Stevnan verður í bygdarhúsinum í Miðvági 15. februar 2020 kl. 10-15. Skráin er løgd við her, men heitt verður á feløgini um at hava okkurt annað at skipa, tá glopp eru í skránni og orðið er frítt.
Útferðin er gongutúrur har í grannalagnum, so gott er, at vera latin í til veðrið. Feløgini avtala um buss við Andreas Sigurstein, sum samskipar busskoyringina.
Í ár skipar Ung í Dansi aftur fyri Upp á stovugólv, sum verður tann 8. februar 2020. Hesaferð verður tiltakið í Tjørnuvík og vertirnir verða Hans Espern Heinesen, Steinbjørn Magnussen og Jens H. Jensen.
Tiltakið verður í Tjørnuvík, og tað fer at ganga nakað soleiðis fyri seg:
Fólk koma til Tjørnuvíkar, har tey verða býtt upp í tríggjar bólkar.
Hesir bólkar fara so í hvørt sítt hús, har ein vertur er í hvørjum húsi. Vertirnir greiða so frá onkrum kvæði, vísu ella tátti, sum tey hava valt og aftaná verður tað (ella bara eitt brot av tí) kvøðið í húsinum. Síðan rotera bólkarnir.
Tað verður 1 tími í hvørjum húsi.
Byrjað verður kl. 18:00. Og húsavitjanirnar enda kl 21:00. Síðan verður okkurt at eta og drekka niðri í bygdarhúsinum og eisini verður skipað fyri almennum føroyskum dansi kl. 22:00.
Tað er avmarkað pláss í húsunum, tí er neyðugt við tilmelding. Hetta verður gjørt við at ringja ella skriva til ein av hesum:
Til tann almenna føroyska dansin, ið verður í bygdahúsinum aftaná, eru øll hjartaliga vælkomin og her er ikki neyðugt við tilmelding. 💰Kostnaður fyri tiltakið og dans er kr. 100. 💰Kostnaður fyri almennan dans er kr. 50. Her er suppa við í prísinum, og so verður ymiskt at drekka til sølu.
Barnlek 2020 verður
í Mölnlycke í Svøríki í døgunum 15.-19. juli 2020. Hetta er
norðurlendsk dansistevna fyri børn og ung – málbólkurin eitur
8-16 ár, men vanligt er at eisini ung upp í mitt í 20-uni eru við
– lesið meiri á https://barnlek2020.se
Føroyska ferðalagið
samlast eftir ætlan í Mölnlycke 13. juli, soleiðis at vit
kunnu hava nakrar dagar saman, har vit læra hvønn annan at kenna,
venja saman og t.d. fara onkra útferð, áðrenn sjálv stevnan
byrjar. Vit fara úr Mölnlycke aftur 19. juli.
Sláið Ring samskipar ferðina úr Kastrup til Mölnlycke aftur til Kastup. Farið verður við bussi úr Kastrup mánadagin 13. juli, soleiðis at til ber hjá fólki at koma til Kastrup við fyrsta flogfarinum hjá Atlantsflogi 13. juli og fara beint við bussi. Farið verður úr Mölnlycke sunnudagin 19. juli soleiðis at til ber at fara til Føroya við seinasta ella næstseinasta flogfari hjá Atlantsflogi til Føroya handan dagin.
Kostnaður fyri stevnuna
Vit hava mett um kostnaðin og rokna við at hetta kemur at halda.
Bussur, Kastrup-Mölnlycke t/r
DKK 500,00
Stevnugjald, SEK 2.000
DKK 1.400,00
Eyka uppihald og matur, 13.-15. juli, SEK 440
DKK 320,00
Luftmadrassur
DKK 140,00
Til samans
DKK 2.360,00
Herav verður stuðul til børn og ung undir 30 ár
DKK 1.500,00
Sostatt er kostnaðurin fyri alla stevnuna fyri børn og ung einans uml. kr. 860,00. Hesin stuðul er frá Sláið Ring, Ung í Dansi og FUR. Eisini hava lokal dansifeløg møguleika at savna pening og søkja stuðul frá kommunum o.t.
