Ung í Dansi bjóðar ungum í aldrinum 12-30 ár til eitt hugnakvøld komandi leygardag, 23. januar 2021, í Gøtu.
Skráin hesaferð er hendan:
Vit møtast kl. 14:00 í Losjuni við Gøtugjógv.
Um viðrar fara vit ein túr í bygdini, og ein maður kemur at fortelja okkurt um bygdina.
Jens Dalsgaard fer at greiða frá um Gøtuskeggjar.
Vit eta døgurða.
Vit fara upp á gólv.
Tiltakið er ókeypis, og ikki er neyðugt beinleiðis við tilmelding til tiltakið, men um tit ætla við, so er gott um tit siga Bresti frá (skriva til brestir.restorff@gmail.com ella sms’a/ring til 596242), so vita vit, umleið hvussu nógv vera við.
Tað er umráðandi, at vit fylgja leiðreglunum hjá Sláið Ring viðvíkjandi Korona. Tí skriva vit upp, hvør er við til tiltakið, og fólk, sum hava verið uttanlands teir seinastu 14 dagarnar sleppa ikki við.