Ung dansa í Klaksvík

 

Tíðindi frá Klaksvíkar
Dansifelag

Fríggjakvøldið 23. januar kl.
19.30 skipar Klaksvíkar Dansifelag fyri tiltakið undir heitinum: Ung við áhuga
fyri føroyskum dansi.

Kvøldið verður eitt hugnakvøld
við dansi og onkrum til matna. Luttakararnir skulu bert gjalda fyri ferðina
norður.

Í Klaksvík hevur
verið barnadansur í fleiri ár, og nú eru fleiri so vaksin at barnadansurin
er ikki nokk. Tí verður roynt at gera eitt ungdómskvøld, fyri at halda
teimum og øðrum í somu støðu til dansin.   

 

Tiltakið vendir sær til
aldursbólkin 13 ár og upp móti teimum 30, so tey eldru kunnu vera ein fyrimynd
fyri teimum yngru.

Klaksvíksingar vóna at fleiri
koma til hetta kvøld. Skálin skuldi verið eitt gott høli og tekur nógv fólk.

 

Sigið frá við tilmelding um brúk
er fyri yvirnátting. Freistin at melda seg til er 14. jan. á tlf. 261532 og
267246

Ísleikur

 

Dansistevnan verður
hildin í Reykjavík 9. – 16. jul

Frá
6. til 9. juli er møguleiki at fara útferðir.

 

Ísleikur er stevna undir NORDLEK-avtaluni. Stóru NORDLEK
stevnurnar verða hildnar triðja hvørt ár í teimum stóru Norðurlondunum. Ímillum
hesar stevnurnar eru smærru stevnurnar Havleikur í Føroyum og Ísleikur í
Íslandi.

Seinasta NORDLEK stevnan var í Lathis í Finnlandi 2009,
og næsta stóra NORDLEK stevnan verður í Steinkjær í Noreg 2012

Luttakararnir fáa møguleika at dansa og uppliva dans úr
hinum Norðurlondunum og harumframt eisini at uppliva stórslignu íslendsku
náttúruna og íslendsku mentanina.

Undan stevnuni er møguleiki at gera longri útferðir. Serliga útferðin á Vestfirðir
tykist spennandi og forkunnug. Farið verður avstað úr Reykjavík 6. juli og komið
verður aftur 9. juli. Sjálvar stevnudagarnar er møguligt at gara stytri ferðir,
m.a. útferð til Gullfoss, Geysir og Tingvøllir,. útferð í Vestmanoyggjar,
jøklatúr á hundasledu og túr í Bláa Lónið.

Skráin fyri stevnuna er nøkurlunda tann sama sum til
aðrar slíkar stevnur. Stevnan verður sett leygardagin 9. juli, felags dansur
verður á skránni, framsýningar, skrúðgonga gjøgnum býin, sangkvøld o. a. Stevnan
endar 16. juli  við hátíðarhaldi.

Fyrireikararnir bjóða gisting á skúla við kosti.

Prísin fyri stevnuna og útferðirnar vita vit ikki enn.

Tilmeldingin til stevnuna skal gerast hjá Nordlek
umboðunum hjá Sláið Ring Trygva Samuelsen og Mariu Kristiansdóttir tlf.
281468/228624 ella á telduposti: trygvi.samuelsen@skulin.fo

Roknast kann við endaligari tilmelding tíðliga í
vár.

Feløg eru vælkomin sjálvi at skipa fyri ferðini til
Ísleik, annars verður skipað fyri felags túri alt eftir, hvussu nógvir
luttakarar verða.

 

Fleiri upplýsingar er at finna á heimasíðuni
www,isdans.is

Frá Tøkum Lætt

 Aftur í ár skipar Tøkum Lætt fyri trettandakvøldsdansi.
Dansað verður í
Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið 9. januar. Byrjað verður kl.
21.00.

Dalbingar bjóða til dans

 Føroyskur dansur verður í Dali fríggjadagin tann 01.01.2010 klokkan 19.
00.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Bussar koyra ókeypis úr Skopun til Dals í samband við túrin av Gomlurætt
17. 15,

og seinni úr Dali til Skopunar, í samband við síðsta túr hjá Teistanum
av Skopun.

