Kvæðaferð við Norrønu 2016

Deil

 

Kvæðaferð við Norrønu 21. – 24.
august 2016 til Danmarkar.

Tríggjar
ferðir hevur Sláið Ring saman við Smyril Line skipað fyri kvæðaferð  við Norrønu. Í maj 2012 og 2014 var kvæðaferð
til Íslands, og skipið lá á Seydisfirði 1½ døgn. Eg var við í 2012. Hesaferð
sigldu vit til Hirtshals og heimaftur. Tað hevði hóvað okkum í Sláið Ring betri
at siglt til Íslands, har skipið kann liggja við kaj 1½ samdøgur, tí tað ber
als ikki til at dansa føroyskan dans, um skipið livir bara eitt lítið vet. Men
tað var av besta veðri báðar vegir – skipið rørdist ikki, so vit kundu dansa
alt, sum vit orkaðu.

Uml. 130
fólk vóru við á kvæðaferðini – Jómsvíkingar og Sumbiar dansifelag væl umboðaði.
Kann ikki lata vera við at smílast, tá eg hugsi um hesi fólkini, sum hittast
til føroyskan dans. Veit hvaðani, tey eru og fái gott prát við tey, men teirra
kristna navn kenni eg ikki. Nógv av hinum ferðafólkunum umborð, komu eisini inn
í Saga Café at lurta og dansa.

Rasmus
Joensen, sum hevur verið formaður í Sláið Ring í áravís, byrjaði at orða við
Smyril  Line um kvæðaferð einaferð í 2010.
Hetta saman við einum skrivi í bløðunum frá Levi Niclasen í Hvalba førdi til
fyrstu kvæðaferðina, sum var so væleydnað, at hetta sjálvandi skuldi gerast
aftur.

Nøkur
kvæðir/vísur verða sett á skránna frammanundan og onkur verður biðin at halda
fyrilestur ella hava hugleiðingar um hesi. Til allar tríggjar kvæðaferðirnar
hava vit biðið fólk, sum hava dansað frá barni av, um at fortelja frá  góðum løtum í dansi. Hesi høvdu øll gjørt sær
stóran ómak. Eg haldi, at teir, sum vóru bidnir at skipa, tóku uppgávuna upp á
sama máta sum tey, sum skipa á landsdansistevnu.

Forkunnuga
og sera vakra  yrkingin “Kópakonan” hjá
Hans Andriasi Djurhuus bleiv eisini lisin upp týsdagin. Ivaleyst hevur hann –
eins og Kvívíks-Jógvan, sum yrkti Kópakvæði – fingið íblástur frá søgnini við
sama heiti, sum kom á prent í Færøsk Anthologi hjá V.U.Hammershaimb í 1891.

Stuttligt at
hava kapping við spurningum úr kvæðum og vísum. Til tey bæði innleiðandi
umførini vóru trý lið við trimum fólkum hvørja ferð. Tvey lið komu í finaluna,
sum var seinnapartin mikudagin. Tey trý á vinnaraliðnum vunnu ein jólatúr við
Norrønu í part, meðan hini fingu eitt vikuskiftið á deplinum í Skálavík í part.
Góðir vinningar frá Smyril Line.

Vit bæði
duga og tíma at syngja, og sangurin gekk so lystilga aftur við harmonikum.
Trivaligt sangheftið var gjørt til ferðina. Mikudagin spældi Jóanes so
hugaliga, at harmonikan gekk sundur og 
Ásmund, sum er gamal bilmekanikari, mátti fáa hana samanaftur.

Tað er
stórarbeiði, at skipað fyri slíkum tiltaki. Rasmus hevur lagt ótrúliga orku í
hesar tríggjar kvæðaferðirnar – hvussu nógvar tímar, hann hevur brúkt, veit
bara hann sjálvur. Lønin fyri slíkt verður ikki goldin í krónum, men tá
tiltakið eydnast væl  – og tað eydnaðist
sera væl hesaferð – so er tíðin væl brúkt. Lønin er góður dansur og glað
væluppløgd fólk.

Ein góður
máti at fjálga um dansin og leggja gerandisdagin frá sær uppá.

Eg vóni, at
vit gera kvæðaferð aftur um nøkur ár.

Kathrina,
Eysturoyar dansifealg.

Onnur tíðindi