Væl av fólki var møtt til aðalfundin hjá Sláið Ring, ið varð hildin 17. september 2022 í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju í Havn. Fleiri mál vóru uppi og vendu og fingu umrøðu – alt frá korona, HAVLEIK 2022, sjónvarpsupptøkur til luttøku á BARNLEK 2023 í Lerum í Svøríki og nógv annað.
Gunnar Restorff, Kathrina Hansen og Hendrik Egholm sótu í nevndini, og Gunnar og Kathrina stóðu fyri vali. Kathrina valdi ikki at stilla uppaftur til nevndarval og Eydna í Homrum úr Norðstreymoyar dansifelagi varð vald inn fyri hana, meðan Gunnar varð afturvaldur. Kathrina hevur við sínum góða ordan og trúfesti verið felagnum ein hollur stuðul sum trúfastur kassameistari síðani hon kom í nevndina í 2010, tá táverandi kassameistari, Birgir Djurhuus segði seg úr nevndini.
Eftir nevndarvalið segði Gunnar nøkur orð og so varð Kathrina heiðrað við gávu, blómum og lógvabrestum. Nevndin í Sláið Ring takkar Kathrinu inniliga fyri hennara virki og eru vit serliga glað um, at Kathrina hevur játtað at hjálpa okkum fyrstu tíðina við at umsita tað fíggjarliga til alt er komið í rættlag.
Nevndin skipaði seg við Gunnari Restorff sum formanni, Hendriki Egholm sum næstformanni og kassameistara og Eydnu í Homrum sum skrivara.
Eisini tóku nevndarlimir og fundarfólkið formannin á bóli, tá tey takkaðu honum fyri hansara leiklut, tá dansistevnan HAVLEIKUR 2022 varð hildin fyrr í ár. Keypt var ein gáva, sum var eitt ur úr føroyskum grótið myndprýtt við búmerkinum hjá HAVLEIKI 2022. Eisini Gunnar varð heiðraður við blíðum orðum og lógvabrestum og takkaði fyri gávuna.
Eftir aðalfundin var kvæðatiltak í Norðurlandahúsinum, har fitt av fólki var møtt at síggja frumsýning av tveimum teimum fyrstu av átta sjónvarpssendingum um føroyskan dans og føroysk dansispøl við útgangsstøði í filmsupptøkum hjá Egil Bakka frá 1977.