Skjaldur, rímur og ramsur

Fríggjakvøldið varð nýggja bókin, sum Marianne Clausen hevur skrivað og forlagið Stiðin givið út, løgd fram í Norðurlandahúsinum.

Umframt at sagt varð frá um bókina, sungu Vilhelmina Larsen og Kári Sverrison nøkur skjaldur. Vilhelmina hevði eisini eina ommudóttir við. Gott at síggja, at tey ungu eisini kunna.

Brynhildartáttur í Norðurlandahúsinum seinasta heyst

Sum
eg siti og skriv formansfrágreiðingina til aðalfundin hjá Sláið Ring, komi eg
fram á fleiri tiltøk, ið vóru seinasta ár. Eitt teirra var, tá vit kvóðu
Brynhildartátt í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 27. oktober.

Hákun
Jacobsen úr Miðvági, ættaður frá Gjógv, skipaði. Hákun er 78 ár, so tað má
metast sum avreksverk, tað hann gjørdi.

Hann
hevði eisini góðar menn við síðuna av sær, bróðirin Hákun Jacobsen, sum er
farin um tey nýti og Høgna Mohr, sum er farin um tey áttati.

Aðalfundurin 2012

Til øll dansifeløgini og umboðsráðslimirnar

Við hesum verður boðað frá at aðalfundurin hjá Sláið Ring verður

Leygardagin 15. septembur 2012.

 

Fundarskráin verður sambært lógum felagsins, og harumframt hava feløgini møguleika at senda uppskot um mál, ið tey vilja hava viðgjørd.

Mál, ið feløgini ynskja at viðgera á aðalfundinum skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 7. septembur 2011.

Adressur, umboðsráðslimir og heimasíðan

Sláið Ring heitir enn einaferð á limafeløgini, at dagføra upplýsingar um feløgini. Hvør situr í nevnd, hvussu er nevndin skipað og leggið eisini aðrar viðkomandi upplýsingar út.

Hesar upplýsingar leggja feløgini sjálvi inn á heimasíðuna hjá Sláið Ring. Øll feløgini hava valt eitt umboð, at umsita teirra part av síðuni.

 

Eru tit í iva um hvussu tit koma inn á síðuna, so setið tykkum í samband við Sláið Ring.

 

Val av nevnd

Í ár standa Jónleif Johannesen og Kathrina Hansen fyri vali.

Varalimirnir eru: Anna Elisa Jacobsen, Atli Dalsgaard og Hildur Vestergaard. Varalimir verða valdir hvørt ár.

 

Dansináttin 2012

 

Afturvendandi tiltakið, sum Norðurlandahúsið og Sláið Ring skipa fyri undir heitinum Dansináttin í Norðurlandahúsinum verður leygardagin 18. august frá kl. 21.00 til 01.00.

Er dansurin góður kann haldast á nakað longur.

Tiltakið plagar at vera væl vitjað. Her koma bæði útlendsk ferðafólk og útisetar, ið eru heima í summarfrí, og her koma ikki minst dansiáhugað búgvandi her á landi.

Norðurlandahúsið og Sláið Ring vóna og vænta, at fleiri leggja leiðina framvið Norðurlandahúsinum dansináttina.

 

Nordlek 2012

Har, ið merkini veittra, veittri
eisini mítt ………….

Til Nordlek
á fyrsta sinni.

Havi dansað
føroyskan dans, síðani eg var barn, men ongantíð verið við til Nordlek, so nú
skuldi tað vera.

Eg fari at
taka fram  nakrar stjørnuløtur frá
túrinum, sum vardi 17 dagar og sum bæði var ein søguligur túrur ígjøgnum Noreg
heilt frá Kristiansand til Steinkjer, sum liggur norðanfyri Tróndheim og eisini
føroysk luttøka á Nordlek, sum er ein norðurlendsk fólkadansarastevna, sum bleiv
hildin á fyrsta sinni í Stockholm 1920.

Í Hundtorp í
Gudbrandsdalinum kom føroyavinurin Tor Stallvik í bussin at vera ferðaleiðari.
Fyrsti steðgurin var í túninum við garðin hjá Gudbrandi í Gudbrandsdali – Dale
Gudbrand, sum norðmenn siga. Myndin á vegginum talaði fyri seg hjá okkum, sum
duga Gudbrandskvæði , – hon vísti løtuna, tá teir bera Tóra Viðagud inn á
tingið, meðan sólin rísur og Kolbein sterki stendur klárur at  smekka til. Sjálvandi kvóðu vit nøkur ørindi
av gudbrandskvæðnum.

