Barnadansistevnan í Runavík

Til dansifeløgini

Árliga barnadansistevnan verður í Runavík leygardagin 22. apríl 2023. Eysturoyar dansifelag skipar fyri stevnuni, sum verður í skúlanum við Løkin. Stevnan byrjar kl. 10:00 og endar kl. 15:00.

Luttakarar melda til í lokalu feløgunum (sí niðast). Feløgini melda síðani samlað til hjá Eysturoyar dansifelag í seinasta lagi 1. apríl 2023 við at senda mail til palin.olsen@skulin.fo

Upplýsið hetta:

  1. Felag
  2. Tal av børnum
  3. Tal av vaksnum
  4. Hvat tit vilja skipa – trý uppskot
  5. Um tit hava tørv á flutningi til og úr Runavík og tal.
  6. Navnið á einum kontaktpersóni til dagin.

Stevnan er ókeypis. Sláið Ring samskipar busskoyringina til og úr Runavík. Ferðing sjóvegis og møgulig ferðing við bygdaleiðum í Suðuroy og í Sandoy verður eisini goldin av Sláið Ring.

Suðringar hava møguleika at fáa innivist í KFUM í Havn fríggjakvøldið 21. apríl.

Lokalu feløgini fyri føroyskum dansi eru:
➢ Klaksvíkar dansifelag (Norðoyggjar)
➢ Eysturoyar dansifelag (Eysturoy)
➢ Dansifelagið á Látrinum (Eiði)
➢ Norðstreymoyar dansifelag (Norðstreymur)
➢ Dansifelagið í Havn (Suðurstreymur)
➢ Tøkum Lætt (Suðurstreymur)
➢ Nólsoyar dansifelag (Nólsoy)
➢ Vága dansifelag (Vágar)
➢ Leikum Fagurt (Sandur)
➢ Stígum Fast (Dalur)
➢ Dansifelagið í Suðuroyar norðaru helvt (Hvalba/Sandvík)
➢ Tvøroyrar dansifelag (Tvøroyri)
➢ Jómsvíkingar (Vágur)
➢ Sumbiar dansifelag (Sumba)

Kontaktinfo er á https://sr.fo eins og skrá v.m. verður løgd út har  

Nærri kunning um skrá v.m. verður eisini send feløgunum.

Vegna Eysturoyar dansifelag

Pálin Olsen, samskipari

Tlf. 223534 e-postur: palin.olsen@skulin.fo

Dansitiltak í Skálanum

Filmssýning og føroyskur dansur í Skálanum í Klaksvík

Sunnudagin 30. oktober 2022 kl. 20:00 verður dansitiltak í Skálanum í Klaksvík. Á skránni verður forkunnug frumsýning av sending um føroyskan dans og føroysk dansispøl í Klaksvík og eisini føroyskur dansur.

Í 1977 var Egil Bakka, professari í fólkadansi, í Føroyum og gjørdi forkunnugar filmsupptøkur av føroyskum dansi og føroyskum dansispølum. Saman við Mortani Nolsøe, Eyðun Andreassen, Herluf Berthelsen, Paula Nielsen og Árna Hansen, ferðaðist hann kring landið og vitjaði í Havn, heima á Sandi, í Klaksvík, í Sumba, við Gøtugjógv, á Velbastað og í Nólsoy og gjørdi upptøkur. Sláið Ring hevur fingið talgildað hesar upptøkur og er í gongd við at gera átta sendingar burtur úr hesum, har tosað verður við ymisk fólk um upptøkurnar og dansin tá, og har vit sjálvandi sleppa at síggja upptøkurnar.

Fyrsta og onnur sendingin vórðu frumsýndar í Norðurlandahúsinum og triðja sending í Virkinum á Sandi herfyri.

