Á 69* norður til allarfyrsta Grønlek
( 5-13 juli 2013) …
Vit
føroyingar blivu eins og hini
norðurlondini(Danmark, Svøríki, Noreg, Finland, Áland og Ísland) boðin við til
fólkadansarastevnuna Grønlek, sum á
fyrsta sinni bleiv hildin í Grønlandi –
í Ilulissat, sum merkir ísfjall á grønlendskum ella Jakobshavn, sum býurin við
umleið 5000 íbúgvum eitur á donskum. Hann liggur í Diskovíkini á 69 stigum norður
og er høvuðsbýur í størstu kommunu í
verðini í vídd. Og sjálvandi tóku vit
av.
Vit
ferðaðust um Reykjavík bæði burtur og aftur. Vit fingu høvi til at síggja
spildurnýggja mentanarhúsið “Harpa”, sum
stóð liðugt í 2011. Heimaftur á veg vóru
vit í kirkju og til altars í Hallgrímskirkjuni, har vit m.a. komu á tal við ein
íslending, sum hevði verið giftur við konu úr Húsavík. Í hesum døgum eru 75 ár
liðin, síðani íslendska
fiskimannafelagið var stovnað. Í tí sambandi var ein framsýning sett upp úti,
sum vísir skipsvanlukkur undir Íslandi upp til okkara dagar – harímillum nógv
skip úr Føroyum. Onkur av okkum átti eina grøv at vitja í gamla kirkjugarðinum
mitt í Reykjavík.
Vit flugu
beina leið úr Reykjavík til Ilulissat og komu hagar fríggjadagin 5 juli – dagin
fyri sum stevnan bleiv sett. Innivist høvdu vit á vallaraheiminum. Býurin er
ikki størri enn so, at tað ber væl til at koma runt til gongu. Haldi , at fólk flest høvdu ikki bil, so vit
møttu nógvum fólki úti til gongu. Og tey vóru øll so sera blíð og smílandi.
Hesar
dagarnar, sum vit vóru í Ilulissat, var eisini grønlandsmeistarakapping millum kajakkir.
Tað var stuttligt at síggja.
Tað vóru
umleið 150 fólk á stevnuni, einir 130
gestir og restin grønlendingar. Stevnan var skipað sum aðrar stevnur av hesum
slag : setan, felagsdansur, norrøn gudstænasta, felagssangur og endahátíð við
veitsludøgurða. Tveir fyrrapartar kundu
londini vísa ymisk handalig arbeiði, sum eru serlig hjá teimum. Vit bregdaðu og
virkaðu hosubond, og tey úr Svøríki telgdu “dalehestar”. Mest spennandi var at
síggja grønlendsku konufólkini gera perlukappan til teirra búna og lita
kópaskinn til bordan á kamikkunum.
Mánadagin
kundu øll koma at grilla mat úti í haganum. Har sluppu vit at royna hvalatvøst,
kópatvøst og kópaspik, sum minnir um okkara spik.
Týskvøldið fóru vit allir 26 føroyingarnir ein túr við
báti út millum ísfjøllini at síggja midnáttarsólina. Sera hugtakandi at síggja og hoyra brakið , tá íspettir brotna
burturav. Danski ferðaleiðarin segði okkum, at brakini koma frá luftini, sum
verður trýst saman, tá ísfjøllini verða til og sum so sleppur útaftur, tá
ísurin brotnar.
Hóskvøldið
var almenn dansiframsýning í
ítróttarhøllini, har luttakararnir úr
øllum londunum komu í sínum tjóðbúna. Vit høvdu frætt, at “Juvel” – skipið, sum
fólk frá brøðrasamkomuni sigla runt í Grønlandi við um summari – var komið til
Ilulissat. Átta av okkum fóru oman á kajina aftaná framførsluna í føroyskum
klæðum at vita, um so var. Vit blivu boðin at koma umborð – eitt sindur stríggið hjá konufólkunum í
skjúrti . Har fingu vit ein góðan drekkamunn
og sluppu eisini at syngja “Nærri mín Gud til tín” á grønlendskum –
kanska besta løta á túrinum. Vit vóru sera fegin um løtuna, og tað vóru fólkini umborð eisini.
Vit høvdu
góða tíð at fara gongutúrar í sermerktu grønlendsku náttúruni. Vit høvdu øll
fingið kort við væl uppmerktum rutum –
longri og stytri – so tað var lætt at finna.
Fríggjadagin
fóru vit saman við norðmonnum á eitt
røktarheim í býnum at dansa fyri teimum, sum har búgva, og um kvøldið var
veitsludøgurði og endahátíð á “Hotel Artic”. Her bóðu vit hvørjum øðrum farvæl
í grønlandsrúminum – eitt stórt rúm við
Grønlandi á gólvteppinum.
Egon, sum er
úr Danmark og hevði verið við til at skipa fyri Grønlek, bað okkum øll um at
stilla upp í ein stóran runding í grønlandsrúminum. So byrjaði hann sjálvur at
ganga runt og taka í hondina á øllum, sum vóru við til fyrsta Grønlek
nakrantíð. Og so gjørdu vit øll tað sama, sum hann. Ein vakur máti at biðja
hesum fólkum farvæl, sum hava ríkað okkum lívið hesar dagarnar í Ilulissat.
Kathrina,
Eysturoyar dansifelag.