Nýtt kvæði

 

Nýtt kvæði
 
Jónleif Johannesen úr Dali hevur yrkt kvæði, ið hann nevnir: Deyðastund Sigmundar.
Kvæði
var fyrstuferð prentað í blaðnum Vencil og í sambandi við tiltak, ið
blaðið skipaði fyri fríggjakvøldið 5. oktober var tað eisini fyrstuferð
alment á gólvi.
 
Deyðastund Sigmundar
 
1.
Bylgjan brýtur høg og brøtt
brestir upp á landið,
troyttur maður leggur seg
í taran á Sandvíks sandi.
 
Niðurlag:
Treðum lættliga dansin!
Dagurin skínur so fagurliga,
komið er hægst á summarið.
 
2.
Troyttur maður leggur seg
niður í tarabrúgv,
Sigmund er hann at navni nevndur,
Føroyum gav kristna trúgv.
 
3.
Í nátt hann rýmdi borgum frá,
lívið stóð í váða.
Síðsta sjón í eygað brann,
var Turið í hildarloga.
 
4.
Turið stóð í hildarloga,
børnini royndi verja.
Tað var eingin av Gøtuskeggjum
á hana tordi herja.
 
5.
„Turið, væna fljóði mítt,
eg beri tungan harm.
Aldri aftur á ævini
eg sovi við tín barm.“
 
6.
„Í nátt eg havi liðið nógv,
Tóra havi eg mist.
Einari sterka slepti eg av,
tá hann hevði deyðan kyst.“
 
7.
Tregi og ivi í hesi stund
í hjarta hava búgv:
„Var tað rætt, tá ið eg sleit
við gomlu fedratrúgv.“
 
8.
„Hvat man deyðin bjóða mær,
eg fari foldum frá,
endi eg í Helheimi
til mikla sorg og trá?“
 
9.
„Ella man eg í Himni hátt
hoyra klokkur ringja,
ganga inn um gyltar dyr,
har einglar fagurt syngja.“
 
10.
Tá tók sól at lýsa í,
hon geislar sínar sendi,
Sigmund kendi styrk á sær,
og aftur trúgvin vendi.
 
11.
Ein dúgva kom av Himni hátt,
seg niður á sandin skeyt,
Sigmund lyftir høvur sítt,
ei longur trúgvin treyt.
 
12.
„Hoyr meg, sæla sendiboð,
limur í himnaskara;
hvussu er vorðið í Himmiríki,
av góðsku tú mær svara.“
 
13.
„Væl livst inni í Himmiríki;
bæði við gleði og gavni.
Mangar eru kempurnar,
ið prísa tímum navni.“
 
14.
„Í morgun komu garpar tveir,
føddir á Føroyalandi,
vátir og illa tuskaðir,
Einar og Tórir frændi.“
 
15.
„Har situr Ólav Trygvason,
hann lesur í Halgubók.
Hann kom hagar tann lagnudag,
tá Eirikur Ormin tók.“
 
16
„Har eru aðrar miklar kempur,
Rólant og Ríkin reystur,
umframt mæta keisar Karl,
blant kappar er hann bestur.“
 
17.
„Um tey, ið eftir á Skúvoy sita,
ongan ótta kenn.
Dóttir tín verður háborin,
og dreingir mætir menn.“
 
18.
Sigmund kendi mátt á sær,
hendur saman legði:
„Takk havi Guð fyri tíðina,
sum eg á foldum hevði.“
 
19.
Tað klárnar fyri Sigmunds eygum,
tríggjar mans hann sær.
Tann eini nevndist Torgrímur,
ber stóra øks við lær.
 
20.
Tala teir við vondum tungum
um ringar, skreyt og skrúð:
„Líkið grava vit í sand,
men ringin bera til búð.“
 
21.
Lyfta høvur úr tara upp,
øks ger banasár.
Kroppur fellur til jarðar niður,
í hondum høvd og hár.
 
22.
Hamin gróvu í døkka mold,
ringin tóku teir heim.
Sigmundssál mót himni fór
til gleði og miklan gleim.
Jónleif Johannesen

Frá Eysturoyar Dansifelag

EYSTUROYAR DANSIFELAG

Hin 1.juni 2007.

 
Skráin 2007-2008 
 
Vanliga dansa vit í Hæddini, Saltangará, fríggjakvøld við hesi skrá:
 
 19.10.2007   Vit práta um dansin í vetur, og so leggur
Kathrina, formaðurin, fyri við  Norsku løvu, sum fyri skjótt 300 árum
síðani, um ársskiftið 1707/08, legði beinini á Lambavík.
Jeg ser så mangt et orlogsskib, Danske kæmpev. Hans Poulsen
   
 Vertir: Nevndin

 26.10.2007   Vitja á Ellisheiminum í Runavík kl 19.00, halda so fram í Hæddini.
Regin smiður, til 29.ør. Stígum fast. Joen Carl Danielsen.
Her nógv er at gera, Sangbók Føroya Fólks. Margretha Knudsen & Kára Rasmussen.
   