Individuellar útreiðslur
Av tí at summi vilja vitja familju og onnur í Danmark áðrenn ella aftaná stevnuna, summi vilja leingja stevnuna til eina familjuferiu í Danmark og onnur individuel ynski, so er avgjørt, at hvør einstakur ferðandi sjálvur (ella hvørt einstakt felag) syrgir fyri ferðing úr Føroyum til Kastrup og úr Kastrup til Føroya. Til ber at keypa Sveiggj-ferðaseðlar heilt niður í uml. 1.100 aftur og fram, um man er í góðari tíð. Sláið Ring hevur bílagt eina bólkaferð til 60 luttakarar við fráferð úr Vágum mánamorgun 13. juli og komu aftur í Vágarnar sunnukvøldið 19. juli. Kostnaðurin fyri hesa ferð er kr. 1.815 aftur og fram. Tey, ið fyrst umbiðja hesi pláss, fáa tey. Setið tykkum í samband við Hildur Kruse Sørensen (tlf. 220659 ella hildurks@hotmail.com).
Tilmelding
Tilmelding skal gerast áðrenn 15. mars 2020. Kontaktpersónar fyri ymsu dansifeløgini eru niðanfyri – er einki dansifelag nevnt í tykkara nærøki, so kunnu tit seta tykkum í samband við Gunnar Restorff (tlf. 292563 ella sr@sr.fo) – tað eru nevniliga eisini fólk úr øðrum enn nevndu feløgum, ið luttaka.
Vit fara at møtast nakrar ferðir í vár at venja føroyskan dans/kvæði, føroysk dansispøl og samdansir hjá øðrum londum. Lív Vilhelmsen fer at samskipa hetta – nærri kunning kemur seinni.
Nýggjársdansur verður í Dali 01. januar 2020 kl. 18.30. Teistin fer av Gomlurætt kl. 17:20 og úr Skopun kl.22:30. Bussur koyrir í samband við tiltakið. Suppa, kaffi/te er íroknað prísin. Kosnaður 100 kr.
MÁLSTOVA – KONSERT – DANSUR. Á Hotel Tórshavn 15. og 16. november 2019.
Í døgunum 15. og 16. november skipar norðurlendska netverkið “Erotisk folkediktning i Norden” fyri málstovu á Hotel Tórshavn. Har fara bæði føroyskir og norðurlendskir granskarar at skifta orð um erotisk drøg í skaldskapi á mannamunni, bæði í kvæðum og frásagnum. Málstovan, konsertin á háskúlanum fríggjakvøldið 15. november og dansurin í Hornahúsunum leygarkvøldið kl. 21 eru almenn og ókeypis.
Skrá
Fríggjadagin 15. november 15.30–17.00 Seminar á Hotel Tórshavn 15.30–15.45 Velkomst v/ Prosjektgruppa 15.45–16.00 Tóta Árnadóttir (FO): “Om erotisk folkedikting i Færøyske samlingar” 16.00–16.30 Malan Marnersdóttir (FO): “Sagn genopstår som erotisk fortælling” 16.30–17.00 Katrin Jacobsen (FO): “Om det færøske eventyr Vetil Kongasonur”
20.00–22.00 Konsert og frásøgukvøld við heitinum ástarkvæði og ónærisligar søgur . Føroya fólkaháskúli. Sangarar: Kata (FO), Kári Sverrisson (FO), Jimmy Träskelin (FI), Ingibjörg Eyþórsdóttir (IS), Pétur Húni Björnsson (IS), Elfi Sverdrup (NO), Ola Graff (NO). Frásøgufólk: Hedvig Westerlund-Kapnas (FI/FO), Annemarie Krarup (DK).
Leygardagin 16. november 09:30–17.00 Seminar á Hotel Tórshavn 09.30–10.00 Ola Graff (NO): “Det samiske solsymbolet -– et erotisk symbol?” 10.00–10.30 Pétur Húni Björnsson (IS): “Eufemismer og tilsløring – Erotik i islandsk rímur” 10.30–11.00 Kirsten Brix (FO): “Hindar ríma – Analyse af stilelementer og motiver” 11.00–11.30 Kaffepause 11.30–12.00 Ingibjörg Eyþórsdóttir (IS): “Erotik og vold i islandske ballader” 12.00–12.30 Turið Sigurðardóttir (FO): “Når mænd elsker. Ánanias visen i datidens øjne og vores” 12.30–13.30 Lunsj 13.30–14.00 Brynhild Kamban (FO): “Brynhilde og Sigurd i Brynhildar táttur (Brynhildes Qvad)” 14.00–14.30 Gunilla Byrman (SE): “Kvinnlig, manligt och ständiga trätor : Småländska balladsångerskor och deras repertoar” 14.30_15.00 Petri Hoppu (FI): “Erotisk dans i finsk tradisjon” 15.30–16.00 Andrea Susanna Opielka (DE): “Erotiske aspekter i den færøske dans og i dansestuen” 16.00–17.00 Nettverkssamling Oppsummering. Evaluering. Nettverkets framtid
21.00–22.00 Almennur føroyskur dansur í Hornahúsunum.
