu og kodda, men mugu hava seingjarklæðir við sjálvi.

Í vár fara vit at møtast fyri at venja samdansir og tað sum vit fara at vísa fram í Lerum

Hava tit spurningar eru tit vælkomin at skriva til jhe@skulin.fo ella ringja til 236312

Vegna Sláið Ring

Hendrik Egholm
Samskipari

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×