Fyrispurningur um føroyskan dans

Deil


Í august setti Bjarni Djurholm ein fyrispurning um føroyskan dans. Fyrispurningurin er settur Bjørn Kalsø, Mentamálaráðharra og er
soljóðandi:

1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at virka fyri, at føroyski dansurin fær javnbjóðis møguleikar við tey tónleika- og mentanartilboð, sum eru á § 7 á fíggjarlógini?

2. Fer landsstýrismaðurin í eini umraðfesting av mentanartilboðunum at veita dansifeløgunum í landinum árliga játtan, sum tryggjar føroyska dansinum eina dygga framtíð?

3. Føroyski dansurin er eitt av okkara sereyðkennum, er mentanararvur. Fer landsstýrismaðurin at fylgja ásetingunum hjá UNESCO, sum hevur álagt hvørjum landi at varðveita sín tjóðararv?

4. Føroyski dansurin er einasti av sínum slagi yvirhøvur. Fer landsstýrismaðurin at raðfesta játtanir soleiðis, at dansurin verður sjálvsagdur partur av okkara marknaðarføring sum ferðamannaland?

Viðmerkingar:
Føroyski dansurin er aldargamal og hevur sín uppruna í Suðureuropa í 1200 árunum.

Sum tíðin er liðin, er hesin aldargamli dansur burturblivin allastaðni uttan í Føroyum, her hann gjørdist mentanarberin burturav og man vera ein høvuðsorsøkin til, at føroyska málið ikki fánaði burtur.

Sæð í søgunnar baksýni, so er føroyski dansurin einasti av sínum slagi, sum er til. Tí hava vit ábyrgd av at varðveita og brúka hann. At gera umstøðurnar soleiðis, at føroyski dansurin framhaldandi kann vera ein av mentanarvitunum í samfelagnum, har kvæðini, vísurnar og dansispølini eggja ungum sum eldri at njóta stevið og sosialu samveruna, tá kvøðið verður. Har fólk eru aktiv, lurta, læra og uppliva.

At føroyski dansurin er partur av okkara samleika hevur eisini týdning í okkara tilvitan sum fólk. Tí er føroyski dansurin eisini sjálvsagdur í okkara marknaðarføring sum ferðamannaland, har vit umvegis dansin og dansispølini kunnu geva fremmandafólki ábending um okkara ríka mentanararv, sum ikki finst nakra aðrastaðni. At vit soleiðis í framkomna informatiónssamfelagnum kunnu njóta og vísa fram henda dýrgripin av okkara mentan gevur ríkar upplivingar, sum fremmandafólk kunnu undrast yvir og fáa tokka til.

Hóast dansurin soleiðis er ein eyðsýndur mentanardýrgripur og ein gluggi inn í føroysku sjálvsfatanina, so hevur hann ikki havt bestu korini at virka undir, og eru tað mestsum bert dansifeløgini, sum eiga æruna av, at føroyski dansurin framvegis er fólkaogn.

Yvirhøvur dáma flestu føroyingum føroyska dansin og kenna samleika við kvæði, løg og stev, hóast tey ikki eru virkin í dansifeløgunum. Kortini tykist kunnleikin um føroyska dansin at vera avmarkaður. Nakað, sum frálíður, kann tálma neyðuga áhugan millum manna at varðveita føroyska dansin sum ein sjálvsagdan mentanararv.

Í fólkaskúlalógini er ásett, at næmingarnir skulu læra føroysk kvæði. Kortini tykist hetta ikki at vera nóg mikið, og eigur landsstýrið at uppraðfesta kvæðini og føroyska dansin, so at hann verður javntstillaður við onnur tónleika- og mentanartilboð, sum árliga verða játtað á fíggjarlógini. Eisini kundi verið hugsandi, at fólkaskúlin í størri mun fær góðar kvøðaðar og dansarar sum leiðbeinarar, skiparar og instruktørar til at hjálpa lærarum at kvøða og dansa við børnunum.

Ein góður kvøðari dugir helst eini tvey-trý túsund ørindi. Hann brúkar kanska líka nógva tíð til at læra og minna seg aftur á kvæðini, sum ein góður tónleikari (á klaver, gittara, violin, fagot o.s.fr.) áhaldandi brúkar at menna sínar førleikar. Kortini man kvøðarin neyvan njóta somu virðing fyri sín dugnaskap. Tað er spell og ein missur fyri okkara mentanararv. Veruliga skuldu góðir kvøðarar havt møguleikan fyri samsýning at ferðast runt skúlarnar og lært frá sær og dansa føroyskan dans við skúlabørnunum.

UNESCO hevur álagt hvørjum landi at varðveita sín tjóðararv. Føroyski dansurin er okkara, og átti tí sjálvsagt at havt størri rúmd í almenna mentanarpolitikkinum og árligu játtanini á fíggjarlógini.

Tí eigur landsstýrið á komandi fíggjarlógum at geva føroyska dansinum javnbjóðis møguleikar við tey tónleika- og mentanartilboð, sum eru á § 7 á fíggjarlógini, og verður tí heitt á landsstýrismannin í mentamálum um at kanna, hvussu føroyski dansurin – tvs. Sláið Ring, landsfelag føroyskum dansi at frama – í eini umraðfesting av mentanartilboðunum, kann fáa árliga játtan, sum tryggjar føroyska dansinum eina dygga og bjarta framtíð.

Á tingfundi 7. september 2012 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Onnur tíðindi