Í fjórða parti síggja vit filmsupptøkur úr Klaksvík – talan er um seks filmsbrot við dansispølum og føroyskum dansi – og vit hoyra forkunnugar frágreiðingar frá Edith Klettskarð, Heina Mohr og Óla Dahl. Við á upptøkunum úr Klaksvík í 1977 eru m.a. Jens Juul og Hannemia Sólbjørg, Páll og Edith Klettskarð, Sannilenus og Sunneva Johannesen, Óli og Bina Dahl, Hans Dávid og Dorthea Matras, Sámal Petur og Tórhild Sólheyg, Jákup Emil og Dana Olsen, Marius og Saloma Poulsen, Jógvan og Dagmar Rasmussen, Martin og Malena Eliasen, Sørin S. Sørensen, Bina Christiansen, Jóhan (Skard) og Kristina Petersen, Frits og Sunneva Olsen, Jógvan Pætur og Maja Gilstein, , Jóan Pauli (í Svíni), Frida Hansen, Hjalmar og Ásleyg Jacobsen, Sámal og Anna Høgnesen, Jóhan og Sigrid Ziskason, Karl og Selma Høgnesen.

Aftaná frumsýningina av hesi sending, ið er á leið trý korter til longdar, verður ein steðgur við drekkamunni og aftaná verður høvi at fara upp á gólv. 

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!

Barnlek í Lerum

Í døgunum 12.-15. juli 2023 verður Barnlek í Lerum, sum liggur beint uttanfyri Gøteborg í Svøríki. Barnlek er norðurlendsk barna- og ungdómsstevna og er málbólkurin vanliga 8-16 ár, men av tí at stevnan varð avlýst í 2020 loyva vit ungum upp til 20 ár at luttaka.

Sláið Ring hevur í samstarvi við Atlantic skipað fyri einum túri, har vit flúgva aftur og fram og koyra við bussi til Lerum, busstúrurin tekur um 4 tímar. Vit koma til Lerum týsdag, dagin fyri stevnan byrjar, og fara heim aftur sunnudag, dagin eftir stevnan endar.

Ferðaskráin við Atlantic er hendan:
Fráferð úr Vágum 11. juli 2023 kl. 8:20
Fráferð úr Kastrup 16. juli 2023 kl. 22:05

Sláið Ring letur ein munagóðan stuðul, soleiðis at kostnaðurin fyri luttakarar á Barnlek 2023 verður 2000 kr. Íroknað er ferðing, gisting og stevnugjald.

Vit hava 80 pláss við Atlantic, so tað er “Først til mølle”.

Onnur sum vilja við, men ætla at ferðast aðrar dagar kunnu bíleggja sær pláss við bussinum frá og til Kastrup.

Luttakarar, sum ferðast á annan hátt, fáa stevnugjaldið og bussin goldnan av Sláið Ring (um tey koma við sama bussi sum hini).

Seinasta freist at tekna seg til stevnuna við flogferð er 1. desembur.

Tekning til stevnu og flogferð fer fram við telduposti til sr@sr.fo og við at gjalda 400 kr. í depositum á konto 9181–437.614.7 í Betri banka. Viðmerkið navn og dansifelag.
Depositum fæst ikki aftur, um ferðin verður avlýst av luttakara sjálvum.

Vinarliga,
Sláið Ring

Frá aðalfundinum hjá Sláið Ring

Væl av fólki var møtt til aðalfundin hjá Sláið Ring, ið varð hildin 17. september 2022 í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju í Havn. Fleiri mál vóru uppi og vendu og fingu umrøðu – alt frá korona, HAVLEIK 2022, sjónvarpsupptøkur til luttøku á BARNLEK 2023 í Lerum í Svøríki og nógv annað.

Gunnar Restorff, Kathrina Hansen og Hendrik Egholm sótu í nevndini, og Gunnar og Kathrina stóðu fyri vali. Kathrina valdi ikki at stilla uppaftur til nevndarval og Eydna í Homrum úr Norðstreymoyar dansifelagi varð vald inn fyri hana, meðan Gunnar varð afturvaldur. Kathrina hevur við sínum góða ordan og trúfesti verið felagnum ein hollur stuðul sum trúfastur kassameistari síðani hon kom í nevndina í 2010, tá táverandi kassameistari, Birgir Djurhuus segði seg úr nevndini.

