Vanligt er at taka til orðingina "at fáa kvæðini undir fót," tá ið tosað verður um at skipa.
Tosað verður oftani um, um kvæðaskiparar megna at fáa kvæðini undir fót ella ikki.Hjá onkrum skiparum liggur væl fyri, men hjá øðrum kann tað vera trupult ella serliga avbjóðandi.
Og tá ið hetta ikki eydnast eins væl hjá øllum, verður oftani yppað øksl og sagt at summi bara duga
og onnur ikki. Eisini hoyrast pástandir um, at man bara er føddur við góðum evnum til at stíga
og til at skipa, men eru hesir pástandir rættir, ella er tað ikki bert ein spurningur um at læra eitt sindur
um samanhangin ímillum ”sang og rútmu,” ella ”kvøðing og stev” ?
Fótatraðk skipar tann 26. januar fyri serligum dansikvøldi í Føroyahúsinum í Keypmannahavn,har frálæra verður givin í teknikkinum, sum ger tað lættari hjá tí einstaka skiparanum
til at fáa orðini undir fót.
Frálæra verður givin um samanhangin ímillum stev, lag og orð,
og at síðani verður farið upp á gólv at royna nýggju teknikkirnar.
Byrjað verður stundisliga kl.18.00, og um alt gongur væl, verður eisini tíð til raddarvenjing,
og tí skulu luttakarnir hava við sær eitt kvæði ella vísu á prenti, sum tey duga at kvøða við til.
Ólavur Eysturdal stendur fyri frálæruni. Hetta frálærukvøldið er fyri limir hjá Fótatraðk,men tað ber eisini til hjá limum í dansifeløgunum í Føroyum at luttaka.
NEVNDIN Í FÓTATRAÐK