Væl av fólki var møtt til aðalfundin hjá Sláið Ring, ið varð hildin 8. september á Effo í Havn. Fleiri mál vóru uppi og vendu og fingu umrøðu – alt frá norðurlendskum dansistevnum, føroyskum klæðum og dansi til UNESCO og hvussu vit fáa enn fleiri ung virkin í dansinum.
Rasmus Joensen valdi ikki at stilla uppaftur til nevndarval og Gunnar Restorff úr Dansifelagnum í Havn kom inn fyri hann. Rasmus hevur seinastu nógvu árini verið ímyndin av Sláið Ring, og hansara lutur í fyriskipan, samskipan og at svara fyrispurningum liggur so ikki eftir. Eftir nevndarvalið helt Birgir Djurhuus eina røðu og so varð Rasmus heiðraður við einum gávukorti, blómum og lógvabrestum. Nevndin í Sláið Ring takkar Rasmusi inniliga fyri hansara virki og eru vit serliga glað um, at Rasmus hevur játtað at hjálpa okkum fyrstu tíðina.
Í farnu viku skipaði nevndin seg við Gunnari Restorff sum formanni, Annu Elisu Jacobsen sum næstformanni og skrivara og Kathrinu Hansen sum kassameistara.