Fyrr var 2. jólakvøld hæddarpunktið hjá tí føroyska dansinum bæði á bygd og í bý. Tá var tað soleiðis, at nakrar bygdir vóru jólabygdir og aðrar vóru nýggjársbygdir, og fólk vitjaðu hvønn annan hesi høgtíðskvøld.
Vegir og tunlar vóru ongir tá, so fólk løgdu nógv fyri. Tey gingu yvir fjøll ella róðu millum bygdir. Nógvar søgur eru fortaldar um minniligar túrar, har fólk kundu liggja veðurføst í fleiri dagar.
Tøkum Lætt hevur øll árini, síðani tað var stovnað, haft dans 2. jólakvøld, tey fyrstu árini í Sjónleikarhúsinum og seinni í Skansastovu og í Reinsarínum.
Í ár bjóðar Tøkum Lætt øllum í almennan dans í Reinsarínum 2. jólakvøld.
Byrjað verður kl. 21.30 og tað er ókeypis atgongd.