Tann 14. februar í ár komu 50 fólk av Sandoynni til Nólsoyar. Tað
vóru dansarar úr báðum dansifeløgunum Stígum Fast úr Dali og Leikum Fagurt av
Sandi. Úr Nólsoy vóru gott 50 fólk møtt. Gist var hjá privatum. So her var
upplagt til eina góða veitslu.
Borðreitt var var við trimum rættum. Nógvar og góðar vóru
talurnar. Stuttligt var at uppliva góðan og stuttligan frásøguhátt. Sólvit er
ein meistari. Vit høvdu eina stutta skrá við trimum kvæðum so vit kundu
fyrireika okkum. Á skránni var Bømerlandsdronningen, Dvørgamoy 1. og
Grindavísan. Síðani var eingin skrá. Eisini spældu tvær harmonikur og ein
guitari eina løtu. Eftir harmoniku dansin haldi eg, at føroyski dansurin
gekk enn betur. Vit fingu morgumat um 3 tíðina. Síðani aftur upp á gólv
niðriundir í Royndarhúsinum. Dansað varð til tann ljósa morgun. Sunnudagin kl
1325 fóru sandoyggjafólk av oynni. Stóra takk skulu tit hava fyri vitjanina.
Royndarhúsið er gott til veitslur. Tó er dansigólvið í neðra hart
og høgt til loftið. So eg ynski eitt enn betri dansigólv til næstu ferð vit
hittast í Nólsoy. Lágt til loftið og eitt dandandi gólv- Ooiiij- tað
er gott.
Annars eru vit farnir á Facebook, har liggja nakrar
stuttligar upptøkur við Seyðamanninum, Sigmundi í Lon. Áhugaði er vælkomin at
melda seg á okkara facebook vangamynd. Leita eftir: “Nólsoyar
Dansifelag” – á www.facebook.com
Við dansikvøðu.
Erlendur E. Simonsen, formaður Nólsoyar
Dansifelag.