Summarlega. fyrireiking

Vit høvdu eina sera góða løtu í Skálanum leygardagin.


Ungdómarnir hugdu nærri eftir tilboðunum á Sommerlejren og meldaðu seg til fleiri tiltøk. Eisini kvóðu vit nakað og dansaðu nøkur dansispøl.


Tey ungu møtast aftur sunnudagin 6. mai kl. 16.00 á Effostøðini í Skálafirði.


Tey eldru, ið fara til Nordlek møtast í Húsinum hjá Effo á Óðinshædd 3, hósdagin 19. april kl. 19.00.


Sí annars Summarlega inni á Facebook.


 

Sommerlejren 2012

Sommerlejren 2012 verður í Steikjer í sambandi við Nordlek. 12 ungdómar og 2 leiðarar fara úr Føroyum


Vit koma saman nakrar ferðir undan stevnuni fyri at venja og læra hvønnannan at kenna. Fyrsta venjingin verður í Skálanum í Klaksvík nú leygardagin 14.04. kl.10.00.


Statoil Færøyene, felagið, ið leitar eftir olju við Føroyar, og sum fer at bora seinni í ár, hevur latið stuðul til ferðina og verða teir høvuðsstuðlar saman við Sláið Ring. Vit takka Statoil Færoyene fyri stuðulin.


 

Grækarismessuhald í Miðvági

Sunnudagin
11. mars skipar Vága Dansifelag fyri Grækarismessu haldi í Miðvági. Haldið verður
við standmyndina av Mikkjali á Ryggi yvir av kirkjuni.

 

Hans
Jørgensen, skúlastjóri við Miðvágs- Sandavágs skúla, fer at halda røðu, og
Vágakórið fer at syngja nakrar sangir.

 

Aftan
á er opið í Beitinum, sum er felagshúsið hjá Vága Dansifelag og húsið, har
Mikkjal á Ryggi varð føddur og vaks upp. Har verður møguleiki fyri at fáa ein
kaffimunn, eitt prát, og kanska verður onkur sangur eisini sungin.

Brúðarvísan á føstulávint

Í
eini av sendingunum í røðini Álvarann í útvarpinum í vetur, var í einum
fyrilestri nevnt, at Brúðarvísan varð tikin, eftir at liðugt var at telja
jólini. Kannað varð eftir, um hesin siður var kendur, og hvar hetta kundi vera.
Komið varð fram til, at hetta varð gjørt í Sumba, og kendi kvøðarin, Eli
Poulsen, visti at siga í sendingini, at hann hevði verið við til at tikið Brúðarvísuna
á føstulávint.

 

Um
dagarnar ringdi Eli Poulsen til redaktiónina og fortaldi, at hann hevði tosað
við sumbing, sum visti at siga frá øðrum gomlum sumbingi, Dánjali Jacob í
Kálgarðinum, at grundin til, at endað varð við Brúðarvísuni á føstulávint, var
tann, at Brúðarvísan vanliga varð tað fyrsta, sum tikið varð aftur um heystið,
tá dansitíðin byrjaði.

 

Um
heystið vórðu brúdleypini vanliga hildin, tá kjøtið var ræst. Og við teimum
fylgdi eisini Brúðarvísan. Tí varð hildið í Sumba, at hóskandi var at enda
dansitíðina, sum hon byrjaði. Við Brúðarvísuni.

 

“So
var ringurin sluttaður”, sigur Eli Poulsen.

Barnadansistevnan 2012

Barnadansistevnan 2012, hin 9. í røðini, varð hildin í Hósvík leygardagin.

Uml. 500 luttakarar vóru. 400 børn og restin leiðarar, foreldur og ommur og abbar.

Tað var sera hugaligt, at síggja allan hendan skaran av fólki og ikki minni at hoyra børnini kvøða og síggja, hvussu væl dansurin gekk.

Útferð var gjørt til gomlu hvalastøðini við Áir.

Endað varð við, at limir úr Norðstreymoyar Dansifelag, tóku nøkur kvæði: Tá eg verði stórur, brot úr Grettiskvæði og Orminum Langa.

Tað er av alstórum týdningi og sera mennandi, at børnini sleppa við til vaksnamannadans.

Barnalandsdansistevnan 2012

Barnalandsdansistevnan í ár verður
hildin leygardagin tann 11. februar í Bygdarhúsinum í Hósvík. Norðstreymoyar
Dansifelag skipar fyri. Byrjað verður
kl.
10.00, og liðugt er kl. 14.30.

