Dansistovan í Sumba 100 ár

Deil

 

Dansistovan í Sumba
100 ár

Leygardagin 2. november fóru vit 19 fólk frá Dansifelagnum á
Látrinum av Eiði og 15 frá Nólsoyar Dansifelag við Smyrli til Suðuroyar at
verða við til veitslu hjá Sumbiar Dansifelag, ið hátíðarhelt, at Dansistovan
fylti 100 ár.

Túrurin mundi verið av ongum, tí arbeiðssteðgur var
fráboðaður leygardagin, men tíbetur fyri okkum var hann útsettur. Veðrið um
Suðuroyarfjørð var av tí allarbesta, so ferðin gekk skjótt við práti og
hugleiðingum. Áðrenn vit vistu av, legði Smyril at og leiðin gekk til Sumbiar,
har vit fóru inn í Samkomuhúsið.

Her var dekkað til uml. 150 fólk og fremst á gólvinum stóð
búgvið borð, við alskins viðskera, so ilt var at fáa tølur á. Tíbetur høvdu tey
sett merki á rættirnar, so vit sóu hvat tað var.

Borðhaldið var sera gott. Fóru upp eftir tørni, at fáa okkum
av sjálvtøkuborðinum, og løgdu sjálvandi afturumaftur eina og tvær ferðir.
Sangurin var eisini av tí allarbesta. Sungið var av kraft og við yndi og kenslum,
og saman við góðum undirspæl, rann alt saman til eina berandi eind.

Undir borðhaldinum greiddi fyrverandi formaðurin í Sumbiar
Dansifelag Trygvi Thomsen frá um Dansistovuna. Heilsanir vóru bornar fram frá
Sláið Ring, dansifeløgunum í Suðuroynni og frá gestandi feløgunum.

Eftir borðhaldið varð farið niðan í Dansistovuna. Hugaligt,
at koma inn í húsið og kenna andan av dansi, stevi og søgu. Hóast húsið er
víðka, so er dansistovan har við síni sál. Hugsa tær til, at tú ert inni í hesi
stovu, har so nógv kvæði og vísur hava verið tikin gjøgnum hesi hundrað árini.
Hvørjar kenslur og tankar hava fólk gjørt sær í dansi hesi mongu árini. Jú,
Dansistovan er nakað serligt.

Dansifelagið á Látrinum legði fyri, síðani nólsoyingar og
seinast vertirnir. Dansurin var sera góður, fleiri kvæði og vísur, nógv fólk
uppí og hann slitnaði ikki alla náttina.

Fari at takka sumbingum fyri eina sera góða veitslu og
stóran blíðskap.

Rasmus Joensen, Dansifelagið á Látrinum.    

Onnur tíðindi