Fullfíggjað skrá fyri tiltakið er í hesum pdf-skjali:’
Verkætlanin Erotisk folkedikting i Norden – Seminar og nettverk 2017–2019 er fyriskipað við stuðli frá Nordisk Kulturkontakt, Nordisk Kulturfond og Norsk Kulturråd.
Í ár skipar Vága dansifelag fyri stevnuni, sum verður í Miðvági. Stevnan byrjar kl. 10:00 og endar kl. 15:00. Á stevnuni verður døgurði at fáa, drekkamunnur og kakubiti. Onkrar útferðir ella aðrir aktivitetir verða, og so verður sjálvandi dansað!
Melda til
í seinasta lagi 15. januar 2020.
við at skriva ein teldupost til vagadansifelag@ymail.com, har tit upplýsa 1) tal av børnum, 2) tal av vaksnum, 3) hvat tit vilja at skipa, tvey uppskot 4) hvussu nógv koyra sjálvi. Skráin verður løgd út á sr.fo.
Stevnan er ókeypis, og Sláið Ring samskipar busskoyring til Vágar. Ferðing sjóvegis og møgulig ferðing við bygdaleiðum í Suðuroy og Sandoy verður eisini goldið av Sláið Ring. Tit frætta nærri, tá vit kenna luttakaratalið og tørvin. Suðringar hava møguleika at fáa innivist í KFUM í Havn fríggjakvøldið 14. februar. Vit vilja tó hava at vita sum skjótast, hvussu nógvum tørvar innivist.
Á sumri 2019, tann 17.-20. juli, var ein fólkadansistevna, sum eitur Ålek, hildin í Álandi. Henda stevnan er partur av Nordlek samtakinum, og verður hildin triðja hvørt ár í teimum smærru norðurlondunum: Álandi, Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Hon skiftur navn alt eftir hvørjum landi, hon er í. Úr Føroyum vóru 32 fólk við í alt, og har av vóru vit fimm dreingir úr Ung í Dansi.
Ferðin byrjaði tann 12. juli, tá vit flugu úr Vágunum. Vit millumlendu í Kastrup, og flugu síðani víðari til Arlanda, flogvøllin í Stokkhólm.
Vit vóru tvær nætur í Stokkhólmi, og har fingu vit roynt nógv ymiskt. Til dømis vóru vit á Vasa savninum, har Krígsskipið Vasa, sum sakk í 1628, verður sýnt fram. Eisini royndu vit at rógva kano, og sigla í kanalini í Stokkhólmi. Annars var veðrið av tí besta, so vit fingu eisini notið tað. Vit fimm úr Ung í Dansi fóru til Álands ein dag áðrenn restin av hópinum, tí vit skuldu á eina ungdómslegu, sum var áðrenn stevnuna sjálva.
Á ungdómsleguni vóru bert Føroyar og Ísland meldað til. Vit vóru fimm úr Føroyum og 14 úr Íslandi. Legan var fyrireikað við dansi og útferðum, so at vit ungu kundu koma at kenna hvønn annan áðrenn stevnuna. Millum annað vóru vit á eini Álendskari sjokulátufabrikk og einum bryggjaríi. Har vóru tveir dansilærarar úr Finnlandi, sum eita Annette og Lasse. Tey lærdu okkum ymsar fólkadansir, og annars lærdu vit eisini hvønn annan at dansa okkara egnu dansir. Á leguni fyrireikaðu vit ein dans, sum var ein blanding av bæði føroyskum, íslendskum, finskum og álendskum fólkadansi, sum vit so skuldu framføra til setanina av Ålek. Henda ungdómslegan var sera stuttlig, vit fingu lært nýggjar dansir, og lært nógv nýggj fólk at kenna.