Døgurði verður um middagsleitið.

Skipað verður fyri smáum útferðum í økinum sum
dagurin líður. Frásøgufólk verða.

Tilmeldingarfreistin er í
seinasta lagi 31. Januar 2012.

Tilmelding er á tel. 422217 ella
við telduposti  
olav.schneider@skulin.fo

Eru spurningar, kunnu tit ringja 422217 ella
senda ein teldupost.

Tá tit tekna tykkum, verða tit biðin um at siga
okkum, hvussu nógv børn verða

við, og hvussu nógv tit verða íalt (íroknað
vaksin).

 Sigið eisini frá, hvørji kvæði tit ætla at
skipa.

 

 

 

                                                                                                                         

 


Kyndilsmessudansur í Haraldssundi

Haraldssund er gomul kyndilsmessubygd. Í øldir hava fólk í Norðoyggjum leita til Haraldssund á Kyndilsmessu. Eina tíð fall hesin siður burtur, men er nú tikin uppaftur. Hetta er sætta árið á rað, í nýggjari tíð, at kyndilsmessudansur er í Haraldssundi. Hetta kvøldið hevur undanfarin ár verið sera væl eydnað og hava fleiri dansifeløg gjørt ferðalag í hesum sambandi. 

Í ár fellur Kyndilsmessa eitt hóskvøld, tí verður dansurin ikki á sjálvari Kyndilsmessu, men fríggjakvøldið 27.januar. Dansurin byrjar klokkan 22.00 í bygdarhúsinum í Haraldssundi. Kostnaðurin fyri dans og mat er 100 krónur.

Dansurin er almennur og øll eru hjartaliga vælkomin.

Nordlek, annar fundur

Komandi fundur verður hóskvøldið 19. januar kl. 19.00 í Hornahúsinum.

Fyrsti
fundur um Nordlek 2012 varð hildin í Hornahúsinum 7. januar. Fleiri fólk møttu,
og tey søgdu eisini frá øðrum, ið høvdu áhuga fyri ferðini, so tað sær gott út.

Á
fundinum varð m.a. tosað um skrá og prís.

Avgjørt
varð at hava nýggjan fund hóskvøldið 19. januar kl. 19.00 í Hornahúsinum.

Øll
við áhuga fyri ferðini eru vælkomin.

Barnadansistevna í Hósvík

Avgjørt
er, at árliga Barnadansistevnan verður hildin í bygdarhúsinum í Hósvík
leygardagin 11. Februar 2012.


Tilmeldingarfeistin
er sett til 31. Januar. Í samband við tilmelding og tiltøkini á stevnuni annars,
verða brøv send feløgunum kring landið ein av allarfyrstu døgunum, siga
fyrireikararnir. Eisini onnur enn tey, sum dansa í dansifeløgunum kring landið,
eru vælkomin at melda til stevnuna. Til dømis skúlaflokkar ella aðrir áhugaðir
bólkar, eru vælkomin.


Sum
skilst verður stevnan skipað á leið á sama hátt, sum tær undanfarnu hava verið,
við dansi, matsteðgi og útferðum. Ætlanin er eitt nú at vitja á niðurløgdu
hvalastøðini við Áir.

 

 

 

 

 

 


Fundir um Nordlek 2012

Fundur við tey ungu, ið ætla at luttaka á “Sommerleir” og
síðani á Nordlek verður hildin í Hornahúsinum leygardagin 7. januar 2012 klokkan 13.00..

“Sommerleir”
er serstakt tiltak, har ungdómar úr øllum Norðurlondum koma saman til dans og
hugna. Eftir “Sommerleir” verða tey við á Nordlek.


Tey, sum fara á summarleguna fyri ung, verða í einum ferðalagi fyri seg, men allir
føroysku luttakararnir í báðum tiltøkunum vera saman á Nordlek stevnuni.

Fundurin fyri tey, ið ætla sær við til Nordlek verður sama dag kl. 18.00. Grein um
hendan fundin er aðrastaðni her  á
heimasíðuni – http://sr.fo/news-nordlek+2012+i+noreg.htm
og er eisini
at síggja inni á Facebook síðuni hjá Sláið Ring.

Á fundinum verður kunnað um ferðina, so sum sjálvan túrin við útferðum og
vitjanum, kostnaður o.a.

 

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×