Tað var ein
rørandi løta, tá stevnan bleiv sett og øll fløggini – eisini hjá Grønlandi,
Álandi og Føroyum, sum enn ikki eru sjálvstøðug lond, men her á jøvnum føti við
hini stóru londini – blivu borðin inn.

Við sjálva
setanina høvdu norsku fyrireikararnir tillutað okkum føroyingum eina serliga
uppgávu.  Vit sluppu sum einastu gestir á
pall at kvøða lítlu vísuna “Norden  for
Trondhjem”, – ikki smávegis heiður fyri okkara lítla land.

Mikukvøldið 11.
juli var vesturnorrønt kvøld á skránni  á
Stiklastøðum, har vit saman við íslendingum og norðmonnum hugleiddu um felags
søgu   og kvóðu  m.a. brot úr Grettis kvæði og allan Ormin
langa. Hetta gekk fyri seg í einum nakað nýbygdum langhúsi, sum var sera
vælegnað at dansa í. Sanniliga ein stór uppliving, – og vit í føroyskum klæðum,
sjálvandi.

Umleið 2000
gestir vóru komnir til Nordlek í Steinkjer, sum Noregs Ungdomslag, sum er
avhaldsfelag burturav,  skipaði
fyri.  Umleið 400 sjálvboðin vóru virkin
á stevnuni, og allar hesar 5 dagarnar, sum stevna vardi, sást ikki eitt
menniskja, sum var ávirkað av rúsdrekka.

Kathrina, Eysturoyar dansifelag.          

Nordlek 2012

Søgu-
og Nordlek ferð 2012

Í sambandi við Nordlek 2012 í Steinkjer í Noreg gjørdi
Sláið Ring eina søgu- og Nordlekferð.

Steinkjer liggur norðanfyri Tróndheim og ikki langt
frá Stiklastøðum, so skjótt var tankin har, at hetta verður høvið til eina
serliga Noregsferð.

Lagt varð upp til at vitja nøkur ávís støð. Oslo,
við Bygdoy, Akreshus, Holmenkollen og Vigelandparkina. Gudbrandsdalin við
Gudbrandi í Gudbrandsdali, Hr. Sinklar og Kristin Lavransdatter. Eisini høvdu
vit havt samband við fyrireikararnar av Nordlek, um eitt serligt tiltak á
Stiklastøðum.

Nú vit eru afturkomin, má sannast, at ferðin
eydnaðist serstakliga væl. Vit komu til søguligu støðini og okkara partur á
Nordlek lá ikki eftir. Heldur má sigast, at vit enn einaferð settu serligan dám
á við føroyska dansinum.

Í ferðalagnum vóru ungdómar, 10 ung millum 16 og 26
ár og tveir ferða leiðarar, hesi fóru yvir við flúgvara, tí tey skuldu luttaka
á summarlegu hjá Noregs Ungdomslag, og 22 vaksin, sum fóru við Norrønu og høvdu
buss við úr Føroyum. Vit komu øll heimaftur við Norrønu.


Skrá fyri Brúðarvísuskeið

Brúðarvísu skeið á Háskúlanum í Tórshavn 2. Juni 2012


Tiltakið er alment. Øll við áhuga fyri brúðarvísum kunnu møta. Tað er ikki neyðugt at vera yrkjari ella at hava nýyrkta vísu við. Tó er tað ynskilit, at luttakarar hava møguligar nýggjar vísur til brúðardans við. Hetta kemur at geva degnum nógv meiri ítøkiligt innihald.


Fyrilestrahaldarar/ íblásarar:


Jákup Reinert Hansen ( prestur)


 evni: hvørji kristulig/átrúnarlig virðir eiga at verða lýst í eini brúðarvísu


Carl Jóhan Jensen ( rithøvundur)


Evni: Hvørji skaldskaparlig krøv eiga at endurspeglast í eini brúðarvísu, sum er yrkt í 2012.


Bergljót av Skarði ( Kvæðakønur studentaskúlalærari)


Evnið: Hvat skal eyðkenna eina brúðarvísu, sum ung kunnu taka til sín í dag.


