Ung í dansi 2011

Tiltakið Ung í dansi 2011 verður hildið á Húsum.

Tilmelding hjá Jónleif Johannesen á 235766.

Barnlek 2017

 Nordlek hevur heitt á Sláið Ring um at standa fyri Barnlek 2017.
Vit hava játtað.
Hetta er nakað, ið tey, sum hava barnadans, kunnu síggja fram til.

Aðalfundurin 2011

 

Til øll dansifeløgini og
umboðsráðslimirnar



Við hesum verður boðað frá at aðalfundurin hjá
Sláið Ring verður

Leygardagin 10. septembur
2011 kl. 12.00 á Landsbókasavninum í Havn.

 

Fundarskráin verður sambært lógum felagsins, og
harumframt hava feløgini møguleika at senda uppskot um mál, ið tey vilja hava
viðgjørd.

 

Mál, ið feløgini ynskja at viðgera á aðalfundinum
skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 2. septembur
2011.

 

Adressur, umboðsráðslimir og
heimasíðan

Vit arbeiða við at dagføra heimasíðuna og m.a.
gera tað lættari fyri feløgini at brúka hana. Eisini arbeiða vit við at gera
hana meira virkna. Sláið Ring heitir á feløgini, um at velja ein lim, sum kann
taka sær av at umboða felagið á heimasíðuni og m.a. leggja tilfar út.

Vinarliga upplýsið eitt navn og eina
e-postadressu.

Eisini verður mint á upplýsingar um nevnd og
adressu.

 

Val av nevnd

Í ár stendur Rasmus Joensen fyri vali.

Varalimirnir eru: Anna Elisa Jacobsen, Atli
Dalsgaard og Hildur Vestergaard. Varalimir verða valdir hvørt
ár.

Barnlek 2011

 

Í døgunum 13. til 17. juli varð Barnlek hildið í Skive í Danmark.

Barnlek er dansistevna har børn, ung og foreldur koma saman at dansa og leika
og møta hvørjum øðrum.

Við úr Føroyum vóru 100 luttakarar, úr Sumba, av Økrum, úr Hovi, úr Skálavík,
av Sandi, úr Tórshavn, úr Haraldsundi, av Norðoyri, úr Klaksvík, av Húsum og av
Viðareiði.

Vit høvdu eina sera góða stevnu. Vit dansaðu nógv bæði í býnum og í hallum og
vit møttu eisini fleiri ungum úr hinum norðurlondunum.

Vit gleða okkum til komandi Barnlekstevnur.

Myndir eru lagdar undir myndasavnið.

Dansináttin 2011

 

Afturvendandi
tiltakið, sum Norðurlandahúsið og Sláið Ring skipa fyri undir heitinum
Dansináttin í Norðurlandahúsinum verður leygarkvøldið 9. juli frá kl. 21.30 til
01.30. Er dansurin góður kann haldast á nakað longur.

Tiltakið plagar
at vera væl vitjað. Her koma bæði útlendsk ferðafólk og útisetar, ið eru heima í
summarfrí, og her koma ikki minst dansiáhugað búgvandi her á
landi.

 

Norðurlandahúsið
og Sláið Ring vóna og vænta, at fleiri leggja leiðina framvið Norðurlandahúsinum
nú leygarkvøldið.

Tiltak úti í Skúgvi

 

Fólkafundur og føroyskur dansur í
Skúgvi.

25. juni 2011 skipar Skúvoyar
Fornminnafelag fyri fólkafundi og føroyskum dansi.

Á fólkafundinum verður Sigmundur
Brestisson lýstur út frá fornfrøðini, út frá kristindóminum og søguliga gjøgnum
kvæðini.

Um kvøldið verður farið uppá
gólv.

Vit vóna at fáa nógva vitjan í
oynna til bæði fundin og dansin.

Lýst verður seinri um møguligar
eyka túrar í oynna.

