Ung í Dansi bjóðar ungum í aldrinum 12-30 ár til eitt hugnakvøld komandi leygardag, 23. januar 2021, í Gøtu.
Skráin hesaferð er hendan:
Vit møtast kl. 14:00 í Losjuni við Gøtugjógv. Um viðrar fara vit ein túr í bygdini, og ein maður kemur at fortelja okkurt um bygdina. Jens Dalsgaard fer at greiða frá um Gøtuskeggjar. Vit eta døgurða. Vit fara upp á gólv.
Tiltakið er ókeypis, og ikki er neyðugt beinleiðis við tilmelding til tiltakið, men um tit ætla við, so er gott um tit siga Bresti frá (skriva til brestir.restorff@gmail.com ella sms’a/ring til 596242), so vita vit, umleið hvussu nógv vera við.
Tað er umráðandi, at vit fylgja leiðreglunum hjá Sláið Ring viðvíkjandi Korona. Tí skriva vit upp, hvør er við til tiltakið, og fólk, sum hava verið uttanlands teir seinastu 14 dagarnar sleppa ikki við.
Í oktober 2018 samtykti Føroya løgting UNESCO sáttmálan um varðveiting av livandi siðaarvi. Várið 2019 kom skráin Livandi mentan upp at standa hjá Mentamálaráðnum, og í oktober 2019 sendi Sláið Ring inn uppskot um Føroyska dansin til skránna Livandi mentan.
Loksins er hetta uppskot upptikið í skránna, og er uppskotið at síggja niðast á síðuni www.livandimentan.fo – og uttanríkis- og mentamálaráðið hevur sent út tíðindaskriv, ið kann lesast á heimasíðuni www.ummr.fo.
Næsta møguliga stig í tilgongdini er, at Føroya landsstýri innstillar Føroyska dansin at verða tikin upp á UNESCO listan yvir siðaarv hjá mannaættini. Hesum fer Sláið Ring sjálvandi at virka fyri.
Ung í Dansi bjóðar limum felagsins til ein hugnadag í Havn, tann 14. november 2020. Vegleiðandi skrá:
– Vit møtast kl 14:00 í Hornahúsinum
– Vit fara eina útferð
– Kl. 17:00 møtast vit aftur í Hornahúsinum og fáa eina frágreiðing/fyrilestur um eitt kvæði
– Kl. 17:30 fara vit til borðs og fáa lekran døgurða. Døgurðin er ókeypis, men eftirsum matur verður bílagdur útifrá, so krevur døgurðin tilmelding.
– Uml. kl. 19.00 fara vit so upp á gólv og kvøða restina av kvøldinum.
Luttakarar kunnu tilmelda seg við at skriva eini boð til Inga B. Davidsen.Ingi: tlf: 591797 ella á Teldupost addr. ingi.b.davidsen@gmail.com Seinasta freist at tilmelda seg er 11. november.
Fyrivarni viðvíkjandi korona: Tiltakið er treytað av, at mett verður, at stýr er á smittuketunum í Føroyum. Møgulig avlýsing verður lýst her.Fólk, ið hava verið uttanlands seinastu 14 dagarnar undan tiltakinum, eiga ikki at luttaka – hóast negativar testir. Fólk við sjúkueyðkennum eiga ikki at luttaka í tiltakinum.
Dagføring: Kunningarfundurin um Nordlek 2021 í Tammerfors, ið skuldi vera á Háskúlanum í Havn leygardagin, er avlýstur. Orsøkin er, at Nordlek ikki verður í Tammerfors í juli 2021, sum annars ætlað – óvissa støðan viðv. koronasmittu ger at tað mest ábyrgdarfulla og realistiska er at avgera longu nú, at stevnan ikki verður í juli 2021, sum annars ætlað. Vit vita ikki enn, hvat hendir í staðin – um hon verður avlýst, ella møguliga flutt 1, 2 ella 3 ár. Nordlekstyrelsen hittist sunnudagin 15. nov. 2020 og aftaná tann fundin fáa vit helst meiri at vita.
Leygardagin 14. november kl. 12:00 verður kunnandi fundur fyri áhugaðum um Nordlek og sommerlejren 2021 á Háskúlanum í Havn.