Hanus Kamban ( Kvæðakønur rithøvundur)


                Evnið : Hvørji siðbundin kvæðaeyðkennir eru verd at varðveita og umhugsa


Jónleif Johannesen 


Evnið: Hvat skal til fyri at brúðarvísan skal kunna fáast undir fót og ganga væl í dansi


Skrá


9.30 – morgunmatur


Vit eta morgunmat í kantinuni á Háskúlanum.


10.00 – Rasmus Joensen formaður í Sláið Ring bjóðar vælkomin


Rasmus fer at siga eitt sindur um, hví Sláið Ring metir tað átrokandi at fáa yrkt  alternativar brúðarvísur.  Viðmerkingar frá luttakararum.


Jónleif Johannesen greiðir stutt frá sínum tankum um kvæðayrking.


Jónleif Johannesen hevur yrkt kvæði Deyðastund Sigmundar og hevur eisini luttikið í brúðarvísukappingini, sum var í 2010. Hann greiðir frá, hvat hann metir er neyðugt at hugsa um, tá ið ein skal yrkja vísur og kvæðir, sum skulu fáast undirfót.


10.30 – fyrilestrar Jákup / Bergljót.    bólkakjak um evnið


11.15 – Fyrilestar Karl Jóhan /Hanus. Bólkakjak um evnið


Áðrenn døgurða handa luttakararnir, sum hava hug til tess, fyrilestrahaldararunum møguligar brúðarvísu yrkingar


12.00 – Døgurði í kantinuni á Háskúlanum


12.45 –  Bólka fyriskipan


                Luttakaraarnir kunnu velja seg inn á tey evnir, sum hava teirra áhuga, og sum teir halda eru viðkomandi at arbeiða við.


13.00 – Bólkarbeiðið


 a) hvørji kristulig/átrúnarlig virðir eiga at verða lýst í eini brúðarvísu


b) Hvat skal eyðkenna eina brúðarvísu, sum ung kunnu taka til sín í dag.


                c) Hvørji skaldskparlig krøv eigur ein brúðarvísa at lúka


                d) Hvat skal til fyri at brúðarvísan skal kunna fáast undir fót og ganga væl í dansi                


14.00  Bólkarnir leggja fram.


14.30 Fyrilestrahaldararnir geva luttakararunum eina heildarmynd av tilfarinum, tey hava hugt í gjøgnum. Er onkur luttakari, sum vil fáa sína vísu umrødda framman fyri øllum luttakararunum og harvið fáa fleiri góðar viðmerkingar,  skal høvið vera til tess.  Bólkakjak um viðmerkingarnar.


15.00 – kaffi


Vit fáa kaffi og køkur í kantinuni á Háskúlanum


15. 20


Vit taka saman um


15.30


Luttakararnir, ið avleveraðu yrkingar til fyrilestrahaldararnar, kunnu hvør í sær fáa viðmerkingar til yrkingina.


 


Endamál :


Endamálið við skeiðsdegnum er at fáa viðgjørt brúðarvísuyrkingar til brúdleyp í 2012. Endamálið er eisini at fáa yrkjarar at yrkja alternativar brúðarvísur.  


 

Stígum Fast 40 ár

  Stígum  Fast  á 40 ára veitsludegnum.


Dansifelagið Stígum Fast varð stovnað í 1971. Hetta árið var eisini bygd dansistova í bygdini Dali. Flest allir dalbingar vóru við í hesum átakinum. Jógvan Adolf Johannessen var høvuðsmaðurin  fyri at stovna Stíðum Fast.  Felagið fekk skjótt nógvar limur í allari oynni  og aðrastaðni við. Hetta gjørdi, at dansurin tók dik á seg eina tíð. At dansurin í Dali hevur havt tað gott hesa tíðina, eru útvarpsupptøkurnar frá 1980 gott dømi um. Eitt nú eru upptøkurnar av Eingríms synum og Ívint Herintson millum perlunar í Kvæðasavni kringvarpins.


