Klaksvíkar Dansifelag klárt til dansiveturin

Deil

 Beint eftir heystfrítíðina fór Klaksvíkar Dansifelag undir dansiveturin. Barnadansurin, ið hevur verið sera væl umtóktur síðstu árini, hevur aftur í ár fingið góða undirtøk. Umleið 40 børn eru møtt hvørt kvøldið. Barnadansurin er sunnukvøld frá kl. 19.30 til kl. 20.30. Børnini í Klaksvíkar Dansifelag fara á Barnlek 2014, sum verður í Íslandi komandi ár. Sum nakað nýtt, er eisini barnadansur á Fossánesi hendan dansiveturin. Á Fossánesi dansa tey í skúlanum mánakvøld kl. 19.00 – 20.00.

Í ár hevur nevndin í Klaksíkar Dansifelag samtykt at skifa takið á Skálanum. Hetta er kostnaðarmikið og í tí sambandi hevur Dansifelagið eydnuhjól sunnudagin 17. nov kl. 16.00. Eydnuhjólið verður merkt av árstíðini og millum vinningarnar er nógv ræst kjøt.

Nevndin í Klaksvíkar dansifelag er í løtuni hendan:

Heini Mohr, form.

Arni Sólheygg, næstform.

Elin Syderbø, kassameistari

Jóneif Johannesen, skrivari

Brynjálvur Sigurðsson, nevndarlimur

Skráin fyri dansiveturin er løgd, og er hon at finna her á heimasíðuni undir limafeløg. Skráin inni heldur bæði lættari og tyngri tilfar, umframt útferðir, veitslur, rivjakvøld, almennan dans og kvæðaupptøkur.

           Jónleif Johannesen, skrivari í Klaksvíkar Dansifelag 

Onnur tíðindi