Kongadóttirin í Nólsoy

Deil

Sagnirnar munnu vera tað elsta tekstaslagið, vit eiga. Og sagnirnar eru høvuðsíblásturin til so mong listarverk. Í skúlanum í Nólsoy er eitt veggjaprýði, sum er ein teknisøga um Kongadóttrina í Nólsoy, børnini hava sjálvi gjørt listarverkið ein evnisdag. Tað undraði meg, at kongadóttirin hevði meiri enn eitt barn á myndunum, jú jú tað hevði hon varð mær sagt. Tá hugsaði eg, at kanska søgnin enn livir á mannamunni?

Kvæðið um kongadóttrina byggir á søgnina hjá VUH, men ymiskt verður sagt í kvæðinum, sum er ikki í søgnini. Vit hoyra t.d., at gentan bleiv forelskað í einum nólsoyingi, og at pápin ætlaði at gifta hana burtur, men hon vildi ikki. Tey rýma úr Skotlandi. Í søgnini stendur, at hon fekk eitt leysingabarn, men í kvæðinum stendur, at tey fáa eitt barn eftir at tey eru flutt saman. Eins og í søgnini blotnar kongurin um hjartað, tá ið hann sær barnið, og tey semjast aftur.

Eg kenni meg so heima í sagnum okkara, kenni meg at eiga í teimum og vil fegin, at upvaksandi ættarlið eisini fáa sama tætta samband við hesar frumognir okkara.

Kvæðið er prentað í ”Sláið ring. Kvæði, vísur og skjaldur til barnadans” (Ungu Føroyar 2015)

Bergljót av Skarði

Onnur tíðindi