Fótatraðk 25 ár

Deil

 

Dansifelagið
Fótatraðk 25 ár

 

Leygardagin 30. november hevði Fótatraðk boðið til
25 ára stovningarveitslu. Vit vóru 16 frá Tøkum Lætt, ið vóru farin til
Keypmannahavnar í veitslu.

Hendan sama leygardagin var hátíðarhald á Bryggjuni
í sambandi við at 10 ár vóru liðin síðani Føroyar, Ísland og Grønland byrjaðu
virksemi sítt har úti.

Í hesum sambandi hevði føroyska sendistovan í
Keypmannahavn heitt á Fótatraðk um at luttaka við føroyskum dansi.

Leygardagurin byrjaði við, at Fótatraðk saman við
okkum frá Tøkum Lætt dansaðu úti á Bryggjuni. Dansurin gekk væl, nokk so fitt
av fólki var tilsteðar, og fleiri komu eisini uppí.

Áhugavert var at ganga runt har úti og kunna seg við
ymiskt mentanarligt frá hinum londunum.. M.a. partar av grønlendskari mentan.
Ein kvinna sýndi fram gamlan trummudans. Meðan hon smurdi máling á andlitið,
greiddi hon frá hví tey gjørdu sum tey gjørdu, hvønn týdning litirnir høvdu,
hvørji merki sóust í litunum og endamálið við dansinum.

Endamálið við dansinum var sjálvandi tað sosiala,
samvera og stytta sær stundir, men størsti denturin var lagdu í møguleikan, at
fáa nýtt blóð inn í ættirnar.

Altíð spennandi at fáa meira vitan um tað, sum
liggur aftanfyri eina framførslu. Ikki minst frá eldri tíðum.

Hetta er eisini nakað, vit eiga at hava í huganum,
tá vit eru úti og dansa. Vit eiga at kunna fremmandafólk um dansin og innihaldið
í kvæðum og vísum, vit hava á gólvi.

 

Veitslan hjá Fótatraðk byrjaði kl. 18.30 og var í
Føroyahúsinum á Vesturbrúgv, har Fóratraðk eisini dansar.

Veitsluluttakararnir vóru uml. 70.  Byrjað var við, at ungur guittarleikari
spældi eitt yndisligt lag. Eitt sindur seinni kom Poul Bjerager, sum vit kenna
frá Fidling Faroes, og spældi nøkur vísu- og kvæðaløg á violin sína. Tað liggur
sera væl fyri hjá honum at fáa tónarnar úr ljóðførinum, hvør betur enna annar.
Tá hann spældi Dronning Dagmar, tá reistust hárini á arminum.

Eftir borðhaldið varð farið upp á gólv, og dansað
var út í eitt frá uml. kl. 23.30 til 03.00. Nógv ymiskt varð kvøðið, fleiri
skipaðu, góður dansur og góðir skiparar. Eingin ivi í, at tað er stórt
potentiali millum limirnar í Fótatraðk.

Fótatraðk, takk fyri ein sega góðan dag !

 

Rasmus
Joensen

Onnur tíðindi