 Vertir: Pálin & Beinta.

 02.11.2007   Gudbrandskvæði, Nýggja kvæðabókin 1. Louis Houmann.
Jeg ser så mangt et orlogsskib, (endurtøka).
   
Vertir: Julianna & Anna T.

 09.11.2007    Barnadansur – byrja kl. 20.00.
 Det er i nat en vågenat, til 18. ørindi, Danske kæmpeviser. Joen Carl.
 Kom venner, lader os betragte, kopi. Dia Ellindsson.
   
 Vertir: Sunneva & Elsa.

 16.11.2007    Dansifelagið í Havn vitjar. Byrjað verður vanliga tíð, steðgað verður á kl.23.30 at fáa ein bita, og so halda vit fram eina stund. 
 Seyðamaðurin á Sondum, Nýggja kvæðabókin 2. Andras Hansen.
   
 Vertir: Nevndin.

 23.11.2007    Karin Brattaberg úr Vági kemur at kvøða samanvið okkum. Hon fer eisini at práta  um at kvøða vísur.
Jeg ser så mangt et orlogsskib (endurtøka), og Vågenat, restin. 
   
  Vertir: Poula M. & Karolina.

 30.11.2007   Gáturíma, kopi. Hjalmar Juul. Vit taka ymiskar tættir: Strandatátt, Dagur dettur av degi, Barjamutáttin, O, kan du ikke mindes, og fleiri.
   
 Vertir: Anna Maria & Helena.

 07.12.2007    Brestiskvæði, Nýggja kvæðabókin 1. Høgni Debes.
 Regin smiður 30. – 60. ørindi (framhald).
   
 Vertir: Simona & Marita P.

 12.01.2008    Leygarkvøld í Funningi. Norðstreymoyingar bodnir við. Byrjað verður kl. 20.
     
 18.01.2008    Vit fara til Haraldssunds við bussi úr Hæddini kl. 21.00.
     
 25.01.2008    Hugnakvøld við døgurða, kl. 20. Kostnaður 100 kr. Tekning. Harpuríma, Grør so fagurt. Anna Sørensen & Sanna Hansen.Der går dans på Ribergade, Danske kæmpev. L. Sørensen.
     
 01.02.2008    Aðalfundur kl. 21.00, skrá eftir lógini. Eftir fundin kvøða vit.
     

Ung í dansi

 

Tíðindaskriv
 
Ung í dansi
 
Seinasta vikuskiftið í septembur, frá 28.09 til 30.09, skipar
Sláið Ring fyri tiltakinum ”Ung í  dansi”. Tiltakið verður á
Gjáargarði. Øll ung, sum ganga í framhaldsdeild ella hava aldur til
tess, hava møguleika at tekna seg. Pláss er fyri 60 luttakarum.
 
Sláið Ring hevur í ár valt at bjóða ungfólki á eina dansistevnu á
Gjáargarði við Gjógv. Ikki nýtist teimum ungu at hugsa um pengapungin
fyri at vera við. Tiltakið er ókeypis, bæði uppihald og flutningur.
 
Á Gjáargarði er pláss fyri 70 gistandi, og hava vit gjørt av, at
býta tað upp soleiðis, at luttakaratalið verður 60 ungdómar og 10
vaksin, ið koma at hjápla til.
 
Tiltakið byrjar fríggjakvøldið 28. sep. klokkan 18.00 við
nátturða, dansisøgu og undirhaldi. Seinni fara vit upp á gólv saman við
Eysturoyar Dansifelag. Leygardagin verða tvey skeið á skránni. Tað fyrra
kallast ”Hvussu kunnu vit læra okkum kvæðini”, og tað seinna ber heitið
” Dansisiðir og leiklutur skiparans”. Tað verða Petur Olivar í Hoyvík
og Jónleif Johannesen, sum greiða frá. Eisini fara ungfólkini ein túr í
bygdini. Um kvøldið verður skipað fyri undirhaldi og dansispølum.
Klokkan 21.00 fara vit aftur upp á gólv. Hesuferð saman við
Dansifelagnum á Látrinum.
Sunnumorgunin verður tikið samanum, áðrenn vit fara heim.
 

Tey ungu, sum hava áhuga at luttaka, kunnu melda seg til á telduposti:
slairing@slaid-ring.fo ella hjá Jónleif Johannesen á tlf : 227534.

