Barnadansistevnan

 

Stevnan, ið varð hildin í Badmintonhøllini í Havnini, eydnaðist sera væl.
Bæði dansur, útferðir og matur eydnaðust sera væl. Og ikki kann sigast annað,
enn at Tøkum Lætt, eisini kundi fylla stóra borðið við øllum góðum. Kaffi og
nógvar køkur. Chips og bananir, súreplir og juce, jú har var nógv at fáa.

Sláið Ring takkar Tøkum Lætt fyri, at tey átóku sær at skipa fyri í ár.

So er at finna tey, ið vilja vera vertir komandi ár.

Dansistevnan fyri børn

 

Yvirlit yvir tað, sum feløgini
kvøða
Helst verður pláss fyri fleiri  
Felags Burtur á heiði og veturin kom
Tøkum Lætt Kellingin við Gráastein
Eysturoyar Dansifelag Nykursvísa
Klaksvíkar Dansifelag Hr. Sinklar
Tøkum Lætt Korn på sorn
Vága Dansifelag Gudbrandskvæði
Eysturoyar Dansifelag Og hygg nú í garðin
Eysturoyar Dansifelag Nú liggur ein kavafonn
Frískúlin á Velbastað Flóvin Bænadiktson
Sumbiar Dansifelag Stat op Sankta Simeon
Leikum fagurt og Stígum fast Stolt Signhild
Sumbiar Dansifelag Bjerget ligger langt ud i skoven
Dansifelagið á Látrinum Sigmundskvæði yngra
Dansifelagið í Havn Brestiskvæði
Dansifelagið á Látrinum Øskudólgur og sópingarkona
Tøkum Lætt Børnini fara í barnagarð
Enda við Leivskvæði
Harra Pætur og Elinborg
Tá eg verið stórur
Ormurin
Langi

Dansistevnan fyri børn

Dansistevnan fyri børn verður nú leygardagin hin 19. februar í
Badmintonhøllini í Havnini. Hesuferð er tað Tøkum Lætt, sum saman við Sláið Ring
eru vertir.

Stevnan verður sett kl. 10.00 og endar kl. 15.00

Umframt dansin verður eisini útferð til Fornminnissavnið, har høvi verður at
síggja nakað av tú nógva, sum Fornminnissavnið hevur at vísa fram.

Fleiri feløg og skúlar hava boðað frá luttøku

Sumbiar Dansifelag, Jómsvíkingar, Dansifelagið í Havn, Tøkum Lætt, Frískúlin
á Velbastað, Leikum fagurt og Stígum fast, Vága Dansifelag, Dansifelagið á
Látrinum, Eysturoyar Dansifelag, Klaksvíkar Dansifelag.

Umframt tey mongu børnini, plaga eisini fleiri foreldur og ommur og abbar at
vera við og saman hava vit eina sera hugnaliga og gevandi stevnu.

Ung í dansi

 

Føroyskur
dansur fyri ung fríggjakvøldið 4. feb í Skálanum í Klaksvík.

Aftur
í ár ætla vit í Klaksvíkar Dansifelag at skipa fyri tiltaki serliga ætlað ungum.
Tiltakið er fyri at fáa ung úr øllum Føroyum, sum hava áhuga í føroyska
dansinum, at samlast um dansin. Vit hugsa um ung í breiðari merking, so øll eru
vælkomin, sum vilja stuðla ungum í tí føroyska dansinum.

Dansikvøldið
verður fríggjakvøldið 4. feb. kl. 20.30 í Skálanum í Klaksvík. 

Kvøldið
verður skipað sum eitt hugna- og dansikvøld, har vit vóna at ung úr øllum
Føroyum koma við. Tiltakið byrjar, sum sagt, kl. 20.30 við einum løttum
borðhaldi, síðan verður okkurt undirhald og dansur aftaná.

Tey sum koma til Klaksvíkar við bili ella bussi kunnu fáa
stuðul til ferðina.

Kvæðasendingarnar í ÚF

 

Útvarpið hevur gjørt av at flyta kvæðasendingarnar til mánakvøld. Hetta
m.a. eftir áheitan frá dansifólki.

Komandi vikurnar verða kvæðasendingarnar ” Álvaran” og “Uppá gólv” at hoyra
mánakvøld klokkan 20.00.

Kyndilsmessudansur


Kyndulsmessudansur í Harladsundi

Eins og undan
farin ár verður vælumtókti kyndulsmessudansurin í Haraldsundi á skránni í 2011.
Hesaferð verður hann fríggjakvøldið 28 januar og byrjar dansurin klokkan 22.00.
Kostnaðurin fyri kvøldið er 100 krónur og tá er matur íroknaður
prísin.

 Fleiri dansifeløg hava víst kvøldinum
áhuga og hava sett kyndulsmessudansin á ská sína so væntandi  verður dansurin væl vitjaður.  Haraldsund er gomul kyndulsmessubygd, og
eru fyrireikararnir glaðir fyri, at tað hevur eydnast at endurreisa hesa gomlu
siðmentan í bygdini.

Vegna
fyrireikararnar

Andrass
Jacobsen 

Barnadansistevnan

Barnadansistevnan 2011 verður leygardagin 19. februar. Vertir í ár eru Tøkum
Lætt.

Tøkum Lætt boðar frá, at tey hava sent innbjóðing til øll feløgini, men tey
lata eisini vita, at um onnur eru, ið hava áhuga at vera við, so er tey
vælkomin. Tey skulu bert seta seg í samband við Tøkum Lætt ella formannin
Andreas Sigurstein á tlf. 21 42 42.

Fyrireikararnir vilja fegin hava at vita frá feløgunum hvørji kvæði, tey ætla
at taka, so hetta kann koma við í skránna.

Tøkum Lætt hevur heimasíðuna: toekum-laett. Hon sæst eisini á heimasíðuni hjá
Sláið Ring.

Eru spurningar, so ber til at venda sær til Tøkum Lætt ella Sláið Ring.

Nýggjársdansur í Dali

Aftur í ár skipar Stígum Fast fyri almennum føroyskum dansi
nýggjársdag. Dansurin verður um dagin, soleiðis at fólk úr øðrum dansifeløgum
kunnu koma til Dals at dansa og sleppa heimaftur um kvøldið.

Nærri skrá kemur seinni.

Frá Tøkum Lætt

 Barnadansurin byrjar aftur mikukvøldið 20. oktober kl. 19 í Skansastovu

Frá Tøkum Lætt

 Dansurin byrjar aftur sunnukvøldið 17. oktober kl. 20 í Skansastovu.

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×