Nordlek 2021 verður í Tammerfors / Tampere í Finnlandi í døgunum 20.–25. juli 2021. Sum vanligt verður skipað fyri luttøku til stevnuna, í hesum sambandi bjóðar Sláið Ring áhugaðum til fundar á Háskúlanum leygardagin 14. november kl. 12.00. Endamálið er at finna útav, hvørji eru áhugað at koma við og at tosa um, hvussu vit leggja ferðina til rættis og hvussu vit skipa venjingar o.a. í hesum koronatíðum.
Vit royna at leggja ferð og venjingar til rættis, sum um at stevnan verður, men vegna korona verða endaligu tilmeldingarnar ikki gjørdar fyrr enn í mars 2021, tá vit vita meira um, hvussu støðan er við korona.
Á Nordlek-stevnuni verður eisini summarlega. Hendan stevnan verður í døgunum 17.–20. juli. Øll ung í aldrinum 15–25 ár eru vælkomin til hesa stevnuna, og bjóða vit eisini teimum við á Háskúlan hendan dagin.
Vegna fyriskipararnar Ólavur Lydersen Hildur Kruse Sørensen Rasmus Joensen
Aðalfundurin hjá Ung í Dansi verður í Eiriksgarði í Dali leygardagin 3. oktober 2020 kl. 19:00 saman við tiltakinum “Ung í Dansi”, ið er í Hesti vikuskiftið 2.-4. oktober 2020.
Skrá sambært lógum felagsins:
Val av orðstýrara og fundarskrivara
Ársfrágreiðing
Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
Vikuskiftið 2. til 4. oktober 2020 verður skipað fyri tiltakinum Ung í Dansi í Dali. Her møtast ung í aldrinum 12 til 30 ár at dansa føroyskan dans saman. Tað er ungdómsfelagið í Sláið Ring – Ung í Dansi – ið skipar fyri. Hetta hevur verið afturvendandi tiltak í nógv ár, føroyskum dansi at frama. Vit møtast sum vanligt til eitt vikuskifti við nógvum dansi, spølum og hugna sum heild. Eisini kemur onkur at fortelja um eitthvørt viðvíkjandi føroyskum dansi.
Tiltakið er rúsfrítt og ókeypis!
Tit kunnu tekna tykkum, við at skriva eini privatboð til Róðu Bødvarsdóttir á Facebook, ella við at skriva ein teldupost til bodvarsdottir@hotmail.com.
Vónandi síggjast vit – og um nakrir spurningar eru, so spyrjið endiliga!
Seinasta freist at tekna seg er 27. september 2020.
Nærri kunning viðv. ferðing o.ø. kemur seinni á sr.fo.
Eisini verður aðalfundurin hjá felagnum Ung í Dansi leygardagin ella -kvøldið 3. oktober 2020 í Dali. Tíð og stað verður lýst seinni á sr.fo.
Koronafyrivarni: Tiltakið er treytað av, at mett verður, at stýr er á smittuketunum í Føroyum. Fólk, ið hava verið uttanlands seinastu 14 dagarnar undan tiltakinum, eiga ikki at luttaka. Somuleiðis eiga fólk við sjúkueyðkennum ikki at luttaka í tiltakinum.
Leygardagin 12. september 2020 klokkan 16:00 skipa Sláið Ring og Norðurlandahúsið fyri kvæðastevnu í Norðurlandahúsinum – í ár verður vegna støðuna við korona tíverri bert fyrilestur á skránni og ikki dansur.
Rasmus Joensen fer at siga frá um Hans Meinhard Djurhuus, søgu- og kvæðaumhvørvi á Høggeil og um Tíðriks søga.
Hans Meinhard Djurhuus var føddur í Sumba 11. januar 1920, og eru tað sostatt hundrað ár í ár síðani hann var føddur.
Í fyrilestrinum verður sagt frá um Hans Meinhard Djurhuus og grannalagið saman við húsinum á Høggeil, har hann var sum húsfólk. Í hesum serliga umhvørvinum við søgum, sagnum, kvæðum og sangi hevur hann livað mitt í verðini.
Namur sum Hans Meinhard var, hevur hann tikið til sín av øllum hesum, og hevur tað givið honum íblástur til yrkingar og umsetingar.
Eisini verður greitt frá Tíðriks søgu – søguni um Tíðrik av Bern, og vísu og kvæði, sum taka útgangsstøði í brotinum um Stríðið á Bertungslandi.