 

Í Eiriksgarði verður umframt góðan føroyskan dans, eisini smyrjubreyð og
okkurt drekkandi at fáa.

 

Kostnaður fyri atgongd.

100 kr.

 

Túrur til Dals.

 

Teistin siglur av Gomlurætt kl
17.15.

Bussur  koyrur úr Skopun kl
18.00.

 

Bussar vera í Dali uml. kl. 19 har dansa
verður í Eiriksgarði.

 

Túrur úr Dali.

 

Bussur  koyrur úr Dali kl. 21.30 og nær síðsta
túr við Teistanum kl. 22.30. ( eingin bussur er frá
Gomlurætt.)

 

Tilmelding á telefon ( síðsta freist til og við 30/12-2009)

 

Helga Poulsen :                
217901

 

Óli Nolsøe :                       
223403

                     

Róald Johannesen :          
 268986.

 

                                            Dansifelagið Stígum
Fast
.

Barnadansistevnan 2010

 Barnadansistevnan 2010 verður 17. apríl norðuri á Eiði. Tað er
Dansifelagið á Látrinum, sum hevur boðið sær at vera vertur. Skrá fyri stevnuna
verður lýst seinni.

Tit, ið hava barnadans, eiga at hugsa um, hvat kvæði
ella vísu, tit ætla at kvøða.

Frá Dansifelagnum í Havn

 23. okt. var ársaðalfundur hjá Dansifelagnum í Havn. Nevnd, kassameistari
og grannskoðari vórðu afturvald, og eru skipað soleiðis: Formaður Niels á
Velbastað, næstformaður Birgir Djurhuus, skrivari Janus B. Kamban, nevndarlimir
Heini Mortensen, Johild Kamban, Jóhanna Krosstein og Katrin Gullbein.
Kassameistari Haldur Christiansen, grannskoðari Katrin Dahl.

Skráin fyri kvøðing í vetur
kann lesast her.

Frá Tøkum Lætt

 

Barnadansur hjá Tøkum Lætt.

Barnadansurin byrjar nú aftur í Skansastovu. Byrjað verður mikukvøldið 21.
oktober kl. 19.00

Seyðamaðurin á Sondum

 

á stevnuni Ung í dansi 09 fara vit at kvøða um Seyðamannin av Sondum. Uppskriftin er her

kelda:
http://www.vagadansifelag.dk/26331125

Seyðamaðurin á Sondum

 

Leggið nú hvør sítt høvur í blot

 meðan eg
sigi frá søgum

hvat ið hendi í fornu tíð

uti i gomlum døgum

 

Stígið á gólv so lættliga

og havi gott stig

meðan eg kvøði um huldukonu

og seyðamannin við

 

Tað skuldi vera á fornu tíð

vilja tit mær trúgva

norðuri á fjøllum í Husagjógv

har mundi ein hulda búgva

 

Ein onnur búði í Tormansgjóv

systrar vóru tær tvá

tær vóru klæddar í skarlak

 líka niður á

 

Stakkarnir vóru av skarlaksklæði

hingu niður á skó

hann hjá henni í Húsagjógv

var reyður sum annað blóð

 

Árla var um morgunin

só1in skein so víða

lysti henni huldukonu

at só1a stakki friða

 

Hon legði hann á tann grøna vøll

rætt sum sólin sá

vakurt var at síggja

fagur litur bar á

 

Vakurt var at síggja

fagur litur bar á

perlurnar av reyðargulli

í stakkinum glitra á

 

Seyðamaðurin av Sondum

var víða gitin í orðum

rætt sum reysti Rólant jall

gitin var í forðum

 

Hann røktaði alla Sandavágssíðu

bæði við gleði og gavni

mongum manni var hann gitin

men ikki nevndur av navni

 

Árla var um morgunin

sólin skein á vøll

lysti honum seyðamanni

at ríða norð á fjøll

 

Árla var um morgunin

só1in skein so víða

lysti honum seyðamanni

norð á fjøll at ríða

 

Seyðamaðurin á Sondum

lat sær hestin sað1a

vakur var tann gangari

hann dró eftir jørðini hala

 

