Dansináttin í Norðurlandahúsinum 2. aug 2014

Deil

Tiltakið
hevur verið nærum á hvørjum ári, síðani Norðurlandahúsið opnaði. Dansitíðin er
vetrarhálvuna, men fleiri eru, ið kundu ynskt sær eina dansinátt um summarið,
tí saktans kunnu hesar verða góðar og minnisríkar.

 

Ikki minst Norðurlandahúsið vil nýta høvi til
at bjóða fólki inn. Húsið er stórsligið. Uttan sum ein álvheyggur og innan ein
arkitektonisk perla, har ein summardansinátt setir sín serliga dám  

 

 

Ólavur ríður eftir bjørgunum fús,

fann hann uppá eitt
álvarhús.

 

Út kom eitt tað álvafljóð,

flættað hár á herðar dró.

                                                (úr Ólavur Riddararós)

           

 

Talan er um almennan dans og eru øll vælkomin.
Hetta er tiltak, sum Norðurlandahúsið og Sláið Ring skipa fyri í felag.

 

Byrjað verður kl.
21.00 og dansurin endar kl. 01.00. Er dansurin góður, verður hildið á eitt
sindur longur.                                    

 

 

Sláið Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama.

Onnur tíðindi