Skúvoyar
Fornminnafelag

Brynhildartáttur

 

Brynhildartáttur

 

 

Til tess at
varpa ljós á og vekja áhuga fyri føroyska dansinum skipar Sláið Ring fyri
kvøldsetu í Sjónleikarhúsinum í Havn. Titakið verður leygardagin 24. september
2011 kl. 19.00.

 

Evnið á
kvøldsetuni er Brynhildartáttur.

 

Skráin er
hendan

·        
Hanus Kamban
kemur at hugleiða um Brynhildartátt og annað, ið hann metir hevur áhuga (uml. 30
min)

·        
Høgni Mohr, ið
hevur skipað Brynhildartátt í dansi, fer at tosa um okkurt brot í kvæðinum, sum
hann heldur er áhugavert

·        
Fólk í salinum
fáa møguleika at gera viðmerkingar ella koma við
hugleiðingum

·        
Stuttur
steðgur

·        
Farið verður upp
á gólv

·        
Hugnakvøldið
endar uml. kl 22.00 – 22.30.

 

 

Ætlanin við
kvøldsetuni er at varpa ljós á dansin og kvæðini, og tiltakið er alment.

 

Sláið Ring
heldur eisini, at tiltakið kundi verið áhugavert fyri onnur enn tey, ið vanliga
eru í dansi, og hevur tí bjóðað fleiri skúlunum
við.

Dansitiltak

Almennur
dansur í Skálavík

 

Leygarkvøldið
14. mai bjóða Leikum Fagurt og Stígum Fast til almennan dans í Skálavík. Teistin
siglir av Gomlurætt kl. 19.15 og bussur er úr Skopun til Skálavíkar. Tá komið er
til Skálavíkar verður farið uppá gólv.

Vit
hava leigað Teistan at sigla aftur úr Skopun kl. 2 um náttina og bussur koyrir
úr Skálavík til Skopunar.

Kostanaðurin
er 100 kr. og er súpan og bussurin til Skopunar íroknaður.

 

Vit
vóna at nógv koma til hendan várdansin í Skálavík

Leikum
Fagurt & Stígum Fast

Barnadansistevnan

 

Stevnan, ið varð hildin í Badmintonhøllini í Havnini, eydnaðist sera væl.
Bæði dansur, útferðir og matur eydnaðust sera væl. Og ikki kann sigast annað,
enn at Tøkum Lætt, eisini kundi fylla stóra borðið við øllum góðum. Kaffi og
nógvar køkur. Chips og bananir, súreplir og juce, jú har var nógv at fáa.

Sláið Ring takkar Tøkum Lætt fyri, at tey átóku sær at skipa fyri í ár.

So er at finna tey, ið vilja vera vertir komandi ár.

Dansistevnan fyri børn

 

Yvirlit yvir tað, sum feløgini
kvøða
Helst verður pláss fyri fleiri  
Felags Burtur á heiði og veturin kom
Tøkum Lætt Kellingin við Gráastein
Eysturoyar Dansifelag Nykursvísa
Klaksvíkar Dansifelag Hr. Sinklar
Tøkum Lætt Korn på sorn
Vága Dansifelag Gudbrandskvæði
Eysturoyar Dansifelag Og hygg nú í garðin
Eysturoyar Dansifelag Nú liggur ein kavafonn
Frískúlin á Velbastað Flóvin Bænadiktson
Sumbiar Dansifelag Stat op Sankta Simeon
Leikum fagurt og Stígum fast Stolt Signhild
Sumbiar Dansifelag Bjerget ligger langt ud i skoven
Dansifelagið á Látrinum Sigmundskvæði yngra
Dansifelagið í Havn Brestiskvæði
Dansifelagið á Látrinum Øskudólgur og sópingarkona
Tøkum Lætt Børnini fara í barnagarð
Enda við Leivskvæði
Harra Pætur og Elinborg
Tá eg verið stórur
Ormurin
Langi
Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×