Tann 17. juli byrjaði stevnan sjálv, og hon byrjaði við at vit, sum høvdu verið á ungdómsleguni, framførdu dansin, sum vit høvdu vant, og tað gekk avbera væl. Síðani varð stevnan skotin í gongd, og tað var fríur dansur út á kvøldið.
Stevnan varð hildin í einum skúla í Mariehamn, og har búðu vit, sum høvdu verið á ungdómsleguni, meðan restin av føroyingunum búðu á einum gistingarhúsi. Vit gjørdu nógv á stevnuni, sumt saman við hinum føroyingunum, men eisini nógv saman við teimum frá ungdómsleguni. Vit framførdu ofta saman við hinum føroysku, bæði inni í Mariehamn og uttanfyri, í eini bygd sum eitur Sund. Tað var dansur í skúlanum hvønn dag, har dansifólk frá ymsum londum dansaðu sínar egnu dansir, og lærdu frá sær. Ein av døgunum vóru “workshops”, har hvørt land bar sítt fram, og so kundi man ganga runt, og fáa lært teir ymsu dansirnir ordiliga. Vit úr Føroyum høvdu eisini víst fram, og tað riggaði sera væl. Vit dansaðu “Herr Mannelig” til vanligan føroyskan dans, síðani dansaðu vit bandadans, og at enda við dansaðu vit “Ole Morske”, sum riggaði avbera væl.
Annars høvdu vit ungu eisini ofta dans á skúlanum, eftir at skráin var liðug fyri dagin, og tað var nokk tá, vit høvdu tað stuttligast, tí vit kundu dansa akkurát tað, sum vit vildu, og fingu lært hvønn annan dansirnar ordiliga.
Tann næstsíðsta dagin av stevnuni vóru vit í einari uttandura matstovu á keiini, beint við síðurnar av einum gomlum dampskipi, sum eitur Pommern. Tað var góður døgurði, og síðani var fríur dansur á keiini, og sjálvandi máttu vit enda við Orminum langa, tá vit vóru við eitt sovorðið skip.
Tann seinasta dagin var skrúðgonga ígjøgnum Mariehamn, har øll gingu í sínum tjóðarbúna. Aftaná tað byrjaði endaframførslan. Summi framførdu nakrar Álendskar fólkadansir, og síðani endaði tað heila við føroyskum dansi.
Veðrið var gott allan túrin, og vit høvdu tað ógvuliga stuttligt og gott, og fingu allir lært nógv um útlendska mentan, knýtt nýggj vinarbond og lærdu at dansa útlendskar fólkadansir.
Síðani gekk ferðin heim. Vit vóru allir móðir eftir henda túrin, so ferðin gekk næstan beinleiðis á hotellið í Stokkhólmi. Dagin eftir flugu vit heim.
Vit takka Ung í Dansi, Sláið Ring og FUR fyri fíggjarligan styrk.
Bestu kvøður, Brestir, Karstin, Leon, Petur Óli og Pætur
Skipað verður fyri minningarhaldi í
Miðvági í samband við, at tað tann 17. oktober eru liðin 140 ár, síðan
Mikkjal Dánjalsson á Ryggi varð borin í heim í Beitinum á Ryggi í
Miðvági.
Vága Dansifelag, sum í dag eigur barnaheimið hjá Mikkjali, skipar fyri haldinum.
Hátíðarhaldið verður tó ikki sjálvan
føðingardagin, uttan sunnudagin 20. oktober, sum tó eisini er ein
merkisdagur. Hendan dagin eru liðin 63 ár, síðan Mikkjal doyði í
Hoydølum.
Tiltakið er tvíbýtt. Ein kirkjuligur og ein meira verðsligur partur.
Byrjað verður í Miðvágs kirkju klokkan
17:00, har sálmar hjá Mikkjali verða sungnir, og Jákup Reinert Hansen,
prestur og lektari í kirkjusøgu, fer at halda fyrilestur um Mikkjal á
Ryggi og partar av skaldskapi hansara.
Eftir kirkjuliga partin verður farið
yvir um vegin í Beitið, har farið verður upp á gólv, og sungið og kvøðið
verður burtur úr rúgvuni av sangum, vísum og kvæðum, sum Mikkjal á
Ryggi hevur yrkt.