Eysturoyar Dansifelag á noregsferð

Deil

 

Eysturoyar
dansifelag á noregsferð 4-13. juli 2016
………………….

Í februar 2013 hevði eg fyrstu ferð samband við leikaringen
Rakne gjøgnum teldupost frá Hilde Magnset, sum tá var í ferðanevndini hjá felagnum.
Tey ynsktu at uppliva ólavsøku og vildu eisini fegin hava samband við eitt
dansifelag, sum vildi taka sær av teimum nakrar dagar umframt ólavsøkuna.
Okkara nevnd avgørdi – tíbetur – at siga ja til at taka ímóti teimum. Tey
vitjaðu okkum frá 24 – 28 juli 2014. Tey plaga at bjóða til endurvitjan árið
eftir, at  tey hava verið á ferð. Í fjør
kom teldudpostur við hjartaligari innbjóðing  um at fáa okkum til teirra “ så de kunne gjøre
lidt til gjengæld”, sum tað stendur í brævinum. Nú vit eru afturkomin í øllum
góðum, mugu vit ásanna, at vit hava fingið aftur við “renter og renters renter”
, meðan vit vóru hjá teimum frá 4-10 juli. Vænti ikki nakrantíð aftur at
uppliva so hjartaligan blíðskap, sum hesar dagarnar.

Hetta er triðja uttanlandsferðin hjá Eysturoyar dansifelag seinnu
árini. Til  Agdenes við Tróndheimsfjørðin
2008 og til Stockholm 2011 sigldu vit við Norrønu og høvdu buss við heimanífrá.
Hesaferð valdu vit at flúgva og komu aftur umvegis Bergen, har vit gistu
tríggjar nætur.

Tríggjar ferðir blivu vit øll boðin heim til fólk. Beinanvegin
mánadagin 4. juli, tá vit høvdu tjekkað inn á hotellinum , sum lá tætt við
Gardermoen flogvøll, blivu vit boðin heim til Tove og Helge, sum búðu “i
gåafstand” frá hotellinum. Har var dekkað upp við fínum porcelenið til okkara
og eini 20 frá Rakne, sum  ynsktu okkum
vælkomin á vitjan. Bæði norska og føroyska flaggið vóru vundin á stong fyri
okkum, vit sungu “Millom bakkar og berg” við borðið, og so kvóðu vit Sinklar á
terassuni, áðrenn vit fóru heim í song.

Dagin eftir koyrdu vit runt í nærumhvørvinum við bussi og
blivu boðin til matna um middagsleiti á Lodding garði heima hjá Grethe og Knut
Ljøgodt, sum er formaður hjá felagnum. Grethe, sum er listakvinna, hevur eitt
savn í stabbúrinum á garðinum.  Vit kvóðu
Gudbrandskvæðið á Raknehaugen, sum verður hildin at vera ein kongagrøv.

Mikudagin fóru vit til Eidsvoll, har sum norska grunlógin
bleiv undirskrivað tann 17. mai 1814 – aftaná eitt seks vikur langt  orðaskifti. Hesin dagurin verður enn
hátíðarhildin á hvørjum ári sum tjóðardagur Noregs. Stór uppliving at síggja
borðið, har norska grundlógin bleiv undirskrivað á sinni og ikki minni
ríkissalin, har teir 112 eidsvollmenninir skiftu orð – har hevur helst brotið í
bæði borð, áðrenn tað bleiv til “ Enig og tro, til Dovre falder”. Um kvøldið
blivu vit fyri triðju ferð boðin heim til fólk – hesaferð til grillfest í eini
maskinhøll á garðinum hjá Guri og Karsten. Aftaná dansaðu vit føroyskan dans og
norskar dansir afturvið harmoniku. Louis Houmann setti punktum fyri kvøldið við
sanginum hjá J.H.O. Djurhuus , “Kúrir tú lítli songfuglur mín.”

Hósdagin fóru vit til Oslo við toki saman við eini 15 fólkum
frá “Rakne”. Á Bygdøy sóu vit Fram hjá Fridtjof Nansen, sum gjørdist fyrsti
sendimaður Noregs í London, tá landið var blivið sjálvstøðugt í 1905. Eisini
sóu vit Ra II og KonTiki, sum Thor Heyerdahl sigldi um Kyrrahavið við fyri at
prógva, at fólkini á kyrrahavsoyggjunum kunnu vera komin úr Suðuramerika.  Hesir menninir hava havt eitt ótrúligt áræði.
Eisini vitjaðu vit Vikingeskibsmuseet. So náddu vit ikki meir enn túr niðan til
“Slottet”, sum stóð í gerð frá 1820-1849 og sum upprunaliga var ætlað til
summarbústað hjá svenska konginum, sum tá eisini var kongur í Noregi. Á veg
aftur til tokið gingu vit eftir Karl Johans gate og sóu stórtingsbygningin.

Fríggjadagin sóu vit ein gamlan stórgarð, sum varð gjørdur
til savn 1908, tí ongin arvingur var at taka við garðinum. Í erva var stórur
gildisskáli, sum heilt vist hevði riggað væl til eina rimmar dansinátt. Vit
høvdu latið okkum í føroysk klæðir heimanífrá og dansaðu dansispøl á einum
palli uttanfyri. Vit vitjaðu eisini Udnes kirkju, sum liggur har, sum áirnar Glomma
og Vorma koma saman. Hetta tí man tá í tíðini ferðaðist eftir áunum fyri at
koma í kirkju.

Leygardagin kl. 11.00 upptraðkaðu vit við føroyskum dansi og
Rakne við fólkadansi á torginum í Jessheim. Bert spell, at so fá vóru komin at
hyggja. Eina løtu aftaná, at vit vóru komin aftur á hotellið, var heglingur og
torusláttur. Um kvøldið var veitsla saman við Rakne .

Sunnumorgunin komu eini 10 av teimun norsku  á hotellið at biðja farvæl, áðrenn vit fóru
við bussi til Gardermoen á veg til Bergen. Vit bjóðaðu teimum at koma aftur til
Føroya at vitja okkum – eg vóni, at
tey taka av.

Vit búðu væl á hotel Admiralen mitt í Bergen. Týsdagin 12. juli
fóru øll siglitúr á Sognefjørðinum fyri dagin og heimaftur við
Flåmsbananum.  Restina av tíðini í Bergen
var ongin skrá – fólk tóku sær av løttum og gjørdu, sum tey vildu.

Mikukvøldið komu 20 fólk heimaftur við Atlantsflog, meðan
hini 5 vóru eftir – onkur fór til arbeiðis í Noregi og onkur til Danmarkar at
vitja familju.

Tað er gott fyri felagið at gera slíkar ferðir av og til.
Vit minnast tær allar við gleði restina av lívinum.

Kathrina, Eysturoyar dansifelag.

Onnur tíðindi