Hans Meinhard Djurhuus umsetti Tíðriks søgu fyrst í 70-unum og las hana sjálvur upp í Útvarpinum. Ein upplestur og upplesari, sum fleiri munnu minnast.
—
Tiltakið er ókeypis, men vegna avmarkingar í sambandi við korona er neyðugt at melda seg til tiltakið, sí heimasíðuna hjá Norðurlandahúsinum ella melda til her. Tiltakið verður eisini stroymt, leinki kemur seinni.
Við hesum verður boðað frá, at aðalfundurin hjá Sláið Ring verður leygardagin 12. septembur 2020 kl. 12:00.
Aðalfundurin verður í U407 á 4. hædd í Sjóvinnuhúsinum, Vestara bryggja, Tórshavn.
Fundarskráin verður sambært lógum felagsins, og harumframt hava feløgini møguleika at senda uppskot um mál, ið tey vilja hava viðgjørd.
Mál frá feløgum
Mál, ið feløg vilja hava til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi leygardagin 29. august 2020.
Fundarskrá til ársaðalfundin
Val av orðstýrara og fundarskrivara.
Ársfrágreiðing.
Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
Viðgerð av innkomnum málum.
Ásetan av limagjaldi fyri komandi árið.
Val av nevnd og tiltakslimum.
Val av grannskoðara.
Ymiskt.
Skrá fyri aðalfundin og nærri kunning verður send fyrst í september – tó kunnu vit longu nú avdúka, at eitt mál á skránni verður støðan við COVID-19 og dansinum í heyst. Samstundis verður kunnað um, hvussu verður við ætlaðu kvæðastevnuni í Norðurlandahúsinum 12. september 2020.
Tórshavn, hin 5. august 2020, Gunnar Restorff, fm. Sláið Ring
Leygardagin 8. februar skipaði ungdómsfelagið fyri føroyskan dans Ung í dansi fyri Upp á stovugólv fyri triðju ferð. Fyrstu ferð var í Dali í 2017 og aðru ferð í Funningi í 2018. Ætlanin var at hava tiltakið í Tjørnuvík í fjør, men tað varð av ongum, so tað bleiv í ár í staðin. Eg havi verið við allar tríggjar ferðirnar, og tað blívur bara betri og betri.
Tiltakið varð skipað eftir sama leisti sum hini árini. Fyrst húsagongd í trý hús, uml. ein tíma í hvørjum. Tilmelding er neyðug til tað, soleiðis at bólkarnir av fólki vera passaligir. Hetta tiltakið krevur, at trý fólk í bygdini eru við uppá at fáa innrás í sítt heim, og at tey brúka okkurt, sum tey vita um kvæðir og kvøðing ella seta seg inn í okkurt at fortelja fyri gestunum. Aftaná er almennur dansur í onkum egnaðum høli, har øll eru vælkomin.
Vertirnir hesaferð vóru Hans Esbern Heinesen, Steinbjørn Magnussen og Jens Jensen. Hans Esbern og Steinbjørn eru báðir úr Tjørnuvík, og vit kenna teir sum aktivar limir og skiparar í Norðstreymoyar dansifelag. Jens er úr Klaksvík, men hevur búð í Tjørnuvík í nógv ár.
Tað var áarføri, tá vit komu til Tjørnuvíkar stutt áðrenn kl. 18 leygarkvøldið, tá tiltakið skuldi byrja. Tey, sum høvdu meldað seg til húsagongd, møttu øll í bygdarhúsinum, har Ólavur Syderbø, formaður í Ung í dansi, bjóðaði vælkomin og býtti hópin í tríggjar bólkar.
Okkara bólkur fór inn til Hans Esbern fyrst. Hann býr í barnaheiminum í Tjørnuvík. Hetta eru eini lítil, eldri hús, har hansara forfedrar hava búð í nógv ættarlið, og umstøðurnar gjørdu, at tað var ikki møguligt at fara upp á gólv. Ístaðin gjørdi Hans Esbern, sum hevði valt sær Jephta vísu at fortelja um, tað, at hann las tað pettið úr gamla testamenti, sum fortelur um Jephta og dóttir hansara. Síðani fingu vit hvør sítt ark við Jephta vísu og sungu/kvóðu hana sitandi. Tað, sum Hans Esbern visti um, er ikki skikkur, at kvøða hesa vísuna á gólvi. Ein sera góð uppliving.