Nýggj brúðarvísa

 

Nýggj brúðarvísa.
 
Hin fyrsta august sendi Sláið Ring út tíðindaskriv, har boða varð frá um kapping at yrkja nýggja brúðarvísu.
 
Tíðindini vóru í flestu bløðunum og í Útvarpinum. Eisini hevði teknarin Óli Petersen tey við á baksíðuni í Sosialinum.
 
Tað hevur víst seg, at flestu fólk eg eri komin í samband við, hava fingið kunnleika til kappingina.
 
Eg loyvi mær at siga, at øll, eg havi tosað við, eru glað fyri at Sláið Ring fer undir hetta tiltakið.
 
Tey allar flestu við teirri grundgeving, at brúðardansurin sum
hann er í dag, er tungur og stirvin, og tí er neyðigt við nýggjari
brúðarvísu.
 
Tað munnu eisini vera tey, ið halda hetta ikki vera neyðugt,
tí tær, vit vanliga brúka í dag, eru nóg góðar; tey hava tokka til
teirra.
 
Soleiðis vil tað eisini vera og vit skilja hetta væl.
 
Ætlanin hevur ongantíð verið at troka hinar burtur, men at geva fólki enn ein møguleika at velja.
 
Vónandi verður hetta átakið við til at virka føroyskum dansi at frama.
 

Sláið Ring
Rasmus A. Joensen, fm.

Havleikur 2008

 

Havleikur 2008 verður í døgunum 9. til 12. juli 2008.
Nú er komið so væl áleiðis við fyrireikingunum til Havleik 2008,
at innbjóðingarnar til útlendingarnar eru farnar avstað og higartil hava
fleiri boða frá, at tey eru áhugaði at koma hendanvegin.
 
Nærri fráboðanir og skráin verða at síggja á heimasíðuni í næstum.

Skrá fyri landsdansistevnuna

 

1. Sumbiar Dansifelag Stríðið á Húnalondum, 2. partur
 
2. Eysturoyar Dansifelag Blakman konge
 
3. Dansifelagið í Havn Geyti Áslakson
 
4. Stígum Fast Fruntatáttur
 
5. Vága Dansifelag Tróndarkvæði
 
6. Tøkum Lætt Jómsvíkingakvæði
 
7. Dansifelag Kaggans Fípan Fagra
 
8. Klaksvíkar Dansifelag Eingríms synir
 
9. Dansifeflagið á Látrinum Hong Hans
 
10. Norðstreymoyar Dansifelag Villiam Kornus
 
11. Fótatraðk Ámunds ríma
 
12. Leikum Fagurt Brúsajøkil
 
13. Suðuroyar Norð. H. Gunnar á Líðarenda
 
14. Jómsvíkingar Ormurin Langi
 
15. Tvøroyrar Dansifelag Brestis kvæði

Landsdansistevna í Suðuroynni

 

Fríggjadagin 18. og leygardagin 19. mai verður landsdansistevnan í Suðuroynni.
 
Byrjað verður fríggjakvøldið kl. 20.00 í Framtíðini í Vági, har
Sláið Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama, skipar fyri
mentanarligum tiltaki. Fyrst fara børn og kvinnur úr Sumba fara at kvøða
eina vísu og aftaná verða tað børn úr 8. flokki við Vágs Skúla, sum
kvøða Huldugentuna. Síðani verða tríggir fyrilestrar og hugleiðingar.
Eli Poulsen úr Sumba fer at hugleiða um dansin, og hvat hann hevur
fingið og fær burtur úr honum, síðani sigur Poul Arni Holm av Tvøroyri,
fyrverandi sangari í orkestrinum Týr, nakað um føroyska dansin og hvussu
hann kann kveikja í tónleikin. Seinasta fyrilesturin heldur Andrea
Opielka úr Bochum í Týsklandi. Hon skrivar doktararitgerð um føroyskan
dans, við serligum atliti til dansispøl, og fer hon at draga fram ymiskt
úr øllum tí rúgvismika tilfari, hon hevur samlað. Saman við
fyrilestrinum verða eisini dansað nøkur dansispøl. Kvøldið endar við, at
vit fara upp á gólv og dansa til midnátt.
 
Leygardagin 19. kl. 18.00 verður sjálv landsdansistevnan sett við
ítróttarhøllina í Trongisvági. Tað verður Bjarni Vestergaard,
fyrverandi formaður í Sláið Ring, ið setir stevnuna. Aftaná fer Ketty
Andreasen, formaður í Tvøroyrar Dansifelag, sum umboðar tey fýra
dansifeløgini í oynni, Sumbiar Dansifelag, Jómsvíkingar, Tvøroyrar
Dansifelag og Suðuroyar Norðara Dansifelag, at bjóða vælkomin.
 
