skráin fyri ung í dansi 09

 

Nú er skráin fyri Ung í dansi 09 løgd.

Hesa ferð verður stevnan í Vágum, og evnið verður Dansispøl. Stevnan
er fyri øll, sum ganga í 7 – 10 flokk. Eldri ungdómar kunnu tekna seg
sum leiðarar.





Stað :

Stevnan verður í skúlanum á
Giljanesi í Vágum

 

Tíð :

Stevnan byrjar fríggjakvøldið 4
sep. Klokkan 20.00 og endar leygardagin klokkan 16.00

 

Tilmelding og
tilmeldingarfreist:

Tilmeldingin fer fram hjá Jónleif
Johannesen tlf 565766.

Tilmeldingarfreistin er
mánakvøldið 1. september

 

Aldursmark:

Stevnan er fyri ung sum ganga í 7
– 10 flokk. Um onnur ung vilja sleppa við, kunnu tey tekna seg sum
leiðarar.

 

Evnið :

Evni hesaferð er dansispøl

 

At læra seg:

Vit fara fríggjakvølsið at kvøða
saman við Vága Dansifelag. Tey fara at skipa Seyðamannin á Sondum, tí er ætlanin
at vit øll skulu hava lisið uppá hetta kvæðið áðrenn.

 

Kostnaður :

Tiltakið er ókeypis og møguligur
ferðakostnaður verður endurgoldin ( goymi tí belettirnar )

 

At hava við:

Matpakka til fríggjakvøldið,
undirlag, soviposa, inniskógvar ella hálvhosur, náttklæðir, tannbust og annað,

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Skrá

 

Fríggjakvøldið 4.
sep

 

20.00 – 21.00            
Eta matpakkan á Giljanesi.

Meðan vit eta, hoyra vit
søguna um Seyðamannin á Sondum.

 

21.00                         
Við buss til húsið hjá Vága Dansifelag í Beitinum

 

21.20 – 0.00              
Vit dansa saman við Vága Dansifelag í Beitinum

 

0.00 – 0.30                                 
Vit fáa okkum ein drekkamunn saman við Vága
Dansifelag

 

0.30 – 1.00                                 
Við buss aftur á Giljanes

 

1.00 – 1.30                                 
Vit gera okkum klár at fara í song

 

2.00                           
Friður

 

Leygardagin 5. sep 

 

9.00 – 10.00              
Morgunmatur

 

10.00 – 10.45            
Dansispøl

 

10.45 – 11.00            
Pausa

 

11.00 – 11.45            
Dansispøl

 

11.45 – 12.00            
Pausa

 

12.00 – 13.00            
Døgurði

 

13.00 – 15.00            
Busstúrur í Vágum. Ferðaleiðari verður Edvard í
Skorðini

 

15. 00 – 15.40           
Vit vitja krígssavnið

 

16.00                         
Vit eru aftur á Giljanesi og stevnan
endar

Aðalfundurin

 

Til øll
dansifeløgini og umboðsráðslimirnar

 

Við hesum verður boðað frá at aðalfundurin
hjá Sláið Ring verður

Leygardagin 12.
septembur 2009 kl. 12.00 á Landsbókasavninum í Havn.

 

Fundarskráin verður sambært lógum
felagsins, og harumframt hava feløgini møguleika at senda inn uppskot um mál, ið
tey vilja hava viðgjørd.

 

Mál, ið feløgini ynskja at viðgera á
aðalfundinum skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi mánadagin 7. septembur
2009.

 

Val av
nevnd

Í ár stendur Rasmus Joensen fyri
vali.

Barnadansur í Svínoy

 Kelda: Norðlýsið

Hvørt ár hava tey, sum dansa
barnadans her norðuri gjørt ein túr, tað hevur t.d. verið til Nólsoyar, Sumba og
Strendur. Í ár var avgjørt at fara til Svínoyar.