Leonia Johannesen( fødd 1923 )sigur frá skúlagongdini, at tá dansaðu tey í fríkorturinum og eisini okkurt kvøld, tá ið veðrið var gott. Hon minnist, at tey kundu dansa í skúlatúninum, og tað var meir enn so, at vaksnir menn komu uppí ringin.  Hettar sigur nakað um, hvussu væl øll ættarlið kendu seg  heima í dansinum sigur Leonia. Tað gevur styrki til dansin at læra skúlabørnini kvæði. At dansurin hevur sítt sjálvsagda pláss innan skúlagátt er sera týðandi fyri framtíð hansara. Eydnast hetta, er vón fyri, at føroyski dansurin áhaldandi verður ein livandi mentunar arvur.


Tá eg hoyrdi, at dansifelagið skuldi halda 40 ára veitslu tann 28. apríl 2012, var eg so spentur at sleppa at vera við, tí Dalsbygd er nakað heilt serligt fyri meg. Hon er mest sum ein heimbygd hjá mær. Í 1983 teknaði eg meg sum lim í felagnum. 


Á veg suður koyrdi eg gjøgnum Velbastað og fram við húsinum Sólarmagn, og kom at hugsa um tann eina túrin, sum felagið varð bjóðað til eina veitslu á Velbastað. nú eru tað nøkur ár síðani, tað var ein hugnalig ferð.


Tá eg kom suður til Dals hendan dagin 28 apríl , vóru fløggini vundin a stong. Dansifelagið hevði bjóðað Sumbingum í veitslu, og vit fingu ein góða veitslu,  og har til góða dansinátt. Nú er felagshúsið Eiriksgarður blivið størri og rúmari, og vóru umstøðurnar sera góðar.


Eg vil við hesum fáu orðum takka fyri alla hesa tíð, sum eg havi verið hjá felagnum í hesi lítlu bygdini.


Dalur stendur  ikki í vøkstri tíðanverri, men enn telist hon millum frægu dansbygdir okkara. Ikki minst dansifelagum Stígum Fast fyri at takka.


Hjartaliga tillukku við 40 – ára degnum


 


Andrass Jacobsen


Haraldssund


 

Føroyskur dansur í Sumba


Rimmar føroyskur dansur í Sunnba – fríggjakvøldið, 18.05.2012.


Í samband við Mentanardagar “SUNNAST Ì FØROYUM” skipar Sunnbiar Dansifelag fyri føroyskum dansi.


 


Vinarliga



Mentanardagar í Sunnba

Skeið, ið at yrkja brúðarvísur

Brúðarvísuskeið á Háskúlanum í Tórshavn 2. juni 2012


 


Tiltakið er alment. Øll við áhuga fyri brúðarvísum kunnu møta.


 


Ætlanin við skeiðnum er at tosa um og viðgera evnið og hugtakið brúðarvísur og brúðardansur og at geva teimum, ið arbeiða við brúðarvísum, íblástur og møguleika fyri at samskifta um vísur/yrkingar.


 


Tað er ikki neyðugt at vera yrkjari ella at hava nýyrkta vísu við, men er tað so, at onkur hevur eina vísu, er viðkomandi vælkomin at senda hana til Sláið Ring ella hava hana við sær á skeiðið, og verður tá høvi at tosa um vísuna saman við teimum, ið koma at hava innleggini. Annar møguleiki er eisini, at hinir luttakararnir kunnu verða til steðar undir umrøðuni. Hetta kemur at geva degnum nógv meiri ítøkiligt innihald.


 


Tey, ið koma við innleggum og vera við til umrøður eru:


Bergljót av Skarði, kvæðakønur studentaskúlalærari


Carl Johan Jensen, rithøvundur


Hanus Kamban, kvæðakønur rithøvundur      


Theodor Olsen, prestur


 


Rasmus Joensen greiðir frá, hví hann metir, at neyðugt er við alternativum brúðarvísum.


Jónleif Johannesen, ið sjálvur hevur yrkt kvæði, greiðir stutt frá sínum tankum um kvæðayrking,


 


Endamálið við skeiðsdegnum er at fáa viðgjørt brúðarvísuyrkingar til brúdleyp í 2012. Endamálið er eisini at fáa yrkjarar at yrkja alternativar brúðarvísur. Yrkjarar kunnu senda yrkingar inn til Sláið Ring áðrenn 1. juli 2012. Ætlanin er at geva eitt hefti út í oktober 2012. Hefti kemur væntandi at innihalda uml. 5 vísur, sum hóska seg til brúðardans.


 

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×