So fóru vit inn til Steinbjørn. Fyrst fortaldi hann frá, hvussu hann minnist dansin í Tjørnuvík, tá hann var barn. Serliga vóru tað pápi hansara og ein annar maður, sum skipaðu. Eisini fortaldi hann, hvussu hann kýtti seg at lurta eftir, tá føroyskur dansur var í útvarpinum, sum tá var nýtt, tí signalið var so vánaligt í Tjørnuvík. Hann segði, at føroyski dansurin í Tjørnuvík doyði burtur, tá tað bleiv koyrandi til Víkar. Hann fortaldi okkum um Sigmunds kvæði, yngra, sum hann skipar so meistarliga; eingin ger tað betri. Eitt sindur av práti bleiv um hetta at skifta niðurlag í einum kvæði, sum ofta verður gjørt í Sigmunds kvæði. Vit fóru upp á gólv og kvóðu nakað av hesum kvæði. Vit skiftu niðurlag tvær ferðir.
So fóru vit inn til Jens, sum ikki er aktivur í nøkrum felagi. Hann dansaði nakað í Danmark, meðan hann lærdi til politist. Hann hevur í nógv ár fortalt um dans og kvøðing í samband við føroyakvøld á Gjáargarði, og so verður farið uppá gólv við gestunum eisini. Hann fortaldi okkum um forfedrarnar hjá konu síni og um húsini, sum tey búgva í. Vit kvóðu ”Tá eg verði stórur” inni hjá Jens.
Síðani fóru tey, sum høvdu verið húsgongd, í bygdarhúsið at eta. Nakað av fólki kom afturat til almenna dansin, sum byrjaði kl. 22.
Nevndin í Ung í dansi hevur saman við Gunnari Restorrf, formanni í Sláið Ring, avgjørt, at tiltøk hjá ungdómsfelagnum Ung í dansi, skulu vera rúsfrí – soleiðis varð eisini við Upp á stovugólv, hóast hetta er alment tiltak fyri allar aldursbólkar. Skilagott. Øll skulu kunna lata síni hálvvaksnu børn koma til tiltøkini hjá Ung í dansi uttan at vera bangin fyri, at har er ov nógv rúsdrekka. Tað er ein góð strategi, tá vit hugsa um at seta við.
Dansurin í bygdarhúsinum var góður. Bæði hálvlong kvæði og vísur og nógv av lættari vísum var at hoyra, og so kvóðu tey ungu ”Gubbi og eg”, sum riggar væl til stev. Jú, tað merktist, at eitt nýtt ættarlið ger vart við seg í føroyskum dansi.
Eg vóni hetta góða nýbrotið í føroyskum dansi, sum Uppá stovugólv er, kann vera framyvir, tí hetta er virkuliga gott. Tað er nóg mikið av kvøldum við bara dansi, meðan vit her fara afturum kvæðini.
Tað er so skjótt at brúka nógvar bygdir, tá tiltakið er á hvørjum ári, so kanska er annaðhvørt ár vert at hugsa um. Eg gleði meg til næsta ár.
Síðani fáa tit eitt leinki frá viðkomandi til at melda tykkum til sum luttakari hjá viðkomandi dansifelagi.
Um onkur ikki hoyrir til nakað av hesum feløgum, so kunnu tit kontakta Gunnar Restorff (tlf. 292563 ella gunnarr@setur.fo), so finna vit útav at tit luttaka sum partur av einum av nevndu feløgum.
Vegleiðing til tilmelding
Síða 1
Her skulu tit fylla inn fornavn, eftirnavn og teldupost hjá luttakaranum.
Síða 2
Her skulu tit fylla inn bústað, telefon, kyn og føðingardag hjá luttakaranum. Tit velja sjálvandi Färöarna sum land, um tit búgva í Føroyum (tey, sum hava meldað til áðrenn Føroyar kom á listan, skulu einki gera við tað).
Síða 3
Her er nógv at fylla út. Alt eftir hvat verður krossað av, so koma nøkur eyka felt at fylla út. Her verða høvuðsyvirskriftirnar viðgjørdar.
Jag anmäler mig som:
Her skulu tit velja eitt ella fleiri av dansare, ledare, språkambassabör og/ella other.
Dansare: Øll børn/ung millum 8 og 16 skulu melda seg sum dansare. Um onkur er nakað undir ella yvir hetta markið, men ætla sær at vera aktiv í dansunum, so kunnu tit eisini fylla hetta út.