Eftir nevndarvalið segði Gunnar nøkur orð og so varð Kathrina heiðrað við gávu, blómum og lógvabrestum. Nevndin í Sláið Ring takkar Kathrinu inniliga fyri hennara virki og eru vit serliga glað um, at Kathrina hevur játtað at hjálpa okkum fyrstu tíðina við at umsita tað fíggjarliga til alt er komið í rættlag.

Nevndin skipaði seg við Gunnari Restorff sum formanni, Hendriki Egholm sum næstformanni og kassameistara og Eydnu í Homrum sum skrivara.

Eisini tóku nevndarlimir og fundarfólkið formannin á bóli, tá tey takkaðu honum fyri hansara leiklut, tá dansistevnan HAVLEIKUR 2022 varð hildin fyrr í ár. Keypt var ein gáva, sum var eitt ur úr føroyskum grótið myndprýtt við búmerkinum hjá HAVLEIKI 2022. Eisini Gunnar varð heiðraður við blíðum orðum og lógvabrestum og takkaði fyri gávuna.

Eftir aðalfundin var kvæðatiltak í Norðurlandahúsinum, har fitt av fólki var møtt at síggja frumsýning av tveimum teimum fyrstu av átta sjónvarpssendingum um føroyskan dans og føroysk dansispøl við útgangsstøði í filmsupptøkum hjá Egil Bakka frá 1977.

Serstakt dansitiltak í Virkinum

Filmssýning og føroyskur dansur í Virkinum á Sandi

Sunnudagin 9. oktober 2022 kl. 17:00 verður dansitiltak í Virkinum heima á Sandi. Á skránni verður forkunnug frumsýning av sending um føroyskan dans og føroysk dansispøl heima á Sandi og eisini føroyskur dansur.

Í 1977 var Egil Bakka, professari í fólkadansi, í Føroyum og gjørdi forkunnugar filmsupptøkur av føroyskum dansi og føroyskum dansispølum. Saman við Mortani Nolsøe, Eyðun Andreassen, Herluf Berthelsen, Paula Nielsen og Árna Hansen, ferðaðist hann kring landið og vitjaði í Havn, heima á Sandi, í Klaksvík, í Sumba, við Gøtugjógv, á Velbastað og í Nólsoy og gjørdi upptøkur. Sláið Ring hevur fingið talgildað hesar upptøkur og er í gongd við at gera átta sendingar burtur úr hesum, har tosað verður við ymisk fólk um upptøkurnar og dansin tá, og har vit sjálvandi sleppa at síggja upptøkurnar.

Fyrsta og onnur sendingin vórðu frumsýndar í Norðurlandahúsinum herfyri.

Í triðja parti síggja vit filmsupptøkur úr Virkinum – eini tíggju filmsbrot við dansispølum – og vit hoyra forkunnugar frágreiðingar frá Elinborg Simonsen, Andreu Opielka, Janusi hjá Søreni og Mortan í Skálanum. Við á upptøkunum heiman av Sandi í 1977 eru m.a. Elinborg og Sólvit Simonsen, Unni og Jóan Petur Hentze, Ata og Leivur Rasmussen, Ásla og Petur Klementsen, Lorraine og Herbjørn Simonsen, Oddvør og Jóanes Johannesen, Mortan í Skálanum, Bodil Davidsen, Martin Madsen, Martina Olsen, Tórur Johannesen, Lis Djurhuus, Jóan Petur undir Skarði, Elsa Petersen, Marius á Klettum, Paula Olsen, Torstein Holm og Beggan Clementsen. 

Aftaná frumsýningina av hesi sending, ið er á leið ein tíma til longdar, verður ein steðgur við drekkamunni og aftaná verður høvi at fara upp á gólv. 