Seyðamaðurin á Sondum

reið gjøgnum fjallalíð

langan veg sá hann perlurnar

ið stakkinum glitraðu í

 

Seyðamaðurin á Sondum

hugsar við sjálvum sær

henda reyða kjóla

skal eg hava heim við mær

 

Seyðamaðurin á Sondum

 vendi
hestinum tá

beint har imóti

sum stakkurin lá

 

Ballaði hann hann saman

av tí reyða skarlak

síðan legði hann hann

upp á hestsins bak

 

Síðani legði hann hann

á sín góða hest

so reið hann tilbakar heim

hann reið sum hann kundi best

 

Setti hann seg á sín góða hest

hann mundi væl vegin kenna

pryglaði hann við hirðastavi so

dúgliga mundi hann renna

 

 

Huldukonan við eldin situr

sær hon sólina skína

eg skal út á helluna

at venda stakki mínum

 

Men tá ið hon kom á plássið

tá var stakkurin burt

skar saman tennir

og snerkti við skort

 

Tók hon til at ganda

tað við sterkum rúnum

skimaðist runt um fjallalíð

við eygum sinum brúnum

 

Systir, systir! Stíg í stórum

kanst tú mannin ná

Seyðamaðurin á Sondum

hann stjól mær stakkin frá

 

Svaraði aftur i Tormansgjógv

so huldligani

eg eri lamin í báðum beinum

einki orki eg

 

Gakk tú systir sum tú kanst best

eg kann einki gera

eg eri lamin í báðum beinum

kann meg illa bera

 

Tann sum búði í Húsagjógv

tók tá til at ganga

gleivaði langt og ginaði títt

tann seyðamann at fanga

 

Seyðamaðurin á Sondum

ríður alt hann orkar

hoyrir hesa huldukonu

aftan á sær snorkar

 

Hesturin var móður

sum einhvør kann vita

ríða norð á fjøllum

stóran mann at flyta

 

Hesturin var móður

hann gav honum ikki grið

nakað so tyngdi hann

stakkurin við

 

Vakur var tann gangarin

sum seyðamaðurin átti

sveittin dreiv ur hvørjum hári

svartur sum ein pottur

 

Eingin fuglur var so skjótur

hvørki á sjógv ella landi

sum tann hestur hjá seyðamanni

á Vatnsoyrarsandi

 

Hesturin var móður

troyttur til at ekka

tá ið hann kom í Vatnsbrekku

legði hann seg at drekka

 

Tá ið hann hevði drukkið

eina lítla stund

tá kom hon og stunandi

eftir grønari lund

 

Hugsar hann við sjálvum sær

her er ikki at dvøla

tá kom hon á Heimarugjógv

aftan á honum í hølum

 

Seyðamaðurin á Sondum

vendi hestinum frá

hetta skal eita

Sálarbótsá

 

Seyðamaðurin á Sondum

vendi hestinum snart

tungt er at riða

(ta) brekkuna hart

 

Tá ið hann kom á Føstuvarða

var hann stívur í lørum

tá kom hon og stunandi

og stóð upp fyri Vørðum

 

Tá ið hann kom á Mosagerði

nærkaðist henni tá

ikki meir enn eina

reipslongd ífrá

 

Forbannað veri tann huldukona

enn so dúgliga gekk

tá ið hon kom á Giljarætt

hon mannin aftur fekk

 

Seyðamaðurin á Sondum

hann yvir um ósan reið

huldukonan í halan fekk

og hann ur hestinum sleit

 

Bóltaði hann sær av hestinum

inn um kirkjugarð

ólukkutíð at stakkurin

kom fastur har

 

Bóltaði hann sær av hestinum

mangt var honum til mein

ólukkutíð at stakkurin

kom fastur í ein stein

 

Bardust tey um stakkin

so illa tað til gekk

hann fekk aðra ermuna .

hon skerdan bulin fekk

 

Pakka tú teg burtur

tú satans ónda trøll

her er Guð og kirkjan

trífoldigheitin øll

 

