Kyndulsmessudansur í Harladssundi

Deil

Kyndulsmessudansur í Harladssundi

Eins og undan farin ár verður vælumtókti kyndulsmessudansurin í Haraldssundi á skránni í 2013. Hesaferð verður hann fríggjakvøldið 25. januar og byrjar dansurin klokkan 22.00 og endar klokkan 3.00. Kostnaðurin fyri kvøldið er 100 krónur, og tá er matur íroknaður prísin.

Fleiri dansifeløg hava víst kvøldinum áhuga, so væntandi verður dansurin væl vitjaður. Haraldssund er gomul kyndulsmessubygd, og eru fyrireikararnir glaðir fyri, at tað hevur eydnast at endurreisa hesa gomlu siðmentan í bygdini.

Vegna fyrireikararnar

Andrass Jacobsen

Onnur tíðindi