Ledare: Tey sum eru eldri enn 16 kunnu virka sum hjálparleiðarar – um so er, so verður hetta fylt út.
Språkambassadör: Hetta eru vanliga vaksin fólk, ið vilja hjálpa børnum at týða millum nøkur av málunum svenskt, danskt, finskt, íslendskt, norskt, enskt, føroyskt og/ella grønlendskt (og møgulig onnur mál). So fær viðkomandi eitt serligt spjaldur, so børn síggja, at til ber at heita á hesi um hjálp at týða millum ávís mál. Vit vilja heita á vaksin, ið halda seg til týða millum mál og ikki hava ov nógvar aðrar uppgávur, um at melda seg.
Other: Her ber til at skriva annað, t.d. foreldur, ommur, abbar ella systkin, ið eru ov ung at dansa.
Tillsammans i Norden:
Hetta er fyri ung fødd millum 2003 og 2007. Her skulu nøkur hava eina dansiframførslu av fólkadansum til endahátíðina leygarkvøldið. Hetta krevur venjingar 2 ferðir hósdag, 2 ferðir fríggjadag umframt aðalroynd leygardag og sjálvandi framførslu leygarkvøldið. Um onkur tímir serliga væl fólkadans ella at spæla fólkatónleik, so er hetta ein møguleiki – men gevið gætur, at hetta sjálvandi kann ávirka møguleikar hjá viðkomandi at luttaka í øðrum aktivitetum, tí til ber bert at vera á einum staði í senn 🙂 Lesið meiri her: Tillsammans i Norden.
Logi:
Önskar logi innan BARNLEK 2020 startar: Her skulu tey flestu velja “2 extra nätter” (um tit koma til Mölnlycke mánadagin 13. juli). Summi koma tó t.d. týsdag, tí tey koma við Norrönu, so skulu tey sjálvandi velja 1 eyka nátt.
Önskar hyra luftmadrass: Um tit ikki hava egna madrass ella líknandi, so kunnu tit leiga luftmadrassu. Av royndum hevur tað víst seg, at vera eitt gott hugskot at taka eitt faconlak við, tí so er behagiligari at liggja á madrassunum og tær larma minni. Vit hava í prísinum gingið út frá at fólk leiga luftmadrassu.
Önskar hyra kudde och täcke: Tit kunnu leiga kodda og dýnu, men so skulu tit vistnokk hava seingjarklæði við sjálvi. Vit hava í prísinum gingið út frá, at fólk hava soviposa við, men tit kunnu sjálvandi leiga kodda og dýnu, um tit ynskja tað – tað kostar 100 svenskar krónur eyka.
Måltider:
Behöver du specialkost? Her kunnu tit siga frá, um tit hava tørv á serligum mati.
Önskemål av måltider innan BARNLEK 2020: Her vilja vit ráða øllum føroyingum, sum koma áðrenn stevnan byrjar mikudagin at siga Ja. Tey, sum koma við felags bussinum mánadagin skulu síðani velja (tey sum koma seinni, velja sjálvandi tilsvarandi minni):
Måndag – Middag (nátturði)
Tisdag – Frukost (morgunmatur)
Tisdag – Lunch (døgurði/frokost)
Tisdag – Middag (nátturði)
Onsdag – Frukost (morgunmatur)
BARNLEK 2020-artiklar:
Storlek på T-shirt: Ein Barnlek 2020 T-shirt er við í stevnugjaldinum. Vegleiðing um støddir við meiri finst her: Barnlek 2020 produkter. Gevið gætur, at har er ein støddarvegleiðing til børn (måttlista barnstorlekar), ein til menn (måttlista herrstorlekar) og ein til kvinnur (måttlista damstorlekar).
Onnur produkt: Til ber at keypa/bíleggja eyka T-shirts, keppar, vatndunkar, termokrúss. Hetta er ikki við í prísinum, og kemur omaná.
Allergi: Um allergi ella onnur ting eru, ið fyriskiparar eiga at vita um og møguliga taka atlit til, so kunnu skriva hetta her.
Síða 4
Her kunnu tit skriva einhvørja viðmerking til skrásetingina, eisini kunnu tit skriva ein eyka teldupost inn, um tit vilja hava bíleggingina senda til tveir ymsar teldupostar.