Pakka tú teg burtur

tað sigi eg forvist

her er hann uppmálaður

tann Harri Krist

 

Mess’akulin i Sandavágskirkju

sigst í hesum kvæði

rárt er at finna

eitt sovorðið skarlaksklæði

 

Rárt er at finna

eitt sovorðið skarlak

gullbroderaður krossur

stendur í hans bak

 

Mess’akulin i Sandavágskirkju

sigst í hesum tátti

hann var av tí ermuni

ið huldukonan átti

           

Niðurlag:

Tøkum lættar í lundum leikar for man

latið váran dans væl falla

skráin fyri ung í dansi 09

 

Nú er skráin fyri Ung í dansi 09 løgd.

Hesa ferð verður stevnan í Vágum, og evnið verður Dansispøl. Stevnan
er fyri øll, sum ganga í 7 – 10 flokk. Eldri ungdómar kunnu tekna seg
sum leiðarar.





Stað :

Stevnan verður í skúlanum á
Giljanesi í Vágum

 

Tíð :

Stevnan byrjar fríggjakvøldið 4
sep. Klokkan 20.00 og endar leygardagin klokkan 16.00

 

Tilmelding og
tilmeldingarfreist:

Tilmeldingin fer fram hjá Jónleif
Johannesen tlf 565766.

Tilmeldingarfreistin er
mánakvøldið 1. september

 

Aldursmark:

Stevnan er fyri ung sum ganga í 7
– 10 flokk. Um onnur ung vilja sleppa við, kunnu tey tekna seg sum
leiðarar.

 

Evnið :

Evni hesaferð er dansispøl

 

At læra seg:

Vit fara fríggjakvølsið at kvøða
saman við Vága Dansifelag. Tey fara at skipa Seyðamannin á Sondum, tí er ætlanin
at vit øll skulu hava lisið uppá hetta kvæðið áðrenn.

 

Kostnaður :

Tiltakið er ókeypis og møguligur
ferðakostnaður verður endurgoldin ( goymi tí belettirnar )

 

At hava við:

Matpakka til fríggjakvøldið,
undirlag, soviposa, inniskógvar ella hálvhosur, náttklæðir, tannbust og annað,

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Skrá

 

Fríggjakvøldið 4.
sep

 

20.00 – 21.00            
Eta matpakkan á Giljanesi.

Meðan vit eta, hoyra vit
søguna um Seyðamannin á Sondum.

 

21.00                         
Við buss til húsið hjá Vága Dansifelag í Beitinum

 

21.20 – 0.00              
Vit dansa saman við Vága Dansifelag í Beitinum

 

0.00 – 0.30                                 
Vit fáa okkum ein drekkamunn saman við Vága
Dansifelag

 

0.30 – 1.00                                 
Við buss aftur á Giljanes

 

1.00 – 1.30                                 
Vit gera okkum klár at fara í song

 

2.00                           
Friður

 

Leygardagin 5. sep 

 

9.00 – 10.00              
Morgunmatur

 

10.00 – 10.45            
Dansispøl

 

10.45 – 11.00            
Pausa

 

11.00 – 11.45            
Dansispøl

 

11.45 – 12.00            
Pausa

 

12.00 – 13.00            
Døgurði

 

13.00 – 15.00            
Busstúrur í Vágum. Ferðaleiðari verður Edvard í
Skorðini

 

15. 00 – 15.40           
Vit vitja krígssavnið

 

16.00                         
Vit eru aftur á Giljanesi og stevnan
endar

Aðalfundurin

 

Til øll
dansifeløgini og umboðsráðslimirnar

 

Við hesum verður boðað frá at aðalfundurin
hjá Sláið Ring verður

Leygardagin 12.
septembur 2009 kl. 12.00 á Landsbókasavninum í Havn.

 

Fundarskráin verður sambært lógum
felagsins, og harumframt hava feløgini møguleika at senda inn uppskot um mál, ið
tey vilja hava viðgjørd.

 

Mál, ið feløgini ynskja at viðgera á
aðalfundinum skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi mánadagin 7. septembur
2009.

 

Val av
nevnd

Í ár stendur Rasmus Joensen fyri
vali.

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×