Tað vóru 54 børn,
ung og vaksin, sum fóru avstað við Másanum hósdagin, seinni løgdust fleiri
aftrurat. Endamálið var at samla børn og ung av Viðareiði, Húsum og úr Klaksvík
til dans, dansispøl og at læra kvæði.

Les framhald her.

Landsdansistevnan 2010

 

Landsdansistevnan
2010 verður leygardagin 8. mai. Stevnan verður á Sandoynni og eru tað
feløgini Stígum Fast og Leikum Fagurt, sum skipa fyri.

 

 




Á Landsdansistevnuni 2007, sum var í Suðuroynni,
bjóðaðu feløgini úr Sandoynni seg fram til at skipa fyri Landsdansustevnuni
2010.

 

Sandoyggin hevur ávur skipað fyri hesum tiltaki,
og er tann stevnan enn eitt minniligt dømi um góðan verskap.

 

Feløgini bæði, Stígum Fast og Leikum Fagurt, hava
verið saman og prátað um komandi stevnuna. Enn eru nógvir endar leysir, men
dagurin er longu lagdur. Landsdansistevnan 2010 verður leygardagin 8. mai.  

 

Hvar í Sandoynni hon verður, er enn ógreitt, men
arbeitt verður fram ímóti, at dansurin skal fáa bestu karmar. Eisini er ætlanini
at sleppa undan fólkakvotu. “Vit vilja fegin bjóða øllum áhugaðum á stevnuna,
men enn vita vit ikki við vissu, um oyggin klárar at taka ímóti”, ljóðar tað av
Sandoynni.

 

Vit í Sláið Ring gleða okkum til
Landsdansustevnuna 2010, og nú er lagamanni at luttaka. Dagurin, tann 8. mai er
longu lagdur, so kæru dansifólk: “ x í álminakkan tann 8.
mai”.

Ung í dansi 09

 Fríggjakvøldið
fjórða og leygardagin fimta september, kunnu ung úr øllum landinum vera
við til at menna mentan okkara. Hesar dagar skipar Sláið Ring fyri “Ung
í dansi 09”

”Ung í dansi” er eitt tiltak, sum
er fyri allar næmingar frá sjeynda til tíggjunda flokk. Hetta er triðja árið á
rað at tiltakið sær dagsins ljós. Fyrsta stevnan var við Gjógv, og í fjørð var
stevnan í Øravík. Gott hálvthundra luttakarar hava verið til hvørja stevnuna.
Stevnan hevur til endamáls at kunna ungdómin við føroyskan dans og kvæðir
okkara.

 

 Í ár verður stevnan í skúlanum á
Giljanesi. Hesu ferð verður varpað ljós á vanligu føroysku dansispølini. Umframt
dansispølini læra luttakararnir seg kvæði og søgnina um Seyðamannin á Sondum.
Eisini sleppa tey ungu at luttaka í góðum føroyskum dansi. Hetta verður saman
við Vága Dansifelag í Beitinum.

 

Sláið Ring heldur at slík stevna
er av størsta týdningi. Tað er torført at halda teimum ungu til kvæðini, men tá
tey ungu møtast til slíkar stevnur, binda tey vinarbond. Mangan verða hesi
vinarbond bundin við dansinum sum felagsnevnara og styrkja tey tí dansin
munandi.

 

Føroyskur dansur er so háttaður,
at eingin nýtist at setast aftur. Her er pláss fyri øllum. Hann er ein
fólkadansur í orðsins rætta týdningi. Her eru ongar undarliga rassarørslur,
eingi hábrøgd um tónin skurrar eitt vet. Her finnast eingir ráðgevar uttaneftir.
Her eru vit serfrøðingar, hvør einasti ein av okkum.

 

Undanfarnu ár vóru tað mest
dansifeløg sum meldaðu ungdómar til tiltakið, men tað er einki í vegin fyri at
ein skúlaflokkur verður meldaður til. Fyrireikararnir seta tó tað treyt, at ein
vaksin er um hvørjar átta ungdómar.

