Ein frásøgn frá høvuðsfyriskiparunum av kvæðastevnuni, lærararnir Elin Maria Olsen og Einar Martin Hjalt Jacobsen:
Kvæðastevna fyri næmingar í miðdeild fólkaskúlans
Føroyski dansurin er partur av okkara dýrabara mentanararvi, ið flestu okkara eru errin av. Tí var skipað fyri kvæðastevnu fyri næmingar í miðdeild fólkaskúlans í Norðurlandahúsinum. Endamálið var at stuðla uppundir kvæðaundirvísingina í fólkaskúlanum, umframt at geva næmingunum góðar og jaligar kvæðaupplivingar, ið kunnu kveikja hug teirra til føroyskan dans og harvið at bera livandi mentan okkara víðari.
Sjálvandi dansaðu vit føroyskan dans, men dentur var eisini lagdur á spennandi søgurnar handan kvæðini, har vit høvdu serkøn fólk inni at siga frá Ólavi Riddararós og Sinklars vísu. Hetta var undirbygt við borðspælinum Kvæða-quiz, har næmingarnir skuldu svara spurningum úr kvæðunum fyri at vinna.
Næmingarnir høvdu somuleiðis møguleika at royna seg í dansispølunum, bandadansi og edilingi, har Ung í dansi stóðu fyri undirvísingini. Hesi dugnaligu ungu hava framført nógv dansispøl, ikki bert í Føroyum, men eisini uttanlands, og vóru tey til uppgávuna fús – ein sonn fragd at síggja hesi dugnaligu ungu bera læruna víðari til børnini, sum dansaðu við stórum áhuga.
Næmingarnir hava vant kvæði til dansistevnuna – og tey sýndu góðar dygdir, tá tey upptraðkaðu fyri royndum dómarum í KvæðaTALENT, har vinningurin var bowling fyri flokkin. Tey blivu millum annað dømd eftir dansilag og kvæðaevni. Næmingarnir í 6. flokki í Vágs skúla vístu seg frá síni bestu síðu, og fóru avstað við vinninginum.
Eisini var roynt at flyta aldargomlu mentan okkara yvir á pallar, har tey ungu ferðast, við at spæla kvæða-kahoot. Har vóru tað næmingar úr 6. d úr Skúlanum á Fløtum, sum vóru stinnast og vunnu karamellur til allan flokkin.
Endað var við einum braki, tá Hamradun framførdu fleiri av sínum vælkendu kvæðaløgum. Hetta var sera væl móttikið av næmingunum – og tað vóru enntá nakrir, ið fóru upp á gólv undir framførsluni.
Alt í alt ein sera væleydnaður dagur, har næmingar og lærarar hugnaðu og stuttleikaðu sær.
Vit takka fyri góða hjálp frá dansifeløgunum og stuðul frá Mentanargrunni Landsins, Norðurlandahúsinum, Tórshavnar Kommunu, SMS, Bakkafrost, BankNordik, Sláið Ring, MBM, Bowlinghøllini á Hálsi og NÁMi. Uttan hesi var eingin stevna møgulig.