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!

Fjórða sending verður um dans Í Klaksvík, og verður hon eftir ætlan frumsýnd í Klaksvík sunnudagin 30. oktober 2022.

Almennur dansur í Frøishøllini

Leygarkvøldið 1. oktober skipar Norðstreymoyar dansifelag fyri almennum dansi í Frøishøllini í Kvívík. Byrjað verður 21.30. Ábit verður um miðnátt og okkurt verður til keyps at sløkkja tostan. Kostnaður kr. 100.

Skrá fyri »Ung í dansi« í Kvívík

Niðanfyri er skrá fyri tiltakið »Ung í Dansi«, ið verður í Kvívík 23.-25. september 2022.

Fríggjadagin 23. september

Vit møta kl. 17 í Frøishøllini í Kvívík. Har eru madrassur at sova á, so bert er neyðugt at hava soviposa við. Nátturði verður kl. 18:30, og síðani kemur ein kvívíkingur at greiða frá ymsum um bygdina, og annars verður hugni og dansur sjálvandi eisini.

Leygardagin 24. september

Vit eta morgunmat kl. 9 og gera so eina útferð um viðrar. Døgurði er kl. 17 og eftir døgurðan er aðalfundur. Um kvøldið er almennur dansur.

Sunnudagur 25. september

Vit eta morgunmat, rigga av og møguleiki er at fara í kirkju. Seinnapartin verður farið til hús.

At hava við:

  • Soviposa
  • Heit klæðir

Aðalfundurin hjá Ung í Dansi

Aðalfundurin hjá Ung í Dansi verður í Frøishøllini í Kvívik leygardagin 24. september 2022 kl. 17:00 saman við tiltakinum “Ung í Dansi”, ið er í Kvívík vikuskiftið 23.-25. september 2022.

Skrá sambært lógum felagsins:

  1. Val av orðstýrara og fundarskrivara
  2. Ársfrágreiðing
  3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
  4. Viðgerð av innkomnum málum.
  5. Nevndar- og varalimir verða valdir
  6. Val av grannskoðara
  7. Ymiskt

Ḱvæðastevna í Norðurlandahúsinum

Leygardagin 17. september 2022 verður kvæðastevna í Norðurlandahúsinum.

Á skránni verður filmssýning av gomlum upptøkum og dansur.

Í 1977 var Egil Bakka, professari í fólkadansi, í Føroyum og gjørdi forkunnugar filmsupptøkur av føroyskum dansi og føroyskum dansispølum. Saman við Mortani Nolsøe, Eyðun Andreassen, Herluf Berthelsen, Paula Nielsen og Árna Hansen, ferðaðist hann kring landið og vitjaði í Havn, heima á Sandi, í Klaksvík, í Sumba, við Gøtugjógv, á Velbastað og í Nólsoy og gjørdi upptøkur. Sláið Ring hevur fingið talgildað hesar upptøkur og er í gongd við at gera átta sendingar burtur úr hesum, har tosað verður við ymisk fólk um upptøkurnar og dansin tá, og har vit sjálvandi sleppa at síggja upptøkurnar.

Fyrsta og onnur sendingin verða frumsýndar í Norðurlandahúsinum leygardagin 17. september 2022 kl. 16:00.

Fyrsta sendingin er um sjálvar upptøkurnar, og har verður tosað við Egil, Eyðun, Paula og Árna umframt við Andreu Opielka, ið hevur skrivað doktararitgerð um evnið.