Borðhaldið byrjar kl. 19.00 og eftir borðhaldið verður farið upp á gólv.

Lærarar bjarga føroyska dansinum

 

Tann 21. aprí 2007l skipaði Klaksvíkar Dansifelag fyri barnadansistevnu.
Knapt 300 luttakarar vóru á stevnuni, sum var sera væleydnað.
 

Skálin kókaði. Runt alt dansigólvið sóust børn, í øllum aldri,
spenna seg út. Tey kvóðu so hjartaliga og av fullum huga. Fyri tey, sum
stóðu og hugdu at, var hetta sera hugtakandi og tankin um at føroyski
dansurin er við at doyggja út, var fjarur hesa løtuna.
 
Fleiri vaksin vóru við børnunum herímillum nakrir skúlalærarar.
Spurdi ein nærri fekst at vita, at í størsta parti av landinum vóru
fólkaskúlalærararnir drívmegin innan barnadansin. Í Sumba, í Vágum, á
Argjum, í Eysturoynni og í Norðoyggjum, vóru tað lærarar, saman við
øðrum, sum hildu og mentu dansin.
 
Tað er altíð ringt at meta um, men tað er ikki ov nógv sagt, at
luttakaratalið hevði fallið niður um eina helvt uttan hjálp frá
lærararunum.
 
Afturlítandi kann ein bert staðfesta, hvussu týdningarmikið tað
var, at fáa dansin inn um skúlagátt. Tí tað er innan skúlagátt at
børninin verða kunnug við føroysku kvæðamentanina. Men eins
týdningarmiki er tað, at dansurin verður stuðlaður sum frítíðarítriv. Tí
innan skúlagátt verður hann aldri livandi. Har er dansurin ein partur
av undirvísingini og á tann hátt ikki eitt frítt val og ein livandi
mentan. Tí er tað somuleiðis týdningarmiki, at dansifeløgini runt landi
loyva børnunum at dansa, og at karmarnir um dansin eru góðir.
 
Tað var ein son frøði at síggja lærararnar millum børnini. Mær
rann til hugs, at læraraskúlin má hava gjørt eitt megnar arbeiðið innan
menturnar økið. Menn sum Jefrei Hendriksen og Àrni Dahl og aðrir við
hava verðuliga megna at kveikt ein loga innan dansin. Jefrei er farin
frá og Árni eldist. Hvussu stendir til við dansinum á Læraraskúlanum í
dag, kundi ein hóskandi spurt.
 
Sum skilst sær tað tíverri dapurt út. Dansifelagið á
Læraraskúlanum Grani stendur múlabundin. Tað er ikki virki. Ei heldur
hoyrist nakað til at áður nevndu menturnarmenn, hava megnað at sett
aðrar við.
 
Sláið Ring hevur í vetur roynt at set seg í samband við
lærararskúlan við tí fyri eyga, at stuðla dansinum á læraraskúlanum, men
læraraskúlin hevur higartil ikki latið frætt frá sær.
 
Áhugavert er at spyrja hví so er. Vónandi lesur/a avvarandi
læraraskúlanum hetta og kunnu koma við eini frágreiðing, um hvørja støðu
føroyski dansurin hevur innan læraraskúlagátt og hvørjar ætlarninar
eru, tí sum sagt lærararnir eru við til at halda og varveita føroyska
dansin, størsta mentnararav føroyinga.

Heimasíðan hjá Sláið Ring í nýggjari útgávu

 

Heimasíðan hjá Sláið Ring í nýggjari útgávu
 
Sum hin vitjandi er varugur við, so hevur heimasíðan hjá Sláið Ring fingið nýggja útsjónd.
Hin
fyrra uppsetingin var vorðin og tíðatrkrevjandi og trupul at arbeiða
við, serliga við at leggja inn upplýsingar frá limafeløgunum og Sláið
Ring sjálvum. Tí hevur verið arbeitt við at gera hetta lættari og við
hesi nýggju heimasíðuni vóna vit, at hetta fer at lata seg gera.
 
Tankin við nýggju heimasíðuni er fyrst og fremst, at limafeløgini
(ein ábyrgdarpersónur fyri hvørt felag) fáa atgongd til hvønn sín teig,
sum tey hava ábyrgdina av og kunnu legga inn síni tíðindi og
fráboðanir.
 
Við tíðini vóna vit, at síðan eisini kann mennast til at leggja
kvæðauppskriftir útá og eisini vóna vit, at feløgini og S.R. fara at
leggja myndir út á síðuna.
 

Á henda hátt verða tað bæði feløgini og meginfelagið, vit øll, sum hava ábyrgdina av, at síðan er livandi.

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×