Leygardagin 13. mai 2023 fór Dansifelagið útferð, eini 30 fólk vóru í ferðalagnum.
Stutt eftir middag varð farið við bussi frá Hornahúsunum til Funning, har borðreitt varð fyri okkum í skúlanum við drekkamunni og lekkrum pannikøkum. Meðan vit vóru í skúlanum greiddi Jógvan Højsted hegnisliga frá um bygdina Funning, um Grím Kamban, ið nam land her og um gomlu býlingarnar og staðarnøvnini.
Aftaná gingu vit gjøgnum bygdina og vórðu víst inn í gomlu húsini Ølvustovu, sum eru sett so vakurt í uppruna stand, og fingu eisini ymiskt at vita viðvíkjandi húsunum og teimum, ið høvdu búleikast har.
Síðani varð farið yvir um vegin, og inn í (ovaru) Atustovu, ið eru sett vakurt í stand uttan, og har arbeitt verður við at snøgga tey innan.
Sjálvandi varð eisini farið upp á gólv í dansistovuni, ið Poul Eide var ein av headmonnunum at byggja. Hon var tikin í brúk 1. januar 1950. Hon er júst sett í stand og fingið ein lítlan tilbygning, so har eru betur hentleikar. Vit kvóðu Ólav Riddararós og Kong Hans han sidder på København, áðrenn vit fóru víðari við bussi. Poul var sjálvur ein av stovnarunum av Dansifelagnum í Havn, og tað hevur altíð verið nógv fólk úr Funningi, sum hevur virkið í Dansifelagnum, og tað er enn soleiðis í dag, so stuttligt var at vitja her.
Komin til Klaksvíkar vórðu vit boðin inn í Biskupstø garðin, ella Nólsoyar-Páls garð, sum fleiri kalla hann. Vit vórðu sjálvandi víst runt, og so segði Archibald Black hegnisliga frá um alt viðvíkjandi garðinum. Hvussu tey høvdu bygt hann við nýmótans hentlekum í gamlan stíl eftir upprunatekningum og frásagnum. Um søguna og ættarbond hjá Nólsoyar-Pálli, og ikki minst sjóferðum, stríð við embætismenn og fuglakvæði, yngra. Áhugin var stórur, nógv varð spurt og svarað til, so tað mundi ganga eini fimm korter áðrenn frásøgnin var liðug. Magni í Horni skipaði nøkur ørindi úr fulgakvæðinum, áðrenn vit løgdu leiðina niðan í Skálan.
Í Skálanum vórðu vit væl móttikin av Klaksvíkar dansifelagið, sum hevði skipað fyri borðhaldi við lekkrum smyrdum breyði og heimabakaðum kakum omaná. Tá vit høvdu etið og sungið og nakrar røður vóru hildnar fóru vit upp á gólv. Sum ofta er, so var ringt at slíta ringin, tá bussurin var komin, tí dansurin og prátið gekk so lystiliga. Men nú var tíð til frið at venda, tí vit høvdu verið leingi á ferð.
Vit gleðast um tað góðu undirtøkuna millum limirnar – og serliga at limirnir bæði i øllum aldursbólkum vóru væl umboðað. Eisini vilja vit takka Sláið Ring fyri stuðulin til útferðina, sum ger tað møguligt at fara eina slíka útferð fyri at stimbra um samanhaldið í felagnum.
Men ikki minst vilja vit takka øllum bæði í Funningi og í Klaksvík fyri mikið gestablídni, hugna, forvitnisligar frásagnir og sjálvandi góðan dans.
Í kjalarvørrinum á koronafarsóttini veitir Sláið Ring feløgum stuðul til slíkar innanlandsferðir, ið hava til endamáls at halda lív í feløgunum og fáa tey virkin aftur.