 

Ung í dansi 09 er ókeypis tiltak
og verður ferðakostnaðurin endurgoldin. Hetta verður gjørt fyri at øll skulu
kunna hava møguleikan at vera við.

 

Sláið Ring gleðir seg til
tiltakið og vónar at eisini skúlaflokkar vísa Ung í dansi 09 áhuga. 

Dansinátt

 Afturvendandi tiltakið, sum Norðurlandahúsið og Sláið Ring skipa fyri
undir heitinum Dansináttin í Norðurlandahúsinum verður leygarkvøldið 11. juli
frá kl. 21.30 til 01.30. Er dansurin góður kann haldast á nakað
longur.
Tiltakið er alment og vóna vit at fleiri leggja leiðina framvið.

Føroyskur dansur í Ålborg

 

Danir hava hátíðarhildið altjóða dansidagin yvir fleiri dagar, og í
góðveðrinum í dag varð aftur dansað í Aalborg – harímillum var eisini føroyskur
dansur

Føroyingar í Aalborg høvdu í dag ein virknan leiklut í hátíðarhaldinum av
altjóða dansidegi, sum hevur verið hildið yvir fleiri dagar frá 29. apríl til og
við í dag.

Nógvir føroyingar búgva í Aalborg og nærhendis har. Hetta vita danir eisini,
og høvdu tey sett seg í samband við Føroyignafelagið í Aalborg, at fáa hesi at
vísa føroyskan dans fram saman við øðrum dansum.

Hesi so gjørdu, og í dag varð ringur sligin á Luises Plads og á C.W. Obels
Plads í Aalborg, og kvøddu tey eisini. Skipari var Fritjof
Tórgarð.

Kelda: Portal

Kvóðu og gjørdu seyðabond

 

Í ár var kvæðadagurin útsettur av serligum orsøkum, men hann eydnaðist
kortini sera væl. Dagurin byrjaði við at børnini í 1. til 6. flokk gjørdu
seyðbond frá kl. 8.00 til 9. 00.

Síðani varð farið niðan í Skálan at dansa føroyskan dans. Í ár vóru allir
árgangirnar upp til 6. flokk saman í ringi. Árgangirnir høvdu ábyrgd av hvør
sínum kvæði, sum tey høvdu lært.

Seinni dansaðu 7. fl og framhaldsdeildin saman.
Sum nakað nýtt var
bandadansur eisini á skránni.

Sí video frá degnum her

Kelda:
Norðlýsið

Eftirmetingar- og ætlanarfundu

 

Sláið Ring hevur skrivað til øll
dansifeløgini og bjóða teimum til Skálavíkar til eftirmetingar- og ætlanarfund.
M.a. verður sagt:

 

Sunnudagin 10.
mei 2009 verður eftirmetingar – og kunningarfundur hildin á Keldu í Skálavík.
Fundurin byrjar kl. 13.00.

Teistin siglir
av Gomlurætt kl. 11.15 og úr Skopun 18.30.

 

Skráin fyri
eftirmetingar – og ætlanarfundin:

  • Barnlek
    2008
  • Barnadansistevnan
    2009
  • Barnadansistevnan
    2010
  • Landsdansistevnan
    2010.
  • Ymiskt

 

 

Heitt verður á
feløgini um at senda umboð á fundin, eitt ella tvey. Tá stórur partur av
fundinum verður um barnadans, vóna vit, at umboð fyri barnadansin eisini verða
við. Vinaliga sigið frá, hvussu mong koma frá hvørjum felagi, so vertirnir kunnu
leggja til rættis. Tit skulu ringa til Atla Dalsgaard tlf. 217779 ella Helgu
Poulsen tlf. 217901.

 

 

 

Tórshavn, hin 24. apríl
2009

 

 

Vegna nevndina,                  

Rasmus A.
Joensen
,
fm.

Myndir frá barnadansinum

 Tá barnadansistevnan var í Suðri seinasta leygardag, tóku vit fleiri myndir,
sum nú eru lagdar út á heimasíðuna

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×