Í aðru sendingini síggja vit upptøkur við Dansifelagnum í Havn úr Havnar klubba og tosað verður við Johild og Wentzel Kamban, ið eru við á upptøkunum – og harumframt verða sjálvandi upptøkurnar við Dansifelagnum í Havn frá 1977 vístar. Eisini hoyra vit brot úr samrøðum við Andreu Árting og Gunnar Mikkelsen um dans í Havn fyrr. Við á upptøkunum úr Havn í 1977 eru Martin og Signhild Tórgarð, Kartni og Dagmar Winther, Kristoffur og Agnas Kristoffersen, Sigmund og Ingibjørg í Hoyvík, Høgni og Anna Bertha Mohr, Kim og Anna Hanusson, Eivind og Helfred Christiansen, Poul og Sonja Danielsen, Magnus í Hoyvík, Elisabeth Olsen, Leivur Trónd Hansen og Bergliot Petursdóttir, Mourits og Edelborg Rubeksen, Jens Nielsen, Magna í Stórustovu, Wentzel og Johild Kamban, Leivur og Ásvør Danielsen.

Aftaná frumsýningina av hesum báðum sendingunum verður ein steðgur, har høvi verður at keypa sær okkurt leskiligt ella ein bita frá matstovuni í Norðurlandahúsinum – SYSTRAR. Fyri at sleppa undan bíðirøðum er best um tit bíleggja møguligan mat áðrenn tit fara at hyggja at filmunum.

Aftaná steðgin uml. kl. 18:30 fara vit upp á gólv, og á skrá eru trý kvæði/vísur:

  • Gongu-rólvur, Kjartan Atlason skipar, tekstur
  • Guttorms vísa (Der hersked en konge i Østerdal), Jóanes Johannesen skipar, tekstur
  • Dvørgamoy I, Anfinn Johannesen skipar, tekstur

Aftaná er orðið sjálvandi frítt, um onkur kundi hugsað sær at skipað okkurt styttri, lættari eisini 🙂

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!

Triðja sending verður um dans á Sandi, og verður hon eftir ætlan frumsýnd í Virkinum heima á Sandi sunnudagin 9. oktober 2022.

Ung í Dansi í Keypmannahavn

Ung í Dansi á Danmarkarferð 4.-6. november 2022

Góðu limir í »Ung í Dansi«! Ætlanin er at gera eina ferð til Danmarkar at dansa og m.a. luttaka í heystdansinum hjá Fótatraðk í Føroyahúsinum leygarkvøldið 5. november. Eisini er ætlanin at fara út í býin og hava onkra framsýning og gera onnur ting, m.a. hava onkra verkstovu við fólkadansi. Vit fara úr Føroyum fríggjamorgunin 4. november kl. 8:20 úr Vágunum og lenda aftur sunnukvøldið kl. 19:50.

Vit hava bílagt hotellkamar til upp til 20 fólk, so tað er først-til-mølle. Tiltakið er fyri ung í aldrinum 15-30 ár. Tiltakið er rúsfrítt sum so. Til dansin leygarkvøldið verður sjálvandi selt í barrini, og tey sum eru fylt 18 kunnu njóta eina øl við máta, men skulu minnast, at vit eru við fyri at dansa og at vit skulu upp aftur til tiltøk sunnumorgunin. Gunnar og Lív koma við sum leiðarar.

Kostnaðurin er einar 3.700 fyri hvønn luttakara úr Føroyum, men egingjaldið er kr. 500 pr. persón, sum tit skulu gjalda ísv. tilmelding – restina geldur Ung í Dansi. Skrivið privatboð til Annu Birnu á facebook, ringið 586242 ella skrivið teldupost til anna.birna.br@gmail.com fyri at melda til. Luttakarar úr Danmark, ið ikki búgva í Keypmannahavnarøkinum, kunnu eisini gista saman við okkum – tey gjalda einki, men rinda sjálvi ferðaseðilin til/frá Kbh.

Eftir ætlan møtast vit eina ferð til venjing áðrenn vit fara. Harumframt er ætlanin at møtast fríggjakvøldið 28. okt. í Havn og hava eina dansiframførslu og annars dansa saman. Harumframt er ætlanin at fara út á onkur ellisheim leygardagin 29. oktober og hava onkra dansiframførslu 🙂

Vegna nevndina í Ung í Dansi,
Vinarliga,
Anna Birna

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×